Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

síða 8 7.945 FØROYINGAR Nr. 62 — 30. MARS 1 994 MÓTMÆLA GRINDA- HERFERDUNUM Tá Tidindabladid Sosialurin um mánaðarskiftið september-oktober fór undir at savna inn undirskriftir móti útlendska grindaáganginum og her- ferðunum, umhvørvisfelagsskapir fremja móti føroyingum, varð ikki rokn- að við einari so stórari undirtøku — næstan 8.000 føroyingar mótmæltu! At føroyingar saktans eru førir fyri at standa saman, tá brúk veruliga er fyri tí, er prógvað til fulnar við inn- savningini av mótmælum móti tí herviliga útlendska grindaáganginum og her- ferðunum, umhvervisfel- agsskapir fermja móti før- oyingum, ið Tíðindablaðið Sosialurin fór undir um mánaðarskiftið september- oktober. Tað vóru fleiri av okkara trúgvu lesarum, ið gjørðu vart við, at ein slík innsavn- ing hevði verið upp á sítt pláss, og Tíðindablaðið So- sialurin valdi ikki at leggj- ast á boðini, men fara undir hana beinanvegin tá. Vardi bert í góðar tvær vikur Innsavningin vardi bert í góðar tvær vikur, og um- framt, at fólk kundu klippa seðilin til undirskriftirnar úr blaðnum, lá seðilin eisini frammi á posthúsunum runt um í landinum og á ðrum stóðum, har fólk hevði sett ynski fram um tað. Sostatt var talan ikki um eina innsavning, har fólk eitt nú gekk hús úr húsi fyri at savna undirskriftir, men talan um eitt beinleiðis frítt val hjá tí einstaka, um hann vildi skriva undir ella ikki. Júst tí styrkir hetta um tað mótmælið, ið hesar tilsam- ans 7.945 undirskriftirnar megnaat geva. At so mong í einum landi, hvar 45.000 fólk búgva, skriva undir eitt mótmæli, er ikki smávegis, og í hvussu er kann eingin av teimum felagsskapun- um, ið eru úti eftir føroying- um, fáa so góða undirtøku nakrastaðni. Tað, sum føroyingar mót- mæltu, var í stuttum hetta: »Føroyingar mótmæla! Vit undirritaðu mótmæla, at felagsskapir — sum siga seg at hava umsorgan fyri um- hvørvi og djóravernd — nýta falsaðar og rangar upplýs- ingar í jagstran síni av før- oysku tjóðini og lívsgrund- arlagi hennara<. Næstan 8.000 fólk skrivaðu undir Hesi orð hava altso 7.945 føroyingar lagt navn til. — Fleiri hava spurt, hvat vard av øllum undirskrift- unum, ið vórðu innsavnað- ar, og tá hava vit ikki fingið svarað teimum annað, enn at bíðað verður eftir teirri réttu løtuni at handa tær á réttum stað, sigur Jan Miill- er, ábyrgdarblaðstjóri á Tíðindablaðnum Sosialin- um. — Tað er sjálvandi lítið fyri bara at senda allar und- irskriftirnar avstað í einum brævbjålva til Downing Street no. 10, og so vóna, at onkur har tekur sær av teimum. Men hetta gevur einki, og tá hevði eingin heldur lagt til merkis. at før- oyingar so sera mannsterkir hava tikið til orðanna móti útlendska áganginum. Jan Miller sigur, at tað frá byrjan av var meiningin, at eisini bretska pressan skuldi fáa at vita av, tá undirskrift irnar vórðu handaðar, men at tað eisini er lættari sagt enn gjørt. Undirskriftirnar fara nú avstað — Hetta hava vit kannað, og fyri tað fyrsta er tað nóg torført bara at fáa samband við pressuna í Bretlandi. Í ødrum lagi er tað nærum púrasta Ogjørligt at fáa hana at gera nakað burturúr tí, at ein so lítil tjóð sum føroy- ingar tekur til orðanna móti felagsskapum, ið hinvegin eru rættiliga kendir í Bret- landi, umframt at teir eisini hava sitt samband vid fjøl- miðlarnar í lagi, sigur blað- stjórin. — Men nú hava vit her á blaðnum fingið avtalu í lag við ta arbeiðandi nevndina í Bretlandi, ið hevur heitið Omanfyri forsíðan á blaðnum30. september í fjør, tá inn savningin av mótmælisundirskriftum byrjaði. Vinstru- megin Kristian Dahl og Jan Múller, stjórar á Tíðinda- blaðnum Sosialinum, við nøkrum av mótmælunum FISC (Faroe Island Solidar- ity Committee, bløm.). Hesi fólkini hava lovað at tíkið ímóti undirskriftunum, og við tí lutfalsliga góða sam- bandi, tey hava við bæði bretska undirhúsið og onkr- ar av fjølmidlunum har niðri, ganga vit út frá, at í nærmastu framtíð fer okk- urt at henda við málinum, so hetta sterka mótmæli føroy- inga veruliga kann koma til sín rætt, sum ætlanin eisini er við tí Takkar fyri ovur- honds undirtskuna Við ødrum orðum verður felagsmótmæli frá tilsam- ans 7.945 føroyingum helst handad avvardandi mynd- ugleikum í Bretlandi í næst- um — samstundis sum í gll- um førum ein partur av bretsku pressuni verður við og kann greiða frá handing- ini, tá hon fer fram. Jan Miiller leggur annars aftrat, at Tíðindablaðið Sos- ialurin er sera fegið um ta ovurhonds stóru undirtøku, ið innsavningin av mótmæl- um fekk, tær báðar vikurnar hon var í gongd í september og oktober. — Hetta prógvar, at føroy- ingar ikki vilja lata alt um seg fara, og at teir heldur ikki vilja sita stilltigandi, meðan hesir fyri okkum so skaðiligu felagsskapirnir av øllum alvi fremja sín grinda- ágang og sínar herferðir móti okkum, endar blað- stjórin. Tíðindablaðið Sosialurin fer at fylgja væl við, hvat nú hendir við teimum 7.945 mótmælunum, og er bert at vóna, at føroyingar verða hoyrdir í stóra Bretlandi, nú vit lata hoyra frá okkum á hendan hátt. hj.