Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ti dindabiadid | Oli Jacobsen um Føroya Løgting: Kann gerast avgreiðslustað fyri ologligheitir úr Tinganesi -Ålitid um dagstudningin er ikki eitt álit, men uppskot og tí má tað koma til fyrstu viðgerð um nakar rættur er eftir i Føroyum, sigur hann Er tað nakar sum hevur mist næstan alt álit á føroyska politiska umsiting, so er tað formaðurin hjá fiskimonn- unum, Óli Jacobsen og nú er eisini álitið okkara løg- ting eisini so spakuliga við at gleppa úr hondunum á fiskimannafelagsformanni num. — Fiskimenninir sita við kensluni av at okkara land liggur í rættarloysi. Tað er ongin ivi um, at avtalan millum Maritu Petersen, løgmann og Poul Nyrup Rasmussen er eitt rættar- brot, sigur Oli Jacobsen. — Tad sum fer at henda hósdagin, tå løgtingið skal hava aðru viðgerð at upp- skotinum um inntøkutrygd er rættuliga einfalt. Løg- tingið skal nýtast at bjarga løgmanni burtuúr einum rasshafti, sum hon hevur vavt seg uppí. Fyrst varð roynt at broyta inn- tøkutrygdina umsitingar- liga. Men hetta lat seg alt ikki gera. Nú verður gingið annan veg. Fiskivinnu- nevndin ger eitt álit, sum í veruleikanum er eitt nýtt uppskot, og hetta fer beinleiðis til aðru viðgerð beint ímóti øllum parla- mentariskum siðum, sigur Óli Jacobsen. Sosialurin skilir, at meiriluti er fyri at gera broytingar í inntøkutrygd- ini á tingi. Eisini um álitið verður sett fram sum eitt lógaruppskot og harvið eisini fær fyrstu viðgerð. Hví halda tit so áfram við at streingja á at fáa inn- tókutrygdina = til fyrstu viðgerð? - Tað kemst av, at so vinna vit nakað av tíð. Løgtingsformadurin setti 18. mars sum seinastu freist til at lata uppskot inn til hesa tingsetuna. Álitið frå fiskivinnunevndini = kom ikki fyrr enn 25. mars. VALUTAKURSIR Dollar! Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Eysturríki Spania Portugal Kanada Japan Írland Grikkaland Pesetas Dollari Yen Pund XEU 05.04.94 Skillingur 55,842 Escudos Drakmur Ultimo sidsta mån. 659, 90 975, 13 393, 69 664,30 975,13 392,84 83,81 90,38 114,91 19,066 466,99 349,72 0,4067 121,16 9,21 — 8882 4,830 3,834 476,54 6,4408 942,77 2,669 757,63 — mæ £5 Srøsðdusrðu 89N2B - Kelda: Føroya Sparikassi ; A EES gurkan ;mikukvæld kl. 29-22. Telefon: 16038712800 og og faks: 12545. Verður álitið vidgjørt sum lógaruppskot, so kann tað als ikki viðgerast í hesi ting- setuni, sigur Óli Jacobsen. — Legtingið er við at gerast til eitt "ekspeditións- stað" fyri "ólógligheitir" í Tinganesi. Eg vóni ikki at løgtingid kemur so langt, sigur Oli Jacobsen. — Eg haldi at tað er heilt burturvið, at landsstýrið streingir soleiðis á fyri at fáa broytt inntøkutrygdina. Talan er um sjey milliónir sum kunnu sparast. Eftir skatt er hetta ikki meir enn ein promilla av fíggjar- lógini. Við arbeiðsskapandi tillsókum hevur Fiski- mannafelagið longu givið landskassanum sjey milliónir í inntøku, sigur Óli Jacobsen. jústinus H. Old: Øll hava sagt sina hugsan — Bædi manningarfeløg og politikkarar hava sagt sina hugsan um inntøkutrygdina. Eg dugi ikki at síggja at ein fyrsta viðgerð broytir nakað, sigur Hendrik Old, tingmaður Hendrik Old, limur í fiski- vinnunevndini hjá løg- | tinginum dugir íkki at | skilja hví tað hevur so | stóran tydning hjá fiski- manna felagsformanni- num, Óla Jacobsen, at fáa broytt álitið hjá fiski- vinnunevndini til eit lógaruppskot, soleiðis at tað kann fáa eina fyrstu — Tað kann ikki vera annað enn at Oli vil nevndinaå8renn vit skriv- aðu álitið. Hann nýtti hálvan annan tíma at greiða okkum frá sínum sjónarmiðum. Eisini hava minnilutarnir í físki- vinnunevndini fingið síni útalilsir við í álitið, sigur Hendrik Old. Óli metir at broyti- ngarnar í álitinum eru so stórar, at talan er um eitt nýtt lógaruppskot. Hvat heldur tú um tað? — Tað velst um eygað ið sær. Eg haldi ikki talan er um eitt nýtt uppskot. Tað kann gera tað sama hvussu álitið verður framborið í tinginum. Tað er meiriluti fyri áliúnum, eisini um tað verður broytt til eitt bein- leiðis lógaruppskot, sigur Hendrik Old. jústinus 1994 Viðoyggin. var ribbad Tá farið varð at gera Viðoynna klára leygar- dagin at fara av Klaks- vík, komu teir eftir, at báturin var ribbaður. Heingilásið á brúnni var brotið upp. Radarin, sjálvstýrar- in, loran, VHF-arin, pumpur og annað er horvið. Eingin veit nær ná- greiniliga, nær innbrot- iðer framt. Tað er hent í tíðarskeiðinum millum 10. mars og 2. apríl. Neyðrakett Skírisnátt sóu sand- víkingar eina neyðra- kett á luftini norður móti Dímun. Boð um hetta fóru til Havnar, og Marinustødin = sendi tyrluna hjásjóverjuni at leita. Leitað varð til klokkan seks om morg- unin, men eingin í neyð var at síggja, og teir góvust tí við leitingini. len | Cx „siða Bátarnir loystir Gjáramorgunin noydd- ist Spógvin hjá Vaktar og Bjargingartænast- uni eftir tveimum glas- trevjabåtum, sum róku á Vestaru vág í Havn. Onkur hevði kvett end- arnar á bátunum, sum lógu við bátabrýrnar í Vågsbotni. Eldur i bili Mikudagin fyri påskir kom knappliga eldur i ein bil, sum stóð við skipasmiðjuna í Havn. Bilurin kolaðist upp. Orsøkin til eldi- brandin verður nú kannað. Sluppu væl Páskanátt komu tveir 19 og 20 ungir menn blødandi inn á Hotel Føroyar. Teir vóru farnir útav við bilinum á Gamla enda. Bilurin fór í knas, men teir sluppu við heilaskjálvta og snudd- um um allan kroppin. Menninir vórðu inn- lagdir til kanningar, mensluppu báðir heim- aftur. randi