mikudagur 30. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 62 — 30. MARS 1994 Síða 1
Neon-veldið - 1:2
Am. sjónvarpsfilmur frá 1980 í tveimum
pørtum. Nevada oydimørkin í 1940. Ungi
Vic hevur fingið summararbeiði hjá smá-
gangstaranum Henry >Junior< Moloff,
sum er á veg til eina veitslu í California.
Men bilurin steðgar upp við eina lítla bygd,
sum eitur Las Vegas, og har er einki annað
at gera enn at lurta eftir jazzi, spæla og
hyggja at konufólki, men so fær >Junior<
eitt gott hugskot.
Skírhósdag kl. 14.00;
Pélleas og Mélisande
— opera
Claude Debussy skrivaði Pélleas og Mé-
lisande í 1902, einasta stóra opera frá Im-
pressionalismuni. Hon er bygd á eitt kær-
leiksdrama eftir belgiaran Maurice Maeter-
linck. Vit hoyra Ta Walisisku Tjóðoper-
una. Pierre Boulez stjórnar.
Neil Archer, Alison Hagley, Donald
Maxwell og Kenneth Cox syngja høvuds-
partarnar.
Skírhósdag kl. 17.50:
Jesus ur Nazareth
— 1:4
Sjønvarpsrød í fýra pørtum
um Jesu liv.
Cyril Cusac sum rabbinari
Fyrsti parturin er um Jesu føding, hansara
barndóm og ungdóm, til hann metir Jóann-
es Doyparanum.
Skírhósdag kl. 19,25:
Trúðboðari á
rættari leið
Tann 97 ára gamli Gustav Strubble úr Svø-
ríki hevur virkað sum trúboðari fyri hvítu-
sunnusamkomuna í Afrika í 54 ár. Hann
kendi seg alla tíðina at vera á rættari leið í
trúnni á Gud — men hvussu við hansara
næstringum, serliga teimum 5 børnunum.
Ein hendinga mynd av lívinum hjá einum
húski bæði í Afrika og í Svøriki.
Undir danska
forsorg
— Um flytingina úr Føroyum
— 3:3
Hetta er seinasta sendingin í rødini um flyt-
ingina úr Føroyum, sum Dagmar Joensen-
Næs og Bergljót D. Hentze hava lagt til
rættis saman við Jógvani Páll Johannesen. Í
hesi sendingini, sum hevur heitið Undir
danska forsorg, verður greitt frá, hverjir
møguleikar eru at liva av almannahjálp í
Danmark. Hóast fólk eru figgjarliga trygg,
kann tað vera tungt at hava ábyrgd av børn-
um einsamallur í fremmandum umhvørvi.
Tær báðar fyrstu sendingarnar um føroy-
ingarnar, sum eru rýmdir til Danmarkar
undan rkeppuni, verða endursendar seinna-
part'n páskadag og 2. páskadag. Tridja og
seinasta sendingin verður endursend
sunnudagin 10. apríl.
Langa fríggjadag kl. 14.00:
Árstíðirnar
Joseph Haydn gjørdi stórverkið Árstíðirnar
fyri stórt orkestur, kór og solistar í 1802, tå
hann var 70 ára gamal, og øll vóru ovfarin
av tí unga dåminum, ið eyðkendi verkið.
Satsirnir eru sjálvandi 4 í tali, og umframt
konsertmyndir síggja vit eisini vakrar
náttúrumyndir av teimum einstøku árstíð-
unum.
Langa fríggjadag kl. 20.00:
Klokkari í 34 ár
Hvat ger ein klokkari, og hví er hetta starv
so áhugavert, at ein trúliga fer upp í kirkju-
tornið at ringja í samfull 34 ár?
Hesum fer Niels Juel Arge í Klaksvík at
siga frá. Jógvan Asbjørn Skaale hevur hitt
hann. Klokkarastarvið í Klaksvík hevur
verið í somu familju í meira enn eina gld.
Langa friggjadag kl. 21.30:
Taggart: Ein ringur
av falsi -1:3
RÅ
Mark McManus og John Bluthal
Ensk stuttrød i trimum pørtum av ti skotska
detektivinum Jim Taggart og hjålparmanni
hansara Mike Jardine. Ein ung kvinna
verdur funnin myrd, og alt bendir å, at
gerningsmaðurin er tann sami, sum i sein-
astuni hevur neydtikid fleiri kvinnur.
Langa friggjadag kl. 22.25:
Å gyltum vatni
Am. filmur frå 81. Katharina Hepburn og
Henry Fonda hittust fyri fyrstu og einastu
ferð sum sjónleikarar í hesum vakra filmi
um eini gomul hjún — hon altíð væl nøgd og
positiv, hann eitt grenj. Men tey hava vant
seg hvort við annað og liva saman í sátt og
semju. Tá dótturin — sum Jane Fonda spælir
— kemur heim við nýggjum manni, einum
13 ára gomlum soni henda mann og nógv-
um trupulleikum er friðurin úti.
Henry Fonda og Katharina Hepburn
Páskaaftan kl. 18.30;
Bygdin
—Donsk raðsending í tólv pørt-
Kai Løvring og Chili Turell
Ein dagin kemur tann 41 åra gamla Eva vid
bussinum til Østerby. Hon er fødd og upp-
vaksin i bygdini, men rymdi fyri 25 årum
síðani, tå hon var fyri órætti. Nú kemur hon
heimaftur at gera roknskapin upp.
Leikarar: Chili Turell, Kirsten Rolffes,
Niels Skousen, Søren Østergaard 0.0.
Påskaaftan kl. 21.10:
Viólur eru bláar
i
Am. kærieiksfilmur frå 86 við Kevin Kline
og Sissy Spacek i høvudsleiklutunum.
Henry og Gussie gingu saman tann tíð tað
var, og nú tey hittast aftur í heimbýnum 15
ár eftir, verða tey aftur drigin hvørt at
ðrum. Henry hevur búð í heimbýnum gil
árini, er blaðstjóri á ávísini har og giftur.
Gussie hevur verið burtur og er heimsgitin
fotografur.
Páskaaftan kl. 23.45:
»One of a kind!«
— Runa å Heygum millum vinir
og livandi ljés
Leygarkvøldid 26. mars var Norðurlanda-
húsið karmur um eina hugtakandi konsert,
har fleiri av landsins fremstu tónleikarum
spældu. Í miðdeplinum var Rúna á Heyg-
um, ein hin besti sangarin í Føroyum í dag.
Men hver er Rúna? Vit hitta hana í send-
ingini leygarkveldið, har vit eisini hoyra og
síggja partar av konsertini.
3