mikudagur 30. mars 1994síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 62 — 30. MARS 1994 Sida 25
Dagsins
tekstur
Langa friggjadag
Henda heilaga lesturin skrivar Jesaja profetur,
53. kap.
Hver trúði tí, sum okkum varð boðað, og hverjum
varð armur Harrans opinberaður?
Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum
rótarskot úr turrari jørð. Hann var hverki fagur ella
glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum at líta,
og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum.
Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harma-
maður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey
krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri
einki; men tó, — vårit sjúkdómar vóru tað, sum hann bar,
og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann
revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan.
Men hann varð særdur vára synda vegna og sundur-
brotin våra misgerða vegna; okkum til friðar kom
revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsu-
bót. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hver sína leið; men
Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum
øllum. Hann varð nivdur, men stillisliga bar hann tað, og
hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at
verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta
hann; hann læt ikki upp munn sín. Frá trongdog dómi varð
hann burtur tikin; men hver av samtíðarmonnum hans
hugsaði um tað, tá ið hann varð ryktur burtur úr landi teirra
livandi, at hann fyri synda sakir fólks míns varð raktur?
Millum gudleysa teir góvu honum grev, legstað hjá
ríkum“), og tó at hann ongan órætt hevði gjørt, og svik
ikki vóru í munni hans. Men Harranum hugaði at ráma
hann við sjúku; tá ið sål hans hevði framborið sektar-
offur, skuldi hann fáa avkom at síggja, liva langa ævi, og
Harrans vilja við hans hond verða framdur. Fyri sålarmødi
sína skal hann fáa tað at síggja og verða mettaður. Tá ið
hann verður kendur, skal hann, hin rættvísi tænari mín,
gera mangar rættvísar, hann, sum bar misgerðir teirra. Tí
gevi eg honum mangar í lut, og hann skal fáa máttugar
sum herfong, fyri tað at hann tømdi sál sína til deyða og
varð taldur millum misgerðarmanna, — hann, sum bar
syndina hjá mongum og bað fyri misgerðarmonnum.
*) ella: hjá illgerðarmonnum
1. á 2. páskadag
verður
FRAMSÝNING
av
MODELLBÁTUR , -SKIPUM
& -SLUPPUM
í NSÍ-húsinum í
ITROTTARHØLLINI í Runavík
frá kl. 14-20
Atgongd kr. 20 NSÍ
hava allar
| DA deildir okkara
"Rusdrekkasøla Landsins
Páskadag
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vår Guð, himmalski faðir. Vær tøkkum tær fyri
stóru náði og miskunn tína, at tú hevur givið upp son tín
fyri syndir okkara og reist hann upp frá deyðum, okkum til
æviga rættvísi. Vær biðjum teg: gev okkum heilaga anda
tín, sum kann leiða og stýra okkum eftir vilja tínum og av
náði varðveita okkum í sannari og livandi trúgv, varða
okkum frá øllum syndum og eftir hetta lív vekja okkum
upp til hitt æviga lívið fyri elskuliga son tín, Jesus Krist,
váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga
andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Sálmaskaldið skrivar, 118. sálmur, 19. v. og út.
Latið upp fyri mær rættvísisportur, at eg kann fara inn
og Harranum lova! Hetta er Harrans portur, rættvísir her
ganga inn! Eg tær lovi, tí at tú meg bønhoyrdi, og tú mær
til frelsu ert vorðin! Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er
vorðin hornasteinur. Frá Harranum hetta er komið, tað er
undurfult í várum eygum. Hetta er dagurin, ið Harrin
hevur gjørt, latum okkum fegnast og gleðast á honum! Áh, *
Harri, gev tú tá frelsu! Áh, Harri, lat tað tá eydnast!
Vælsignaður veri hann, sum kemur í Harrans navni! Frá
Harrans húsi vit tykkum vælsigna. Harrin er Guð, og hann
gjørdi tað ljóst fyri okkum! Sláið ring við greinum, og
dansið at altarsins hornum! Guð mín ert tú, eg vil tær lova.
Guð mín, eg vil tær lovprisa! Harranum lovið, tí at góður
hann er, tí at miskunn hans varir um ævir!
Epistulin skrivar Pætur ápostul í fyrra brævi sínum,
1. kap.3.--9.v.
Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesus Krists,
sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til
livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, til ein
6forgongiligan og óspilliligan og 6følnandi arv, sum er
goymdur í himlunum til tykkara, — tit sum við Guðs kraft
verða varðveittir við trúnni til ta frelsu, sum er liðug at
verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast
um, tó at tit nå eina skamma stund, um so skal vera, kenna
harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda
trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið,
sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs og
dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krist, hann, sum tit
ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú
hava hann fyri eygum tykkara, tó inigva á, skulu fegnast
um við ósigiligari og dýrmettari gleði, tá ið tit náa
málinum fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus
evangelistur, 28. kap. 18. v.
Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í
vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja
eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil
Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin
frá og setti seg á hann. Men útsjónd hansara var sum
snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. Men
vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu
sum deyðir. Men eingilin tók til máls og segði við
kvinnurnar: »Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er
eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí
at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og
síggið staðin, har sum Harrin lá! Og skundið tykkum og
farið og sigið lærusveinum hansara: > Hann er risin upp frå
deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har
skulu tit síggja hann! Sí, eg havi sagt tykkum tað<. Og tær
fóru í skundi burtur frá grøvini við óttaog miklari gleði, og
tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta.
Til solu
20' konteynari, frystiboks 600 | og ka-
loriefera/hitablásari — til sølu.
Tlf. 17759
Annan påskadag
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum opinberaði
son tín fyri teimum báðum lærusveinunum, sum fóru til
Emmaus, vær biðjum teg, at tú við orði tínum og heilaga
anda tínum eisini vilt upplýsa hjørtu okkara, so at vit
kunnu verða føst og áhaldandi í trúnni og halda fast við
orð títt, brúka tað hugaliga og fegin tala um tað, og soleiðis
gjøgnum alla trongd og neyð okkara ganga leið okkara á
enda og saman við øllum hinum útvaldu tínum finnast
heima hjá tær fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, váran
harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans,
ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul í fyrra brævi sínum til
Korintmanna, 15. kap. 1220. v.
Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp
frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga,
at uppreisn av deyðum er ikki til? Men er uppreisn av
deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er
Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er
eisini trúgv okkara fáfongd. Men vit koma tá eisini at
roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti
Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist
upp, so framt sum deyð ikki rísa upp. Tí at rísa ikki deyð
upp, táer Kristus heldur ikki risin upp; men er Kristus ikki
risin upp, á er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í
syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað
eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett
vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum
menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frå deydum sum
frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes
evangelistur, 20. kap. 1 18. v.
Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena
tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og
hon sær, at steinurin er tikin burtur frá grøvini. Hon fer tá
rennandi og kemur til Símu Pætur og til hin lærusveinin,
hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: »Teir hava tikið
Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt
hann<. Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu
til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin
lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr
at grøvini. Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini
liggja har, men fór tó ikki inn. Tá kemur eisini Símun
Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í
grøvina; hann sá línklæðini liggja har og sveittadiikin,
sum hann hevði havt um hevdið, sá hann liggja, ikki
saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum
staði fyri seg sjálvan. Tá fór nú eisini hin lærusveinurin
inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí
at enn hevdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp
frá deyðum. Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín
sjålvs. Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum
hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, og hon sær tveir
einglar í hvítum klæðum sita har, annan við hevdalagið og
annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. Og
teir siga við hana: >Kvinna, hví grætur tú?< Hon sigur við
teir. »Ti at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar
teir hava lagt hann«. Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon
sær vid, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at
tað var Jesus. Jesus sigur við hana: >Kvinna, hví grætur
tú? Hverjum leitar tú eftir?< Hon hugsaði, at hetta mundi
vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: >Harri, hevur
tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann,
og eg skal taka hann«. Jesus sigur við hana: >Maria!<Hon
vendir sær á og sigur við hann á hebråiskum: >Rabbuni!<
(tað merkir: meistari). Jesus sigur við hana: >Nem ikki við
meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til
brødur mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og
faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara<. Maria
Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: »Eg havi
sæð Harran!« og at hann hevði sagt henni hetta.