Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F imleikurin hevur rættiliga vundið upp á seg. Her gentur úr Havnar Fimleikafelag "Her eru tað reiðskapini, ið verða havd á lofti í høllini á Stórheyggi Bert ein sýning eftir Í síðstuni hevur nógvur fimleikur verið framførdur kring landið, nú veturin er um at vera av. Bert ein fimleikaframsýning er nú eftir, og er hon sunnu- dagin 24. apríl á Kambsdali við fimleikafelagnum F. ok úr Gøtu og Leirvík Tær mongu fimleikafram- sýningarnar í síðstuni fækk- ast nú í tali. Bert ein er eftir, og er tað framsýningin hjá nýggja felagnum úr Gøtu og Leirvík, ið hevur fingið sær navnið Fok. Hetta felag, ið bert hevur verið til hendan veturin, fer sunnudagin 24. apríl kl. 16 at hava framsýning í ítrótta- høllini á Kambsdali. Við til framsýningina verða til- samans 13 lið, og eru fim- leikararnir yvir 180 í tali. Annars hevur felagið longu eftir hesum fyrsta vetrinum heilar 300 limir, ogtað er eitt 6ført limatal hjá so ung- um felag. Farna vikuskiftið vóru eisini fimleikaframsýning- ar. Leygardagin royndu teir eldru fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag seg í høllini á Stórheyggi, men hendan framsýningin var mestsum eitt slag av einari upphitingarframsýning tl ta stóru framsýningina, fel- agið hevði mikukvøldid í ítróttahgllini á Hálsi. Teir eldru fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag eru teir, ið eru eldri enn 15 ár, og er talan um tilsamans átta lið. Millum teirra, ið spílaðu seg út á Hálsi mikukvgldið, vóru eisini >veteranarnir< EN. hjá Dånjla í Hoyvík, ið hann tó ikki hevur vant í vetur. Í staðin hava Kári Miller og Magnus á Kamarinum tikið sær av liðnum. Støkk eisini havt framsýning Seinnapartin sunnudagin hevði fimleikafelagið Støkk framsýning í Ítrótta- høllini í Runavík við sínum »eldru« fimleikarum — tað eru teir, ið eru eldri enn 12 ár. Høllin var rættiliga væl fylt av fólki, og hornor- kestrið Nes Sóknar Musikk- felag spældi. Við á framsýningini í Runavík vóru tilsamans tíggju lið, og eydnadist hendan framsýningin rími- liga væl. Tánú veturin er við at fara aftur um bak, og tað — í øllum fórum á kalendar- anum — er farið at vára, verður eisini givist við fim- leikinum fyri veturin. Tí eru eisini allar framsýningarnar um hetta mundið. Sum skilst á fimleikaleið- arum kring landið er sera stórur áhugi fyri fimleiki, og fleiri av feløgunum hava upplivað munandi tilgongd í vetur. Tiltgkini eru eisini fleiri hjá feløgunum at fara til, har tey kunnu kappast hvert móti ødrum, eitt nú til tær væl umtóktu Grand Prix- kappingarnar og ta serligu og ødrvisi kappingina Fim- leikafagnadur, ið leggur Hendan myndin kann hóskandi kallast >Feðgar á ferð< dent á annað enn bert sjálv- an fimleikin. Tá tað so aftur fer at myrkja, verður byrjað aftur at venja. hj.