Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. apríl 1994síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| } á Eitt utopiskt (2?) uppskot til nýggja stýrisskipan Nú tingið hevur til viðgerðar upp- skot um nýggja stýrisskipan fyri Føroyar, fari eg at ditta mær at koma fram vid einum uppskoti afturat. Tað uppskotið, ið liggur á tingborði eru neyðugar broytingar og rættingar til verandi stýrisskip- an — og allar meginreglurnar í tí uppskotinum: um býtið millum lóggevandi og útinnandi valdið, um ábyrgd landsstýrismanna, um ógegni (inhabilitet), um parla- mentarismu, o.s.fr. skulu sjålv- andi eisini vera galdandi fyri ta stýrisskipan, ið eg her skal royna at leggja fram. Men uppskotið, ið nú liggur frammi, loysir ikki øll vandamál, Ld. um ábyrgdina hjá veljarafel- øgunum — hver skal tryggja, at tinglimir, ið hava gjørt seg sekar í politiskum misbrotum, ikki verða stilladir uppaftur. Sum nú er, eru lokalu politisku veljarafeløginieitt slag av »klikum«, sum meir ella minni verda styrd av politikkarun- um. Ti fáa vit ikki tað neyðuga út- skiftið á listunum. Og hvussu skulu vit tryggja, at tær atkvødurnar, ið eru avgerandi á tingi, ikki koma frá varatinglim- um ella eykavaldum tinglimum við kanska bara 50 atkvødum aft- anfyri seg? - Ein tinglimur svarar jú vanliga til eini 800 atkvødur, hvar eru hinar 700 farnar? Hava Tíðindablaðið { sosíalurin ] Nr. 63 — 2. APRÍL 1994 Síða 23 slíkir únglimir nakran veruligan myndugleika aftan fyri seg? Ella nakran demokratiskan rætt yvir- hevur? Uppskotið, ið eg her leggi fram, loysir nokk ikki øll vanda- mál, men eg haldi tað er vert eina umrødu: 1. Føroyar eru eitt val- dømi. Talið á løgtings- limum er 20. Valskeid- ið er 4 år. Løgtingsval fer fram um heystið. Løgtingsval kann ikki fara fram í úrtíð. 2. Legmaður er eisini fólkavaldur. Valskeið- ið er 5 ár. Løgmansval fer fram um várið. Løg- mansval kann ikki fara fram í úrtíð, uttan so at løgmadur doyr. (Legtingsval og løg- mansval koma tá sjál- dan at vera í sama árið, men tá ið tað av og á verður so, er kortini hálvt ár millum.) * 2ella3 valumfør eru * Fyrsta valumfar er uppstillingarval. Velj- arin fær ein blankan atkvødusedil, og skal skriva eitt navn á hann. (Navnid skal vera ivaleyst; t.d. for- ella húsatilskilingar, um neyðugt er. Allir atkvoðuseðiar, ið peika á ein persón, sum ikki kann mistak- ast og sum er valbær- ur, eru gyldigir.) * Persónar, sum í fyr- sta valumfari fáa fleiri enn 50 atkvødur eru uppstilladir. (Kanska er lika gott til hetta uppstillingarvalid at brúka ta reglu, at tey 100 fólkini, ið hava flest atkvødur eru upp- stillað?) Uppteljingin skal vera liðug og al- mannakunngjørd i seinasta lagi eina viku eftir vali. * 2. valumfar verður tvær vikur eftir 1. val- umfar. * Í eðrum valumfari eru øll tey vald, sum hava fingið meiri enn 5 % (t.e. 1 tjúgundapart) av atkveðunum. Per- sónur, ið hevur fingið meir enn 10%, skal út- peika ein tinglim aftur- at sær, hevur hann fingið meir enn 15%, :1000 stillarar. hann útpeikar, nýtast ikki at vera millum tey uppstillaðu. Um ikki 20 tinglimir verða valdir á henda hátt, verður eitt 3. valumfar eina viku seinni. * Í 3. umfari eru øll tey uppstillad, sum høvdu meir enn 1% av atkvød- unum i 2umfari, men kortini ikki vórðu vald. Tey, sum hava flestar atkvødur eru nú vald — so mong, sum enn vanta i til tinglimatalid er 20. * Tey, sum i 3. umfari hava flestar atkvødur, uttan at verða vald, eru varalimir hjá tinginum - ikki hjá nøkrum åvis- um tinglimi. Men vara- limir koma bara í brúk, um ein tinglimur doyr ella tekur seg burtur úr politikki fyri restina av valskeiðinum. 4. Logmansval fer fram á henda hátt: * Persónar bjóða seg fram til legmansval- evni, og skulu teir hava Hvert valevni hevur eisini eitt varalegmansevni. Varaløgmansevnini standa á atkveðuseði- inum í parantes aftan- fyri løgmansevni. Eitt varaløgmansevni førir ikki sjålvstødugt val- strid — og kann ikki fáa atkvødur fyri seg. Uppstillingin skal vera liðug 14 dagar fyri val- ið. * 1,2ella kanska 3 val- umfer. * Fær ein av teim upp- stillaðu meiri enn helv- tina av atkvødunum i fyrsta valumfari, er viðkomandi valdur. Fær eingin 50% av at- kveðunum verður 2. umfar eina viku seinni. * Til 2. umfar eru tey valevni uppstillað, ið fingu meira enn 20% av atkvødunum í 1. umfari. Tann, ið fær yv- ir 50% er tá valdur. Fær eingin meira enn 50%, verður eitt 3. umfar eina viku seinni. x Í3. umfari eru bara 2 valevni, tey bæði, ið fingu flestar atkveður í 2. umfari. 5. Løgmadur er leiðari fyri landsstýrinum. Løgmadur útnevnir eitt landsstýri við 5 limum (umframt løg- mann) eftir eitt løg- tingsval. Eitt løgmans- val, førir ikki av sær sjálvum til nýtt lands- stýri. Landsstýrið verð- ur sitandi, so leingi tað ikki hevur fingið mis- álitisváttan frá legting-- inum. Ein landsstýris- limur kann eisini fáa misálitisváttan. Fær eitt landsstýri ella ein landsstyrislimur mis- ålitisvåttan frå tingin- um, skal løgmadur út- nevna eitt nytt lands- styri ella nyggjan land- styrislim. Varaløgmadur kemur bara i embætid, um løgmadur er uttan- lands ella illa sjúkur. 6. Landstýrislimur fær dupulta tingmanna- len. Tinglimur kann vera landstýrislimur, men fær tá bara lands- styrisløn. Um lands- styrislimur sigur ting- sessin frå sær fyri alt valskeidid kemur ein av varatinglimunum inn, men landsstyris- limurin kann tå ikki taka sætið aftur á ting- ið, sjálvt um hann verður settur frá land- stýrissessinum í úrtíð. 7. Listi verður gjørdur yvir mål, id tingid ikki kann avgreida, men sum altid skulu til fólkaatkveðu: t.d. spur- ningar um ríkissam- gongur ella ríkisslit, broytingar í stýrisskip- anini, broytingar í kommunustýrisskipan ini. Øl onnur mál, ið løgd verða fyri tingið, skal tingið taka stoðu til. 8. Félkaatvødur eftir pkt.7 skulu vera lýstar við 14 daga varningi, spurningarnir skulu al- tíð vera orðaðir, so veljarin kann svara við ja eila nei. Vanligur meiriluti avgerð at- kvødugreidsluna. ella skal hann útpeika 2 eyknevni ella familju- afturat sær. Tey, sum Onkur spyr kanska: hvønn leiklut unum, ið nå havaeina åvirkan? Ja, hava politiskir flokkar í slíkari eingin verður valdur bara til at stýrisskipan? Jú, teir verða vanlig- | tæna sínum valdømi, men kortini ir fólksligir áhugafelagsskapir, verða nokk ikki allir tinglimir sum fólk, ið hava felags áskoðanir valdir í høvudsstadarøkinum, tí um, hvussu landið skal stýrast, kunnu taka seg saman í. Vitkunnu kalla flokkarnar meiningsfelags- skapir. Teir hava onga beinleiðis ávirkan á uppstillingina, men kunnu sjálvandi peika á nakrar persónar. Tað er veljarin við sín- um blanka atkvødusedili í fyrsta valumfari, ið ger av uppstilling- ina. Allir fólksligir felagsskapir verða tátýðuliga politiskir. Tí allir felagsskapir, Ld. fakfeløg, frå- haldsfeløg, sethúsaeigarafelog, arbeidsgevarafeløg, fritidarfeløg, upplysingarfelagsskapir, komm- unufelagid og átrúnaðarligir fel- agsskapir, ja enntå familjur kunnu jú peika á persónar at stilla upp. Tað er kanska einki nýtt í tí!! Men eftir hesi skipanini verður tað van- ligi veljarin, ið ger uppstillingina av. Og onkur spyr: hvussu við smá- bygdunum og teim ymsu valdøm- um ein tinglimur skal hava 5 % av atkvødunum - og í mesta lagi 35 % eru jú í høvudsstadarøkinum, so skuldi vandin fyri, at bara fólk haðani vórðu vald, ikki verið so stórur. Hugsast kundi til dømis, at útoyggjar og småbygdir peikaðu á ávísan persón í felag. Fugloyingar einsamallir fáa jú, sum er, ongan mann valdan, men fugloyingar, svínoyingar, mykinesmenn, hest- menn, kalsoyingar og skúvoying- ar kundu jú við stuðuli frá sínum útlagnu bygdamonnum í høvud- stadarøkinum og á stórplássunum fingið fleiri mans!! Fyrimunurin við hesi skipan hevði verið, at tú fekst persónar, ið kundu ábyrgdast fyri sín politikk. Tínú var eingin flokkur ella floks- disiplin at krúpa inn undir. Ein maður var ein maður. Hvør ting- limur er valdur við sínum egnu at- kvødum — og ikki við saman- skravaðum atkvødum úr ymsum valdømum ella frá teimum, ið stóðu longur niðri á listanum. Sum ni er kann hugsast, at ein per- sónur við høgum persónligum at- kvødutali hjålpir sínum egnu mót- stødumonnum í flokkinum inn. Veljarin, sum býr í Tórshavn, men hevur ikki álit á nøkrum av teim uppstillaðu haðani, kann eftir hesum uppskotinum seta sín kross fyri einum álitisfólki úr Sand- oynni ella Norðoyggjum í staðin. Allir tinglimir koma eftir hesum uppskoti at hava nógvar atkvødur - og teir, ið hava meiri enn nokk til sín sjálvs, kunnu gera av, hverjir aðrir skulu koma inn við teirra at- kvødum. Sostatt skulu allir per- sónar standa sjálvir til svars fyri sínum avgerðum. Persónar við nógvum atkvødum kunnu tala við stórri myndugleika. Og kunnu beinleiðis ábyrgdast við komandi val. Hvussu við politiskum flokkum á tingi? Jú, persónar, ið halda seg til somu politisku áskoðanir kunnu sjálvandi taka seg saman í flokkar ella samgongur á ungi, eftir atteir eru valdir, — men heldur ikki her hevur tað nakra beinleiðis ávirkan á landsstýrismeiriluta ella uppstilling til komandi val. Hvussu við valstríðnum — og er ikki sjálvt valið við upp til trimum valumførum ikki ov roksut og tíð- arkrevjandi? Ja, valstríðið kemur jú at byrja, so skjótt onkur bjóðar seg fram til valevni, ella felags- skapir byrja at peika á persónar. Men veruligt valstríð millum tey uppstillaðu verður bara ta seinastu vikuna áðrenn 2. valumfar — og so møguliga eina viku afturat, um eitt 3. umfar verður neyðugt. Tað kann eisini hugsast, atonkur verð- ur uppstilladur, ið einki valstríð hevur ført — og verður valdur uttan at hava ført nakað valstríð — og slíkir persónar eru nokk ikki teir ringastu at fáa at stýra landinum! Annars er eftir hesum uppskoti í mesta lagi 4 vikur millum upp- stillingarvalið og seinasta valum- far — og tað er minnið enn í núver- andi skipan. Einasti munurin er, at veljarin eftir hesum uppskoti skal til val- borðið 2 ella 3 ferðir — men ger hann ikki fegin tað, um hann aft- urfyri fær politikkarar, ið tora at taka eina ábyrgd og persónliga koma at standa veljarunum til svars? Hetta kundi verið ein skipan, ið betur hóskaði til eitt so lítið sam- felag sum okkara, har øll meir ella minni kenna øll. Tað er ikki neyð- ugt at hava eina listauppstilling har nøkur ódemokratisk veljara feløg gera av, hver stillast ska! upp- . Eisini er styrisskipanin, sum her er skotin upp biligari: færri ting limir og landsstyrislimir, og eingir varalimir ella dupultløntir lands- stýrislimir. Tann nógv umredd: ferda- og dagpeningurin kundi: verið útgoldin eftir veruligum brúki. Kanska høvdu hotellgist ingarnar tá verið fleiri, men so hevði tað verið eitt slag av stuðli til ferdamannavinnuna!! Tað kundi verið áhugavert at fingið eitt orðaskifti um hesa ella onkra aðra skipan, ið betur var lagað til eitt lítið samfelag við smáum bygdæindum. Og sum ikki var ov dýr. Thorben Johannesen