mikudagur 30. mars 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 62 — 30. MARS 1994
Borgarin góðan túr
Landaði
100 tons
av longu
Týsdagin lá Borgarin og
landaði til Kósavirkið.
Hann hevði hundrað tons av
frystari longu.
Borgarin hevur ikki fiski-
loyvi í føroyskum sjógvi og
hann hevur hendan túrin
roynt við Rock All og vest-
anfyri Hebridurnar.
— Vit eru nøgdir við fiski-
skapin, men tað hevur við-
rað sera illa hendan túrin.
Vit hava ligið og hespað og
tað hevur verið alt ov vána-
ligt veður at royna á djúpum
vatni, ovlítið kemur burt-
urúr, sigur Hjørleif Bjørg-
heim Rasmussen, skipari og
eigari av Borgaranum.
Norðmenn ov
góðar treytir
— Vit hava roynt sunnan-
fyri føroyska fiskimarkid,
saman við norskum línu-
bátum, sigur hann.
-—Mennorðmenn eru betri
fyri enn vit. Teir hava eisini
loyvi at royna innanfyri
føroyska fiskimarkið og har
sleppa vit ikki. Tað kennist
eitt sindur beiskt at síggja
fremmand skip fiska í
okkara sjógvi, meðan vit
ikki sleppa, sigur Hjørleif
Bjørgheim Rasmussen.
— Vit mistu saman við
Vágasteini og Túgvusteini
svartkalvakvotuna í Lab-
orador. Bæði Vágasteinur
og Túgvusteinur hava fing-
ið fiskiloyvi í føroyskum
sjógvi, men vit fáa ikki. Eg
veit ikki hví, sigur Hjørleif.
— Tað hevði lætt munandi
um hjá okkum, sluppu vit
inn um markið. Vit hava
ikki søkt um at sleppa fiska
á grunnum vatni. Tað hevð-
i verið nógmikið um vit
sluppu á somu leiðirnar sum
norðmenn, sigur hann.
Keypt kvotu ovdýrt
— Eg haldi at føroyingar
hava keypt kvotuna í Bar-
entshavinum alt ov dýrt.
Norðmenn fiska eins nógv í
føroyskum sjógvi, sum
føroysku línubátarnir fiska
undir Íslandi. Eg haldi ikki
at norðmenn hava farið
serliga væl við okkum. Um
teir stóru trolaramir ikki
vóru fíggjaðir í norskum
bankum, so høvdu vit ikki
fingið eitt tons frá norð-
monnum. Teir geva okkum
kvotu fyri at fáa lánini aftur,
sigur Hjørleif Bjørgheim
Rasmussen.
— Føroyskir línubátar
kundu fingið nógv burturúr
at fiskað á leiðunum har
norðmenn royna. Vit
royndu ein part av hesum
túrinum á rygginum, sum
gongur millum Føroya
Banka og Hetlandsrenn-
una. Her ber til at royna á
einum lítlum gki í fleiri
dagar og hava hampuliga
fiskiskap, sigur hann.
— Annars hava vit loyvi at
royna við Rock-All og vit
hava eisini eina kalvakvotu
í Íslandi, 50 tons, sigur
Hjørleif Bjørgheim Ras-
mussen.
Borgarin hevur hendan
túrin“ fryst longuna heila.
Teir seldu fiskin til Kósa-
virkið og fingu 9 krónur fyri
longuna og seks krónur fyri
brosmuna. Hjørleif er
nøgdur við hendan prisin.
Hann sigur at prisurin er eitt
sindur hægri f Noregi, men
skulu teir landað har so er
neyðugt at gera seg út burt-
urav til tess og so verður
ongin frítíð heima.
— Annars er tað somikið
buldrasligt at royna uttan-
fyri 200 fjórðingar, at eg
ivist um eg hevði fingið
fólk, vóru tíðirnar ikki so
ringar í Føroyum. Vit hava
heldur ikki egningarmask-
inu umborð, sigur hann.
— Beint aftaná kríggið
fingur norðmenn nógvan
kalva á Rygginum. Teir
plagdu fyrst at fiska undir
íslandi og síðan fiskaðu teir
teir seinastu fimm dagarnar
á Rygginum millum Het-
landsrennuna og Føroya-
banka. Tå settu teir burturav
eftir kalva. Her hevði verið
ein møguleiki hjá før-
oyingum eisini. Eg eri ikki í
iva um, at føroysku línu-
skipini kundu lættliga fisk-
að allan fiskin, norð-
menninir fáa í føroyskum
sjógvi. Hendan nøgd hevði
verið kærkomin hjá før-
oysku línubátunum, sigur
Hjørleif Bjørgheim Ras-
mussen.
jústinus
Tíðindablaðið (ST)
Áhugafelagið skipating fyrireikar:
Fiskiskip ar 2000
— Skipatingið seinni í ár fer at viðgera endurnýggjan av fiski-
flotanum. Hvussu ein kann byggja skip sum samstundis hava
ein møguleika at bera seg, sigur Kaj Mortensen, formaður
Mánakveldið ag
Skipating sín fyrsta
fund. Felagið var stovnað
á Kyndilsmessu í fjør og
hevur sostatt virkað í eitt
ár.
— Nakað av fólki var á
fundi, serliga tá hugsað
verður um, at vit fyri viku
síðan, næstseinasta leyg-
ardag skipaðu fyri fyrsta
skipatinginum og góð 200
fólk mettu, sigur Kaj
Mortensen, formaður í
felagnum.
Endamálið við felag-
num Skipating er at økja
um fakliga kunnleikan i
sjóvinnuni.
Felagið fer nú at fyri-
reikað næsta eynið á
skipatinginum. Felagið
ætlar at viðgera hvussu
fiskiflotin kann síggja út í
ár 2000, soleiðis at hann
hevur møguleika at bera
æg.
— Fiskiskip ár 2000 er
eitt tekniskt projekt og nú
nýggj lóggáva er komin á
fiskivinnugkinum, ber
betri til at leggja ætlanir. Í
lógini um vinnuligan
fiskiskap er útróðrarflotin +
róknaður sum ein fram-
tíðarvinna eisini. Skipa-
tingid fer at seta modellir
upp um hvussu ein út-
róðrarbátur år 2000 kann -
síggja út Enn er stutt“
komið við hesum atheiði
men eg kann avdúka so-
— fara at meta um hvassa
SK innan allar veiðu-
Kaj Mortensen, formaður í áhugafelagnum Skipating. Mynd Jens Chr Vang
hættir kunnu síggja út ár
2000, sigur Kaj Morten-
sen.
— Tad skal loysa seg at
byggja skip, sum fáa sum
mest burturúr. Tað kann
ikki verða meinginin at
eitt skip skal kosta s0-
mikið at tað ikki hevur ein
livandi kjans fyri at bera
seg. Hetta er nakað sum
felagið Sn fer at
Mortensen. -
AO gin ivi um, at
tað fer at eydnast Skipa-
hk
um framtíðar
fisk og br Tí 4
hesum felag finnst allur
sakkunnleiki føroyingar
eiga innan sjóvinnu. Allir
partar av vinnuni eru
umboðaðir frá skipasmið-
jum til klassa og trygg-
ingum. Frá manningar-
feløgum til reiðarar.
Í neyndini í Skipatingi
sita umframt formannin,
Kaj Mortensen, Fiski-
vinnustovan, Torleif Hoy-
Virknir føroyingar i Esbjerg:
Hava stovnad fotboltsfelag
Føroyingamir vaksa f stór-
um í tali í Danmark. Í fleiri
býum eru heilar koloniir av
føroyingum sum flyggja
undan kreppuni heima.
Í Esbjerg eru nógvir før-
oyingar og tað eru kanska
serliga fyri tey yngru, at
Esbjerg lokkar.
— Her eru møguleikar at
fáa góðar útbúgvingar inn-
an fiskivinnuna og eisini
eru góðir møguleikar at út-
búgva seg innan heilsu-
verkið, sigur Piddi Kjærbo,
ættaður úr Fuglafirði. Hann
hevur fingið starv sum
sølumadur fyri eina tyska
fyritøku.
— Føroyingamir hava
eisini stovnað eitt fótbólts-
felag og teir luttaka í
donsku fótbóltskappingini,
tó í lægstu deild. Her eru
fleiri góðir leikarar. Tað eru
føroyingar sum hava stovn-
að B 94, men danir kunnu
eisini spæla við, sigur Piddi
Kjærbo.
— Bert í tí gøtuni sum vit
búgva, eru sjey aðrir
føroyingar, føroyingar eru
allastaðni at síggja sigur
Piddi og konan Malan
fluttu til Danmarkar við
trimum børnum, men nú er
familjan økt. Mánadagin
átti Malan eina dóttir. Hon
er 57 sentimetrar long ov
igar 4150 gram.
Esbjerg er eitt virkið
føroyingafelag, sum skipar
jústinus
Tormund Johannesen,
Térshavnar Skipasmidja,
næstformaður. Helgi
Hansen, Maskinskólin,
skrivari. og Hans Jacob
a Sjónams
jóstínus
Komandi føroyskir lands-
liðsleikarar koma kanska
úr Esbjerg einaferð.