Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 63 — 2. APRIL 1994 Skómakarin Í Gøtu er russiskur ambassadørur Hann er 78 åra gamal. Hevur hundradtals vin- fólk ymsastaðni i Russlandi og hevur hjálpt russarum at keypa 156 bilar i Føroyum Tað byrjaði alt við, tá hin 78 ára gamli Jákup Hansen, sum er skósmiður við Gøtu- gjógv, var ein biltúr á Toft- um. Á veg heimaftur varn- aðist hann tveir russiskar sjómenn, og beyð teimum upp í bilin. Teir søgdu, at teir ætlaðu sær til Gøtu, og ørindi teirra vóru at keypa onkran gamlan bil. Hetta var í januar mánaði í 1991. Annar teirra var radiomek- anikari, og hin elektrikari. Tað eydnaðist teimum ikki at fáa fatur á nøkrum der sita teir báðir, Jákup Hansen, og ein av vinmonnum hansara, Viktor Bjesdolnyj, skipari, umborð á Vasilyj Avdonkin og hyggja eftir myndum, Jákup hevur tikið av russiskum sjómonnum. bili í Gøtu, men í Fuglafirði gekst betri. Har komu teir fram á ein bil, teir kundu fáa fyri 5.000 krónur, men so mikið høvdu teir ikki uppi á sær. Teir máttu tí á Skála, har skip teirra lá, eftir peng- um. Jákup beyð sær til at koyra teir og at koma eftir teimum aftur morgunin eftir til Fuglafjarðar- við peng- unum og eftir bilinum. Hetta var fyrsta tænastan, Jákup hevur gjørt russisk- um sjómonnum í Føroyum, og síðani hevur hann hjálpt teimum so mangan. Hendan hendingin gjørdi, at Jákup nú hevur hundraðtals vin- fólk víðahvar í Russlandi. Jákup er at kalla dagligur gestur á Skála, har hann vitjar russisku sjófólkini. Sjófólkini, mugu vit siga, tí tað eru ikki bert menn um- borð. Vanliga eru konufólk, sum matgera umborð á russisku skipunum, og teimum hevur Jákup als einki ímóti at koyra biltúr við, sigur hann. Um alt landið koyrir hann við útlendsku vinfólkum sínum. At leita eftir bilum og eykalutum, og mangan eru tey á Sandvíkarhjalla, haðani mangur góður fong- urin er komin. Keypt 156 bilar -Eg eri einsamallur í húsi, havi góða tíð, og hví so ikki hjálpa hesum fólkum sum veruliga hava hjálp fyri neyðini, spyr Jákup. Hann er sjálvandi eisini komin at kenna skiparan á Vasiliy Avdonkin, Viktor Bjesdolnyj, sum heur verið á Skála síðani síðst í august. -Hann var ikki meira enn komin til Føroya, tå hann spurdi meg, um eg tímdi at koyra seg til Havnar tí hann ætlaði at keypa sær ein bil. Tað eydnaðist umsíður. Hetta var ein av teimum 156 bilunum, Jákup hevur hjålpt russarum at keypa. ; Jåkup sigur, at f flestu fórum hava russararnir verið væl nøgdir, men onkuntíð hevur keypið Tíðindablaðið eydnast minni væl. Lesa dúgliga Soslalin Lýsingartorgið í Sosialin- um er hent amboð hjá russ- isku sjófólkunum, greiðir Jákup frá. -Radiomekanikarin, sum keypti bilin í Fuglafirði, skrivaði til mín, tá hann var heim aftur komin, og heils- aði frá einum vinmanni, og bað meg hyggja í Sosialin, um eg ikki fann ein hósk- andi bil til hansara. Nei,- tað er ikki bert Jákup Hansen í Gøtu, sum lesur billýsing- arnar í Lýsingartorginum í Sosialinum. Hesum eru russarar sanniliga eisini áhugaðir fyri. -Vit keypa mangan Sosi- alin at hava umborð, og dúgliga trola vit Lýsingar- torgið igjøgnum. Bæði eftir bilum og eykalutum, greiðir Jákup frá. Sjálvur hevur Jákup ikki verið í Russlandi, men mangan er hann bjóðaður yvir. Tað kundi hann væl hugsað sær og ivast ikki í, at hann hevði verið væl mót- tíkin har yviri. -Jú, eg havi hundraðtals av vinfólkum har yviri. Líka úr Sibiria, Moskva, Arkangelsk og Murmansk, og mong eru tey brøvini eg fái frá teimum. -Tey skriva mest um bilar. Onkur, sum vil keypa, og onnur, sum takka fyri góðan Jákup Hansen er skómakari. Hann minnist aftur á eitt av teimum kvinnuligu sjófólkunum, hann einaferð prátaði við umborð.Jákup varnaðist, at hon heyði hol á skónum. Hetta ber ikki til, helt Jákup. Eg eri skómakari og havi nógvar skógvar við hús. Hann fór so heim eftir tvinnum skóm til hennara og tvinnum til dóttrina. Og ikki skuldi verið neyðugt at sagt, at hon var glað. bil, tey keyptu, tá tey vóru í Føroyum. Men tey greiða eisini frá, hvussu ringt skilið er har yviri. -Onkuntíð, eg havi verið umborð, hevur onkur sitið og lisið bræv, hann hevur fingið heimanífrá. Eg gloymi ikki ein ungan russ- iskan sjómann, sum sat og las bræv, hann hevði fingið frá pápa sínum, sum skriv- aði, at hann sat bæði svang- ur og kaldur heima. Hesin ungi sjómaðurin sat og græt, men lítið kundi hann gera fyri at hjálpa teimum heima. -Ikki er tað tær mongu krónumar teir fáa, men er møguleiki, so senda tey pengar heim. Hesin, sum sat og græt við brævinum frá =>