Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 62 — 30. MARS 1994 Síða 9 F YSKUR FELAGSSKAPUR Í LONDON: i VANN RASISMU- . SAK MÓTI EIA - Vit gleða okkum til at fáa allar tær 7.945 mótmælisundirskriftir frá føroy- ingum niður higar, og vit fara at gera okkara besta, fyri at tær kunnu koma í hendurnar á so høgum bretskum myndugleikum sum gjørligt, sigur Ólavur Rasmussen, sjómansprestur í London, ið sjálvur tridi saman við Marjun Joensen King og Louis Wilson situr í arbeiðandi nevndini FISC — Faroe Island Solidarity Committee — ið virkar í Bretlandi, føroyingum til frama Hesi seinnu árini munnu tey gitnu orðini hjá Winston Churchill, ið var bretskur forsætisráðharri undir ødr- um veraldarbardaga, um at bretar ongantíð skulu fara at gloyma føroyingar, hava runnið mongum føroyingi í hug, tá hugsað hevur verið um tann ágang, umhvørvis- felagsskapir í Bretlandi hava staðið á odda fyri mót- vegis føroyingum. Talan hevur verið um 6- tespiligar herferðir av yms- um slagi, ið hava havt sum sítt aðalmál at skræða lívs- grundarlagið undan føroy- ingum — eitt nú við dúgliga at heita á bretar og europe- arar sum heild at boykotta føroyskar fiskavørur. f hvussu er kunnu føroy- ingar staðfesta, at teir bretar ikki eru so fáir í tali, ið tykj- ast hava gloymt orð Chur- chills. Mangan hava føroyingar eisini saknað eitt beinleiðis mótspæl úlherðferðirnar og ágangin, ið fyri tað mesta er grundaður á falsaðar og rangar upplýsingar, uttan at nakað fyrilit verður sýnt og uttan at lagt verður í at leita eftir sannleikanum um før- oyingar, grindadráp og ann- að, ið verður brúkt í ágang- inum móti føroyingum. Mótspæl í London Eitt sovorðið mótspæl er nú veruleiki í London, høv- uðsstaðnum í Onglandi, har eisini sokallaðu umhvørv- isfelagsskapirnir reka meg- inpartin av sínum virksemi Í august í fjør stovnaðu sjómanspresturin í London, lavur Rasmussen, Marjun Joensen King, ið er ættað úr Leirvík, og Louis Wilson, ið er hálvur føroyingur, eina arbeiðandi nevnd, ið kallar seg FISC — tað er stytting fyri Faroe Island Solidarity Committee. Å føroyskum merkir tað føroysk samhuga- nevnd. — Vit eru ein arbeiðandi nevnd, ið fyri tað allarmesta hevur stuttar og effektivar fundir, har vit leggja okkara arbeiði so væl til rættis, sum vit hava møguleika til tað, sigur Ólavur Rasmussen við Tíðindablaðið Sosialin. - Eisini hava vit eftir hes- um góða hálva árinum, vit hava virkað, verið so hepp- in at fáa samband við fram- standandi politikarar í Und- irhúsinum og eisini við ein- støk fjølmiðlafólk. Sam- bandið við hesi fólk vóna vit at fáa brúkt á ein hátt, so tað kann verða føroyingum til frama, og so vit kunnu fáa nakað positivt burturúr. Vann rasismu- sak móti EIA Serliga hevur FISC gott samband við onkran polit- ikara í Undirhúsinum, ið hevur víst seg at vera sera hjálpsamur og hugaður at tala søk føroyinga á hægsta stað, so sjálvbodni innsats- urin hjá FISC máikki undir- metast — tvørturim6t! - Okkara higartil besta úrslit í arbeiðinum, hevur verið eitt mál, vit fingu reist í The Commission of Racial Equality, greiðir Ólavur frá. — Vit kærðu umhvørvis- felagsskapin EIA — tað er stytting fyri Environmental Investigation Agency — fyri nevndina, samstundis sum vit vístu á, at stórir partar av virkseminum hjá hesum felagsskapi, ið er rættiliga kendur í Føroyum, hevði sitt grundarlag í beinleiðis rasistiskum vendingum. Hendan kæran hjá FISC gekk sera væl, tí nevndin vann nevniliga málið, og bretska nevndin, ið hevur við rasistiskar spurningar og kærur at gera, gav við- hald, so EIA hervið fekk ein dyggan frammaná í sínum royndum at reka ágang móti føroyingum. — At vit vunnu í hesum málinum, gav okkum eisini fitt av umtalu í summum av fjølmiðlunum herniðri, og av tí sama hava vit eisini eftirhondini fingið rímiliga gott samband við onkur fjølmiðlafólk, sigur Ólavur Rasmussen, ið sjálvur var við í einari samrødu í The Observer, meðan ein av hinum limunum í FISC, Louis Wilson, kom í BBC World Service, har teir høvdu eina drúgva samrødu við hann um málið, ið FISC hevði vunnið. - Annars hava vit roynt at ført lágan profil, samstund- is sum vit arbeida so mid- víst, sum tað ber okkum til. Her kunnu vit so vísa á eitt úrslit, og vit vóna sjálvandi, at vit fáa fleiri, sum tíðin gongur. Undirskriftirnar sendar til London Eitt tað næsta, ið FISC fer at taka sær av, er at fáa tær 7.945 mótmælisundirskrift- irnar frá lesarunum hjá Tíð- indablaðnum Sosialinum á so høgt stað sum gjørligt í Bretlandi. Undirskriftirnar, ið vórðu savnaðar saman eftir tveim- um vikum í september og oktober mánaði, verða nú senda FISC, og so skal arb- eiðandi nevndin royna at fáa sum best burturúr teimum. — Tá talan er um so nógvar undirskriftir, at ein kanska kann siga, at her er talan um ein triding av øllum teimum føroyingum, ið hava val- rætt, ber illa til at sleppa utt- an um tær soleiðis uttan víð- ari, sigur Ólavur. — Hetta er eitt sera høgt tal og ein sera góð undirtøka, Ólavur Rasmussen er sjálvur tridi við í arbeiðandi nevnd- ini, FISC. Hini eru Marjun Joensen King ogLouis Wilson og tí vóna vit, at eisini fjøl- midlamir her niðri fáa eyg- uni upp fyri, hvat føroyingar hava upp á hjarta í sínum mótmæli móti umhvørvis- felagsskapunum. Vit fara í hvussu er at gera okkara Vit gera u VINDEYGU = HURÐAR BÁTUR ÚR EIK ynskist til keyps Tveir íslendingar ynskja at fáa fatur á ein- um gomlum føroyskum báti úr eik, 18-30 tons stórum. Báturin skal hava motor og vera sjófgrur, so hann kann siglast til ÍS- lands. Áhugað kunnu ringja á tlf. 11820, lokal 33 millum kl. 8 og 15 í dag 'Óbindandi | Á ÚTISTOVUR 0.a. besta fyri at fáa sent mót- mælisundirskriftirnar víð- ari, so tær kunnu muna í stríðnum móti áganginum, ið framdur verður móti før- oyingum. hi. verda givin rindadråp í Føroy- um ikki er nøkur urótt, rogva iær vísindaligu kanningarnar, id verda gjørdar, hverja ferð ein grind leggur beinin P/FPLASTVIRKIÐ í Svanga 23 — 100 Tórshavn i Tif. 18796 Fax. 18746 =="