leygardagur 2. apríl 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 63 — 2. APRIL 1994
Victor Danielsen 100 ár:
Tíðindablaðið CSE
um seg Sjálvan
Seinni partur av útvarpsfyrilestri eftir Símun Absalonsen.
Fyrri partur stóð í blaðnum týsdagin
Í 1914 tók Victor lærara-
prógv. Og í Dimmalætting
frá 18. juli sama ár standa
nøvnini á teimum 10, ið
tóku prógv og próvtgkuúr-
slitini. Ikki óvæntað varð
Victor bestur og honum
stóð nú starv í boðið. Hann
varð settur sum lærari við
skålamar í Søldarfirbi, á
Glyvrum og í Lamba, við 14
døgum í fyrru bygdunum og
7 døgum í Lamba, men
hetta starv røkti hann bert í
einar 6-7 mánaðar, so legði
hann arbeiði frá sær. Hann
kendi seg kallaðan ul at
vera trúboðara, harumframt
var tað ikki alt í kristin-
dómsfrálæruni í skúlanum,
ið hann kundi taka undir
við, og gjørdist hetta sostatt
ein samvitskuspurningur
hjá honum. Prósturin á Nesi
Fridrik Petersen hevur óiv-
að sæð evnini hjá Victor og
mælti honum til at halda
fram sum lærari.
Tá Victor byrjaði sum
lærari fór hann eisini undir
at halda kristiligar fundir.
Av tí at hann var lærari fall
tað mestsum av sær sjálvum
at hann fekk skúlan í Søld-
arfirði til at halda metir í. At
tala setti hann seg ikki føran
fyri so hann byrjaði við at
lesa lestur og syngja úr
donsku sálmabókini. Ser-
liga vóru tað teir evangel-
isku sålmamir hjá Brorson,
ið hugtóku hann. Fyrsta
rødan hjá Victor sigst at
vera hildin á einum fólka-
fundi á Gøtueidi, har vin-
maðurin hjá Victor, Símun
Pauli Konoy, hevði heitt á
hann um at siga ngkur orð.
Victor byrjaði so eisini at
prædika í skúlanum í Søld-
arfirdi og fólk sýndu møt-
unum stórri áhuga enn vert-
skapslívinum. Men í 1916
komu Victor og fleiri av
teimum, ið savnaðust í skúl-
anum, til ta sannføring, at
tann, ið var komin til kristna
trúgv, átti at lata seg doypa.
Inni við Trøllakleu í Søld-
arfirði vórðu 6 fólk doypt,
harímillum Victor. Úr
Havnini var Daniel Daniel-
sen komin at doypa. Hesin
; Daniel var sum áður nevnt
róptur Dollin og var systk-
inabarn Victors. Dollin var
umvendur í Skotlandi og
virkaði eitt skifti sum
motorpassari á einum
missiónsskipi á Congoánni
í Afrika. Hann kom síðani
heimaftur í 1904 og byrjaði
at virka sum trúboðari í Før-
oyum. Á Viðareiði hevði
Dollin sæð úrslit av virki
sínum og tíðliga í hesari
øldini var salur reistur har
norðuri. At fólk byrjaðu at
lata seg doypa fekk mangan
føroyingin at rista kross og
signa seg. Í norðasta býlingi
í Féroyum Uppi við Garð á
Viðareiði varð ein á byrgd,
har fólk síðani vórðu doypt.
Bygdarfólkið kom eisini at
hyggja at, og tá havt verður í
huga, at slíkt hevði verið 6-
kent áður á hesum leiðum,
so skilir ein væl at fólk vóru
skelkað. Ímillum tey, ið sóu
hetta norðuri á Viðareiði,
var ein blaðungur og kanska
tá viðkvæmur Christian
Matras. Ein av hansara '
mongu lýsingum av heim-
bygdini og barnaárunum er
henda:
Ein hugsar mest sum sína dýru sál,
ein annar um seyð og kom og kál,
hin triði, um farandi er á flot,
nú aftur tykist mennast lítið lot.
Ein langan congo-dæmdan prest
eg sá
at díva gamlan mann í byrgda á,
har stóð hin gamli kavstoyttur og
skalv
og nam vid skjålvtan himins eld
ogalv.
fmillum tey mongu, ið vid
tíðini vórðu doypt í »byrgda
á<, sum Chr. Matras tekur
til, var eisini ein ung søld-
fjarðargenta, ið nevndist
Henrikka Olsen. Hon tænti
á Viðareiði. Seinni bleiv
hon kona Victor Danielsen.
Dópurin Inni við Trølla-
klett í Søldarfirdi loypti eins
stóran hvøkk á bygdarfólk-
ið har, sum tað ið fór fram á
Viðareiði.
Við síni dópshandling
hevði Victor brotið við
heimamissiónina og fólka-
kirkjuna og hann misti nú
eisini loyvi til at halda meti
í skúlanum. Victor fór so at
leiga dansistovuna og fólk
leitaði til møtini. Hóast
måtstøda alla tíðina hevði
verið ímóti metunum, í
skúlanum, so kom brotið
við fólkakirkjuna at hvessa
måtstøduna og bylgjurnar
gingu høgar í Søldarfirdi
um hetta mundið.
Farið varð undir at byggja
samkomuhús sum stóð lið-
ugt í 1920 og fekk navnið
»Elim«. Hetta var fyrsta
samkomuhús hjá brødra-
samkomuni í Eysturoynni.
Hetta sama árið giftist Vic-
tor við Henrikku, dóttir
Hans Olsen bónda í Søldar-
* firði. Í henni fekk hann ein
hollan stuðul og lívsfelaga.
Frammanundan var Victor
byrjaður at ferðast kring
oyggjarnar og halda metir —
eisini byrjaði hann so smátt
at týða og yrkja sálmar. Í
1917 týddi hann fyrst sálm-
in, sum á enskum hevði
upprunaheitið »After the
earthly shadows have lift-
ed<. Á føroyskum eitur
hann >Tá ið hvor skuggi
burtur er horvin<. Annars
gjørdi hann einki við sálma-
týðingar í tíðarskeiðnum
1917-19. Men í 1919 var
Victor ein stóran part av
árinum í Klaksvík. Tá ið
bretsk skip lógu á Klaksvík,
plagdu sjómenn frá hesum
skipum stundum at vera á
fundi í Betesda, og har
sungu teir enskar sangir.
Hetta var fyrsta ferðin, at
Victor kom í samband við
fivandi eingilskan sålma-
sang.
Evnir helt Victor seg ikki
hava — hetta hevdi einki vid
kåvalæti at gera; hann hevdi
ongantíð høgar tankar um
seg sjálvan, og tað er ein
spurningur hvussu langt
hann hevði komið við sínum
bókliga arbeiði, um ikki á-
vísir menn høvdu eggjað
honum til at fara undir slíkt
arbeiði. Her skal fyrst og
fremst nevnast hin navn-
frami Jens av Reyni í Havn.
Hann eggjaði Victor at fara
Húsini við Gjógvará (Frits Johannesen)