Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 62 — 30. MARS 1994 Sida5 Útróðrarmenn vilja fegnir hava upphodssølu -so teir hava ein møguleika aftrat Fiskavirking Fíggjarvánirnar, stødan á arbeiðsmarknaðinum og skatturin vóru tey mál, sum limirnir í Vágs Javnaðar- felag helst vildu skifta orð við politikaramar um á fundi, Vágs Javnaðarfelag skipaði fyri seinasta fríggja- kveld. Skatturin er alt ov høgur, hildu fólk. Serliga nógv merkist nú til høga skattin nú bæði kommunuskatturin er í toppi og landsskatturin er nógv hækkaður í sein- astuni. Fólk vónaðu, at royndirnar at umleggja kommunuskuldina fóru at eydnast, so útlit kunnu vera fyri, at kommunuskattapro- sentið kann lækka nakað. Rímiliga nógv av arbeiði hevur í ár verið á flaka- virkinum, og tað eru fólk, sum vera man, fegin um, men greitt er, at við einum so effektivum virki, skulu nógv tons til, at hava arbeiði alla tíðina. Í hvussu so er so leingi tey bert flakaskera og Ætlanir eru um, at seta gólvupboðssølu á stovn í Suðuroy, og tað eru serliga útróðrarmenninir fegnir um. Tá verður Fiskavirking ikki einasti fiskakeyparin. Nakað av hægri útbúgv- ing er eisini í Vági, og í hes- um sambandi varð gamla posthúsið umvælt og um- bygt. Fólk í Vági eru fegin um at hava hesar skúlar í býnum. Fólk løgdu politik- arunum eina við at royna at varðveita í minsta lagi tað sum er í býnum, tí tað er treytin fyri, at ungfólk kunnu stødast har. Á fundinum hjá Vágs Javnaðarfelag vóru Marita Petersen, løgmaður, og Mikkjal Sørensen og Hendrik Old, legtings- menn, og tey høvdu úr at gera at svara spurningum frá teimum mongu og áhugaðu sum møttu á fundi. tór.- PI Vågbingar vilja fegnir hava gålvuppbodssølu so Fiskavirking ikki verður einsamalt at taka móti fiski. Ein møguleiki er, at uppbodssølan fer at halda til í gamla Suðurfisk. Mynd: Kalmar Um hálvan apríl kemur uppgerðin: Fleiri rokningar enn kekkar frá skattavaldinum Vanliga javnvigar, at nøkur skulu gjalda skatta- valdinum „við tað, onnur eiga til góða, men í ár verður helst ødrvisi Lítið er at ivast í, at flestu fólk hava helst hildið seg goldið ivaleyst í skatta í fjør. Men mangt bendir á, at mong teirra fáa annað at síggja. Um hálvan apríl kemur uppgerðin fyri í fjør. Tá fáa fólk at vita hvussu mikið tey hava goldið ov nógv ella ov lítið í skatti. Sam Hansen á Toll- og Skattstovuni sigur, at tey hava nú sítið og innlisið sjálvuppgávurnar á skatta- teldurnar soleiðis at fyrsta uppgerðin kann sendast fólki um hálvan apríl mánaða. Vanliga hevur tað ligið um einar 70 milliónir báðar vegir. Tað vil siga, at nøkur hava fingið úlsamans 70 milliónir aftur frá skatta- valdium meðan onnur hava verið noydd at gjalda tils- amans hesa upphædd. Fleiri skulu gjalda Í fjør fór rentan í peninga- stovnunum niður. Tað merkir minni rentufrådrått og harvið hægri skatt. Sam Hansen sigur, at fólk hava ikki í nóg stóran mun Hetta er tíðin, tá tey á Toll- og Skattstovuni hava serliga nógv at gera. Her hava tey fingið sjálvuppgávurnar á borðið. Bert í Streymoyarøkinum skulu tey viðgera ikki færri enn 17.000 sjálvuppgávur Mynd: Kalmar hugsa um tað. Toll- og Skattstovan = hevur tó partvíst tíkið hædd fyri minna rentufrådråttinum, men neyvan nóg mikið, heldur Sam Hansen, tí ógjørligt hevur verið at sæð hvat slag av lánum fólk hava, og harvið hvussu er við rentuni. Tað verður helst serliga eyk, sum hava anuitetslán, sum fáa tær størstu eykarokningarnar. Reglurnar siga, at fáa fólk eykarokning frá skattavald- inum skal rokningin gjald- ast í einum, um rokningin er minni enn 1.000 krónur. Er hon stórri, skal hon gjaldast í trimum. Í maí, juni og juli. Tað kann sjálvandi henda, at fólk fáa eina so stóra eykarokning, at tey hava ongan møguleika at gjalda hana í trimum. Sam Hansen sigur, at Toll- og Skattstovan hevur ongar møguleikar at gera serligar avtalur við fólk, men tað kann Gjaldstovan møguliga gera. Stórvegis aðrir møgu- leikar eru neyvan, sum skilst. Men næsta ár skuldi verið lættari hjá Skattavaldinum at gjørt eina neyvari skatta- rokning, nú sleppast kann lættari framat upplýsingum úr peningastovnunum. tór.- SETEPLI 8 HANDILSTØD 1. floks MARIS PIPER Setepli i 25 kg sekkjum. i 10 kg pakkum HANDILSTØD og 50 kg sekkjum P/F PW-ÍSINKRAM eee Tlf 41166 fjørður