mikudagur 30. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 62 — 30. MARS 1994 Sida 13
Disney teknifilmur
Hesa ferð skulu vit síggja: »Ein spetta til
morgunmat<. >Kýsareyða ger uppreistur<.
„Ein ør hara«. »Gandaklokkan«.
2. påskadag kl. 19.15:
Litli lækni å preriuni
Custer, yvir herstjóri, ger stórálop á Chey-
enne-indianararnar í Colorado Springs, og
nógv verða særd. Ein av teimum, sum
verður tikin til fanga, er Dansandi Skýggj,
sum verður dømdur at verða hongdur. Men
Mike, lækni, og Sully forpurra ætlaninar
hjá Custer.
Tysdagin kl. 19.15;
Barnasendingin
f kvøld skulu vit fyrst hoyra søguna um
triggjar rånsmenn og ein ravnakong. Eingin
vinnur å teimum trimum rånsmonnunum,
og teir gerast bara frekari og frekari.
Síðani skulu vit hoyra ein regnbil. Tað er
um Hannis Hoyhøvd, sum fær ein telgdan
bil í fødingardagsgåvu frá abbanum. Men
hann er ikki nakar vanligur leikabilur.
Mikudagin kl. 19.00;
Heidi og fjallaabbin
>Vetrarhúsið <
Veturin er komin og Heidi flytur saman við
fjallaabbanum oman í bygdirta, har hon
byrjar í skúlanum. Sum vanlit, so skulkar
Pætur, men Heidi verður ill. Og endin er, at
hon lærir hann at lesa.
Hósdagin kl. 19.00:
Bamsi og Kjuli
Bamsi er ógvuliga svangur, og tað er Kjúli
eisini, men teir finna upp á ráð. Teir fara at
spæla so nógv, at teir gloyma alt um
svongdina. Aski og Luna hava gjørt eina út-
ferð, munnu tey hava tikið mat við til 2ella4
persónar????
Saturday Night Live
Sending er ein ótrúlig skemtisending við
ymiskum leikarum og tilsvarum, t.d. >I'm
Chevy Chase and you're not< og >Well
Wxcuuse Quaid og Billy Crystal vóru
nakrir av vertunum.
Verturin hesaferð er Kevin Kline.
Skírhósdag kl. 11.30;
Purple People Eater
Am. filmur frá 88 um ein fremmandan, ið
kemur á jørdini at gera sín egna rockbólk
saman við ungum í grannalagnum.
Skírhósdag kl. 21.00:
Kvinnene på taket
— Nyggj sendirød
Ein nýmótans sending — beinleiðis talk-
show við trimum vinnuligum programleið-
arum, og evnini eru oftast kynsliv — samliv.
Hyggjarar luttaka vid sinum meiningum og
spurningum og sleppa upp í kjakið.
Programleiðarar: Ása Rytter Evensen,
Ninni Stoltenberg og Anne Lise Hammer.
Skírhósdag kl. 23.10;
Audrey Rose
Am. filmur frá 77 við Anthony Hopkins í
høvudsleiklutunum. Elliot Hoover er sann-
førdur um, at unga Ivy Templeton er dóttur
hansara, Audrey Rose, sum er endurfødd.
Audrey Rose doyði av ferðsluvanlukku.
Hann eltir hana, og foreldrini hjá gentuni,
Janice og Bill, gerast fyrst bilsin av honum,
men seinni bangin...
Langa fríggjadag kl. 9.00:
Tann ótrúliga ferðin
Am. filmur frá 63. Ein fitt søga um trý dyr,
tveir hundar og eina kettu, sum ferðast
gjøgnum Canada at vera saman við fólki.
Langa friggiadag kl. 19.00:
Willow
Am. filmur frá 88. Søgan fer fram í einari
gåtuførari tíð, har tvær hetjur skulu fara við
einum pinkubarni til eitt trygt stað og sam-
stundis berjast móti einum óndum stati.
Langafríggjadag kl. 23.30;
Lady in Cement
Am. filmur frá 68 við Frank Sinatra og
Rachel Welch í høvudsleiklutinum. Detek-
tivurin Tony Rome finnur ein dagin, hann
svimur, líkið av einari kvinnu, og tað er
hávbitið. Og hann gerst uppaftur meira
skelkadur, tá ið hann uppdagar, at føturnar á
kvinnuni eru sementeraðar. Urslitið av
hesum er at Rome skal finna drápsmann-
Påskaaftan kl. 17.15:
The Black Hole
Am. sciencefiction filmur frå 79. Nakrir
visindamenn verda bodnir um bord f eitt
Robert Foster, A. Perkins, Y. Mimieux og
Ermont Borgnine
rúmdarskip, sum er í ferð við at spreingjast
— í eitt svart hol!
Páskaaftan kl. 19.00:
Garbo Talks
Am. filmur frá 84 við Anne Bancroft í
høvudsleiklutinum. Ein sonur uppfyllir
seinasta ynski hjá móðir síni — at møta Gretu
Garbo. Filmurin er býttur sundur í smáar
partar úr lívinum hjá Gretu Garbo. Søgan er
rørandi og ålvarslig, men sera hugtakandi.
Leygardagin kl. 22.30;
Darkman
Am. filmur frá 90. Dr. Peyton Westlake er
ein ungur, framskygdur vísindamaður, sum
er skotin í advokatinum Julie Hastings.
Samstundis er hann um at vera liðugur at
granska syntetisk skinn, og framtíðin hjá
honum tykist spennandi og ljós. Men alt í
einum skrædnar alt. Eitt skriv um eitt við-
skiftafólk hjá Julie verður av óvart gloymt í
starvsstovuni hjá Peyton. Nakrir brotsmenn
vilja hava fatur í skrivinum, og teir fara
harðliga við Peyton, og tá ið teir fara úr
bygninginum, spreingist bygningurin, og
eldur er allastaðni...
Påskadag kl. 16.55:
Amazing Stories
Fred Elderman er til kórvenjing á Pied-
mont Universitetinum, og undarligar kreftir
leiða hann inn í eitt floksrúm. Dagin eftir
tosar hann flótandi franskt við konu sína, og
hverja ferð eftir tað, hann fer inn í hetta
floksrúmið, lærir hann nakað nýtt.
Hildin ósekur
Am. filmur frá 90 við Harrison Ford í
høvudsleiklutinum. Rusty Sabich verður
illtonktur fyri morðið á starvsfelaga sín,
Caroline Polhemur, sum hann eisini hevur
fjasað við. So hvert sum kanningarnar fara
fram, verður meira kannað um Sabich, men
stjórin hjá honum heldur, hann er ósekur.
2. páskadag kl. 22.05:
False Witness
Am. filmur frá 89. Høvudsleikari er Phillip
Michael Thomas (frá Miami Vice).
Tysdegin kl. 11.35:
Carry on, England
Bretskur filmur frå 76. Í 1940-unum tykist
tað, sum at menn og konur, sum arbeiða
saman við eini serligari roynd, hugsa meira
um at fjasast enn um kríggj — og tað hóvar
leiðaranum ikki.
Tysdagin kl. 22.40;
Hardball
Í arbeiði sínum meta Charile og Kaz einum
fremmandum, sum fer harðliga fram fyri at
finna fosturdóttur sína, sum er rýmd.
The Electric
Horseman
Am. filmur frá 79 við Robert Redford og
Jane Fonda í høvudsleiklutunum. Sonny
Steele, alias »elektriski reiðmaðurin< er
fimm ferdir vordin rodeo-heimsmeistari.
Longu tidliga í triatiårunum er hann vorðin
rættiliga kendur. Hann er við í reklamum,
og dámar væl konufólk, vín og sang — og
helst nógv av hverjum. Brådliga broytist:
Hann uppdagar, at hestur hansara er
dopaður og hann er staddur á einum pressu-
fundi, har tíðindamaðurin Halli Martin
setur so neyvar spurningar, at torført er at
svara...
Hósdagin kl. 22.05;
Married with children
Peggy byrjar á einum verkfrødingaskeidi
og velur heimið hjá Bundy sum fyrsta pro-
jekt. Men Al noktar, tá ið hon ætlar at byrja
við baðirúminum.
Masks of Death
Bretskur filmur frá 84 við Peter Cushing í
høvudsleiklutinum. Meistaradetektivurin
Sherlock Holmes og trúgvi hjålparmadur
hansara dr. Watson royna at greiða morð,
har øll offrini hava eina ræðuliga andlits-
útsjónd — tey eru stívnað av ræðslu. Sam-
stundis skulu Holmes og Watson finna
horvna sonin hjá einum týskum embætis-
manni.