leygardagur 2. apríl 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
AU ——
— —
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 63—2. APRIL 1994 Síða5
Hedin Mortensen:
Finni meg ikki í øllum
- Tað er beinleiðis ósatt, at Lisbeth L. Petersen royndi at fáa sam-
band við meg, tá hon skuldi hava farloyvi úr tinginum, sigur Heð-
in Mortensen, sum heldur tað vera at gera ov nógu burturúr, tá
sagt verður, at kreppa er í býráðssamgonguni í Havn
Tað skilstå øllum brøgdum,
at kalt er millum býráðsfor-
mannin í Havn, Lisbeth L.
Petersen, og partamann
hennara í býráðnum, Heðin
Mortensen.
Tað sást ikki bara mána-
kvøldid, tå Hedin Morten-
sen ikki vildi atkvøda fyri
samgonguuppskotinum um
at geva bankunum heimild
til at samráðast við hinar
lánveitararnar vegna før-
oysku kommunurnar.
Hedin Mortensen skilir
ikki, hví so nógv verður
gjørt burturúr, at hann at-
kvøddi í móti. Í hansara
verð var hetta ikki nakað
samgongumál, og tí kundi
hann hava aðra stóðu. Heð-
in Mortensen sigur seg hava
ta greiður stóðu, at Tórs-
havnar kommuna onga
grund hevur fyri at skuld-
arbinda seg fyri lánini hjá
hinum kommunum. Havn-
ar kommuna kann sjálv
samráðast við sínar før-
oysku kreditorar um at
lækka rentuna á lánum. Tey
útlendsku lánini hjá Tórs-
havnar kommunu hava ikki
so høga rentu. Heðin Mort-
ensen góðtekur ikki kravið
frá bankunum, at allar
kommunur skulu vera við.
Slíkt krav kunnu bankarnir
ikki seta.
Men undan hesum var ein
onnur hending, sum avdúk-
ar, at ikki er so gott ímillum
tey bæði. Dimmalætting
umrøddi mikudagin hend-
ingina, ið ikki kann tulkast
ødrvisi enn, at Lisbeth L.
Petersen, sum eisini er løg-
tingsmaður, ikki vildi lata
næsta mann á sambandslist-
anum sleppa inn, tá hon fór
burtur. Næsti maður á er
Heðin Mortensen.
Stólurin hjá Lisbeth L. Petersen stóð tómur í løgtinginum,
tí Heðin Mortensen var burturstaddur og av formligum or-
søkum slapp næsti maður ikki inn
Herfyri bað Lisbeth L.
Petersen um farloyvi úr
tinginum. Heðin Mortenen
var tá burturstaddur. Lis-
beth L. Petersen segði við
Dimmalætting mikudagin,
at hon fleiri ferðir royndi at
fáa fatur á Heðini, men at
tað ikki eydnadist. Hon
skuldi hava fatur á Hedini, tí
treytin fyri, at næsti maður
aftaná Heðin kundi koma
inn, var at Heðin váttaði, at
hann ikki kundi meta.
Mynd: Kalmar
Segði einki
— Tað er beinleiðis Ósatt, at
hon hevur roynt at fingið
fatur á mær ella mínari fam-
ilju, sigur Heðin.
— Friggjakvøldid var eg á
landsfundi hjá sambands-
flokkinum, og har segði eg
Lisbeth Petersen, at eg
skuldi burtur morgunin eft-
ir. Eg spurdi, um nakað ser-
ligt fór at verða fyri í bý-
ráðnum, men tað var tað
ikki, sigur Heðin. Hann var
ongan veg farin, hevði hann
vitað, at hann skuldi í tingið,
sigur hann.
Longu mánamorgunin
sendi Lisbeth løgtinginum
skriv og bað um farloyvi.
Maðurin á listanum aftaná
Heðin er Eilif Samuelsen.
Hann kom inn í tingið, tí tey
høvdu ætlað, at hann skuldi
fáa sæti fyri Lisbeth, men
ikki bar til, tí einging áttan
var frá Heðini um, at hann
ikki kundi koma.
Alt hetta frætti Heðin
Mortensen einki um, fyrr
enn hann kom heimaftur.
Hann váttar tó, at løgtings-
skrivstovan sendi honum
eitt telefax til Finnlands,
men hetta fekk hann so mik-
ið seint, at tá kundi alt gera
tað sama.
Ikki fornermaður
— Eg havi onga orsøk til at
vera fornermaður, men tað
harmar meg, tí tað er so nið-
ursetandi fyri mínar velj-
arar, at eg sum tridi maður á
listanum í Suðurstreymoy
ikki sleppi inn á ting, tá eg
eigi. Hetta er ikki fyrstu
ferð, eg eri forðaður í at
sleppa inn á tring, og eg
sigur Heðin Mortnsen.
Hann veit ikki, hvat tey
hava ímóti, at hann sleppur í
tingið.
Og hann afturvísur, at
stødutakan hansara í býráð-
num var nøkur hevndarat-
sókn, tí hann ikki slapp í
tingið.
— Hatta eru tvey mál, ið
einki hava við hvert annað
at gera, sigur Heðin Mort-
ensen.
randi
Verkbannið sæst aftur |
9,6 mió. krónur vórðu goldnar út í arbeiðsloysisstuðuli upp undir
páskirnar
Mikudagin var aftur útgjald
til tey arbeiðsleysu. Tey
heiltíðararbeiðsleysu fingu
fyri stillu viku og vikuna
fyri. Fiskavirkisfólkini
fingu fyri tvær vikur - eina
viku forskotið.
Tølini frå Arbeiðsloys-
isskipanini fyri býtið av
arbeiðsleysum millum
økini gevur ikki nakra
greiða mynd av, hvussu nú
stendur til, tí tíðarskeiðið
fevnir eisini um ein part av
tíðina, meðan trolaraflotin
lá, og lítið og einki var at
gera á teimum flestu fiska-
virkjunum.
Tá seinasta útgjald var,
hevði óvanliga nógv arbeiði
verið, og fiskavirkini høvdu
havt væl fleiri fólk í arbeiði.
Tí minkaði talið av arbeiðs-
leysum seinast við 177.
Nú er tað aftur vaksið við
116, og tað er vaksið mest í
Eysturoynni og í Vágum.
4133 fólk fingu pengar
sum heiltíðararbeiðsleys,
og tey fingu tilsamans
8,361 mið. krónur.
At trolaraflotin lá sæst
serliga aftur í yvirlitinum
yvir fiskavirkisfólk, sum
fingu ískoytisstuðul. Tað
munnu hava verið tey
fægstu, sum høvdu fulla
arbeiðsviku, tí 650 fiska-
virkisfólk fingu ískoytis-
stuðul. Tey fingu tilsamans
1,247 mió. krónur.
Tey flestu sum fingu
ískoytisstuðul, vóru í Eyst-
uroynni, 233.
Samlaða útgjaldið hesu
ferð var sostatt 9,6 mið.
krónur.
randi
FULLTRUI
til skrivstovuna hjá
Kærunevndini
í almannamálum
Starvid sum fulltrúi hjá Kærunevndini í
almannamálum verður við hesum lýst
leyst til setan skjótast gjørligt.
Kærunevndin í almannamálum er
endaligi fyrisitingarligi kærumyndug-
leiki viðvíkjandi kærumálum sambært
forsorgarlógini, barnaforsorgarlógini,
avlamispensiónslógini, fólkapensi-
ónslógini, dagpeningalógini, løgtings-
lógini um uppískoytisveiting til einkjur,
legtingslógini um samsýning fyri at
ansa eldri og óhjálpnum heima og løg-
tingslógini um bjálvingarstuðul til pen-
sionistar.
Kærunevndin í almannamálum hevur
eina sjálvstoðuga skrivstovu, og við-
komandi, ið settur verður, skal fyrireika
tey mál, sum skulu viðgerast í kæru-
nevndini. Herumframt skal viðkomandi
vera fastur skrivari hjá kærunevndini.
Umsøkjarar skulu hava lokið løg-
frødisligt embætisprógv ella samsvar-
andi útbúgving.
Starvið er fulltíðarstarv, og verður lent
sambært sáttmála millum Feroya
Landsstyri og Búskapar- og løgfrød-
ingafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til deildarstjóran
á almanna- og heilsudeildini á Lands-
skrivstovuni, Johnny Winther Holbech,
tlf. 11080.
Umsóknarfreistin er sett til 18. apríl
1994.
Umsóknir vid neydugum prógvum
skulu sendast til:
Føroya Landsstýri,
Almanna- og heilsudeildin,
Postrúm 64,
110 Tórshavn.
Føroya Landsstyri, 29.03.1994
1. & 2. påskadag
verdur
FRAMSÝNING
MODELLBÁTUM , -SKIPUM
& -SLUPPUM
í NSÍ-húsinum í
[TROTTARHØLLINI í Runavík
frá kl. 14-20
Atgongd kr. 20