Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 64 — 6. APRIL 1994 Síða 11 ftréttur Seinna finalan, kvinnur: Neistin-VB 13-15 (5-7) Kvinnumar hjá Neistanum og VB noyðast — sambært kappingarreglunum — enn einaferð at spæla ein finalu- dyst, fyri at finnast skal fram til, hvat av liðunum 1 Annan páskadag hittust liðini í ítróttahellini á Hálsi til seinna finaludystin, og av tí at VB her vann við sifrunum 15-12, eftir at tað hevði verið 7-5 í hálvleik- inum, má nýggjur dystur verða spældur, so føroya- meistararnir kunnu finnast. Fyrra finaludystin, ið varð spældur í Vági, vann Neistin 12-11, og av tí at kappingarreglurnar siga, at tað liðið, ið er best út av tímum dystum, gerst før- oyameistari, má altso ein nýggjur dystur til. Av tí at VB vann seinna dystin viðeinum máli meira enn Neistin vann dystin í Vági, verður tað VB, ið fær heimavøll til triðja dystin. Tann dysturin er tó enda- ligur, og stendur á jøvnum aftan á vanliga leiktíð, skal dysturin kortini avgerast tá. VB alla tíðina frammanfyri Vágskvinnur fingu annan páskadag sera góða byrjan í dystinum, meðan einki bar til hjá Neistanum gott og væl tað fyrsta korterið. Meðan VB kom á odda vid 5-0, eydnaðist ikki Neistanum at skora, fyrr enn komið var inn í átjanda Sina Mørk og Neista- kvinnurnar máttu lúta fyri VB í seinna finaludyst- inum i ítróttahéllini á Hálsi annan páskadag Mynd: Jens Kr. Vang Umdystur hjá kvinnunum minuttin í dystinum. Táfór kortini at ganga eitt sindur betur hjá Neistanum, og í hálvleikinum vóru bert tvey mál á muni. Í seinna hálvleiki fylgdi Neistin væl vid, men kortini eydnadist ongantíð at fáa bilbukt vid vågskvinnur, ið allan dystin á tamb lógu á odda. Tær striddust sera væl, og illabar til at fáa gjørt nakað við tær, hóast Neistin royndi sítt ítarsta. Serliga stóð málverjin hjá Neistanum, Ann Lis Bjark- hamar ein sannan brand- dyst, so årslitid kundi ikki gerast ødrvisi enn tað sama. Hon var snøgt sagt sum ein livandi veggur í VB-mál- inum. So tað vóru glaðar VB- kvinnur, ið kundu staðfesta, at tær framvegis vóru á odda og høvdu tryggjað sær umdyst, tå floytað varð av. Tær høvdu tå kent andan av Neistanum i nakkanum, men høvdu kortini meistar- liga hildið tørn og varðveitt leiðsluna og framhaldandi møguleikan fyri at vinna gullið. hj. FM-sigurin var ongantid i vanda Kyndil kundi trygt spæla sigurin í hús annan páskadag móti KÍF í itréttahøllini á Hálsi. Við sigrinum á Skála sum springbretti beindi Kyndla-manningin fyri øllum vónum hjá KÍF um at vinna meistaraheitið hesaferð Seinna finala, menn: Kyndil-KIF 26-21 (12-10) Hóast kollfirdingar royndu at gera sitt besta fyri at fáa fatur í Kyndli, so eitt sindur av kapping kundi koma í um FM-heitið hesaferð, var einki hjá teimum at gera móti vælspælandi Kyndla- liðnum í ítróttahgllini á Hálsi annan páskadag, tá liðini bæði møttust í seinnu FM-finaluni. Kyndil vann ta fyrru fin- aluna í høllini á Skála skír- isdag, og við hesum 29-26 sigrinum sum springbretti beindi Kyndla-manningin sera effektivt fyri øllum vónum hjá KÍF um at vinna meistaraheitið hesaferð. Seinnu finaluna vann Kyndil sostatt eisini, og var sigurin hesaferð uppaftur meira sannførandi, við sifr- unum 26-21, eftir at stødan í hálvleikinum hevði verið 12-10. Kollfirðingar megnaðu at fylgja hampuliga væl við í fyrra hálvleiki, har teir eis- ini onkra létu vóru á odda við einum máli. Men spælið var ikki nóg gott til at halda Kyndli, og sum seinni hálv- leikur leið, øktist munurin bara. Og móti endanum var konsentratiónin hjá Kyndli heldur ikki alt ov góð — bæði Jónleif Sólsker og Tróndur Joensen brendu brotskøst, aftaná at KÍF hevði fingið sítt 21. og sein- asta mál í dystinum. Og tí kundi tað heldur ikki endað við ødrum enn, at málverjin Hans á Lag, ið hevði staðið ein sera góðan dyst, í allar- seinasta álopinum í dystin- um tók sakina í egnar hend- ur og fór fram — og skoraði til 26-21... Soleiðis skal tað heilt ein- falt bara gerast! bj. Her fer Jónleif Sólsker úr Kyndli í flúgvandi stíli móti Jógvan Elias Jacobsen í KIF -målinum í seinna FM- finaludystinum annan páskadag í ítróttahøllini á Hálsi. Mynd: Jens Kr. Vang