mikudagur 6. apríl 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYAMEISTARARNIR Í HONDBÓLTI HJÁ MONNUNUM, KYNDIL. Aftast frá vinstru: Dia Midjord, venjari, Jónleif Sólsker, Hanus Jensen, Niclas Djurhuus, Tróndur Jen-
Síða 10 Nr. 64 —6. APRÍL 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin ]
sen, Rúni Poulsen og Hans Thomassen. Fremst frå vinstru: Rúni, liðleiðari, Bent Jákup Hansen, Høgni Vilhelmsen, Sophus Dal-Christiansen, Hans å Lag, Bårdur Johannesen og Petur
Petersen
Mynd: Jens Kr. Vang
Kyndil vann FM-heitið
Kyndil vann eisini seinna finaludystin móti KÍF, og so
varð FM-heitið komið í hús. Sum kappingarárið hevur
lagað seg hesaferð, er Kyndil meira ella minni komin so
líðandi til heitið, ið tey flestu væntaðu VIF fór at vinna
Tað var 6føra gott lag á
øllum kyndlafólkum annan
páskadag, tá tað eydnaðist
Kyndli at tryggja sær FM-
heitið í manshondbólti.
Uttan at nakað skal verða
tikið frá Kyndli, ið vann
heitið so uppiborið, sum tað
kann vinnast, so mundi tað
endaliga úrslitið av hond-
bóltskappingini hesaferð
gerast eitt sindur ødrvisi,
enn øll sólarmerki vóru til,
tá grundspælið varð fingið
frá hondini.
Har lógu vestmenningar
greitt á odda sum stórfavo-
rittar at strúka avstað við
gullinum, eftir at teir ikki so
mikið sum søpladu eitt ein-
asta stig burtur.
Spælið hjá vestmenning-
um gekk eisini væl, og lítið
bendi á, at nakar so álvars-
liga kundi hótta teir, at teir
ikki í minsta lagi fóru at fáa
silvurið burturúr. Men so
hevur kappingin ikki lagað
seg móti endanum.
Og tá avtornaði varð tað
ikki bert Kyndil, ið fekk sær
gullið til høldar, meðan KIF
burtur úr finaluni fekk silv-
urið. Í kappingini um trið-
besta heiðurin — bronsuna —
slapp VIF heldur ikki heil-
skapað, so strandingar nú
kunnu prýða seg við brons-
uni. Unga framtíðarliðið hjá
SIF vann stórsigur í Vest-
manna við sifrunum 26-19,
so har gjørdist als einki at
rafla um.
Við hesum fekk kapping-
in kanska ein heldur sindur
ødrvisi enda, enn mong
mundu roknað við, men so-
leiðis er gongdin nú eina-
ferð.
Tíðindablaðið Sosialurin
ynskir Kyndli tillukku við
gullinum, KÍF við silvurin-
um og StÍF við bronsuni.
hj.