Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 63—2. APRÍL 1994 Sida9 Føroya Handverksmeistarafelag: Vit vita ongantíð, hvat vit vakna til um morgunin — segði Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, í rødu síni á aðalfundi felagsins herfyri Ein mánað eftir aðalfundin í fjør fingu vitnýtt landsstýri. Men teir nýggju kustarnir royndust ikki frægari enn teir gomlu, og umstødurnar hjá okkara vinnu eru ikki broyttar, hvorki so ella so. Kanska eru tær heldur versnaðar, tí hetta seinasta árið eru alt fleiri avgjøld løgd á virki og fólk. Handverkaravinnan her á landi hevur hesi seinastu árini verið fyri stórum bak- kasti, sum eingin onnur vinna. Limatalid í dag er nakað tað sama sum fyri 20 árum síðan, men stødan er ikki hin sama, tí tá høvdu allir arbeiði, í dag hevur ongin nóg mikið at gera, og teir allarflestu hava als einki at gera. Leysliga mett rindaðu handverk og ídnaður einar 140 milliónir krónur í løn- um í 1973. Tað svarar til einar 550 mið. í 1993 prís- um. Veruleikin er, at í 1993 vórðu útgoldnar 178 mið. krónur í løntum, eila bara 30% av ti, upphæddin hevði verið, um vinnan var á sama stødi sum tá. Taka vit sein- astu 4 árini, eru 1800 árs- verk burtur innan handverk og ídnað. Og hvat gera landsstýri og løgting? Als einki, sum ber á brá av at koma trupul- leikunum til lívs. Og nú er heldur eingin longur, sum væntar, at politikarar okk- ara megna at skapa fortreyt- ir fyri, at vinnan skal koma fyri seg aftur. Okkara einasta vón er, at politiska samgongan legg- ur frå sær, ongantíð ov skjótt, soleiðis at nýggjar kreftir sleppa at royna seg, sum duga at hugsa longur enn bara um at læna pening til lønir til ein væl løntan almennan lønarb6lk í nakr- ar mánaðir afturat, til alt samfelagið steðgar heilt upp. Okkara einasti glotti er, at enn er okkara handverks- útbúgving á so høgum stæði, at tey vilja brúka okk- um í ødrum londum. Men eisini her royna skúla- myndugleikar og politiskir myndugleikar at forkoma okkum møguleikar við alla tíðina at royna at máa stødid undan lærlingaútbúgving okkara, tí teir vilja hava eina óbrúkiliga, — serføroyska skipan, sum ikki verdur góðkend uttanlands. PRIVATISERING, ES-LIMASKAPUR OG UNDIRGRUNDIN Føroya Handverksmeist- arafelag hevur íðiliga roynt at víst løgtingi og landsstyri á ymsar leiðir burtur úr tí Oføri, vit eru komin í. Í staðin fyri støðugar av- málið vera at seta tiltøk í verk, sum fáa fólk aftur í ar- beiði, so landskassin á tann hátt kann fáa fleiri inntøkur. Vit hava mælt til at pri- vatisera sum mest alment virksemi, so tað kann rekast bíliga og effektivt. Vit hava mælt til at bjóða ráevni í undirgrundini út til hægstbjóðandi. Treytin verður, at alt tænastuvirk- semi verður gjørt í Føroy- um. Vit hava skotið upp at kanna teytirnar fyri lima- skapi í ES, so vit kunnu tryggja marknaðin fyri út- flutningi okkara, og so at handverk og ídnaður eisini kunnu fáa fyrimunirnar av samstarvinum við ES ístað- in fyri bara at hava vansar- nar at dragast við. Tað er nevniliga ein stórur spurn- ingur, um vit ikki høvdu verið betur farin við fullum limaskapi við teimum rætt- indum og skyldum, sum hoyra einum skipaðum samfelag til. Tí tað er vist, at tað er ikki lætt at fara til songar á kveldi og ongantíð vita, hverjar lógir eru gald- andi, tá ið ein vaknar aftur morgunin eftir. - ; Og at enda hava vit skotið upp at lækka skattirnar sum mest og at seta lønirnar sam- svarandi niður, fyri at fáa eina hóskandi kostnaðar- legu. SAMA NEYND Annars er nevndin í Førpya Handverksmeistarafelag 6- broytt eftir aðalfundin, und- antikið tí, at Norðstreym- oyar Handverksmeistara- felag (NHMF) einki umboð hevur í meginfelagum nú, tí á ársaðalfundi í NHMF hin 18.02.94, varð samtykt at leggja felagið stilt, av tí at flestu limirnir arbeiða uttan- lands sum handverkarar. Vilhelm M. Johannesen í Tórshavn er afturvaldur til formann og Johan Petersen á Glyvrum er afturvaldur til næstformann. Hinir nevnd- arlimirnir eru: Jan Ander- sen, Klaksvík, Thorfinn Nielsen, Miðvági, Remi Didriksen, Vestmanna, Sven Roest, Tvøroyri og Gudmund Larsen, Vági. Avgerandi fortreytin Legg teg fyrst av øllum eftir at lurta eftir fótafetunum á toppum bakatræanna Nevndirnar, sum settar vórðu at koma við ráðum til loysn av trupulleikum okkara, eru fleiri, og ráð- ini mong (og enntá ym- isk). Í skundinum at fremja tey ráð og krøv, ið sett verða, mega vit ikki gloyma, at avgerandi for- treytin fyri at vit sum ein- staklingar og tjóð koma burtur úr vanlukkusteð- uni, vit eru í, er at vit venda okkum til Hansara, sum hevur avgerandi orð- ið og alt valdið, geva Hon- um tað hásætið Honum tilkemur millum okkara, og biðja um hjálp Hans- ara. Eins og Hann hevur hjálpt børnum sínum gjøgnum tíðirnar, ynskir Hann at hjålpa tær og mær sum kalla á Hann. Bardagar og kríggj hava verið lutur ísralsmanna gjøgnum allar tíðir, ikki minst eftir at tey í 1948 fingu land teirra aftur. Frá hesum bardøgum eru nógv- ar frásagnir um undrunnar- verdar tilburðir. Ein av teimum frásagn- um, ið hava fest seg í minni mítt, er frå 7-dac krignum. Har sigst frå egyptiskari herdeild, ið kom stormandi fram gjøgnum oydimørk- ina móti tí ófyrireikaða Ísra- el. Men komnir móti einari høvd steðgaðu teir brådliga á, tí hinumvegin hoyrdu teir ljóð av heri. Teir høvdu ikki væntað at mett ísraels- monnum har, hartil kom at hetta tyktist vera stórur herur — ráð vórðu hildin, og gjørt varð av at halda undan. Seinni vísti tað seg, at har hevði eingin verið. Fyri tann, ið ókendur er í Bíbliuni, tykist hetta møgu- liga gandakent ella bein- leiðis láturligt, men hetta er einki ókent fyribrigdi í skriftini. Ferð eftir ferð lesa vit, hvussu Harrin Gud á sín yvirnatúrliga hátt tók sær av sínum. TÁ IÐ GINGIÐ VERÐUR A TOPPUM BAKATRÆANNA Tá ið Dávid var vorðin kongur yvir øllum Ísrael, komu filistarar, sum høvdu eyðræni landið í nógv år, og vildu taka hann. Dávið spurdi Harran til ráðs og vann á teimum. Men teir komu aftur, og tá segði Harrin við hann: Tú skal ikki fara ímóti teimum: Gakk í bug og kom á teir aftanífrá, og leggið so á teir beint yvir av baka- trøunum! Tá ið tú hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú skunda tær; ti tá er Harrin farin út fyri tær at vinna filistaraherin. Dåvid so gjørdi, sum Harrin hevdi sagt vid hann, vann sigur og elti teir lang- an veg. UMRÁÐANDI ER AT SÍGGJA VERULEIKAN SUM GUD OKKA SÆR HANN Í 2. Kongabók lesa vit m.a. um Elisa. Hesin var eina- ferð kringsettur av ara- meiskum ránsmannaher- um, sum vildu hava fatur á honum, tí hann var teimum ein meinbogi. Tænarin, ið við honum var, óttaðist, men tá bað hann Harran lata eygu tænarans upp, so hann sá. Og vit lesa: Tá læt Harrin upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvognum rundan um Elisa. Tá Samaria var kringsett av áramearaheri og hung- ursneyðin var so hørð, attey vóru farin at eta børn síni, greyp Harrin inn og læt áramearaherin hoyra ó- ljóð av hestum og vagnum, óljóð av stórum heri, so at teir trúðu at ísraelskongur hevdi leigað aðrar kongar til hjálpar. Tíflýddu teir frá øllum fyri at bjarga lívin- um. Aftur og aftur lesa vit tí- líkar frásagnir um, hvussu Harrin hevur umsorgan fyri og ynskir at verja og hjálpa sínum. Tá ið Móses við fólkinum stóðu klárir at fara yvir um Reyðahavið, segði Harrin: Ræðist ikki! Standið nú føst, so skulu tit síggja frelsu Harrans, sum Hann í dag skal senda tykkum! Tí sum tit síggja egyptar í dag, skulu tit aldri í allar ævir síggja teir uppaftur! Harrin skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still! Hetta er kjarnin í lívi okk- ara: Harrin skal stríða fyri okkum! Hann sigur tað so greitt í Sálma 34: Eingil Harrans tekur stóðu rund- an um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út. SUM FAÐIR YNSKIR AT VERJA BORN SÍNI, YNSKIR HARRIN AT VERJA SÍNI Tú og eg eiga ein altvald- andi Faðir, sum ynskir at okkum skal gangast væl. Hetta vísir hann í orði sín- um, sega gudsbarna gjøgn- um tíðimar vísir okkum hetta, og lyftir Hansara í Bíbliuni tryggja tað sama. Kennir tú ikki henda Harra, so vend tær til hann. Og gloym ikki í trupulleik- um, stúranum, ótta ella 6- rógv, at hesin Harri, sum við Móses segði: Harrin skal stríða fyri tykkum, men tit skulu verða still!, og sum fór út at stríðast við Dåvidi og monnum hansara, Hann er vinur tín og ynskir at hjálpa tær, um tú vendir tær til Hann. Hoyr at enda eitt av lyft- um hansara: Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð — Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa mær! Halleluja! Tú kanst lesa nærri um hesi viðurskifti í: 2. Sám. $,22-25, 2. Kong. 6,8-24, 2. Kong. 7,3-8, 2. Mós. 14,13—14, Sálm. 34,8, Sålm. 50,15. Jenisav Rana BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. 21605 21666