leygardagur 2. apríl 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 63—2. APRIL 1994 Síða 17
er
undir sálmatýðingar, og í
varðveitslu hjá Jens av
Reyni kom hin fyrsta sálma-
bókin út um jóltíðir 1920
við 85 andaligum songum. '
Bókin varð prentað í 1000
eintøkum. Tað sást skjótt at
móðurmálið er hjartans mál
ti føroyingar yvirhøvur tóku
ímóti henni við opnum ørm-
um og skjótt varð hon út-
seld. I Kirkjubø tóku teir
bókina inn í teirra gomlu
kirkju, og aftur ljóðaði før-
oyskur sálmasongur undir
hesi aldargomlu lon, har
stongt hevði verið fyri hon-
um í 400 ár!! Men tað varð
klagað til donsku myndug-
leikarnar og bókin varð so
ríkin úr aftur kirkjuni.
Kirkjubømenn noyddust tí
at bíða eini 40 ár afturat áðr-
enn teir fingu føroyska
kirkjusálmabók, ið var
autoriserað av danskari
hond.
Longu í 1922 vóru sålm-
arnir hjá Victor endurprent-
aðir í øktari útgávu til 121
sangir. Tá fyrra bókin kom
út var Victor bert 26 ára
gamal og tað kundi tí verið
spennandi at kannað hvat
mentaðir tá á døgum hildu
um hesa djørvu útgávu-
royndir. Í 2. bindi av Varð-
anum frá 1922 tekur M. A.
Jacobsen soleiðis til:
Tað er ivaleyst, at øll, ið lesa hesar
sálmar, vilja sanna, at:teir eru lættir
at skilja, og eg haldi ikki, at nakar
av rættum kann finnast at:tí máls-
liga búnanum, sum sålmamir eru
klæddir í. Málið er yvirhevur got
og fellur væl og náttúrliga — og
hóskar eisini við innihaldið, ið er
einfalt og fåbroyt. Ti er tað, at:fólk
yvirhevur vilja kenna eina sanna
gleði við at:lesa hesar sálmar; teir
bera troystarorð til teirra, ið eru
sorgarbundin, og til teirra, ið ikki
enn hava funnið frið og vunnið av
ivanum. Lat meg í hesum viðfangi
nevna sálm nr. 9, fyrsta erindi
ljóðar so:
Lå allar tínar leiðir, og alla
tína sorg
í hendur hans, ið eigur, ta blonku
stjórnubors!
Hann bindir stormin stinna og
gongur bylgjum á,
hann vegin væl kann finna,
hvar fótur tín kann gá
Sálmar, sum hesir ið eru
týddir við skaldsligum
hegni, vilja altíð ganga at
hjartanum, tí ordini eru fødd
av sterkari og djúpari trúgv.
Og taðer jú tað, ið umræður,
at vinna ta varandi trúnna, ið
skapar frið og gleði í menn-
iskjunum, soleiðis at tey
bera merki av henni í teirra
dagliga virki.
fororðinum sigur Victor
Danielsen m.a. hesi orð:
>Tá ið eg hyggi aftur á mítt farna
lív, hvat tað var fyri uttan Jesus av
Nasaret, hvat tað er enn, hverja
stund eg eri uttan fyri samfelag við
hann, og hvat tað er blivid við hon-
um, tá ið eg hyggi fram eftir móti ti
ríki, sum ikki skal vikast, tá sigi eg
av fullum hjarta við Harrans tæn-
ara: »Sél mín! Lova Harranum, og
alt, sum í mær er, lovi hans heilaga
navni!<
M. A. Jacobsen endar um-
mælið við at siga, at tann
lítla sálmabókin inniheldur
nógvar sálmar, ið hava var-
andi virði.
Umleið 10 ár seinni um-
talar Chr. Matras í Varðan-
um tann málsliga týdning,
ið hesir føroysku sálmarnir
høvdu. Og um Victor sigur
Chr. Matras, at hesin maður
hevur sjáldsamar skalda-
gávur.
Victor umsetti tilsamans
umleið 900 sálmar og yrkti
einar hálvthundrað. Tað er
tí Ggjørligt at gera stór-
Gatumøti uttan fyri Gamla Siloa ( Frits Johannesen)
vegis burtur úr hesum rúgv-
ismikla avriki. Men nakrir
av hesum sálmum eru á ein
serligan hátt vorðnir fólka-
ogn. Tann tónlistaligi búnin
hevur alstóran tydning, skal
ein sálmur yvirliva á fólka-
munni. Sum dómi um hetta
kann nevnast, at Victor tíð-
liga í tíðini umsetti eina
andaliga vísu eftir Myra
Welsh. Vísan er um eina
violin, ið varð seld á upp-
bodssølu. Violinin sá
virðisleys út, og boðið
steðgaði við 2 kr. Aðrenn
hamarin fall trein ein gamal
maður fram úr fjøldini og
bað um loyvi at lána violin-
ina. Hetta var kapellmeist-
arin, virtuosur í violinspæli.
Eftir at hann hevði spælt eitt
lag varð auktiónin uppaftur-
tíkin og nú varð violinin
seld fyri 7000 kr.
Vísan samanber menn-
iskjad við violinina, ið er
virðisleys uttan meistarans
hond.
Vit finna hesa umseting á
prenti í blaðnum sunnu-
dagsskúlin í 1932. Umleið
40 ár seinni kom vísan upp í
hendurnar á M.C. Restorff,
sum hegnisliga hevur klætt
hana í ein tónlistarligan
búna, ið orðini innihalds-
liga og skaldsliga hava
uppiborið. Meistarans hond
varð eisini heitið á fyrstu
LP-plátu, ið Nicodemus-
sangbólkurin gav út í 1972,
og við hesum varð ein av
mongu perlunum av týðing-
um Victors bjargað undan
at søkka niður í gloymsk-
una.
Sálmar, ið knýta trúarlív-
ið við gerandisdagin verða
ofta væl fagnaðir av fólki
Føroyskir sjómenn fingu
serligan tokka til ávísar
sálmar. Ein av teimum var
sangurin >Jesus Harri
Loðsur ver< eftir canadiska
prestin Edvard Hopper. Í
bók síni sýgur um sangir
umtalar Petur Háberg henda
sangin soleiðis:
Victor Danielsen hevur týtt henda
sangin, og eg plagi attaka 3. erindi
sum eitt dømi um eina fullkomna
umseting. Latið okkum hyggja at
hesum erindi:
Tá mitt eygað landið sær,
brimið villa ýlir nær
millum meg og tryggu havn,
tak meg, Harri, tá í favn
og sum barn títt ugga meg
Ræðst ei — loðsur eri eg
Náttúrliga flótandi frá fyrsta
orði til hitt seinasta, einki hjálp-
arorð, eingi hjálparleys spostroff-
tekin, eingin bendingaravskeplan,
einki neyðarsligt skarvslop, hverki
í máli, stevi ella innihaldi, men tað
samsvarar við upprunatekstina,
evnið og skotblettin. Har haldi eg,
kann eingin koma aftur um aftur og
tann, ið meinar seg kunna gera tað
betur, má halda syrgiliga nógv um
seg sjálvan
Ein annar sálmur, ið á ein
serligan hátt gjørdist ogn
hjá føroyskum sjómonnum,
er tann norski. >Jeg er en
sejler pá livets hav« eftir H.
A. Tanberg. Sålmurin sam-
anber livid vid eina sigling-
arferð. Tá ið Tanberg skriv-
aði sangin mundi hann
neyvan grunað, at orðini
skuldu gerast fólkaogn í
Noreg á jøvnum føti vid
sålmarnar hjå Peter Dass.
Tanberg fekk sin vin Claus
Østby at seta lag til sangin.
Østby og Tandberg vóru
bådir majorar i norska
Frelsunarherinum. Norskir
sjómenn tóku sangin við
sær ul Íslands har hann
skjótt var væl umtóktur. Í
1913 fóru fleiri føroyingar
yvir til Havnarfjørdin í sam-
bandi við skipakeyp. Um-
framt fleiri skip høvdu teir
eisini sangin hjá Tanberg
við heimaftur. Norski sang-
urin varð óvanliga nógv
sungin umborð á føroysk-
um deyðsiglarum í fleiri ár.
Miðskeiðis í 20unum um-
setti Victor sálmin til før-
oyskt. Sum so mangar aðrar
sálmar, so broytti hann
nakað uppá umsetingina
seinni. Í føroysku kirkju-
” vanligum
sálmabókini er hesin sang-
urin við í upprunaligu týð-
ingini hjá Victor. >Jeg er en
sejler...< er umsettur við 6-
skaldsligum
hegni, og stendur einki
aftan fyri norska uppruna-
tekstin: >Ég sigli fram yvir
lívsins hav...<.