mikudagur 30. mars 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 62 — 30. MARS 1994 Tíðindablaðið { sosialurin |
Glenn Close
Påskadag kl. 15.00:
Sarah
Am. sjónvarpsfilmur frå 91 við Glenn
Close og Christopher Walken í høvudsleik-
lutunum. Í 1910 lýsir einkjumaðurin og
bóndin Jacob Witting eftir eini konu í blød-
unum. Sarah svarar upp á lýsingina, og hon
er hvørki so ljót ella ófantalig, sum hon
hevur sagt sjálv. Jacob og tey bæði børnini
fáa eitt heilt nýtt lív.
Páskadag kl. 20.00:
Victor 100 år
Í hesum døgum eru liðin 100 ár, síðani
kendi trúboðarin hjá Brødrasamkomuni,
Victor Danielsen, varð borin í heim. Hann
avrikaði óvanliga nógv á andaliga økinum.
M.a. týddi hann Bíbliuna og yrkti og um-
setti 900 sangir.
Sjónvarpið hevur tvær sendingar um Vic-
tor Danielsen á páskum. Tann fyrra kemur
páskadag kl. 20. Hon hevur fingið heitið
Slóðbrótarin, og í henni eru samrødur við
fólk, sum høvdu nógv samband við Victor
og arbeiddu saman við honum. Eisini fólk í
Fólkakirkjuni siga sína hugsan um trúboð-
aran hjá Brødrasamkomuni. Í fyrru send-
ingini er eisini ein samrøda við fremsta
stuðulin hjá Victori, nevniliga konu hans-
ara, tí 97 ára gomlu Henrikku, sum býr í
Fuglafirði.
2. páskadag kl. 22.05 kemur ein sending
við sangum, sum Victor Danielsen hevur
yrkt og umsett. Sjónvarpið hevur gjørt
upptøkur við gentukórinum í Fuglafirði,
dupultkvartettini í Ebenezer og kórinum í
Siloa í Fuglafirði... '
Árni Gregersen og Jóannes Hansen hava
lagt sendingarnar um Victor Danielsen til
rættis.
Påskadag kl. 20.55:
Menn og myndir
i Føroya søgu
Sendirødin við monnum og myndum í
søguni í 19. øld fer nú at halla, og tann sein-
asta sendingin í hesum umfari kemur
påskakvøld. Hon er um Jóhan Hendrik
Schrøter.
Horvin i vindinum
Filmsklassikari frå 1939 grundaður á
bókina hjá Margaret Mitchell við Vivian
Leigh og Clark Gable í leiklutunum sum
Scharlett O'Hara og Rhett Butler. Tann
stórfingna søgan fer fram í suðurstatunum í
Amerika undir og eftir borgarkríggið.
Scarlett er ein sjålvstødug suðurstatsgenta,
sum verður rakt av einum sorgarleiki fyri og
ødrum eftir, tå kríggið brestur á. Clark
Gable er ævintýrarin Rhett, sum verður
hennara stóri kærleiki.
Nógv halda filmin vera ein tann besta,
sum nakrantíð er gjørdur í Hollywood og
hann fekk 10 Oscar-virdislønir, tá hann
kom fram.
Handrit: Sidney Howard. Leikstjórn:
Victor Fleming.
Annan páskadag kl. 14.50:
Børnini eru
tódnað, góða
Rick Moranis og María Strassmann....
Disney-filmur frá 89. Ein vísindamaður
hevur uppfunnið eina maskinu, ið kann
minka lutir. Bæði børn hansara og børnini
hjá grannunum koma av óvart í maskinuna
og minka so nógv, at tey bara eru 1/2 cm
høg. Pápin veit av ongum, tey enda í rusk-
posanum, og haðani byrjar so tann spenn-
andi ferðin inn aftur í húsini.
Annan páskadag kl. 20.05:
Søgan um »Horvin
i vindinum«
Ein av størstu filmsklassikarunum »Horvin
í vindinum« verður vístur í sjónvarpinum í
annadkvøld. Í hesi sendingini hoyra vit
søguna um, hvussu tað gekst at gera filmin,
og tann søgan er ikki minni spennandi enn
filmurin. Sendingin vísir fleiri brot, sum
vórðu klipt úr filminum, og sum ongantíð
hava verið víst fyrr.
Tysdagin kl. 21.10:
Kina imillum for-
tíð og nútíð - 2:3
Í aðru sending um Kina verður serligur
dentur lagdur á vatn. Tey seinastu uml. 20
árini er nógv móra løgst á botnin á teimum
báðu stóru áunum Tí Gulu Ánni og Yangtze
Kiang, og tað hevur ført til stórar vatnflóðir,
ið oyða lívsgrundarlagið hjá bæði fólki og
fæi.
— »Vitjan úr Frankfurt«
Ty in kl
Dreymurin um
New Orleans
Am. filmur frå 66. Natalie Wood er ein
genta, sum býr á einum pensionati fyri jarn-
breytaarbeiðarar, sum mamma hennara
hevur í eini fjarskotnari og stillari bygd. Ro-
bert Redford er ein stórbýarmaður, sum
kemur til bygdina í handilsørindum. Tey
bæði verða góð, men umstødurnar og um-
hvørvid eru ímóti, at tey koma saman.
Mikudagin kl. 22.25: |
Breakfast Club
Am. filmur frå 1984. Fimm ung å einum
studentaskúla í Chicago skulu sita eftir ein
heilan leygardag. Tey eru heilt ymisk og
kunnu ikki torga hvert annað.
Hósdagin kl. 21.05;
Tey vælsignadu børn
Í tí fimtu sendingini um børn og foreldur
fara vit at hoyra um tíðina kona gongur við
barni, nyfødingin og trupulleikar í sam-
bandi við at geva bróst og passa barnið.
Hanne Dam leggur til rættis.
Heidi og fjallaabbin
Heidi væntar at Klára kemur á vitjan, men
hon veit ikki, at Klára hevur fingið forfall,
so at hon ikki fær komið. Í staðin fer hin
gamli læknin, sum er so ólukkuligur, tí hann
hevur mist dóttur sína, niðan at vitja Heidi
og Fjallaabban. Heidi og fjallaabbin hjálpa
honum at fáa lívsmótið aftur.
Langa fríggjadag kl. 19.05:
Skapanin
Børn í Frelsunarherinum framføra sang-
leikin »Skapanin«, sum er gjørdur út frá 1.
Móse bók. Børnini syngja og lesa, brúka
rørslur og dramatisera um skapanina.
nga frí kl. 19.
Bernini í Dundurdali
„Lisa og Anna vilja vera
barnaansarar — halda tær í
hvussu so er<
Lisa og Anna hava lovað at ansa eftir Kirst-
Jack Lemmon og Walter Matthau
Hósdagin kl. 21.35;
Hver turkar av?
Am. skemtifilmur frá 68 við Jack Lemmon
og Walther Matthau í høvudsleiklutunum.
Felix og Oscar eru vinmenn og báðir
skulu skiljast. Teir halda tað tí vera eitt gott
hugskot at flyta saman í tí stóru íbúðini hjá
Oscari. Men tað vísir seg skjótt at vera líka
torført at liva saman sum vinir sum at liva
saman í hjúnalagi.
in, men gll tey vaksnu eru í veitslu. Í byrj-
anini gongur alt væl, men Kirstin er von við
at gera sum hon vil, og tá so Óli eisini alla
tíðina skal koma við góðum ráðum, er tað
slettis ikki so lætt.
Páskaaftan kl. 17.30:
Dinosaurarnir
%
Endiliga hevur Robbie fingið heitið sum
ovasti myndugleiki í familjuni, en gakk, tað
gongur skjótt upp fyri honum, at skyldur
eisini fylgja við hesum heiti.
Å