Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Julianna Nolsøe, fyrrverandi bókavórður; Góðar bekur | eru slíkar sum fólk vilja lesa f Nr. 62 — 30. MARS 1994 - Eg haldi ikki, at onnur skulu gera av, hvat eru góðar bókmentir ella ikki. Mentafólk hava hug at snerkja at bókum við fólkaligum innihaldi. Tað er skeiut, sigur Julianna Nolsøe Julianna Nolsøe er 80 åra gomul, og hóast hoyrnin ikki er góð, og eyguni eru farin at bila, so bilar minni- num einki. Hon var ein teirra, sum legði lunnar undir Byar- bókasavnið í Havn. Hon hevur eisini arbeitt á Lands- bókasavninum, saman við Mads Jacobsen, Sverra Fon og ødrum góðum fólkum, sum vóru við til at menna áhugan hjá vanligum fólki at lesa, í eini tíð, tá bøkur ikki vóru til keyps fyri øll. Julionnu Nolsøe dámar væl at lesa enskar, spennan- di bøkur á upprunamåli- num. Tað heldur hon er galdandi fyri allar bókment- ir, at tær skulu lesast á upp- runamálinum. Upprunamálið er best Hon skilir ikki, at fólk spyrja td. eftir norskum bókum, og ikki tíma at lesa tær á upprunamålinum, men heldur vilja hava danska umseting. Julianna Nolsøe var 21 ára gomul, tå hon fór til Danmarkar at útbúgva seg til bókavgrð. Hon hevði verið í Danmark áður á Há- skúla og á studentaskúla í Birkergd, har hon tók studentsprógv í 1934. - Tað var Mads Jacobsen, sum bað meg fara undir út- búgvingina. Hann var ein- asti bókavørður í Føroyum, og hevur helst hugsað, at tað var uppá tíðina at seta onkr- an við, sigur Julianna Nols- ge. - Mads Jacobsen skipaði so fyri, at eg í 1935 fór í læru á bókasavni í Vejle. Tað var helst tí eg hevði familju har. - Vit vóru fýra næmingar og lærutíðin var trý ár. Vit vóru á bókasavninum ein part av tíðini, umframt at vit eisini gingu í skúla. Vildi Ikki stavnsbindast Stjórin á bókasavninum segði við meg, at um eg fór til Føroya eftir lokna út- búgving, so skuldi eg sleppa við tvey ára lærutíð. - Eg tók ikki av, og tað dámdi stjóranum lítið. Eg segði sum var, at eg helt tað vera lítið skilagott ikki at fáa fulla lærutíð, tá eg skuldi vera einsamøll á bókasavninum í Føroyum. - Umframt tað, so vildi eg ikki stavnsbindast, leggur Julianna Nolsøe aftrat. Julianna Nolsøe tók prógv í 1939, og hevði ætl- ad sær heim beinanvegin, men tå brast seinni heims- bardagi á, og hon slapp ikki heimaftur. - Eg fekk arbeiði á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, og starv- aðist eisini í Fiolstræde og á í Keypmannahavn. Múgvandi døtur - Vit fingu lítla løn, bert 150 krónur um mánaðin. Tað var ikki ætlanin, at bóka- vørdar - oftast konufólk - skuldu liva fyri lønina. Vit vóru oftast "unge damer fra velstillede hjem”, sum teir kallaðu tað, og tí var ikki neyðugt at geva okkum Nolsge. - Eg fór til Føroya aftur í 1946, við tí fyrsta fartinum eftir kríggið. Tá var Mads Jacobsen deyður, og Hans A. Djurhuus var formaður í bókasavnsneyndini. Hann spurdi meg, um eg íkki kundi vera vikar fyri Sverra Fon, sum tá skuldi fara til Julianna Nolsøe: - Eyguni eru farin at bila. Tað besta er, at ljóðbýkurnar nú eru komnar, og at stórt úrval er á Býarbókasavni- num. Eg havi enn nógvar, góðar løtur í bókaheiminum Danmarkar at útbúgva seg til békavørd. Starvið Ikki tøkt kortini - Eg vildi vita, hvussu mínar umstødur vóru at fáa ar- beiðið sum békavørdur, og eg fekk svarið, at eg og Sverri Fon skuldu søkja á jøvnum føti. - Tad var ikki allur sann- leikin. Eg havi seinni leitað í gerðabókum, og har stóð, at Sverri Fon hevði fingið játt- að starvið sum bókavørður, tá hann kom heimaftur. - Eg fór síðani á skriv- stovuna hjá pápa mínum Vilhelm Nielsen at arbeiða. Síðani giftist eg og fekk tveir synir og gekk heima | hjá teimum. - Eg fekk tó arbeiði á Landsbókasavninum nakr- ar tímar um kvøldarnar, og har var eg til 1969, tå Byar- bókasavnið varð stovnað. - Tað var Sverri Egholm, táverandi landsbókavørður, sum bað meg søk ja arbeiðið á Býrabókasavninum. Eg var einsamøll har í byrja- nini, men hálvt ár seinni var eitt hálvt starv sett, og virk- semið vaks alsamt hesi árini. Í dag haldi eg, at einir fimm bókavgrðar eru á Bý- arbókasavninum, umframt skrivstovufólk og fleiri bókauppsetarar, sum ar- beiða heilan dag. Julianna Nolsøe var 74 ára gomul, tå hon fór frá sum bókavørður. Hennara Tíðindablaðið arbeiði var at hava samskifti við útlendsk b6kaforløg, tingast um prísir, innbind- ing 0.s.fr. Javnsetti synir og døtur - Var tað ikki óvanligt at gentur fingu útbúgving, tá tú vart ung? - Tað var sjálsamt at ung- ar gentur fingu útbúgving. Pápi var tó av tí áskoðan, at vit børn - triggjar systrar og tveir beigggjar - skuldu javnsetast. Tí fingu vit syst- ramar møguleika at fara á stundentaskúla, og skuldu eftir hetta velja okkum út- búgving. - Eg vildi so fegin læra matgerð og seyming, men pápi helt at tað var tvætl, og at tað kundi eg læra kortini. Julianna Nolsøe veit ikki, hvussu nógvar bøkur hon hevur lisið gjøgnum árini. - Tað munnu vera nógvar túsund tilsamans. Tað besta er tó, at eg kann lesa somu bøkur umaftur, og fá nógv burturúr. - Lesur tú eina góða bók, tá tú ert 30 ár, og so lesur hana aftur sum 70 ára gom- ul, so fatar tú innihaldið á ødrvisi hátt, og fær nógv meir burturúr. Tú upplivir alt av nýggjum. - Heldur tú at fólk skulu fáa allar hugsandi bók- mentir til láns á bóka- savni? Julianna Nolsøe: - Mær dámar ikki nútíðar bókmentir, eitt nú skaldsøgur, sum ikki hava ein byrjan og ein enda. Tað ørkymlar meg - Eg havi altíð hildið, at fólk skulu fáa tann lesnað, sum tey hava áhuga fyri. Við hvørt kunnu fólk verða ov hátíðarlig um bøkur, og snerkja av teimum meira fólkaligu bókmentunum. - Vilja fólk sleppa at lesa T.d. Morten Korch - ja, so skulu tey sleppa tað. Hann er góður við náttúruna, skrivar um fuglar, hestar og tílíkt. At hann so skrivar um hesar kærleikssøgurnar eis- ini, skal ikki verða ein forð- an hjá fólki at sleppa at lesa bøkurnar, um tey hava hug til tað. Bókmentir og snobbarí - Hvat er ein góð bók? - Tað er hon, sum fólk tíma at lesa. Summi halda kanska, at Morten Korch einki er verdur, men tað er snobbarí. Eitt nú dámar mær bøkur um vanlig fólk. - Mær dámar ikki nútíðar bókmentir, eitt nú skald- søgur sum ikki hava ein byrjan og ein enda. Tað ørkymlar meg. - Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri barnabókment- =>