Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 63—2. APRÍL 1994 Grssaerebrøp — — - --.%.% 5 ff —— Viðmerking t il Edmund Joensen, formann í Sambandsflokkinum formann I sampariu STRAM — Hevði ikki ætlað mær at gjørt viðmerkingar til alla røduna hjå formanni Sambandsflok- sins, men serliga pkt. 3 hjå Ed- mundi Joensen um hvussu vit skulu betra kappingarføri. Ed- mund Joensen sigur at ein tann tydningarmiklasti liðurin i at útvega sær stórri inntøkur i framtidini er at økja um okkara kappingarføri. Sambands- flokkurin hevur åløgtingi talað fyri at bóta um okkara kapp- ingarføri. Hetta verður gjørt vid at bóta um føroysku fram- leiðsluna í breiðum týdningi. Ein sovorðin broyting hevði ført við sær stórri effektivitet og harvið størri inntøkur. Hesa orðing kann eg góðtaka, ti wupulleikarnir í vinnuni tykj- ast at vera ella hava verið at í- løgurnar til bygningar, ma- skinur og annad hava verid so stórar, at møguleikar hava ikki verið til at fingið eina skila- góða og kappingarføra vinnu upp at standa. Hetta eru tey mongu fiskavirkini og stóru skipini besta prégv um. Fólk- ini, sum hava arbeitt innan hesa vinnu, hava verið ótrúliga effektiv og tey hava gjørt eitt gott arbeiði, men líkamikið hvussu effektiv tey so enn vóru, bar illa til at fáa raksturin at hanga saman, tí iløgurnar vóru so stórar og framleiðslan var so ymisk. Harafturat kom so at tilfeingið var so lítið til at dríva tey ymisku skipini og tey 22 flakavirkini. Spurningurin kundi kanska eisini verið um Føroya Fiska- sála var nóg effektiv at finna bestu marknadimar og fáa besta prisin. Tað etu nøkur, sum eina, at Fiskasølan undir leiðslu av B. Danielsen hevur verið ov ineffektiv og at hetta kom til sjóndar tá nýggj leiðsla tók við har. Um so var, veit Edmund Joensen betur enn nakar annar. Men eg vil påstanda, at løn- arlagnum var einki galid vid og hesa meting hava eisini nøkur leiðandi fólk i fiskaframleiðsl- uni. Tað sýntist sum um lønar- lagið skal hava skylduna fyri at framleidslan ikki hevur borid seg, men eg haldi, at tað er effektiviteturin hjá leiðslunum saman við ov stórum fløgum, sum ger at serliga sambands- flokkurin og fólkaflokkurin vilja finna onkran syndabukk og syndabukkurin skal verða tað arbeiðandi fólkið. Eg vil gjarna her sitera ein høgt standandi vinstramann og fólkatingslim Anders Fogh Rasmussen. Á fundi á Kambs- dali segði hann í sambandi við fund sum politiska búskapar- liga nevndin hevði við umboð fyri fakfeløg á løntakarasiduni og arbeidsgevarasiduni, at tad er eitt ideologiskt/politiskt ynski, at lækka bruttolgnirnar, men varðveita reallønina, men slíkt ynski kann ongantíð blíva til veruleika. Hver skuldi siga, vit geva veljaranum eitt lyfti, sum vit ongantíð kunnu halda. Lat meg nú beinanvegin siga, at slík lyfti eru sambandsmenn ikki einsamallir um, tey koma frá øllum politiskum flokkum, bæði her heima og aðrastaðni. Edmund Joensen sigur um dagsins truplu stødu, at meira enn 4.000 fólk eru arbeiðsleys svarandi til meira enn 20% og at væntast kann, at 3000 fólk flyta av landinum umframt tey 5000, sum eru farin síðani 1989, arbeiðsloysisskipanin er lens og sosiala skipanin er í vanda. Tað sama er galdandi fyri sjúkrahúsverkið og skúla- verkið osfr. Hann gongur ikki við til, at lénin skal lækka 40 til 50%, men 5 til 10% hverja ferð. Á henda hátt kunnu almennu út- reidslumar lækkast tilsvar- andi. Harafturat sigur Ed- mund, at tad er ein sannroynd, at meðan 100 og 1000 tals før- oyskir borgarar verða riknir út í arbeiðsloysi, eru tey alment løntu friðhalgað, bæði tá talan er um løn og tal av starvsfólki. Saneringin hjå Sambands- flokkinum eigur at hava vid sær eina minking av teimum alt ov stóru útreiðslunum hjá tí almenna. Nú havi eg tikið hesi bæði síðstu brotini fyri at visa hvussu ósamanhangandi rødan er. Fyrst grætur Edmund Joen- sen um at túsundtals føroying- ar ganga arbeiðsleysir og at túsundtals føroyingar flyta av landinum. Tað geri eg eisini, men síðani sigur hann, at so- siala skipanin, sjúkrahússkip- anin og skúlaskipanin er í vanda og at tað er ein sann- roynd, at alment lent eru frið- halgað, bæði tá talan er um løn og tal av starvsfólki. Lat meg siga beinanvegin, at tað er ein stór LYGN, at alment lønt eru friðhalgað. Lat meg sláa fast, at tað eru nógv í al- mennum størvum, sum hava mist sitt arbeidi, men sitandi landsstyri hevur avmarkad hetta mest møguligt í sambandi við fíggjarlógina 1994. Ég kann eisini fortelja Edmundi Joensen, at tey alment løntu fóru niður við 8,5% 1. febr. 1993 sum skuldi vara árið út, men legtingið, sum Edmund Joensen er partur av, og óan- sæð um hann atkvøddi fyri ella ikki, setti í verk lógina um lenarsteðg galdandi til 1. mars 1995. Eg kann harafturat for- telja Edmundi Joensen, at lim- irnir hjá okkum, bæði teir sum eru ófaklærdir og tey sett verða í starv sum faklærd innan skrivstovu, hava lægri timaløn enn á privata arbeiðsmarkn- aðinum. Hetta tiltakið frá okk- ara síðu var eina og aleina fyri at bjarga arbeidsplåssum og tað hevur eydnast, men um eg skilji røduna hjá Edmundi Joensen rætt, so vilja hann og Sambandsflokkurin at enn fleiri fólk skulu sendast út i arbeiðsloysi Og so má eg spyrja meg sjálvan, er hetta politikkurin hjá Edmundi Joensen og góð taka veljararnir hendan poli- tikkin, tí eg rokni við og veit, sambært myndunum í Dimma- lætting frá landsfundinum, at ein stórur partur av sambands- fólkunum eru alment lent fólk, umframt Edmund Joensen sjálvan. Og er hetta politikkurin, at man grætur síni syndigu "tår saman við teimum arbeiðs- leysu, teimum, sum flyta, teim- um sum er í sosialu skipanini, teimum, sum eru í og brúka heilsuverkið og tey, sum starv - ast í og brúka skúlaverkið og síðani sigur við tey, vita tit hvat, vit hava ikki brúk fyri tykkum, tit kosta samfelagum ov nógv, so má eg siga at hetta er ein vánaligur politikkur, sum eg ikki kann mæla fólki at halda seg til. Jú, vist vita vit, at samfelagið hevur tað ringt av politiskum dugnaloysi frá øllum politisk- um flokkum og at tað verður rungt at rudda upp, men so at siga, at vit skulu koyra fleiri út í arbeiðsloysi fyri síðani at minka um almennu útreiðslur- nar og við ongum møguleika at geva teimum arbeiði aftur, saman við at enn fleiri familjur skulu sorast, bórnini verða 6- trygg og fleiri mugu byggja nýggja tilveru upp adrastadni, tey eldru bliva eldri og ongin verður eftir at hjálpa teimum. Okkara solidaritetur við tey arbeiðsleysu er ikki, at enn fleiri skulu vera arbeiðsleys, men at vit royna at finna teim- um arbeiðsleysu eitt arbeiðs- pláss. Edmund Joensen talar í tveimum tungum og tað ger Lisbeth Petersen, býráðsfor- maður og tingkvinna honum eftir. Í sambandi við skatta- hækkingina hjá Tórshavnar kommunu 1. januar í ár, skeld- aði hon út um gongdina í Fer- oyum og at kommunan fekk ov lítla skattainntøku. Men eg skal fortelja Lisbeth Petersen hvat er galið. fløgurnar hjá Tórs- havnar kommunu í 80'unum vóru alt ov stórar. Hver veit ikki um havnina á Sundi, Ny- havnina og flogvøllin á Glyv- ursnesi osfr. Afturat tí at iløg- urnar vóru ov stórar, misti Tórshavnar kommuna stórar inntskur ti m.a. tey alment lentu fóru niður í løn. Men tá Lisbeth Petersen gongur yvir um Áarvegin frá býráðshúsinum og niðan í ting- húsið, so tosar hon sum lands- politikari beint ímóti tí hon sigur sum byrådspolitikari. Hetta er politikkur við lít. Jákup Danielsen, formaður í Starvsmannafelagnum AAA ÉT Strandferðslan Vit lósu hósdagin í Sosialin- um, at nú er leiðslan á Strand- ferðsluni farin út at leita sær eftir stórri skipi at røkja uttan- landssiglingina. Eisini lósu vit fyri nøkrum vikum síðani, at henda siglingin er ein góð »forrætning«, hóast hon gevur undirskot. Eisini er tað eitt faktum, at ferðaseðlaprísirnir hækkað fyri stuttum, tí Strand- ferðslan ikki megnar at fáa endarnar at røkka saman. Hví er tað so neyðugt at fara út at fáa eitt stórri skip? Er tað fyri at senda fólk nærum 6- keypis til Aberdeen og við hes- um oyðileggja handilsvinnuna og minka um tollinntøkurnar? Tað er tað neyvan, sjálvt um tað sær soleiðis út. Er tað fyri at feskfiskaútflytararnir = skulu fáa óbeinleiðis rakstrarstuðul til at senda 6vidgjørdan fisk av landinum? Kanska. Ella er tað rætt og slætt tí Strandferðslan, sum ein og hvør onnur orga- nisatión ynskir at vaksa mest møguligt og hevur tann polit- iskan uppbakningin til tess? Helst! Logikkurin sær út til at vera: Smyril gevur undirskot og er tí ein góð >forrætning<. Tí gevur eitt stórri skip stórri undirskot oger tí eisini ein enn betri >for- rætning<. Tað er helst ikki so- leiðis tey hugsa, men hvat um hini — farmaflutningsfeløgini gera vart vid seg og taka kapp- ingina upp? So fer Strand- ferðslan at standa vid sviðusoð. Ella fara politikararnir aftan fyri Strandferðsluna enn einaferð at játta príshækkingar, so at vit, ið noyðast at fara aftur og fram dagliga, kunnu gjalda fyri veitsluna? Ein lesari —— Spurningar til formann Sambands- floksins í sambandi við landsfundarrøduna 1. Kanst tú prógva, at alment lønt hvørki eru farin niður í løn ella hava mist sítt arbeiði? 2. Er tað satt, at tú ynskir enn fleiri alment lønt úr sínum starvi? 3. Eru ongi alment lent starvs- fólk limir í Sambandsflokkin- um? 4. Hvat fær Sambandsflokkin sum heild at trúgva, at danska stjórnin fer at bjarga arbeiðs- loysisskipani? 5. Hvussu ætlar Edmund Joen- sen at útvega teimum 4.000 fólkunum, sum eru í arbeiðs- loysisskipanini afturat teim- um, sum ætlanin er at siga upp hjá tí almenna, arbeiði? 6. Hvussu ætlar Edmund Joen- sen at vit skulu lækka brutto- lønina og varðveita netioløn- ina, tá sagt verður, at vit skulu varðveita ta sosialu skipanina, sjúkrahússkipanina og skúla- skipanina saman við ødrum skyldum og tænastum sum tað almenna hevur, utan at hetta skal viðfgrasterri arbeiðsloysi. 7. Heldur Edmund Joensen, at vit minka um skatta- og av- gjaldstrýstið við at seta lønir- nar niður? Jákup Danielsen vík. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 28. april 1994, kl. 10.30 tvangsauktion, (AS 833/93) over matr. nr. 107 b, Skålavik beliggende Skåla- Auktionen er begæret af advokåt Fríða Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 931123) på vegne en pant- og udlægshaver Ejendommen er et beboelseshus på en 451 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 86 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 28.03.94 Mette Søgaard-Nielsen dím. 1 n be Á a — ÁR ÁR. w*-— ÁR