leygardagur 2. apríl 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið €2 Nr. 63—2. APRÍL 1994 Síða 13
Bjarti Mohr, stjóri í Fiskavirking:
Fleiri løgtingsmenn hava
skotið upp um at endur-
skipa vrakarastovnin við
serligum atliti til salt-
fiskaframleidlsu og -út-
flutningi. Sambært upp-
skotinum skal allur salt-
fiskur, sum fluttur verður
úr Føroyum, verða mettur
og flokkaður av vrakarum
undir umsjón av yvir-
vrakara ella vrakieftir-
litsmanni.
Ein av teimum, sum
avgjørt ikki tekur undir
við hesum uppskotinum,
er stjórin í Føroya Fiska-
virking, Bjarti Mohr.
Hann sigur, at vrakara-
stovnurin émøguligt må
setast å stovn aftur.
Fyri tað fyrsta kostar
hann sera nógv at reka og
haraftrat kemur, at tað í
dag eru nøkur heilt onnur
viðurskifti enn áður, sum
eru orsøkin til, at minni
verður útflutt av saltfiski.
M.a. hava virkini lagt seg
meira eftir góðskaðum og
ferskum vørum. Síðani er
tað hent, at saltfiskafram-
leiðslan í Føroyum er
vorðin specialiserað tvs.
bæði í Klaksvík og á
Hulki.
-Mær vitandi hava hesi
virkini ongar trupulleikar.
Fer tú nú inn og broytir
upp á hesa gongd, har tað
m.a. skal verða vrakað
eftir almennum reglum og
eftirliti, so leggur tú teg út
í tær avtalur, sum eru mill-
um kunda og framleiðara.
Vit enda aftur í luta-
felagstankanum við pulj-
um ol., og har allir eru
Avgjørt ímóti at fáa
vrakarastovnin aftur
eins, nakað, sum vit
annars nettup eru farin frá
sigur Bjarti Mohr.
Hvert virki ábyrgd
Stjórin í Fiskavirking vísir
á, at allir framleiðarar eru
ikki eins og ætlar Fiska-
virking eisini at fara undir
miðvísa og specialiseraða
saltfiskaframleidslu á
Toftum.
-Tað má vera soleiðis,
at hvert virki sær og hver
leiðari hevur ábyrgina av
sínum vørum. Tað ber ikki
til, at tað nú skulu koma
almennir eftirlitsmenn inn
og siga, hvussu vørurnar
skulu síggja út.
Bjarti Mohr heldur
eisini, at tað er ynski hjá
hvørjum einstøkum fram-
leiðara at gera eina so
góða vøru sum tilber.
Hann heldur somuleiðis,
at tað er nóg mikið av
eftirliti á virkjunum.
Hetta kostar pengar, og vit
mugu so sanniliga eisini
hugsa um, hverjar
útreiðslur vinnan kann
bera sigur hann.
Sjálvur heldur Bjarti
Mohr, at slík vrakaraskip-
an er eisini ein flýggjan
frá ábyrgdini. Tað má og
skal vera virkið og leiðari
tess, sum hava ábyrgdina.
trupulleikar
Stjórin í Fiskavirking
sigur seg annars einki
kenna til, at tey virkini,
sum hava gjørt seg út til at
arbeiða saltfisk, hava havt
stórvegis trupulleikar. -Eg
havi tvørturiméti bara
hoyrt gott um hesi virki,
tvs. tað í Gøtu og Vað-
horn.
-Eg má viðganga, at eg
tí ikki veit, hví hetta
uppskotið kemur fram nú.
Tað virkar sum menn
stara seg blindar í eini
dreymaverð, har tankarnir
leita aftur til eitt “Faroe
Fish" hugtak, sum er
vorðið avoldað. Nú eru
vit á veg út úr
planbúskapinum. Og hann
mugu vit ikki venda aftur
til við eitt nú vrakara-
stovninum heldur Bjarti
Mohr.
jan
Bjarti Mohr, st
jóri í
Fiskavirking:
Leggið ikki flotan
-Tað ringasta, sum kann henda nú, er, um
flotin aftur verður lagdur. Virkini hava
brúk fyri fiski, og arbeiðsloysið er stórt. Tí
vóni eg, at partarnir tosa saman og finna
eina loysn, so sleppast kann undan at
leggja alt samfelagið lamið.
Hetta sigur stjórin í Fiskavirking,
Bjarti Mohr. Hann heldur ikki, at virk-
semið fer at vaksa í ár og vísir eisini á
vandan fyri, at kvoturnar longu eru
uppfiskaðar í august ella september, og tá
verður so einki at gera seinasta
ársfjórðingin.
Verkfallið kostaði Fiska-
virking dýrt. Hvussu nógv
vil stjórin ikki siga, men
talan eru um milliónaupp-
hæddir. Bjarti Mohr, stjóri
í Føroya Fiskavirking
vónar ikki, at álvara
verður gjørt av at leggja
flotan aftur, tí hetta kann
fáa álvarsligar avleiðingar
fyri alt samfelagið. Øll
virkini hava brúk fyri
fiski, og arbeiðsloysið er
stórt, so eitt nýtt verkfall
nú hevði bara gjørt ilt
verri, og tað hava vit ikki
ráð til.
-Eg vil so sanniliga
ikki vóna, at teir finna upp
á at leggja flotan og fari at
biðja til, at partarnir allir
hugsa seg væl um, áðrenn
slík stig verða tíkin. Eisini
vóni eg, at menn brúka ta
neyðugu tíðina til tosa seg
til rættis sigur stjórin í
Fiskavirking við Sosialin.
Ikki meira virksemi
Fiskavirking hevur nú
góðar fimm mánaðir á
baki og nú vit runda fyrsta
kvartalið í árinum vísa
tølini, at Fiskavirking
hevur fingið nakað minni
av fiski en roknad var
við.
Sjálvur heldur Bjarti
Mohr, at teir eru við at
finna stevið, hóast Fiska-
virking framvegis hevur
einstakar trupulleikar at
dragast við. Hetta er tó
heilt nátúrligt fyri fyri-
tøkur, sum eru lagdar
saman.
Vit hava eisini biðið
stjóran í Fiskavirking um
eina viðmerking til úttal-
ilsini hjá bankunum um, at
veksur virksemið ikki
aftur, so verður kanska
neyðugt at fara til Dan-
markar aftur eftir pengum.
Bjarti Mohr væntar
ikki, at virksemið fer at
vaksa í ár. Hann heldur
tað er givið, at nýggja
kvotaskipanin fer at ávirka
arbeiðið landi og ber
eisini ótta fyri, at hon
kemur at vaksa um
arbeiðsloysið.
Hann vísir í hesum
viðfangi á, at skipanin,
sum er sett í verk, kann í
teoriini merkja, at gll
kvotan er uppfiskad i
august ella september.
Tvs. at tú tå einki arbeiði
hevur á virkjunum í ok-
tober, november og de-
sember.
Stjórin í Fiskavirking
heldur tað tó vera avgjørt
neyðugt við stovnsrøkt.
-Vit mugu eygleiða
stovnin sum ein banka.
Um tú bert tekur pengar
út, so verður kassin tómur.
Tú er noyddur at seta inn
eisini.
Megna ikki at
gjalda alt aftur
Nú so nógv verður tosað
um at fara aftur til Dan-
markar at tosa við stjórn-
ina um meiri pengar hava
vit biðið stjóran í Fiska-
virking um eina við-
merking til hetta aftur-
vendandi málið!
-Tað er fullkomiliga
veruleikafjart at ímynda
sær, at vit vera før fyri at
gjalda alla skuldina aftur.
Og tað ódámliga í hesum
er, at tað mesta av skuld-
ini, sum tað almenna
skattaborgin - nú skal
gjalda, í veruleikanum er
privat skuld. Henda
gongdin hevur verið sera
órímulig, og mugu vit
eisini viðganga, at tað er
6møguligt at skula gjalda
alt hetta aftur við skatta-
borgarans pengum.
Bjarti Mohr viðgongur,
at tað er ov seint nú at tosa
um, hvat átti at verið gjørt,
men spurningurin um
skuldina átti at verið eitt
mál millum teir privatu
kreditorararnar og debi-
torarnar. Nú er hetta bara
koppað yvir á skattaborg-
aran.
Fiskavirking hevur að-
alfund tann 19. apríl.
jan
BERGMENN
dansitónleikur ið dugir