Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 63—2. APRIL 1994 Løgmadur um banka- frágreiðingina Bankarnir klára tað um steðan ikki versnar Í ársfrágreiðingum sínum siga bankarnir, at tað er ikki óhugsandi, at neyðugt verð- ur at útvega bankunum meira av peningi, verða ikki åvis framtøk tikin. Heldur løgmadur, at neyðugt verður at bjarga bankunum eina ferð enn? -Eg skilji hetta sum eitt fyrivarni, báðir bankarnir taka. Teir siga, at verður virksemið í samfelagnum minni enn nú, so gongur tað eisini út yvir bankarnar, tí bankarnir eru ikki sterkari enn búskapurin, sum teir sjálvir siga. -Vit kunnu so meta um, hvussu verður við virksem- inum framyvir. Sjálv meti eg støduna í dag at vera soleiðis, at einki bendir á, at virksmið í landinum er í minking í løtuni, og mangt bendir eisini á, at niður- gongdin annars er steðgað í ferð. Millum annað er væl meira avreitt higartil í ár. Haraftrat halda inntøku- og útreiðslutglini hjá lands- kassanum, sigur løgmaður. Hon leggur aftrat, at hóast ein skal vera varðin við metingum so lesir hon frá- greidingamar frá bankun- um soleiðis, at um talan ikki er um framhaldandi aftur- gongd, so skuldi verið ein møguleiki fyri at vit sleppa heilskapaði burturúr. -Akuttan tørv, fyri fleiri pengum til bankarnar, dugi eg ikki at síggja nú, sigur Marita Petersen. Løgmadur sigur, at nógv avgerandi er, hvussu viður- skiftini hjá sethúsaeigarun- um fara at laga seg, og her spælir kommunuskatta- byrðan inn. -Fáa kommunumar nú eina endurfígging, átti at borið til at lækka komm- unusattin, og tað fer at hjálpa. Landið hækkar Ikki skattin Um tað fer at eydnast kommununum at lækka skattaprosentini, kann tað so hugsast, at landið fer at hækka skattatrýstið tils- varandi? -Nei. Kanst tú vátta tað 100 prosent? -Vit hava als ongar ætlan- ir um at taka fleiri pengar frá fólki, sigur løgmaður. tór.- Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 28. april 1994, kl. 09.00 tvangsauktion, (AS 850/93) over matr. nr. 1939, Glyvrar beliggende Saltang- ara. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940023) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 577 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 143 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 28.03.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. Bert nøkur fá orð um tað, sum rennur fram fyri ein av teimum mongu, sum noyðast at flýggja í hesum døgum. Tá vit fluttu til Føroya í síni tíð, eftir at hava búð í Danmark í nógv ár, vóru vit børn ókend við før- oyska samfelagið. Eg var bert nýggju ára gomul og tá var eg "dani" - eg dugdi hvorki at tosa ella skilja hetta málið. Eg fór í 3. flokk og gekk til eykatímar fyri at læra føroyskt. Í skúlanum lærdu vit um føroysk kvæði, grind, fugl og mangt annað, sum var púra ókent fyri okkum, men sum kortini ikki gjørdi tað minni áhugavert at ganga í skúla. Tað vardi ikki leingi, so gekk eg eisini í úlpu eins og tey føroysku børnini. Í frítíðini fóru vit børn og foreldur á seiðaberg, og vit kendu okkum rættiliga væl í hesum nýggja umhvørvi- num. - Eg hugsaði mangan, hvussu gott tað var at búgva í Føroyum,.og eg segði eisini við foreldrini, at hetta var tað besta, sum tey høvdu gjørt, tá tey gjørdu av at flyta heimaftur Í dag hugsi eg um allar tær familjur, sum flyta av landinum við småbørnum, og um, hvussu tey fara at trívast. Um tað eydnast teimum eins væl og tað eydnaðist okkum at flyta hendanvegin, ja so vilja hesi børn verða danir, eins | og eg vildi verða føroying- ur, tá vit fluttu heim. Tey fara kanska eisini at takka sínum foreldrum fyri, at tey sluppu at gerast danir. - Nú verður tosað um, at Føroyar fara at missa eitt heilt ættarlið. Eg vænti, at tað verður nógv meir enn tað. Nógv hevur verið skrivað um førda politikkin í seinastuni, og eisini um høvudsvinnuna og hvussu henda skal skipast frameftir, hóast tann beiski sannleikin í dag er, at Føroya fólk er besta vøran og so sanniliga eisini dygdin i føroysku útflutningsvinnuni í løtuni. Eitt gamalt orðatak sigur, at "grasið er grønari hjá grannanum'. Tað situr ikki so væl longur. Í dag er "grasið ikki longur grønari hjá grannanum". Fólk berjast alt tað, tey eru ment, fyri | at sleppa at verða | búgvandi í sínum egna | landi. Tey, sum hava arbeiði, Í verða so hart kroyst í skatti og avgjøldum, at tey | nú hugsa, hvørt tað loysir | seg at fara til arbeiðis | hvgnn morgun. Einki er eftir av lønini, tå útreiðslurnar eru goldnar, umtramt at tey fægstu megna at gjalda tær føstu útreiðslumar. Eg rokni við, at um | orðið arbeiðsloysi var ókent í Føroyum áður, so er orðið "motivatión" ikki minni ókent í dag, og tað er eisini lætt at skilja. Lærdómur er tungur at bera. Tá eg fór til Danmarkar at lesa, segði eg altíð, at eg fór heim við fyrsta flogfari, tá eg hevði verið til seinastu royndina. So bleiv ikki. Longu meðan eg gekk í skúla versnaðu tíðirnar í Føroyum, og tað gjørdist eisini greitt, at einki arbeiði fór helst at vera | liðug at lesa. Tað er eisini vorðin ein eyka byrða hjá ungum les- andi at fara av landinum, fyri mær heima, tá eg varð | Tíðindablaðið Eg takki fyri meg Sjónarmið Tað var hugnaligt tann tíð tað var, heldur tann 26 ára gamla Bjørg, sum ímóti sín- um vilja er farin í útlegd, og sum her bersøgin sigur frá, hvussu tað kennist at fara tá ein hugsar um, hvussu stødan er heima. Tá eg gekk í skúla í Danmark, búði eg á einum kollegie, har fleiri føroyingar vóru. Vit vitjaðu inni hjá hvør ødrum hvønn dag, og tosið | datt av sær sjálvum aftur á kreppuna í Føroyum. Vit tosaðu um tað hvønn dag. Sum lesandi hevur tú ivaleyst at hugsa um, eitt nú um tú ikki stendur royndina, so missir tú kanska stuðulin 0.s.fr. Hetta eru mål, sum øll lesandi kenna. Nú er spurningurin: hvussu hava foreldrini tað heima, og kunnu tey koma í ta stóðu, at tey missa Hetta er nýtt. Áður var tað nóg mikið hjá ungum fólki at fara burtur, og at klára seg sjálvan. Heima høvdu tey tað gott, vistu vit. Nú skulu tey, sum hava ráð at fara heim at ferðast, biða um innivist hjá omm- um og abbum, tí onkur fremmandur hevur keypt húsini hjá teimum. Húsini, sum tey eru uppvaksin í. So er spurningurin, um ikki Føroyar er vorðið "Eitt fólk - tvey ríkir", og at vit av hesum eru vorðin rótleys. Ná, men nú fari eg at takka fyri meg. Tað var hugna- ligt tann tíð tað var! Vónandi sleppi eg aftur til Føroya einaferð, og vónandi fari eg at síggja familjuna hjá mær aftur. Hart er at fara, tí tað eru nógv eldri fólk í familjuni. Tað er beiskt at siga teim- um farvæl, teimum sum hava bygt hetta landið, og sum vit øll vita, ikki hava ábyrgdina av, at landið nú liggur lamið. Hvussu var tað nú við kreppuni, tók nakar ábyrgdina á seg? Bleiv nakar føroyingur ríkur av hesum? Bjørg Joensen PS: Familjan hjá okkum | telur foreldur og fýra børn, harav situr mamma einsa- møll í Føroyum, og vit - ja vit búgva "sjálvsagt" niðri. | PSS: Náttúruna kann eingin tó taka frá okkum. Ellis- og Avlamisheimið Í Vágum sekir eftir! sjúkrasystrum, sjúkra- hjálparum, umsjónarmanni og ein- støkum hjálparfólkum at avloysa í summarfrítíðini. Skrivlig umsókn verður at senda til heimið áðrenn 26. apríl.