Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 62 — 30. MARS 1994 Tíðindablaðið GSK Sum vanligur verður tónleikurin ein týð- andi partur av skránni hjá útvarpinum á páskum. Og sum vanligt leggja vit dent á at hava eina blanding av egnum upptøkum og tónleik av plátum. Útvarpið hevur fylgt Føroya Symfoni- orkestri frá byrjanini og hevur tikið allar konsertimar hjá orkestrinum upp. Symfoniorkesrið fer i ár at hava nógv fleiri konsertir enn undanfarin ár, og á páskum fer Útvarpið at spæla burtur úr upptøkunum frá seinastu konsertini, sum var í Norður- landahúsinum 20. mars. Tann sendingin verður langa fríggjadag kl. 15.00. 14. januar hevði Anna Elisabeth Klett úr Havn debut-konsert á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmanna- havn. Útvarpið hevur fingið eitt eintak av upptøkuni, sum konservatoriið gjørdi av konsertini, og skírisdag kl. 15.00 fara vit at senda brot úr konsertini hjá Onnu Elisa- beth. Skirisdag fara vit eisini at senda upptøkur av kamartónleiki. Fyrst í mars mánaða høvdu Ami Hansen, Kanny Sambleben, Kåri Bæk, Oddvør Johansen o.fl. konsert vid kamartónleiki, og Útvarpið hevur fest 5.-9. april Sonja Klein i Havn lesur Sálmar og bibliuord: Tysdagur 5. april nr. 327 Hin signaða dag vit síggja fró Mikudagur 6. apríl nr. 515 Guðs náði altíð er mær hjá Hósdagur 7. apríl nr. 490 Mín Immanuel, mín Guð Róm. 1.1 Fríggjadagur 8. apríl nr. 280 Nú frøi seg hver kristin sál Róm. 1,16—17 Leygardagur 9. apríl nr. 265 Ur neyðardýpi, Guð, til tín Róm. 1,18-—20 Tónleikurin á páskum ein part av hesi skrá á band í Utvarpshøllini. Hendan sendingin verður skírisdag kl. 17.15. Páskadag verður eisini ein sending við nýggjum upptøkum, sum Jóannes S. Hansen leggur til rættis. Jóannes ger nýggjar upptøkur í Eysturoynni av sangi og tónleiki til páskirnar, og sendingin er á skránni páskadag kl. 16.40. Annars skipar Jóannes eisini fyri sendingunum skíris- morgun og 2. páskamorgun. Aftan á gudstænastuna skírisdag fara vit at senda tónleik hjá Joseph Haydn. Tað verður hansara sera vakra Messa í C-dur, Paukumessa, ið vit fara at hoyra í eini inn- spæling við Statskapellinum í Dresden, út- varpskórinum í Leipzig og solistum. Ne- ville Marriner stjórnar framførsluni. Langa fríggjadag aftan á gudstænastuna fara vit at sendaRequiem í d-moll, KV 626, hjá Wolf- gang Amadeus Mozart, seinasta verkið hjá tónaskaldinum. Tað er aftur Neville Marriner, sum stendur á odda fyri fram- førsluni, hesaferð saman við Academy of St. Martin in the Fields og solistum. So vónandi fáa lurtararnir eina fjølbroytta og góða tónleikaskrá á páskum. Uppskrift úr >Vælgagnist< Ríssalat við rækju hjá Trinimiu Johannesen 300 g av leysum pama-rísi (kókast, sum tað stendur á pakkanum. ) Tá id rísið er kalt, verður tað koyrt í dressingina: Til dressingina: 5 dl av súrróma 18% 200 g av mayonnaise (rør saman við saftini av eini hálvari citrón) Síðan verður koyrt í: ein grøn og ein reyð piparfrukt — sker smátt 3 grøn súrepli — sker í tunnar flísar tvær purrur — sker smátt 200 g av rækjum Flútes er vælegnað afturvið Mikudagin kl. 19.30; Kuffertið »— Á pílagrímsferð < Undan páskum leggur Birgir Kruse Kingo, Brorson og Dass niður í Kuffertið og fer á pílagrímsferð. Byrjað verður í Nidarós- domen í Noregi um kleysturkirkjuna Weissenau í Ravnsburg í Týsklandi, og síðani verður leitað uppí Fødikirkjuni í Betlehem. Sangarar á leiðini verða Sondre Bratland og Anne-Lise Berntsen. Birgir Kruse skipar fyri. kir kl. 14.15: Samrødur å påskum: Listamadurin å Dalatrødni Sum bladungur fór havnarmaðurin Janus Kamban til Danmarkar at læra til listar- mann. Hann hevði so góðan hug at tekna, og í skúlanum eggjaði Richard Long honum til. i Hålvi føroyingurin Gudmund Hentze, sum var í Føroyum í 1930, eggjaði honum eisini til, og hetta heystid legði tann bert 17 ára gamli Janus Kamban frá landi. Carl við Stein hevði hann í forsvar. Janus var niðri meginpartin av tríatiárun- um, og brendi inni í Danmark undir krig- num. Hann var virkin í Føroyinga-felag og ødrum feløgum, men eftir kríggið kom hann heim og tók upp listarmannstarv her. Í dag er Janus 80 ára gamal, og arbeiðir hvønn dag á verkstaði sínum í húsunum á Dalatrødni í Havn, har hann hevur sitið í meir enn tjúgu ár. Jógvan Arge tosar við Janus Kamban í tveimum sending, seinna sendingin verður annan páskadag kl. 14.15. nga fríggj kl Anton kapteynur Stuttsoga eftir svenska skald- ið Fritiof Nilsson Piraten. Søgan er um hin 16 ára gamla dreingin Anton, ið hevur verið í langfarasigling og sum er komin heim aftur at vitja. Hann reypar av at hava upplivað nógv úti í verðini sum fullroyndur sjómaður. Men ein dagin fer hann á flot í einum tristi við tveimum landkrabbum og einum frensi úti á einum vatni langt inni í landinum. Her sleppur hann at royna siglingarkynstrið, sum verð- ur honum ein uppliving av ødrum slagi enn á langferð við barkskipi. Oskar Hermansson týður og lesur. Langa fríggjadag kl. 16.00: Tann horvna Leonardo-myndin Høvundurin J. G. Ballard hevur tey seinastu 30 árini hugtikið enska bókmentaheimin við sínum science-fiction skaldsøgum og stuttsøgum. Poetiskt hugflog og elegantur stilur eru varumerki hansara. Hann hevur eisini latið úr hondum meira veruleika- dæmdar bókmentir, eitt nú skaldsøguna The Empire of the Sun, sum varð gjørd til film fyri nøkrum árum síðani. >Tann horvna Leonardo-myndin< — úr savninum The Terminal Beach frá 1964 — er ein modemað viðgerð av Ahasverus-søgnini. Ein heimsgitin málningur — Krossfestingini eftir Leonardo da Vinci — hvørvur úr listasavninum Louvre í París. Eingi spor eru at ganga eftir, og brátt gevast fólk at leita. Men vinmenninir Charles og Georg gruna ilt og koma skjótt eftir, at talan er um ein tjóv, ið dugir meira enn at mata seg. Hanus Andreassen hevur týtt søguna. Hann lesur sjálvur saman við Hera Krage- steen. Y