leygardagur 2. apríl 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bestu judoíðkararnir í land-
inum hittust í Havn síðsta
vikuskiftið fyri at dystast
um FM-heitið í judo í teim-
um ymsu bólkunum.
Funnir vórðu tilsamans
tiggju føroyameistarar. Eis-
ini varð judoíðkarin við tí
besta teknikkinum og teirri
størstu stríðsondini valdur.
Tað gjørdist Gunnar Han-
sen úr Havnar judofelag, ið
eisini vann eitt FM-heiti.
Í bólkinum menn undir 80
kilo gjørdist Skarphedinn
Njálsson úr Havnar Judo-
felag føroyameistari, og
nummar tvey gjørdist Hen-
drik Johannesen úr Klaks-
víkar Judofelag.
Uni Petersen úr Havnar
Judofelag vann bólkin hjá
monnum undir 93 kilo, og
aftan fyri hann komu ávika-
vist Kim B. Hannson úr
Havnar Judofelag og Dia
Lamhauge úr Sunda Judo-
felag.
Opna mansbólkin vann
Skarpheðinn Njálsson eis-
ini, og tað gjørdi hann
framman fyri Magnus Paula
Glerfoss og Hendrik Jo-
hannesen úr Havnar Judo-
Fleiri góðir og spenn-
andi dystir vóru, tá
bestu judoíðkararnir
bardust um tilsamans
tíggju ymisk FM-heiti
Mynd: Kalmar
Síða 18 Nr. 63—2. APRIL 1994 Tíðindablaðið CKD
Føroyameistararnir í judo savnaðir eftir FM-kapp-
ingina í teimum ymsu bólkunum síðsta vikuskiftið.
Kappast varð um tíggju ymisk FM-heiti, og umframt
varð latið eitt »fighter-steyp« til tann judoíðkarin,
sum undir allari kappingini hevði víst besta tekn-
ikkin og størstu stríðsondina
felag.
Besti mansunglingi undir
65 kilo varð Eirikur Poulsen
úr Sunda Judofelag, meðan
Annfinnur H. Jacobsen úr
Klaksvíkar Judofelag vann
mansunglingabólkin yvir
75 kilo framman fyri Ragn-
ar við Streym úr Sunda
Judofelag.
Annfinnur H. Jacobsen
vann eisini opna bólkin hjá
mansunglingunum, og tað
gjørdi hann framman fyri
Ragnar við Streym úr Sunda
Judofelag og Sámal Jákup
Høgnesen úr Klaksvíkar Ju-
dofelag.
Kappingina hjá dreingj-
um undir 38 kilo vann Tór-
arin Holm Petersen úr
Havnar Judofelag. Numm-
ar tvey gjørdist Hans J. Jac-
obsen úr Havnar Judofelag,
meðan Alex Joensen úr
Sunda Judofelag og Bogi
Nystrøm úr Klaksvíkar Ju-
dofelag báðir endaðu á
Mynd: Kalmar
triðja plássi.
Gunnar Hansen úr Havn-
ar Judofelag vann bólkin
fyri dreingir undir 42 kilo,
og tað gjørdi hann framman
fyri Brand -Øssursson úr
Klaksvíkar Judofelag og
Hávard Fjallstein úr Sunda
Judofelag.
Bólkin fyri dreingir undir
48 kilo vann Ronnie Poul-
sen úr Havnar Judofelag
framman fyri Hans Jacob-
sen úr Klaksvíkar Judofel-
ag.
Síðsta bólkin, tað var tann
opni hjá dreigjunum, vann
Petur Borgarlíð úr Havnar
Judofelag. Honum á baki
kom Vinjard Dam úr Sunda
Judofelag, meðan Páll
Bjarkason úr Sunda Judo-
felag og Brandur Øssursson
úr Klaksvíkar Judofelag
endaðu báðir á triðja pláss-
inum.
bj.
do
i Føroyum
Leygardagin 9. april verdur Judosamband Føroya
fyri fyrstu ferð vertur fyri norðurlandameistara-
kappingini í judo, sum verður í Ítróttahgllini á Hálsi
Judosamband Føroya fer
leygardagin 9. apríl undir
eina ta størstu uppgåvuna
nakrantíð, tá NM í judo
verður í Føroyum. Kapp-
ingini verður í ítróttahgl!-
ini á Hálsi, og tað er Judo-
samband Føroya, ið verð-
ur vertur fyri kappingini.
Hetta er fyrstu ferð, at
ein so stór judokapping er
fFøroyum, og higar koma
menn og mansunglingar
úr øllum norðurlondum —
uttan Grønlandi — at kapp-
ast um nordurlandameist-
araheitid. Orsøkin til, at
grønlendingar ikki er vid,
er at judo ikki verður íðk-
að í Grønlandi.
Umframt manligu lut-
tøkuna var ætlanin eisini,
atkvinnur skuldu vera við,
men hetta verður av
ongum, av tí at áhugin fyri
tí var ov lítil. Av tí sama
ber eisini til at fáa avgreitt
kappingina hjá monnun-
um og mansunglingunum
eftir einum degi.
NM-kappingin verður
sett í ítróttahellini á Hálsi
leygardagin 9. apríl kl. 10,
og ein tíma seinni verður
so farið í holvt við dyst-
irnar.
Dystast verður út í eitt á
tveimum máttum, og fyri-
reikararnir rokna við, at
greitt er at fara undir fin-
aludystirnar umleið kl. 15
leygardagin. Bronsudyst-
imir eru fyrstir á skránni,
og síðani dystimir um
gullið. Har er tað sjálvandi
Umleið kl. 17 eru allar
finalumar í NM-kapping-
ini fingnar frá hondini.
Sum skilst er tað við
stórum spenningi, at Judo-
samband Føroya fer undir
hetta stóra tiltak, og Tíð-
indablaðið Sosialurin fer
eisini at vera á staðnum, so
lesarin í orðum og mynd-
um kann fáa eitt sindur
burtur úr kappingini, ið
judoíðkarunum í Norður-
londum.
hj.