mikudagur 30. mars 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 62—30. MARS 1994
Tíðindablaðið (SHU
Páskasólin vermir
syndug menniskjahjørtu
Tað, sum er gjørt síðani tann fyrsta páskadagin, er at boða orðið um Harran
Jesus Kristus. Tað er lív í deyða, ljós í myrkri, gleðt í sorg, vón í vónloyst
Páskaprædika eftir Petur Martin Rasmussen
Blaða vit sálmabókina igjøgnum, L.V.S.
páskasálmarnar, anda teir allir samlir av
miklari gleði og næstan ovfarakæti. Kristus
reis frá deyðum, líkafram rópar ein av teim-
um út yvir heimin. Og tað merkir fyri hvort
menniskja her á folkd, at vit eru hjálpt úr
teirri størstu neyð, vit nakrantíð koma í,
longu áðrenn vit eru komin í hana. Sálma-
skaldið sær Jesus fyri sær berjast við deyð-
an, og Jesus fellir hann, og harvið eru øll
heljarbond slitin, sum vit eru bundin við í
synd og deyða. Og tí endar hvor regla við
hesi lovsongsstrofuni: Heiður fái Guð hátt
á himni.
Ella sálmurin hjá Fríðriki Petersen:
Deyði, hvar er nú broddur tín? Eisini hann
sær tað, sum hendir Langafríggjdag og
Páskamorgun sum eitt drama, ein bardaga
millum Jesus ødrumegin og deydan og
helviti hinumegin. Og Jesus er tann, sum
sigrar. Deyðin liggur eftir á vali. Háðandi
rópar hann tí til deyðan: Deyði, hvar er nú
broddur tín? Helviti, hvar er sigur tín? Og
hvorki deyðin ella helviti fáa svarað, tí tey
eru vunnin. Og so heldur hann fram: Tað er
ti, at frelsari mín er risin upp úr grøvini, sum
hann var lagdur í.
Deyðin helt seg hava sigrað, tá ið Jesus
var lagður í grøvina. Men nei, í staðin fyri
deyðans myrkur roðar nú páskasól í fjøll.
Og í staðin fyri deyðans kleima kulda,
ermir páskasólin syndig menniskjahjørtu.
Tí kann hann takka Gudi fyri lívi í einum
durlagi, sum klingar sum ein sigurstóni í
hverjum grindi.
Eingin er nú so ússaligur, at hann ikki
rkar at ganga livsgøtuna, tí at tann livandi
Jesus leiðir meg. Og sjålvt tað óndasta, sum
hendir mær, kann ikki gera mær nakran
veruligan skaða, tí at hin upprisni Kristus
ylgir mær á ferðini gjøgnum lívið.
Og so syngur hann um songin, sum berst
im hav og land, um páskaboðskapin, sum
ljóðar sjålvt yvir ta opnu grøvina, tá ið alt
sær vónleysast út í mannaeygum. Alt er
vorðið so bjart, tí at frelsari mín er risin av
grøvini, og deyðans broddur er brotin. Jú,
hann kennir alla grund til at takka Guði fyri
lívið.
Hetta er páskatónar, sigurstónar, sum
tóku at ljóða, tá ið alt tóktist at vera lagt í sor
Langafríggjadag. Hetta eru lívstónar, sum
tóku seg upp, tá ið deyðin hevði lagt sína
køldu hond á alt lív. Hetta eru sigurstónar,
sum fingu veingir at flúgva á gjøgnum
mannaheimin, tá ið vónloysi seig seg sum
ongantíð áður yvir menniskjað. Hetta eru
gleðitónar, sum føddust í ruinini av teirri
sorg, sum nivdi mannasålina. Hetta eru
ljóstónar, sum fóru at lýsa, tá ið myrkur
legðist um alt landið. Hesir sálmar eru
føddir av trúgv beint eftir at vantrúgvin
hevði vunnið sín størsta sigur úti á Golgata
Langafríggjadag.
Fara vit frá páskasálmunum til sjálva frá-
Petur Martin Rasmussen, dómpróstur, saman við abbadóttrini uttan fyri Dómkirkjuna
søgnina í Mk.ev. sum er prædikutekstur og
sigur frá tí, sum hendir páskamorgun, te.
uppreisnarmorgunin, so er tað týðuligt, at
hon hevur ein heiltannan dám. Ikki av gleði,
men av sorg, ikki av vón, men av vónloysi,
ikki av trúgv, men av vantrúgv. Tó má sig-
ast, at tað kemur ein glotti av vón út móti
endanum á søguni, men hesin vónarglottin
birtist ikki í mannahjørtum, men menn-
iskjunum við grøvina verður henda vónin
givin við orðinum hjá einglinum: Jesus er
risin upp og hann fer undan tykkum til
Galilea, har skulu tit síggja hann. Hetta er
sjálvur påskabodskapurin, sum ljóðar
páskamorgun. Men tað er kortini ikki fyrr
enn seinni, tað rættuliga gongur upp fyri
nøkrum, hvat veruliga hendi páskamorgun.
Tað fyrsta vit hoyra um eru tríggjar konur,
sum vit allar kenna frammanundan, Maria
Magdalena, Maria, móðir Jákups, og Sá-
lóma.
Tað næsta vit hoyra er at tær keypa væl-
angandi smyrsl til tess at fara út til grøvina
at salva líkið av ti deyða Jesusi. Tad hevði
verið nøkunlunda tað sum at vit høvdu lagt
nakrar blómur á grøvina.
Men tað, sum er avgerandi her, er, at tær
eru vissar í, at Jesus framvegis er deyður og
framvegis liggur í grøvini. Her er eingin vón
um lív. Her er eingin trúgv á, at tað, sum
Jesus hevði sagt um, at hann skuldi rísa upp,
fór at ganga út. Her er einki uttan vónloysi
og sorg um ein deyðan vin.
Vit fáa at vita, atkonurnar gera hetta >tá ið
hvíludagurin er farin«. Vit lata ein nýggjan
dag byrja á miðnátt. Men israelittar á Jesu
tíð, lótu dagin enda, tá ið sólin setu um
kveldið, og tað vil siga, at ein nýggjur dagur
byrjar kl. 6 á kveldi. Og tað merkir aftur, at
konurnar keyptu smyrsi leygarkveldið,
sum vit nevna tað, men hjá teimum var
sunnudagurin longu byrjaður. Hetta gera
tær fyri at fara so tíðliga sum gjørligt út til
grøvina.
Og sunnnumorgunin hitta vit tær so aftur,
longu um sólarris, tað er um 6 tíðina. Tá eru
tær við grøvina. Og her fáa vit enn eina
váttan fyri, at tað var eitt lík, tær fóru út til
grøvina at finna og ikki tann livandi harran
og meistaran Jesus Krist: Hver skal velta
okkum steinin frá gravarmunnanum? Hann
er so stórur!
Men tá fáa tær tann fyrsta skelkin. Tá ið
tær hyggja upp, síggja tær, at steinunn
longu er veltur frá grøvini, og lagt verður
afturat, at hann var ógvuliga stórur
Tær fara so innar í grøvina. Her mugu vit
minnast til, at grøvin ikki var grivin niður í
jørdina sum hjá okkum, men høgd inn í
grótvegg.
Inni í grøvini fåa tær tann næsta SKEIKIN.
Har situr ein ungur maður. 7 ær ræddust
verður sagt. Tað er ikki tann ungi maðurin í
sær sjálvum, sum ræðir tær, men tað at hann
er í síðum, hvítum klæðum. Klæðini siga
teimum straks, at hetta ikki er ein sjón av
hesum heimi, men av himni. Vit hitta fleiri
ferðir í Halgubók, at Guð kemur til menn-
iskjuni sum ein ungur maður í hvítum klæð-
um, og hetta hava konurnar verið kunnigar
við. Tí vita tær straks, tá ið tær síggja tey
hvítu klæðini, at her er Guð, her er eitt
sendiboð frá Guði, ella ein eingil.
Og so hava vit eisini nakað her, sum altíð
er í Halgubók, tá ið Guð metir menniskjum.
At tey verða rødd. Og Guðs fyrsta orð er tí
eisini altíð: Ræðist ikki. Áðrenn Guð fer at
tala, má hann taka óttan burtur, fyri at
menniskjuni kunnu hoyra, hvat hann sigur.
So fer eingilin, Guð at tala, og hann sigur
viðtær: Titleita eftir Jesusi úr Nasarett, tí
=D