leygardagur 2. apríl 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hetta skrivaði onkur í Fóroyingatíðindi í 1893. Men nú - 101
ár seinni, eru somu sjónarmið enn at hoyra, tá kjakað verður
um fóroyska málið.
Vit prenta í dag triðja og seinasta part av hugleiðingunum i
#
samband við at tað fríggjadagin vóru liðin 175 ár síðani, at V.
U. Hammershaimb varð fóddur.
Eftir
Eirik Lindenskov
Við arbeiði sínum fekk
Hammershaimb sera stóra
ávirkan á skrivandi føroy-
ingar - fyri ikki at tala um
framtíðina.
Men sum prestur í
Kvívík ávirkaði hann tveir
ungar menn, sum gjørdust
kendir Føroyamålsvinir.
Teir vóru Kvívíks Jógvan
og Jóan Petur uppi í Tréð:
Í 1862 gjørdist Hamm-
ershaimb próstur og flutti
inn á Nes. Í 1878 fór hann
aftur til Danmarkar og
fekk har prestakall í Lyd-
erslev.
Óandalig tí og
drykkjuskapur
Lítið hoyrdist um målstarv
Hammershaimbs hesi 23
ár, hann er prestur og
próstur í Føroyum. Neyv-
an er tað av tí, at hann
hevði svikið sín ungdóms-
kærleika, men man heldur
hava sína grund í tí anda-
liga svøvni og óansi fyri
málinum, sum honum
møtti her.
Fólkið var ikki ókrist-
ið, men tað helt órykkju-
liga fast við gamlar siðir
og danskt mál í kirkjuni.
Søgn er, at Hammers-
haimb einaferð skuldi
royna við føroyskari præ-
diku í Kvívíkskirkju, men
hetta varð honum so illa
upptikið, at hann ongantíð
royndi hetta aftur.
Vit mugu heldur ikki
gloyma, at hetta man hava
verið tann mest óandaliga
tíðin, sum fólk okkara
hevur havt. Fríhandilin
varð júst komin, og hóast
hetta hevði stóra fram-
gongd fyri vinnuna við
sær, so toldi fólkið illa
hetta frælsi, tað brádliga
fekk. Tað fløddi so mangt
yvir fólkið við ti fria hand-
ilslívinum, sum tann veik-
ari parturin ikki dugdi at
vara seg fyri, eitt nú rús-
drekka. Hetta hevur uttan
iva havt stóran týdning
fyri = varðveitsluna av
gomlu mentanini. Hon var
mangan slept, og oyðslu-
semi og drykkjuskapur sett
í staðin.
Fall Ikki í fátt
Treyðugt so - fólkið fótaði
sær aftur, men gongdin
varð trupul. Hetta hevur
Hammershaimb óivað
sæð, og hann hevur havt
eina sterka trúgv á fólkið,
tá hann ikki fall í fátt og
kastaði alt frá sær.
Tí kann treysti hansara
undra okkum í dag. Men
vit kunnu bert viðurkenna,
at hann ofraði ein stóran
part av ungdómsmegi síni
til at savna okkara fornu
minni, ið høvdu livað í
Føroyum á mannamunni
frá gamlari tíð. Hann slóð-
aði fyri nýggjum andligum
lívi í Føroyum, samstundis
sum kongiligi einahandil-
in varð tikin av, og vegur-
in lá opin fyri føroyingum
at skapa sær vinnuvegir
sum onnur fólk.
Ræðslan fyri
tí nýggja
Mótstóðan var stór móti
teimum fyrr nevndu
donsku skúlunum. Níggju
ár seinni vórðu teir tiknir
av. Men hetta var ikki
fyrst og fremst av tjóð-
skaparligum ella málslig-
um orsgkum. Heldur var
hetta ein spurningur um
pengar. Tað var jú ein út-
reiðsla av hesum skúlum,
og børnini vóru eisini tikin
heimanífrá heilar dagar,
har tey skuldu gera nyttu.
Ræðslan fyri tí, ið nýtt var,
var heldur ikki enn farin úr
fólkinum, hon lá har sum
ein marra - eisini ræðslan
fyri kunnleika og upplýs-
ing.
Separatistiskir
tendensir
Realskúlin í Havn varð
vígdur í 1861, og árið eftir
fekk Hammershaimb
próstæmbætið og flutti
inn á Nes. Sum próstur var
hann límur í skúladirek-
sjónini, og royndi hann so-
leiðis at fáa settan á stovn
læraraskúla við realskúlan
í Havn. Hann ætlaði, at
ungir lærarar nú skuldu
búgvast út til at fara út á
bygdaskúlarnar.
Men skúladireksjónin
var ikki samd um hetta.
Um hetta mundið sótu um-
framt próstin, amtmaðurin
og ein løgtingsvaldur lim-
ur, H. C. Miiller, syslu-
madur.
P. Holten, amtmadur,
helt at uppskotið varð til
skaða, tí tað innibar >sepe-
ratistiskar tendensir<.
Miiller helt, at lærararnir
við realskúlan ikki høvdu
stundir eisini at lesa við
læraranæmingum.
Samstundis sum hetta
var fyri, kom bræv til
ríkisstýrið frá kommunu-
num, um ikki staturin vildi
styðja ein kommunalan
skúla, um hann varð settur
á stovn. Hetta eru so tær
fyrstu royndirnar at fáa
hópi á tí almenna skúla-
skapinum í Føroyum.
Stættartingið í
Roskilde. Hesi ting vóru
brúgvin frá einaveldi til
fólkaræði.. Tey kundu
bert gera tilmæli til
kongs - ikki taka
avgerðir. Bert 0. u. 3%
av fólkinum hevði
valrætt, og kongur valdi
sjálvur fleiri limir
Hammershaimb er tann, ið
eigur stóran part av æruni
fyri hesum.
Prestar høvdu klagað
Men tidimar broyttust, og
í 1870-árunum komu
nýggjar lógir, sum løg-
tingið hevði havt til við-
gerðar, hóast tær mundu
vera fullsmíðaðar í ríkis-
ráð kongs, áðrenn løg-
tingsmenninir sóu tær. Við
hesum lógum kom reglan
um, at børn yvir 7 ár
skuldu hava neyðuga
skúlagongd í 1872.
Flestu sóknarstýri tóku
hesa skyldu lættliga, og
lótu bert vera sum var,
men av við hana sluppu
tær ikki. Men eingin var tó
noyddur til at senda børn
síni í skúla, men lógin
kravdi upplýsing - kunn-
leika. Og tek frægast upp-
lýstu máttu viðganga, at
kunnleiki var góður, men
ábyrgdin var hjá teimum
sjálvum.
Hvaðani var henda á-
byrgdin so komin? - Hin
forni heimalesturin var
mest sum burtur dottin og
prestarnir gramdu seg um,
at børnini dugdu minni
enn fyrr, tá tey komu at
ganga til. Skuldu teir á-
byrgjast at taka tey fram,
máttu teir lata tey ganga til
í fleiri mánaðir, og hetta
var ómakur.
Prestarnir høgdu
=>
CA AO AE AE AE EO BP OT” AE Æ AE AP ÆT” ÆT