mikudagur 30. mars 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——————————2"""—"ðe
Ternan er friðað
Eisini hon, ið siglir Klaksvík-
Leirvík, líkavæl hann sum
flýgur Antartic — Føroyar og
Føroyar Antartic. Hendan flót-
andi ternan siglir Klaksvík-
Leirvik og Leirvik-Klaksvik
og ikki Fuglafjørd, undantikið
tá tað ikki er komandi inn á
Leirvík fyri veður. Men tað er
loysn fyri tí; og tað kunnu
Signar á Brúnni og Finnbogi
Ísakson standa inn fyri við at
geva Leirvíkar Havn eitt lán.
So kann innsiglingin verða
dýpd, soleiðis at grótið kann
nýtast sum vernd móti lands-
synninginum. Tað kostar ikki
alla verðina.
Fuglafjørður eigur ikki bert
ein mann, sum er krøkin. Vit
hava ein borgarstjóra, sum er
sera krøkin. Tað er líkt til at
hann vil leggja alt undir seg,
bæði á sjógvi og á landi. Sjálv-
andi vil hesin harri hava eina
ferjulegu í Fuglafirði, tað er
givið. So kunnu privatu akfør
hansara, dumparar og trailarar,
halda fram at rulla nátt sum
dag, til egið gagn. Ég havði
hildi tað verið sømiligari fyri
borgarstjóran, Sigfríð Verð-
hamar og hansara harkalið, at
rætta allar tær fadesur upp,
sum teir hava staðið fyri í hesi
bygd. Tað skuldi Signar á
Brúnni eisini vitað. Hvussu
sær eystari armur á Fuglafirði
ikki út. Ein hurlivasi úr einum
enda í annan, og vanærulig
skomm fyri okkum, ið her bú-
leikast. Og ikki nokk við tí; so
leggja teir stórri byrðar á
skattaborgarin í hesi vánaligu
tíð, vit liva í. Tað stendur á
nøglum um allar Føroyar
vegna ringt gjaldføri, og hetta
ikki minst hjá Fuglafjarðar
kommunu.
30. apríl 1993 sendi undir-
ritaði soljóðandi bræv til
Fuglafjarðar kommunu:
»Undirritadi loyvi mær hervið
aftur at venda mær til tykkum
um viðurskiftini viðvíkjandi
vatntrupulleikum í garðinum
oman fyri húsini, sum stava frá
áum oman fyri vegin. Tá eg
havi skrivað tykkum bræv fyrr,
og einki sum helst er gjørt fyri
at gera åbøtur á viðurskiftini,
so egk ann sleppa undan vatn-
trupulleikunum, so fari eg
hervið, fyri seinastu ferð, at
heita á tykkum um at fáa loysn
á málinum. Annars verður
stevni í málinum“.
Sjálvur tosaði eg við teg.
borgarstjóran, undir fýra eyg-
um á kommunuskrivstovuni,
har tú játtaði at kanna vatn-
trupulleikarnar, men har kom
eingin borgarstjóri.
11. juni 1993 fái eg soljóð-
andi bræv frá Fuglafjarðar
kommunu: »Hevur móttikið
skriv tygara, dagfest 30. apríl
1993, har tygum gera vart við
vatntrupulleikarnar oman fyri
sethús tygara. Málið hevur
verið til viðgerðar á fundi í
teknisku nevndini tann 7. juni
1993 og varð samtykt at svara,
at kloakkin og vatnleiðingin,
sum liggur oman fyri sethús
tygara, eru kannað og einki
brek er staðfest á hesum. Sagt
verður frå hesum«. Nevndar-
formaður, Sveinbjørt á Horni«.
Hvør eigur so hesa fadesu,
frá byrjan av. Tað skal eg siga
tær um tú ikki veitst. Tað eigur
svågur tín Sveinbjørn á Horni,
formaður í teknisku nevnd, og
tað var ikki bert frá mær tit
móttóku bræv um hesi viður-
skifti. Fýra av grannum mínum
sendu eisini klagu um hetta.
Tað vóru tvær áir, ein hverju
megin húsini. Har blivu rør
løgd í og síðani varð lukkað til,
so at grunnvatnið, sum áður fór
í áimar, nú kemur yvir húsini
hjá mær og grannum mínum.
Húsini hjá mær vóru bygd í '29
og hava eingir trupulleikar
verið her, av hvørki grunnvatni
ella kloakkvatni, fyrrenn veg-
urin bleiv brotin upp oman fyri
húsini síðst í 70'unum. Grunn-
vatnið, sum fyrr rann í åirnar
norðan fyri húsini, rennur nú
mitt í millum húsini í granna-
lagnum. Prógv eru fyri hesum.
21. mars tosaði eg við teg pr.
telefon og segði tær, at nú var
mítt tol uppi, og at nú fór eg at
heingja tykkum út í bløðunum.
Svarið frá tær var: ger tú bara
tað, eg eri líkaglaður.
Eg havi hervið tikid eg á orði,
harra borgarstjóri. Tú kanst
svara aftur, um tú vilt, men eitt
er púra vist: enn havi eg ikki
loyst posabandið
Virðingarmest
Fuglafjørdur, 23. mars 1994
Hendrik Thomsen,
við Bólstein
krosstæsta! Og tað er sum hoyra vit Guð
siga hetta við undrandi rødd, og tað er sum
hann innantanna leggur afturat: tit fátrúnu
menniskju, minnast tit ikki, at hann segði
tykkum, at hann skuldi ikki verða verandi í
grøvini, men rísa upp!
Og, heldur eingilin fram: Nú er hann
reistur upp! Og ikki sum tað stendur í týð-
ingini hjá okkum: risin upp, men reistur
upp. Tað er Guð, skapari himins og jarðar,
sum hevur reist hann upp frá deyðum, hann,
sum menniskjuni dømdu til deyða á kross-
inum. Menniskjuni hildu seg beina fyri
Jesusi, men Guð hevur givið honum eitt nýtt
lív, sum einki kann forkoma aftur.
Orðið »hann er reistur upp« er eitt orð á
grikskum. Vit kundu kanska sagt »reistur«.
Og júst við hesum eina orðinum, har Guð
ikki er nevndur, ger evangelisturin Guð til
hevuðspersón í hesi hending, sum broytti
allan heim
Og eingilin kann halda fram: Sjálvsagt er
hann ikki her. Tit eru komin á skeivan stað
at leita. Tit eru komin út í deyðans garð, á
kirkjugarðin, at finna ein deyðan mann.
Men hesin maður er ikki deyður og er tí ikki
á kirkjugarðinum. Hann er reistur upp. Guð
hevur reist hann upp til lívs. Hyggið bara
eftir, har sum hann lá, hann er ikki har!
Tverturímóti. Hann livir, og hann fer undan
tykkum til Galilea. Har skulu tit síggja hann
aftur.
tíðina síðani henda fyrsta páskamorgun, er,
at eingilin sigur við tær: Farið og berið
lærusveinunum boð um hetta! Soleiðis
verða hesar konur straks settar til at gera
nyttu: at prædika gleðiboðskapin um taff“
upprisna Krist. Fyrstu kristnu trúboðararnir
eru tríggjar konur!
Tað er vert at leggja til merkis, at einki
menniskja sær, hvat veruliga hendir páska-
morgun, men vit hava fingið boð um tað av
himni. Og tað eru tey boðini, vit bera víðari
enn og eisini í dag: Hin krossfesti livir! Hin
deyði er risin uppaftur til lívs!
Eitt annað er, sum vit eiga at geva okkum
far um, og tað er, at í hesi fråsøgnini verður
einki sagt um, at nakar tók við trúgv á Jesus.
Alt er so knapt og stutt og turrisliga sagt frå
sum til ber. Uppreisnarboðini verða kunn-
gjørd. Hesar triggjar konurnar verða sendar
við boðunum um hetta. Tað er alt.
Men í evangeliinum hjá Lukasi hoyra vit
um, hvat hendi seinni sama dag. Og tað er
hvussu. trúgv verður til í mannahjørtum.
Tveir mans komu í fylgi við hin upprisna
Jesus, og teir kendu hann ikki. Men >tá ið
hann sat til borðs saman við teimum, tók
Jesus breyðið og vælsignaði og breyt tað og
gav teimum tad«. Tá kendu teir hann aftur
av tí, sum hann segði og gjørði. Evangelist-
urin sigur, at tá opnaðust eygu teirra, og teir
kendu hann. Hetta merkir, at við at Jesus
kemur til teirra, í sínum orði og í sínum
gerningi, vit kunnu út frá hesi søgu siga, út
frá prædikuni og altarborðinum, verður
trúgv fødd í teimum.
Teir undra seg ikki sjålvir, at teir ikki
høvdu kent hann: Brann ikki hjarta í okk-
um, meðan hann talaði við okkum á vegin-
um, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okk-
um, síga teir aftaná. Og so fara hesir báðir
menninir eins og tær tríggjar konurnar út at
boða páskaboðskapin.
Og tað er tað, sum gjørt er síðani tann
fyrsta páskadagin: At boða orðið um Harr-
an Jesus Krist. Tað er lív í deyða, ljós í
myrkri, gleði í sorg, vón í vónloysi. Amen.
P.M.R.
Nr. 62 — 30. MARS 1994 Síða 19
Tidindabladid [ sosialurin ]
Suni Magnussen í Fotobúðini í Handilskjarnanum við nøkrum av myndunum, ið vóru vid í
kappingini um bestu vetrarmyndina, ið júst er liðug
Bestu vetrar-
myndirnar
sýndar fram
- Millum tær 250 myndirnar, ið vóru við í kappingini,
vóru nógvar sera góðar myndir, so torført var hjá dóms-
nevndini at finna vinnararnar burtur úr rúgvuni, sigur
Suni Magnussen, ið var millum stigtakararnar til foto-
kappingina, ið júst er av
Í hesum døgum verða nógv-
ar góðar vetrarmyndir sýnd-
ar fram í Handilskjarnanum
í Havn. Hetta eru myndir, ið
hava verið við í fotokapp-
ingini um ársins bestu vetr-
armynd, og tær eru nógvar í
tali.
— Tilsamans komu 250
myndir inn, og nógvar sera
góðar myndir vóru at finna
teirra millum, sigur Suni
Magnussen í Fotobúðini í
Handiskjarnanum, ið sam-
an við Kunningarstovuni
hevur skipað fyri folokapp-
ingini.
— Tí var eisini torført hjá
dómsneyndini at finna vinn-
ararnar burtur úr allari rúgv-
uni av vetrarmyndum.
Í dómsneyndini sótu Suni
Magnussen frá Fotobúðini,
Allan Brockie frá Havnar
Fotofelag og Per á Hædd, ið
er yrkisfotografur.
Eftir lokið arbeiði komu
dómararnir til, at Tór B.
Hentza átti bestu myndina,
ið gav eina ferð fyri tvey til
Skotlands í eina viku á ho-
telli. Næstbestu myndina átti
Bergur Dalsgaard, ið vann
gávukort upp á 2.000 krón-
ur frá Fotobúðini, meðan
BirgitRemmel átti triðbestu
myndina, ið gav gávukort
upp 1.000 krónur frá Foto-
búðini.
Næsta kappingin áskránni
er fotomarathon í mei mán-
aði. hj.