Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ES Nr. 63—2. APRIL 1994 Síða7 => pápanum, hevði sjálvur verið í Afganistan í kriggi. Hann lat illa at, sigur Jákup Jákup er rættiliga kringur í enskum, men tað eru russararnir vanliga ikki. Hinvegin skilir Jåkup ikki nógv av teirra russiska, men væl ber til kortini. Jákup kennir tó fleiri orð á russiskum. Serliga hvat teir ymisku billutirnir eita, men verri er at seta tey saman til dagligt prát. Ríkur - men Ikki í pengum Arbeiði, sum eitt slag av russiskum > ambassadøri, tekur nógva tíð, og ríkur verður Jákup ikki av tí. -Ríkur,- jú, tí hetta hevur sanniliga ríkað mítt lív. Men ikki í pengum. Heldur tvørtur ímóti, men tað ger minni, heldur Jákup. Eg havi fingið mangan góðan døgurdan umborð, og tað hendir seg meira enn so, at eg fari í landi við onkrari teyggju. Tað fekk hann eisini í gjár, tá hann vitjaði umborð. Ikki færri enn 155 :i/ar hevur Jákup hjálpt rússarum at keypa Men hví hevur Jákup Hansen vid Gøtugjogv fingið úlíkan alsk til sjó- menn. Hevur hann sjálvur verið sjómaður? -Eg var sum ungur til skips í hálvtannað ár, men eg nyttaði einki sum sjó- maður. Eg var so ringur av sjóverki, og fór í land. Tá fór eg til Knút skómakaran í Havn og bað um lærupláss, og tað var gaman í, sigur Jákup. Ein skómakari hevur ikki so nógv at gera í dag sum hann onkuntíð hevur havt. Onkur konufólkahælur, og onkur bót onkustaðni. -Sólarnir eru so sterkir, og fólkið koyrir í bili heldur enn at ganga, sigur Jákup, og leggur aftrat, at tí hevur hann eisini góða tíð til sitt fritíðarítriv sum eitt slag av russiskum ambasadøri. Altíð vælkomin umborð Jákup Hansen sigur, at hóast hann hevur brúkt nógvar litrar av bensini í samband við sítt frítíðar- ftriv, eru teir pengamir væl farnir. -Eg vildi onga løtu, eg havi verið saman við russ- isku vinfókum mínum verið fyriuttan. Russisku sjófólkini eru hampafólk og ótrúliga vinsæl, og eg havi mangan sitið væl umborð, og fingið mangan góðan bitan, sigur Jákup Hansen, skósmiður og russiskur ambassadørur í Gøtu. Orð: Tórfinn Myndir: Kalmar Jákup hevur nógvar russiskar vinkonur. Her er hann saman við einari, sum áhugað lurtar eftir meðan Jákup sigur henni hvat Sosialurin skrivar um Vasiliy Avdonkin. Jákup fer brøv víðahvar úr Russlandi og tað er hann sera fegin um. Hann goymir tey øll Firma- og einstak- lingakapping "94 Leygardagin 9. april skipar Havnar Bólt- felag fyri almennari innandura firma- kapping i fótbólti i Gundadalshøllini Leikarar, sum hava luttikid i 1., 2. og 3. deild 1993 hava ikki loyvi at luttaka, vit vilja fylgja hesum treytum so væl sum gjør- ligt. Kappingarreglurnar eru tær vanligu, 4 leikarar á hverjum liði + 1 eykaleikara — glidandi taklingar, hart spæl, og at sparka bóltin út um bandan við vilja, er útvísing inntil skorað verður, annars frítt spæl. Tekning til kappingina fer fram á tlf. 15742 ella á tlf. 10760. Seinasta freist at tekna til kappingina er friggjakvøldiå 8. april kl. 18.00. Ferðasteyp og ognarsteyp verður givið ti vinnandi liðinum. Kostnaður: 250 kr. fyri liðið. ol D) 1904 Ringið! - og vit skriva (O11820