leygardagur 2. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 63 — 2. APRIL 199
Arabo svarar Vágadal:
Hava ikki ráð
til spekulation
-Min stødan sum landsstýrismaður í fiskivinnumålum er full-
komiliga greid. Vit hava gjørt ein såttmåla um toskastovnin i
Barentshavinum og hann ætli eg mær at gera alt fyri at varð-
veita. Hann skulu Jørmund Vågadal 0.0. ikki sleppa at hótta við
reinari spekulatión sigur Tummas Arabo, fiskimálaráðharri í eini
viðmerking til sera hvassorðaða skrivið frá Jórmund Vágsdal í
blødunum.
“Tað einasta vit kenna til
Tummas Arabo er, at vit
verða jagstraðir og hund-
dálkaðir sum verstu brots-
menn, at ein skuldi trúð, at
Tummas og Kjartan Hoy-
dal vórðu heimsóktir av
hatri til øll menniskju,
sum ikki leggja seg
tigandi fyri fótur teirra og
takka fyri teir breyðmolar,
sum nú einaferð finna fyri
gott at geva fólki."
Hetta er skoðsmálið,
sum Jørmund Vågadal
stjóri í felagnum Anfar
Dominicana hevur at geva
fiskimálaráðharranum
Tummas Arabo og fiski-
vinnustjóranum Kjartan
Hoydal.
Sosialinum í gjár
skýrir Jórmund Vágadal
hesar fyri heilavaskaðar
kommunistar. Hann vísir
eisini á, at hann sjálvur
hevur ongantíð fingið
nakað sum helst tilboð frá
Tummasi Arabo í sam-
bandi við fiskiskip. Vit
hava biðið Tummas Arabo
um eina viðmerking til
hetta sera hvassorðað
skrivi frå Jørmundi Vága-
dal.
Undir føroyskt
flagg
Tummas Arabo vísir á, at
Jórmund Vágadal nakað
herfyri, og tað var áðrenn
hann fór undir núverandi
virksemi sítt, hevði eina
umsókn liggjandi í
landsstýrinum um at fáa
stuðul til at fara eftir
bátunum, til sýn 0.a. Sekt
varð um einar 200.000 kr.
Landsstýrið segði seg
: vilja stuðla honum, um
hann vildi fara undir veiðu
í altjóða sjógvi, men tá var
tað so eisini ein treyt, at
bátarnir skuldu undir før-
oyskt flagg. Hetta tilboðið
fekk hann. Og tá hann ikki
vildi lata skipini sigla
undir føroyskum flaggi
fekk hann heldur ongan
stuðul.
Tummas Arabo sigur
annars, at tað er alla æru
vert, at føroyskir fiski-
menn royna at fáa sær
eina inntøku.
-Tað er heldur eingin,
sum hevur sett seg upp í
móti tí, men sum volitikari
og landsstýrismaður í
fiskivinnumálum er tað
mín skylda at syrgja fyri,
at livilíkindini fyri føroy-
ingar í framtíðini vera
rímuliga góð.
Hetta ber í sær, at tú
noyðist at gera altjóða
avtalur um rætt til at koma
inn at fiska ymsastaðni.
Teir altjóða flotarnir, sum
nú taka seg upp, kunnu
gerast ein vandi fyri teir
fiskastovnar, sum vit
koma at gera avtalur um
ella troyta.
Tummas Arabo vísir á,
at vit hava ftøkilig dómi
um, at bæði russar og
norðmenn fylgja væl við,
hvat hendir her hjá okk-
um.
Varðvelta toskakvotu
-Vit hava gjørt ein sátt-
mála um toskastovnin í
Barentshavinum, og hann
ætli eg mær at gera alt fyri
at varðveita. Talan er um
ein sáttmála, sum hevur
eitt fyrstahonds virði upp
á eina kvart milliard
krónur og sum er ein
veldugur grundstudul
undir hesum
samfelagnum. Tað snýr
seg um eini 20.000 til
25.000 tons, og tey fara
vit ikki at geva leys til
spekulatiónirnar hjá
Jørmund Vágadal, Albert
Mortensen og.
Hetta samfelagið hevur
ikki havt so nógvar inni-
løgur - er ikki vorðið nógv
ríkari - av hasum monn-
unum. Hasa gonguna
kenna vit. Vit hava ikki
góðar royndir av teimum í
føroyskum vinnulívi. Við
hesum sipar Tummas Ara-
bo ikki til fiskimenninar,
sum manna skipini, men
til stigtakararnar.
Se
rr
fe
Tummas Arabo: -Hetta eru menn, sum hava skulkað sær
undan sínum samfelagsskyldum í Føroyum við m.a. at
lata seg skráseta í útlandinum. Nú royna teir so spæla
martyrar. Slíkar hava eg onga samkenslu við.
Spæla martyrar
-Hvussu kennir tú tað at
vera kallaður fyri heila-
vaskaður kommunistur av
Jørmund Vágadal?
-Tað er nógv fyri at
hoyra slíkar menn, sum á
henda hátt hava skulkað
sær undan sínum samfel-
agsskyldum í Føroyum.
Og tað er nettup tí teir eru
skrásettir uttanlanda. Nú
koma teir til Førova at
spæla martyrar. Ég ska
siga tað bart út, at eg havi
onga samkenslu við slík-
um monnunum sigur
Tummas Arabo og leggur
aftrat:
-Tað er talan um reina
spekulatión. Hetta eru
menn, sum eru meistarar
til at draga fólk og heið-
urligar fiskimenn upp á
tráð.
Mín stóða sum lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum er fullkomiliga
greið. Er tað nakað, sum
hóttir lívsgrundarlagið fyri
tey fólk, sum búgva í
Føroyum og sum reka
vinnu innan fyri okkara
reglur - so fara vit at
Jørmund Vágsdal og
aðrir eru vælkomnir at
skráseta síni skip í
Føroyum, men so mugu
teir so sanniliga eisini
fylgja teimum reglum,
sum her eru galdandi
sigur Tummas Arabo
-Tú hevur ikki gjørt
peningsverk sigur Jør-
mund Vágadal eisini!
-Tað verður upp til
onnur at dóma.
-Men er tað ikki gott, at
menn sjálvir taka stig til
at keypa bílig skip og
royna eydnuna við hesum
mongu skipunum?
-Teir skulu hava øll
lukkuynski frá mær, um
teir ikki koma upp á tvørs
av føroyskum áhuga-
målum. Teir eru væl-
komnir at fiska å Hatton
Bank, Reykjanesrygginum
og aðrastaðni við.
Skrásetið tykkum
í Fsroyum
Tummas Arabo vísir tó á,
at eru teir skrásettir í
ødrum londum, so hava
teir heldur ikki tey
rættindi, sum fylgja við at
sigla undir føroyskum
flaggi.
-Men ht lata hesi
skipini seg so ikki skráseta
í Føroyum fyri at sleppa
at fiska á djúpum vatni?
-Tað kunnu teir. Einki
er til hindurs fyri tí. Teir
eru vælkomnir at koma
undir føroyskt flagg. Vit
hava jå dømi um hetta.
Tað er Ljósafelli, sum er
skrásettur í Føroyum og
sum fiska í altjóða sjógvi.
jan