Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkafloksmenn vaska sínar hendur STUTT fyri páskir var sending í danska sjónvarpinum um kreppuna í Føroyum. Sendingin varð eisini at síggja í før- oyska sjónvarpinum. Ikki kann sigast, at teir bådir fyrrverandi løgmenninir komu serliga væl frå sendingini, sum jú í sær sjálvum er av slíkum slag, at stundir eru ikki til at greina út í smålutir, hvat er hent í Føroyum, hví tað er hent osfr. At føroyahatarin og ultra høgravenda Kirsten Jacobsen varð við í sendingini gjørdi tað ikki lættari hjá teimum báðum føroysku umbodunum. TAD finst ikki nakad einfalt og ein- týðugt svar upp á allar trupulleikarnar her á landi. Tí gevur slík sjónvarps- sending sjáldan alla ta réttu myndina. Men tað minsta tú sum føroyingur kann krevja av føroysku umboðunum, sum luttaka í eini slíkari sending, er, at tey ikki brúka slíkt høvi til at reka einvísa flokspolitiska propagandu. Hetta er tianverri tað, sum vit hava sæð og hoyrt alt ov nógv til, tá umboð fyri serstakliga fólkaflokkin hava verið frammi í donsku fjølmiðlunum. Hetta er tað, sum Óli Breckmann hevur staðið fyri øll hesi árini hann hevur umboðað Føroyar á fólkatingi. Ístaðin fyri at tala søk alra føroyinga so hevur hann brúkt øll høvi til at greiða dønum frá søk fólkafloksins - sum um tað hevur so stóran áhuga millum danir og sum um at danir duga ella tíma at skilja millum teir ymsu politisku flokkamar í Føroyum. TÁ tað hevur verið brúk fyri einum fólkatingsmanni at tosa søk føroyinga á / HVAÐAN! 1 RA) 2./ GO; NS Á op, SU x » $ SR ið 3 $) RR RV (OS i NR UN DE ; | 0} i 4 VEITST TU ALT HATTAR ? danatingi ella í donskum fjølmiðlum hevur hesin fólkafloksins fólkatings- maður í orðsins rætta týdningi tosa søk fólkafloksmanna og einki meira. Vit minnast útspillandi og niðurgerandi torutalur hansara móti føroyskum javn- aðarkommunistum og tjóðveldissosia- listum osfr. osfr. Føroyingar minnast væl, hvussu fólkaflokkurin gjøgnum gll árini hevur misbrúkt fólkatingsessin við at lata Óla Breckmann reka føroyskt valstríð á danatingi - heldur enn at arbeiða fyri føroyskum málum. Tað er hetta, sum er hansara tydningarmesta uppgáva. ÁLVARATOS - setið tykkum inn í støduna hjá tí vanliga dananum! Hvørja bakgrund hevur hann fyri at skilja millum teir ymsu flokkarnar f Føroyum og hvussu skal hann kunna taka stødu til, antin tað nú eru fólkaflokksmenn, tjóðveldismenn, sambandsmenn ella javnaðarmenn, sum eru bestir ella ringastir fyri Føroyar! Uppgávan hjá einum føroyskum fólkatingsmanni - og tað eru bert tveir - átti at verið at tosað søk alra føroyinga og roynt at bygt brýr millum Føroya fólk og danska fólkið, soleiðis at hesi betri kunnu skilja hvørt annað - heldur enn at seta kílar millum hesi bæði fólk. Tað er júst hetta seinasta, sum fólkaflokkurin hevur staðið á odda fyri. Og tað var júst hesa felluna, fyrrverandi løgmaður Jógvan Sundstein - sum partamaður hansara á fólkatingi hevur sett upp - datt í, tá hann í umrøddu sjónvarpssending í Danmark royndi at vaska sínar hendur og vísa á, at tað var ikki fólkaflokkurin, sum hevði skyldina men hinir flokkarnir. Spell at hesin annars toleranti og sidiligi politikarin skuldi misbrúka hesa so týdningarmiklu løtuna til at seta kílar millum føroyingar, ja til at lata danir 3 SS fåa ta fatan, at i Føroyum torir eingin at taka nakra ábyrgd á seg og viðganga mistøk. Her geva allir hinum skyldina. Hatta var ov bíligt harra Sundstein. Tú veit betur og átti ikki at latið teg detta í hasa Breckmansku felluna við at geva dønum fatan av, at Í Føroyum vilja flokkarnir bara vaskar hendur og geva hinum skyldina. TAÐ er helst ein veikleiki hjá før- oyskum politikarum, at teir tora ikki at átaka sær part av skylduni fyri tí, sum hent er. Høvdu teir viljað gjørt tað, tá hevði lurtarin, hyggjarin og lesarin í Danmark virt meira frágreiðingarnar hjá somu monnum um, hví tað gekk galið og at tað eru nógvir ymsir faktorar, ið saman eru orsøkin til kreppuna - og ikki bert politiskur kleyvarskapur ella skeivar politiskar avgerðir. TAÐ er stórt spell, at danir í mangar mátar skulu vera so skeivt informerðir um Føroyar. Hetta er so avgjørt ikki bara okkara egna skyld. Fólk sum Kirsten Jacobsen og sensatiónshungr- andi og skandaluleitandi fjølmiðlafólk eiga so sanniliga stóran part av skyldini. Men atburðurin hjá okkum sjálvum og har fyrst og fremst framstandandi før- oyskum fólkafloksmonnum ger ikki stóðu okkara betri, tá teir nýta eitthvørt høvi til at vaska sínar hendur og geva hinum skyldina. Uppfatanin hjá vanliga dananum av føroyinginum er tí grundað á hesum báðum, tvs. tí, sum danir bera fram og tí vit sjålvi koma við. Før- oyingar eiga at vera ærligir og spæla við opnum kortum mótvegis dønum. Vit eiga ikki at verða undirbrotligir. Vit eiga at standa saman. Vit eiga at taka ábyrgdina av tí, sum rætt er men vit eiga so heldur ikki at góðtaka alt danir EG HAYF LISIÐ TAÐ í SOSIALINUM | SJALVANDI ! siga og vilja. Men so leingi føroyingar ikki standa saman og tala søk Føroya og føroyinga, so kunnu vit bert takka okkum sjálvum fyri vånaliga umdømi í Danmark. Í hesum sambandi hevði tað vérið bæði rætt og rímuligt, at føroyskir politikarar í stórri mun greiddu dønum frá støduni her á landi. Hetta átti t.d. at verið ein sjålvsøgd uppgáva hjá okkara fólka- tingsmonnum: aftur og aftur at skrivað greinar í donskum blødum og har sidiliga og ærliga at greitt danska les- aranum frá føroyskum viðurskiftum. Tað er ikki ov nógv kravt av føroysku fólkatingsumboðunum, at tey javnan skriva kronikkir í donskum bløðum og annars eru meira virkin í tí orðaskifti, sum er í Danmark um Føroyar. -TAD átti ikki at verið neyðugt at gjørt vart við hetta á hesum stað, tí júst hetta at upplýsa danir - ikki bert danskar politikarar - um Føroyar, átti at verið ein nátúrligur partur av arbeiðinum hjá einum føroyskum fólkatingsmanni. Hesa uppgávu hava føroysk fólkatings- umboð upp gjøgnum árini langt frá røkt nóg væl, og tað skal tí vera áheitan okkara á fólkatingsumboð Føroya, hvønn flokk her á landi tey enn um- boða: at vera meira -virkin í orða- skiftinum um Føroyar og harvið vera við til at byggja brýr millum vanliga føroyingin og danan heldur enn at bróta niður. Til fólkaflokkin hava vit hesi orð: kunnu tit einki annað gera enn at bróta niður og seta kílar millum føroyingar og millum føroyingar og danir, haldið tykkum tá heilt burtur frá tí politiska leikpallinum. SOSIALURIN Sinnisbati