Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 64 — 6. APRIL 1994 Tíðindablaðið Skipar fyri ábyrgdara- fundum kring landið Allir ábyrgdararnir í Føroya Spari- kassa fáa í hesum døgum innbjóð- ing til hugnaligar samkomur kring landið. Tann fyrsta verður í Runa- vík månakvøldid 11. apríl, og síðsta freist at fáa fatur á atgongumerkj- um til hetta kvøldid er í dag Tað gongur framvegis upp- eftir við talinum á ábyrgdar- um í Føroya Sparikassa. Talið er nú komið upp á 4.700 åbyrgdarar, og eru tað 1.400 fleiri, enn tá ábyrgd- arafundur var seinast fyri tveimum árum síðani. Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á fyrireik- ingarnar til seks ábyrgdara- fundir, ið verða kring landið í apríl mánaði. Tað eru bert ábyrgdararn- ir, ið sleppa við til hesar fundirnar, og teir skulu frammanundan fáa sær fat- ur á atgongumerkjum, ið eru at fáa í øllum deildum Føroya Sparikassa. Fjølbroytta skrá — Fyrsti fundurin verður komandi månakvøld kl. 19 í Ítróttahellini Runavík, og síðani verður farið kring landið við fundunum, so vit hava havt allar seks innan fyri tvær vikur frá tí at tann fyrsti hevur verið, sigur Per Jacobsen, leiðari á PR- deildini hjá Føroya Spari- kassa. - Fyri at gera tað so áhugavert hjá fólki Sum gjørligt at vera við, hava Per Jacobsen, leidari å PR-deildini hjå Føroya Sparikassa: — Ábyrgd- arafundirnir = hesaferð fara at hava fjølbroytta skrá, so ábyrgdararnir kunnu koma saman til eina hugnaliga løtu við ymiskum undirhaldi og einum betri bita afturvið (Savnsmynd: Kalmar) ymist á skránni. Umframt at kunnað verður um virksemi sparikassans og stjórin Eyð- un á Rógvi Olsen leggur roknskapin fram, er eisini annað við. Eitt nú fer Karin Toftegaard, rakstrarráð- gevi, at hava fyrilestur um evnið »Hvat er typiskt før- ovskt?<. Eisini verður ym- ist til undirhalds, bæði við lokalum kreftum á stødun- um, har fundirnir eru, men eisini verður okkurt av und- irhaldinum afturvendandi á øllum støðunum. Einki val hesaferð Hesaferð er ikki val — tað er fjårdahvørt ár — men tra tr FØROYA SPARIHA55% kortini vænta fyrireikararn- ir, at karmurin um hesar hugnaligu samkomurnar verður væl fyltur út. Á øll- um stóðum verður borðreitt við einum betri bita, og fólk fáa stundir at hugna sær við borðini og skifta orð hvert við annað. — Tá vit høvdu teir fyrstu åbyrgdarafundimar fyri tveimum árum síðani vóru teir eitt sindur fyrri upp á ár- ið, og ti viðraði ikki alla- staðni so væl, men kortini kom nógv fólk, sigur Per Jacobsen. — Hesaferð hava vit so valt at leggja fundirnar eitt sindur seinni, nú ljósari tíð- in nærkast við várinum. So alt talar fyri, at vit fáa í minsta lagi eins góða upp- møting, og vit fingu til fyrstu fundirnar. Skráin fyri ábyrgdara- fundirnar í hesum umfar- inum er hendan: Ítróttahgll- in í Runavík 11. april, Bygdarhúsið í Hósvík 13. apríl, Skúlin í Trongisvági 5 0 - frernt ly FØROYA 15. apríl, Bygdarhusid í Midvågi 18. april, Ung- mannafelagshúsið á Sandi 20. apríl og at enda Ítrótta- og Samkomuhøllin á Hálsi í Havn 22. apríl. Abyrgdaratalið alsamt vaksandi Per Jacobsen sigur, at allir fundirnir byrja kl. 19, og at stílað verður eftir, at fund- imir enda umleið kl. 21- 21.30. Hann minnir eisini á, atneyðugt er at fáa sær fatur á atgongumerki, ið fáast á øllum deildunum. Byrjað varð við hesi ábyrgdaraskipanini á heysti í 1991, og síðani er talið á ábyrgdarum alsamt vaksið. Fyri at gerast ábyrgdari krevst, at ein setir inn eitt ábyrgdarfæ upp á í minsta lagi 1.000 krónur. Hesar fyrstu 1.000 krónurnar geva eina serrentu til innistand- andi upp til 100.000 krónur. Gjørligt er at fáa serrentu upp til 500.000 krónur. hj. ÞAU DSA Få høgen o NINNANANNAG » ke A Í Felagid Tórshavn. Byggisamtyktir og bussferð Mikukvøldid 6. april kl. 19.30 í Býráðssalinum: Gunnar Hoydal greiðir frá byggisamtyktum í Havn. Leygardagin 9. apríl kl. 14.00 frá Kunningar- stovuni: Bussferð til nyggjaru byarpartarnar. Vitjad verður í Býlings- húsinum á Norðasta Horni. Gingið verður aftur í býin. KUBBA-KAPPING SKÁLA '94 Vikuskiftið 08.-10. april skipar Skála fyri tí árligu KUBBA-kappingini, sum er ein stór innandura fótbóltskapping fyri teir yngru aldursbólkarnar ur øllum Føroyum. | Aldursbølkarnir eru: Gentur: Pinkur Gentur 10-12 år Smågentur Gentur Dreingir Pinkulingar Småpiltar Piltar Smådreingir Dreingir føddar 1984 og seinni føddar 1982 og 1983 føddar 1980 og 1981 føddar 1977, 78 og 79 føddir 1986 og seinni føddir 1984 og 1985 føddir 1982 og 1983 føddir 1980 og 1981 føddir 1978 og 1979 Pinkur og gentur 10—12 år, pinkulingar, småpiltar og piltar hava loyvi at bruka 5 leikarar + 1 eykaleikara. Ein er mål- maður. Hinir aldursbólkarnir hava ikki målmann og kunnu vera 4 leikarar + 1 eykaleikara. Foroya Banki er sponsor á 9. ári fyri kappingini og letur vinningar til nr. 1, 2 og 3 úr hverjum aldursbólki. Luttokugjald er 150 kr. fyri hvort liðið. Seinasta freist at boða frá luttoku er Í DAG, mikudagin 06. apríl á tlf. 48515 - 41253 - 47254. Skála Ítróttarfelag Síða 3