mikudagur 30. mars 1994síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 24 Nr. 62 — 30. MARS 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin |
Góði Thorberg
Hjartaliga tillukku við deg-
num, ynskir
Anny
Góða Klara
Vekk av vegnum, her komi eg,
gev mær eta, eg eri so svong.
Hjartaliga tillukku við teim 68
árunum, ynskja
vit í Mortansbr. 3
HansJacob Heinesen, Tórs-
havn, hevur fingið sveina-
bræv sum húsasmiður.
Hann lærdi hjá Heina
Heinesen, timburmeistara í
Tórshavn.
Ingrid Hofgaard, Tórshavn,
hevur fingið sveinabræv
sum frisgrur. Hon lærdi hjá
Ann Mari Hárfríðkan í
Tórshavn, lærimeistari var
Ann Mari Vatnhamar.
Dan Erik Johansen, Trong-
isvági, hevur fingið sveina-
bræv sum elektromekanik-
ari. Hann lærdi hjá Datronik
í Hoyvík, lærimeistari var
Ambjørn Durhuus.
Bogi Rasmussen, Runavík,
hevur fingið sveinabræv
sum bilmekanikari. Hann
lærdi á Bilsøluni á Glyvr-
um, lærimeistari var Antoni
V. Hansen.
Juleif Durhuus, Vest-
manna, hevur fingið sveina-
bræv sum húsasmiður.
Hann lærdi hjá Jóna Dur-
huus, byggimeistara í Vest-
mann.
Siri Ann Lorenzen, Tórs-
havn, hevur fingið sveina-
bræv sum frisørur. Hon
lærdi hjá Salong Tótu í
Tórshavn, lærimeistari var
Tórunn Lohse.
Ella Frígerð Jørgensen,
Hvalvík, hevur fingið læru-
bræv í skrivstovuyrkinum.
Hon lærdi á Føroya Fiska-
sólu, lærimeistari var Niels
Sørensen.
Góði Magni
Nú bíðar tú eftir 31. mars.
Hjartaliga tillukku við 10 ára
degnum í morgin, ynskja
mamma, babba, Jóna
og Hanna
Góðu Símun og Jógvan
Símun, tillukku við degnum 4.
apríl og Jógvan, tillukku við
sveinabrævinum. Her eru tit
fittir.
Heilsan, mamma
BODGSKA
Góða omma
Hjartaliga tillukku við føding-
ardegnum 30. mars. Her ert tú
Góði, elskaði Jónsvein
Hjartaliga tillukku við 4 ára
degnum 28. mars. Alt gott
framyvir, ynskir
mamma
Her ert tú fitt, men eisini nú tú
rundar tey 35 3. apríl. Hjarta-
liga tillukku, góða.
Kærastu heilsanir frá
mammu og pabb
Hey, Joan Magnus
Vit vita at tú ei glaður er, fyri at
aldur við tær fer, men tillukku
vit vilja ynskja tær. Gita nú
hver hetta var.
Heilsan frá ljósperunum SS
P.S. Nú hevði tú mist mótið,
ha?
Til verðsins besta abba
Hjartaliga tillukku við 72 ára
degnum 1. apríl og nógv góð ár
framyvir.
Abbadótturin á myndini
Góða Eyð
Hjartaliga tillukku við 13 ára
degnum tann 28. mars. Alt tað
besta framyvir ynskir
Unn
Góða Jóhanna
Hjartaliga tillukku á 2 ára fød-
ingardegnum, ynskja
omma og abbi í Klaksvík
Góði, elskaði lítlibeiggi
Hjartaliga tillukku við 8 ára
fødingardegnum tann 1. apríl.
Til Evy & Anfinn
Góða Daisy mostir og Thom
Takk fyri ei hugnaligt viku- Hjartaliga tillukku við teimum
skifti á Bornholm, ynskja
Nolsøe & Nolsøe
rundu døgunum, ynskja
Arnfinn, Helena og Tórur
Skírhósdag
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harri og frelsari vár, Jesus Kristus, vær tøkkum tær
fyri, at tú av stóru náði tíni hevur givið okkum heilagu
kvøldmålti tína, sum tú veitir okkum likam títt og blóð
títt í! Vær biðjum teg: Gev okkum við heilaga anda tínum,
at vit rættuliga taka ímót hesi gávu tíni, so at vit av hjarta
ásanna syndir okkara, minnast til líðing og deyða tín og
trúgva fyrigeving syndanna og soleiðis dag frá degi vaksa
í rúgv og vón og kærleika, inntil vit við tær verða sæl um
ævir, tú, sum faðir tínum livur og ræður í einleika heilaga
andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul í fyrra brævi sínum til
Korintmanna, 10. kap. 15.—17. v.
Egtali til tykkara sum skilamenn; dømid tit sjålvir um
tað, sum eg sigi. Signingarkalikurin, sum vit vælsigna, er
hann ikki samfelag við blóð Krists? Breyðið, sum vit
bróta, er tað ikki samfelag við likam Krists? Við tað at
breyðið er eitt, eru vit, hinir mongu, eitt likam; tí at vit
hava allir lut í hinum eina breyðir.um.
Hetta heilaga evangeliid skrivar Jóhannes
evangelistur, 13. kap. 1 — 15. v.
Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími
hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum
heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu,
sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til
enda. Og meðan kvøldmåltid varð hildin, tá ið djevulin
longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni
Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, og tá ið hann visti, at
faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann
var komin frá Guði og fór til Guðs, tá reistist hann frá
kvøldmåltidini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein
líndúk og bant hann um seg. So stoytir hann vatn í
vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og
turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.
Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann:
>Harri, tváar tú føtur minar?« Jesus svaraði og segði við
hann: >Tað, sum eg geri, skilur tú ikki nú; men seinni skalt
tú skilja tað<. Pætur sigur við hann: > Aldri á ævini skalt tú
tváa føtur minar! « Jesus svaraði honum: »Tvåi eg tær ikki,
hevur tú ikki lut saman við mær!< Símun Pætur sigur við
hann: >Harri, ikki bert fétur mínar, men eisini hendurnar
og høvdid«. Jesus sigur við hann: >Tann, sum er tváaður,
hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær uttan um føturnar;
men hann er reinur allur, sum hann er. Og tit eru reinir,
men ikki allir«. Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja
hann; tí segði hann: >Tit eru ikki allir reinir«. Tá ið hann
nú hevði tváað fótur teirra og latið seg í aftur klæðini og
var setstur aftur, segði hann við teir: »Skilja tit, hvat eg
havi gjørt við tykkum? Tit kalla meg »Meistara« og
»Harra«, og tit siga rætt: tí at eg eri tað. Tá ið nú eg, harrin
og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at
tváa hver annan um føturnar. Tí at eg havi givið tykkum
eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum,
soleiðis skulu eisini tit gera<.
Kvinnuráðstevnan
FORUM 94
ALLAR kvinnur eru vælkomnar í i Í
sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðsteynuna
FORUM 94 í Åbo 1.-6. august 1994. Opið er hvert
mikukvøld kl. 20-22. Telefon: 16938/12880 og og
faks: 12545.
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9--11.
Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon ti. 0123 og bíð um 16928 ella 41792.
Er EBA