leygardagur 2. apríl 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 63 — 2. APRIL 1994 Síða 15
=
klagað, tí var ábyrgdin
komin, hildu fólk, og nak-
að mundi vera í tí.
Læraraskúli
Sum frá leið, komu fleiri
og fleiri skúlar og í 1871
var læraraskúlin í Havn
settur á stovn. Hetta var
eftir fyrr nevndu ráðum frá
Hammershaimb. Næming-
ar av bygd, sum ikki høvd-
u góð ráð at læra til lærar-
ar fingu 100 kr um árið í
stuðuli. Lærutíðin var at
byrja við bert 2 ár, seinni
3.
M. P. P. - »Med
paaholden Pen«
Men trodkadir inn å bygdir
við lóg vóru skúlarnir ikki.
Umsóknir um skúla komu
altíð frá sóknarstjórnini,
um tað so í upphavi var
sóknarpresturin, ið hevði
lokkað og lirkað fyri at fáa
málið á glið. Brádliga gekk
ikki fram við at fáa skúlar í
allar sóknir, tí so seint sum
í 1890 vóru fleiri sóknir, ið
ongan skúla høvdu fingið.
Hetta man vera besta
prógvið fyri, hvussu trekt
fólkið var at fáa til at taka
við tí, ið nýtt var. Sum eitt
dómi um, hvussu til stóð
nakað væl aftaná hetta
nevnda ár, kann henda
sannsagda søga vera:
»Ur einari sókn, sum enn
ongan skúla hevði, var frå
sóknarstjórnini komin um-
sókn til løgtingið um at fáa
skúla. Meðan tingið enn
sat saman, kom ein adressa
við hópi av undirskriftum
úr sóknini, sum bað um at
har ikki mátti koma skúli í
sóknina, tí tað var óneyð-
ugt, børnini dugdu sera
væl, tá tey fóru fyri prest.
Tá løgtingsformadurin
hevði lisið hesa adressu
upp og kom til nøvnini,
visti tad seg, at meginpart-
urin var undirskrivadur: M.
P. P. (»Med paaholden
Pen«). - Tá segði onkur
titingmadur, at sóknin
trongdi harðliga til skúla< -
sóknin fekk skúla!
Fer av landinum
Í 1878 fór Hsammmers-
haimb úr Føroyum, men
hann vildi fegin Vvitja
oyggjarnar afutr, og í 1893
sigldi hann sína síðstu Før-
oyaferð fyri at vitja vinir
og skyldfólk aftur. Hann
ferðaðist runt landið, og
allastaðni møti honum
stórur blíðskapur.
Í Havn var hann við til
ein fund um >Broyting<,
men annars legði hann seg
ikki út í tað stríð um skrift-
málið, sum tá stóð á.
Aðrenn Hammers-
haimb fór aftur til Dan-
markar, varð boðið til eina
stóra veitslu í Havnar
Klubba, har fleiri av lands-
ins bestu monnum hildu
rødu fyri honum.
Dagurin upprann, tá ið
Hammershaimb skuldi far-
a. »Laura« lá á vágni.
Politistarnir buðu sær til at
føra Hammershaimb um-
bord, men so komu løg-
tingsmenninir og vístu
honum ta æru, at rógva
hann út til skipið.
Nógvir bátar fylgdu
teimum, og fólk fór upp á
skipið fyri eina ferð enn at
siga farvæl. Frá bátinum
varð sungið ein yrking eft-
ir Jóannes Patursson:
»Vensil
legdi at Føroya landi
morgun ein so blidan,
nú vil
hann aftur i havid halda,
sigla
tann streymin striDa«.
Hetta var seinasta ferð
Hammershaimb í Føroy-
um. - Hann doyði 8. apríl
1909 í Keypmannahavn -
90 ára gamal.
Gomul sjónarmið
Nú øld er liðin, sidan
semja fekst um málspurn-
ingin, kann verða spurt,
hvussu gingist hevur. Hav-
a føroyingar tikið málið til
sín, og kunnu vit siga, at
vit hava eitt mál og eitt
skriftmál, sum vit við góð-
ari samvitsku kunnu kalla
okkara?
Jú - eingin ivi um tað.
Men bera vit kjakið, sum
er um málið nú á døgum,
saman við kjakið, sum var
fyri 100 árum síðani, so
síggja vit, at sjónarmiðini
ímóti málinum eru tey
somu, sum tá. Her eitt lítið
dómi úr Føringatiddi, mars
1893. Ein, ið nevnir seg
vinkonan skrivar. (Hon
nýtir ikki skriftmálið hjá
Hammersham):
>Nyv attanå alt mujt struj tjemur
"Gunnar fire vestan fjadl", o vil hæva
me til æd læra me æd skriva etter
Sjyvrakvæje. Naj, sie e: "Tæ er
Ujslanskt! Tæ hæve e sjálv hort Hænes
sia. Naj, Tvuj for ovlukkan! Ondjin
skæl fåa me til æd hidja æt tuj. E vil
itje hæva næka vi Ujslanskt æd djera.
Onga spennetrodje vilja vit hæva til
movvermæåle. O tæ sie e, æd fåje e itje
lov æd skriva efter mujnen hødde, so
skæl ondjin sujdja me nema pen atter,
tæ love e so dujrt.«
At Hammershaimb var
heppin við málinum, kann
hetta dømid siga okkum
nakað um, hvussu skilið
hevði verið, um vit høvdu
eittt skriftmål til hvørja di-
alekt: (Ur sama nummarið
av Føringatidindi):
»"Govandæh," siir
han. "Ertú
estringur," siir
Trønde. "Njái, e eri
Náringur, e eri
fæhrin hájmanifra
ujdjar...<
Hetta sigur okkum eitt
sindur um, hvussu heppin
vit vóru, at málfólkini tá
valdu réttu stavsetingina.
Varðveita dialektirnar
Eitt sum skriftmálið ber
við sær, er at garðarnir
millum díalektirnar fella.
Vit eiga at vera greið um,
at skriftmálið er ein >hótt-
an< móti dialektinum. Við
Vinkonan
hesum í huga, so eiga vit,
tilvitað, at leggja okkum
eftir at varðveita okkara
egnu dialekt. Vit eiga ikki
- sum vit føroyingar eru so
herviligi - at spotta ymsu
dialektirnar, sum vit hvor
sær halda vera løgnar. Di-
alektimar eru ein skattur,
sum vit eiga fram um eitt
nú íslendingar, sum hin-
vegin hava havt sítt skrift-
mål í øldir. Men aftur at
hesum eiga vit at gera
okkum greitt hvat er dia-
lekt, og hvat er málspilla.
Hetta kann koma í bland.
Ikki íslendka, ella
danska - men
føroyska vegin
Tá vit føroyingar kjakast
um mál, tosa vit um
„danska vegin< ella »is-
lendska vegin<. Hetta fyr-
ikemur mær heldur legið,
tí í mínum huga eiga vit
framhaldandi at fara tann
nátúrliga vegin, og hann er
hvørki danskur ella ís-
lendskur - hann er før-
oyskur!
Løgtingid. Tá id
løgtingid var endurreist
í 1852 vóru hesi húsini
bygd. Men endurreista
løgtingid var als ikki tað
sama, sum tað, ið varð
niðurlagt í 1816. Hitt
gamla var bæði
dómstólur og
tjóðarumboð.
Føroyskt er eitt av
teimum norðurgermansku
(norrønu) málunum, sum
skiltu seg úr tí indoevrop-
iska fyri nøkrum túsund
árum síðani.
Tey norrønu málini
skiltust aftur sundir í eyst-
urnorrøn (danskt svenskt
norskt) og vesturnorrgn
(føroyskt, íslendskt og ný-
norskt).
Vit hava eina uppruna-
liga stavseting (etymolog-
iska). Tá so er, vilja vit
altíð leita eftir uppruna-
num, tá nýggj orð og fyri-
brigdi skulu finnast Tað.
er her føroyskt og ís-
lendskt mangan renna
saman. Málini hava jú
sama uppruna og tí nógv
felags orð og fyribrigdi.
Men harvið fer málið ikki
>íslendska vegin«, men
tann náttúrliga føroyska
vegin.
móðurmálið
Vit kunnu kortini fegnast
um, at málið varð bjargað.
Nú vendst ikki aftur til tað
gamla við einum gerandis-
máli (føroyskum) og ein-
um »myndugleika- og
kirkjumálið< (donskum).
Men kortini eru ikki allar
súðir syftar.
Vit hava trupulleikar
við framburði (úttalu). Í
skúlum leggja vit stóran
dent á, at bera danskt,
enskt og týskt fram á rætt-
an hátt. Alt gott um tað,
men vit gera nær um einki
við føroyska ljóðlæru.
Hetta er ein trupulleiki, ið
vit eiga at taka upp.
Avirkanin er stór - ser-
liga gjøgnum út- og sjón-
varp. Men eisini hava før-
oysku tónleikaútgevararnir
eina ábyrgd fyri at tryggja,
at tað, ið givið verður út á
føroyskum, er væl og rætt
framborið.
Men skal trupulleiki
loysast frá grundini, er tað
sjálvandi í skúlunum, vit
skulu byrja.
Við føroysktundirvis-
ingini liggur nógv á láni.
Hetta eiga lærarar at taka
til sín, tí tað verða teir, ið
koma at broyta skúlan.
Kanska vit skuldu fing-
ið eitt kjak í lag um henda
trupulleika, heldur enn at
ilneitast inn á Setið og
teir, ið har gera eitt dygd-
argott arbeiði.
Vit mugu standa saman
um móðurmálið - eitt av
okkara týdningarmestu
tjóðareyðkennum...
Eirikur Lindenskov
Lesnaður:
Rasmus Rasmussen, Føroya
Sega 825-1906 (1951)
V. U. Hammershaimb
»Færøsk Dagbog« (Chr. Matras
1941)
Edward Mortensen (Mitens):
V. U. hammershaimb, »Livssøga
og virki hanns« (1916)
H. J. Debes, »Politisk søga
Føroya 1814-1906« (1993)
Árni Dahl: »BOkmeniasøga l«
Jeffrei Henriksen, »Lj6dlæra«
(1975)
»FøringatiDindi« 1890 - 1906
Gomul mynd úr Havn.
Miðbýurin var tá
Tinganes og Gongin var
høvudsgøtan.