Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Vágs Klubbi fyri rættin | Skålafjall Skeinkiloyvið kann klubbin fáa aftur, tá betri skil er komið á viðurskiftini Fyribils kunnu vágbingar ikki fara í klubban og fáa ein lítlan skonktan Nú er ringt skil hjá Klubb- anum í Vági. Ikki bara hevur klubbin fingið for- boð fyri at skeinkja sterkt, ein ákæra er eisini á veg. Klubbin var meldaður fyri ikki at halda reglurnar, og politiið kom til tað úrslit, at klubbin bæði hevði selt fyri ov ungum fólki og fyri fullum fólki, og haraftrat hevði hann havt opið eftir afturlating- artíð. Hetta metti politið vera so grov lógarbrot, at mælt varð fútanum til at reisa ákæru. Ákæra er ikki reist enn, men hon kemur, sigur M. Nepper-Christensen, fúti. Vágs Klubbi kann kæra avgerðina hjá loyvis- nevndini um at taka skeinkiloyvið frá klubb- anum. Avgerðin kann kær- ast til fútan, sum so verður biðin um at leggja málið fyri rættin. Vágs Klubbi kann søkja um at fáa skeinkiloyvið aftur, um skil kemur á viðurskiftini. Sambært lógini skal loyvisnevndin taka skeinkiloyvi frå teimum, sum ikki halda reglurnar. Har stendur skal og ikki kann, og tí misti klubbin sítt loyvi. randi Hans saman við døtrunum Guðrun vinstru megin og Elsu Mariu høgrumegin. Mynd: Kalmar Hans Joensen: "Eg havi lært av 80 unum" Hans Joensen er aftur á fót- um sum klædnaseljari. Men fdag er umhvgrvið eitt sind- ur minni glæstrikent enn í gamla Handilskjarnanum. Hans Joensen heldur til í leigaður hølum á Smyrils- vegi og hann byrjar í smá- um. — Eg havi lært av 80 "un- um og í dag byrji eg aftur í smáum. Kostnadarstødid á tí eg selji í dag, hoyrir tíðini vit liva í til. Handilin skal rekast so biliga sum møgu- ligt og í fyrstuni verið bert eg sjálvur til arbeiðis, sigur Hans Joensen. Tað ljóðaði at tú skyl- daði 30 milliónir, tá tú fór úr Handilskjarnanum. kemur tú nakrantid upp- undan aftur? — Hvussu nógv eg skyld- aði tá og hvussu nógv eg skyldi í dag vil eg ikki úttala meg um. Eg kann bert siga, at eg eri somikið leysur í dag, at eg fái arbeitt, sigur Hans Joensen. — Eg farið at leggja meg eftir at selja so bíligar dygd- arvørur sum møguligt. Eg selji kend merkir, men eg farid eisini at selja nyggj discountmerkir, sum koma frå londum uttanfyri Dan- mark. Eg havi tíkið upp samstarv við fleiri av teim- um gomlu leverandgrunum, sigur Hans Joensen. — Hetta seinasta árið hev- ur verið eitt ringt ár hjá mær persónliga. Tí er tað ein ótrúligur lætti atsleppaaftur til verka. Eg havi ikki gjørt annað enn selt klæðir alt lívið, sigur Hans Joensen. jústinus Nr. 63 — 2. APRÍL 1994 Sida3 fyri i august Sakarmålid verður útsett ferð eftir ferð Tilfarið í sakarmálinum um Skálafjall verður kanska líka rúgvusmikið sum í Heygadrangsmáli- num Keypmannahavn. Dómarin miðar eftir at byrja sakarmálið í Før- oya ræti hálvan august. Tað er ákæruvaldið, sum hevur stevnt fyrr- verandi skipasmidju- stjóranum á Skála, Ola Zachariassen, Magnusi Petersen, advokati og Jórgen Bech, reiðara, fyri svik móti landsstýr- inum og danska skips- kredittgrunninum. randi Ila gongur hjá åkæru- valdinum at koma í gongd við sakarmálið um fíggingina av skipi- num Skálafjalli. Málið verður ferðeftir ferð útsett, og orsøkin er, at tad gongur so illa at finna dagar, tá tað ber øllum advokatunum til at møta, sigur M. Nepp- er Christensen, fúti. Nú er fyrireikandi fundur einaferð aftur á- settur til at vera 12. mai, og fundurin verður í GRAYSTEINAR Vit hava gravsteinar úr granitti. | NÓGVIR YMISKIR LITIR & SNIÐ RR | Ringid tlf. 71230 og fáið tilfar og prísir sendandi.