Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ - % Tidindabladid CD Nr. 63 — 2. APRIL 1994 Síða 19 Birgir fyri sættu ferð FM-kappingin í borðtennis fyri einstaklingar var um vikuskiftið í itrottahøllini á Hálsi Síðsta vikuskiftið vórðu øll FM-heitini í einstaklinga- kappingini í borðtennis av- greidd í høllini á Hálsi, har borðtennisspælarar úr gll- um landinum kappaðust. Einmansleikin í meist- aradeildini vann Birgir Carlsson úr AB við finalu- sigri á meistaranum í fjør, Jákupi Hansen úr Streymi. Hetta var sætta ferðin, at Birgir vann FM-heitið í meistaradeildini. Hjá kvinnunum var tað Maria Petersen úr Streymi, ið fór avstað við gullinum, tá hon sigraði á Pauli Eik- hólm, ið somuleiðis er úr Streymi. Maria Petersen og Kirsten Hansen úr Streymi vunnu tvímansleikin hjá * kvinnunum á Paulu Eik- hólm úr Streymi og Anniku Strøm úr TBF. Medaldeildina hjå monn- unum vann Hans Hammer úr TBF enn einaferð. Final- Maria Petersen sendir ein av mongum bóltum yvir um aftur netið. Hon vann trý FM-heitið Birgir Carlsson vann sit sætta FM-heiti í meistara- deildini Myndir: Kalmar Badminton: una hesaferð vann hann á Vilmundi Jacobsen, ið er úr B68. Hans Hammer var saman vid Frida Jensen úr TBF eis- ini i finaluni i tvimansleiki, har teir vunnu å Birgiri Carlsson og Eyðuni Luid úr AB. Blandaða tvimansleikin vann Hans Hammer eisini, og hesaferð var hann saman við Anniku Strøm um at vinna á Mariu Petersen og Peturi Niclasen úr AB. Við ødrum orðum gjørd- ist Hammer-maðurin mest vinnandi borðtennisspælar- in hjá monnunum í FM- kappingini við ikki færri enn trimum FM-heitum. Men eisini Maria Peter- sen vann trý FM-heiti. Um- framt tey bæði nevndu, vann hon í finaluni í gentu- deildini á Paulu Eikhólm. FM-finalan hjá ungling- unum stóð millum tveir B68-arar, lan D. Jacobsen og Hans Ama Davidsen, og her royndist lan D. Jacob« sen drúgvari og vann. Hann vann eisini FM-heitið í dreingjadeildini við at vinna á Vagni Nolsøe úr TBF. Einmansleikin hjå piltun- um vann Eyðun Jacobsen úr B68 á Jóhan Dáva Højgaard úr B68. Teir báðir vunnu eisini tvímansleikin á Krist- iani Poulsen úr Bó8og Hans Paula Debes úr Streymi. Einmansleikin hjå små- gentunum vann Beinta Jo- ensen úr Streymi á Mary Zachariassen, somuleiðis år Streymi. Tvimansleikin her vunnu Siisanna Eik- hólm úr Streymi og Tanja Poulsen úr NIF á Mary Zachariassen og Beintu Jo- ensen úr Streymi. Hjá pinkunum vann Joan Djurhuus úr Streymi á Sús- onnu Hansen úr NIF, með- an Katrin og Súsanna Han- sen úr NÍF vunnu tvímans- leikin á Joan Djurhuus og Tóru Hansen úr Streymi. Tilsamans vunnu sjey spælarar úr Streymi FM- heiti, fimm úr B68 og fimm úr TBF, triggir úr NIF og ein úr AB — Birgir Carlsson, ið vann einmansleikin í meistaradeildini. hj. Hans å Lag vann aftur FM-heitið Tað var við rættiliga stórum spenningi, at farið varð undir kappingamar um tey ymsu FM-heitini í meistara- bólkinum í badminton í Havn leygardagin. Hjá bæði monnunum og kvinnunum gjørdi tað seg galdandi, at spælarar, ið eru uttanlands, vóru komnir til Føroya at kappast við spæl- ararnar, ið eru heima í Før- oyum. Millum hesar vóru nøvn sum Harriet Rasmus- sen, Heðin Joensen, Gunnar Gregoriussen og Mortan Stensborg. Flestu av hesum hava munandi betri venj- ingarumstødur niðri, enn teir spælaramir, id eru i Før- oyum. Men hóast hetta, so eydn- aðist Hans á Lag at prógva, at hann ikki gjørdist meist- ari í 1993 av tilvild. Hann endurvann meistaraheitið, eftir at hann í finaluni hevði bast einum av útisetunum, Gunnari Gregoriussen við settunum 15-11 og 15-3. Á leiðini til finaluna vann Hans á Lag móti Heðini Jo- ensen við sifrunum 15-18, 15-6 og 15-3, meðan Gunn- ar Gregoriussen kom í fin- aluna eftir at hava vunnið í sínari semifinalu á Jákupi Midjord, 11-15, 15-5 og 18- 14. Hjá kvinnunum var tað Guðrun Jacobsen, ið skuldi royna at verja sítt heiti, og hon kom eisini í finaluna. Har mátti hon hinvegin lúta fyri Harriet Rasmussen, ið vann javna dystin við sett- unum 11-6 og 12-9. Hetta er annað FM-heitið, Harriet vinnur í einmansleiki hjá kvinnum síðani 1991. Guðrun kom beinleiðis í finaluna, meðan Harriett mátti vinna á Anniku Berg, áðrenn finalusessurin var vísur. Í tvímansleiki hjá monn- um komu Hans á Lag og Jákup Midjord í finaluna, eftir at teir høvdu vunnið á Sven Stensborg og Morten Stensborg í semifinaluni. Hitt parið í finaluni var Heðin Joensen og Gunnar Gregoriussen, ið vunnu sína semifinalu á Regini Hamm- er og Rana í Líð. Tað endaði við, at Hans á Lag og Jákup Midjord rætti- liga sannførandi vunnu fin- aluna vid tveimum settum, ið bæði endaðu 15-7. Kvinnufinaluna = vunnu Annika Berg og Harriett Rasmussen å Gudrun Jac- obsen og Hergerð Joensen, ið vóru komnar í finaluna eftir at hava bast Torgerð Nielsen og Rigmor Berg í semifinaluni. Annika og Harriet vunnu finaluna sera trygt við sifrunum 15-2 og 15-7. Ein av teimum mest spennandi finalunum stóð í blandaðum tvímansleiki, har Harriet Rasmussen og Jákup Midjord møttu Ann- iku Berg og Morten Stens- borg. Aðra semifinaluna vunnu Harriet og Jákup móti Hergerð Joensen og Rana í Líð, meðan Annika og Morten vunnu hina semifinaluna á Guðrun Jac- obsen og Regini Hammer. Í finaluni eydnaðist teim- um báðum, Anniku og Mor- ten, at fáa munin og vinna dystin í timum settum. Fyrst vunnu tey 15-10, síð- ani taptu tey 11-15, men í síðsta og mest spennandi settinum tóku tey sigurin heim í evstu løtu við 15-13, eftir at Harriet og Jákup av álvara vóru komin væl í gongd við at fáa tey aftur. hj.