Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sl Ein tjóð mótmælir IKKI færri enn 8000 føroyingar, tvs. meira enn helvtin av øllum húskjum í landinum, mótmæla teirri óndsinnaðu herferð, sum fanatiskir umhvørvisfel- agsskapir standa á odda fyri móti før- oysku tjóðini. Henda herferð er móti grindadrápinum og brúka umrøddu fela- gsskapir allar hugsandi midlar til at fåa síni sjónarmið fram. Teir fáa sera gott rásarúm í fjølmidlunum, sum í mangar mátar tykjast at ganga ósakligu og órímuligu grindaherferðini á meti. Aftur og aftur lesa vit og hoyra vit hesar = umhvgrvisfelagsskapir endurgivnar fyri at siga, at grindahvalurin er um at doyggja út, at føroyingar eta ikki grind, at grindadráp er bert til stulleika og eitt hobby, at hetta er ítróttur hjá blóðtystum barbarum osfr. TAÐ er ræðandi, hvussu væl tað hevur eydnast hesum fanatisku umhvørvis- fólkunum at sleppa framat í fjølmidl- unum við sínum einvísu sjónarmiðum og ósannindum. Hverja ferð føroyingar royna at fáa rúmd fyri sínum sjónar- miðum, so er hetta nærum Omøguligt. Tað er hetta, sum vit ikki kunnu góðtaka, tí fjølmiðlarnir eru tað við at gerast partur av einvísu herferðini móti eini heilari tjóð. Fyri at royna at verða meira hoyrd serstakliga í Bretlandi hava føroyskir myndugleikar gjørt eitt sera stórt arbeiði til tess at upplýsa um grindadráp. Nú hevur so eisini ein fel- agsskapur í London við einum før- oyskum sjómanspresti á odda tikið stig til at mótvirka hesi einvísu og í mongum fórum rasistisku propagandu mótvegis føroyingum. Arbeiðið hjá henni er væl lýst í Sosialinum miku- dagin. EISINI vanligi føroyingurin vil fegin geva eina hjálpandi hond í hesum ar- beiði, og fyri at kunna umheimin um stødutakanina hjá føroyinginum til tað einvísu grindaherferðina fór Tíðinda- blaðið Sosialurin herfyri undir at savna undirskriftir móti grindarasistisku her- ferðini. Henda innsavning eydnaðist so mikið væl, at 8000 undirskriftir um stutta tíð fara at verða latnar bretskum myndugleikum. VÓNANDI fara tær at vera ein hjálp í royndunum at verja grindadrápið sum ein nátúrligan tátt í lívinum her á landi. Vónandi hava vit við hesum gjørt okkara til at geva umheiminum og her serliga bretskum politikarum og al- menngin innlit í tað, sum fer fram í Føroyum og hvat vita halda um ta her- ferð, sum er vend móti hesum oyggjafólkinum. Sosialurin takkar lesarum og øllum Føroya fólki fyri dygga stuðulin til hesa innsavning og vóna vit, at hetta bert er byrjanin til at vinna á teimum órættvísu og ósonnu álopunum á okkum í sambandi við grindadráp. Vit fara tó ikki at sleppa endanum við hesum tiltaki men fara longu eftir páskir at kunna Føroya fólk um, hvat víðari fer at henda, og hvar undirskriftirnar enda. SOSIALURIN Staðið sveinaroynd sum blikksmiðir Á Tekniska Skúla í Havn hava hesir staðið sveinaroynd sum blikksmiðir. Frá vinstru: Hendrik Johannesen úr Havn, Fríðin Ziskason, Høgni Klakkstein og Jógvan Gullaksen úr Klaksvík Hvat hendi handan banka- loyndarmálstjaldið? Í sambandi við at bankarnir einaferð aftur lata boða frá, at teimum tørvar pening, standa fólk rættuliga spurin. Øl við vanligum gonguviti dugdu at rokna út, at ikki allur sannleikin varð sagdur, tá viss- að varð um, hvussu tryggir bankarnir vóru. Helst eru tað bert politikarar, ið lótu seg tøla til at halda, at alt var í lagi, og sjålvt um ørskapurin bara økist dag um dag, so tvíhalda teir enn um, hvussu rætt atborið er. Vit fáa ein stóran, sterkan banka, tí tað tænir okkum best, men stóri, sterki bankin er í peninganeyð, og stóri, sterki, tómi bankin drepur alt samfe- lagið, ti tað ger ikki petti, politikarar verja enn borg. Nú mugu vit krevja nakrar spurningar svaraðar, áðrenn eitt einasta oyra meira verður latið bankunum. Spurt kundi verið um, hvussu stórar tiltaksgrunnar bankarnir høvdu við árslok 1991, hvussu stórir eru teir í deg? Hver heldur skil á hvar pen- ingurin úr tiltaksgrunnunum fer? Hevur nakar skil á, um til- taksgrunnarnir verða nýttir til at fjala nakað óreglusamt. Er vissa fyri, at hvørki Fíggj- areftirlitið ella Fíggjargrunn- urin 1992 hava virkað við til at fjala nakað óreglusamt. Enn ikki góðvarnir politikar- ar hava loyvi til at vera so blindir, at teir seta nýggjar skorðar undir teir vinglandi bankamar, ti har finst ongin bjarging. Fóturin brotnaði und- an yvirbygninginum, jú fyrr teir ásanna hetta, tess betur. Onkur av teimum, ið uttan minsta iva skuldarbundu sam- felagið á ørmundarhis fyri at bjarga einum rotaðum pen- ingakervi, átti helst at vaknað nú, og farið at kanna, hvat veruliga hendi aftan banka- loyndarmálstjaldið. Landsfelagið fyri Sethúsaeigarar Hjálpartólamiðstoðin hevur frá 1. apríl broyttar telefontíðir. Mánadag, týsdag, hósdag og fríggja- dag: frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og frá kl. 13.00 til kl. 15.00. Mikudag frá kl. 13.00 til kl. 15.00. Hjálpartólamiðstoðin Hjallur 3,70x2,50 m, til sølu Tlf. 10835 - 13770 Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 21. april 1994 kl. 14.45 tvangsauktion, (AS 795/93) over matr. nr. 106 a, Skålavik beliggende Skåla- vik. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 11145 (j. nr. 931085) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er »jørd innan- og uttangarð< 2 gl 1 sk. Heimastihagi heimari partur og 34.171 innangarðs. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 28.03.94 Mette Søgaard-Nielsen dtm.