Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 63 — 2. APRIL 1994 Tíðindablaðið { sosialurin ] Tóra vid Keldu hevur vunnið eini 90 merkir i svimjikappingum: Vanliga hugsi eg ikki um brekið - Eg eri fødd soleiðis, og havi ti einki annað at sammeta við, sigur Tóra við Keldu, sum í sekslanda svimjikappingini í Lyon vann fýra gullmerki, tvey silvurmerki og setti eitt persónligt met Í mars mánaða komu ítrótt- arkvinnurnar báðar Katrin Johansen og Tóra við Keldu, heimaftur av ferð í Lyon í Fraklandi, har tær kappaðust við onnur brekað í svimjing. Sum ikki eina- ferð, so vunnu tær báðar hópin av gull- og silvur- merkjum. Munurin var bert, at tá SvF kom við hesum tíðind- um, vóru svimjarnir báðar farnar í hvgr sítt heraðs- horn, og tí var Tóra við Keldu ikki at síggja á skíggjanum. Fjelmiðlarnir rgkka stutt - Eg haldi, at Kartin var framúrskarðandi hesaferð, og eisini bleiv hon kosin besti svimjarin í kappingini. Tað var tí eisini grund fyri at gera nakað burturúr, og eg vil avgjørt ikki taka nak- að frá henni, men álvaratos, tað er ikki so langt til Klaks- víkar, sigur Tóra við Keldu. - Eg haldi, at tað man vera einasta stað í heiminum, at fjølmiðlarnir røkka so stutt. - Vit báðar Katrin og eg skiltus í Vestmanna, eg fór norður og hon fór til Havn- ar. Har bíðaði SvF eftir Kat- rini. Eg haldi, at hon eigur allan heiður uppibornan fyri sítt úrslit. Tað skal eingin taka frá henni, sigur Tóra við Keldu. Hon kennir seg avgjørt ikki við sviðusoð. - Ert tå vónsvikin av hesum? - Nei, tað eri eg ikki. Hatta orðið er so býtt. Tað kann ikki brúkast til nakað at kenna seg vónsviknan. - Hinvegin, so svimji eg ikki, fyri at sleppa í fjøl- miðlarnar, sigur ein avgjørd Tóra við Keldu og heldur fram: Tóra við Keldu vann fýra gull-, ogtvey silvurmerki í Lyon, og umfrant tað setti hon eitt persónligt met. Kenda svinjigentan í Klaksvík er smílandi og altíð í góðum lag, og tað sæst eisini á myndunum - Tað hevur nakað við tað at gera, at tá tú kemur aftur við góðum úrsliti, so vilt tú fegin tosa um tað, meðan tú ert í tí, og fólk enn eru áhug- að at hoyra og tosa um tað. - Tá ein tíð er farin, er tað eins og farið framvið, og tú hevur annað at hugsa um. Tóra við Keldu er 19 ára gomul, gongur í 3. G í stud- entaskúlanum á Kambs- dali, men hon býr í Klaksvík og ferðast aftur og fram millum skúla og heim. Tey skiftast um at geva mær drekka Umframt hetta, so venur Tóra við Keldu í svimjihøll- ini í Klaksvík seks ferðir um vikuna. Nakrar daghar svimur hon eftir skúlatíð, og aðrar áðrenn hon fer í skúla. - Er hugurin til venjing altíð til staðar, eisini kald- ar, myrkar morgnar á vetr- artíð - Nei, tað er ikki hvønn morgum eg tími eins væl, og onkuntíð havi eg lagt meg aftur, men foreldrini fara tíðliga upp, og tey syrgja fyri, at eg ikki verða liggjandi, sigur Tóra skemt- andi í telefonini. - Nú havi eg fingið koyri- kort, og kann tí fara einsa- møll at venja, men annars skiftast foreldrini um at koma upp við mær um morgunin, geva mær ein drekkamunn og práta við meg. Tað dámar mær væl, tí A AA HA Å fe Tóra vid Keldu: - Tað er ikki bert svimjingin og tað at standa á odda í kappingum, sum hevur týdning. Tað er hugaligt at verða við í kappingum, tí tú fært vinir í nógvum londum tað er hugaligari, tá eg havi tosað við onkran, áðrenn eg fari frá húsum. - Tað er strævið at svimja tveir tímar hvønn dag, men mest umráðandi er, at eg tími væl, og at tað er spenn- andi at venja fram móti eini kapping. Tóra við Keldu verður studentur í summar, og eftir tað fer hon til Bretlands at arbeiða á einum gistingar- húsi í hálvt ár. Automatiskt gear er einasti munur - Eg veit ikki rættiliga, hvgrja útbúgving eg skal fáa mær. Eg kundi hugsa mær at farið á pedagogskúla ella á læararaskúla. Um tað verður í Føroyum ella í Danmark, havi eg ikki tikið stóðu til enn. Tóra við Keldu er brekað. Annað beinið er 25 cm ov stutt, men annars bagir henni einki. - Eg hugsi heldur ikki um tað til dagligt, og tað gevur mær als einki føvuds- brýggj. Einasta tekin um at eg eri brekað er, at eg bert kann koyra bil við automat - geari, men annrs livi eg sum ungfólk flest. - Hví fór tú at svimja í ÍSB? - Eg svam eisini nógv áðrenn ÍSB varð stovnað. Tá var Luffa á Høvdanum venjandi hjá okkum í Ægir. - Hon eggjaði mær til at royna, og fyrstu ferðina í 1985 fóru vit til Finnlands, har eg var við í eini kapping. - Tá nordurlandakapping- in í svimjing var í Føroyum í 1987 vann eg tvey gull- merki, tvey súllmerki og eitt bronsumerki. Síðani havi eg hildið fram at svimja. Tóra við Keldu veit ikki -—>