Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 116 - 24. juni 2003 Nr. 116 - 24. juni 2003 19 90% av rovfiskunum eru burtur Japanarar hava flutt fiskiskapin eftir tun- fiski og svørfiski runt á heimshøvunum, tí stovnarnir eru mink- aðir so nógv. - Ídnað- arveiðan er orsøkin til, at veiðan eftir tun- fiski og svørfiski er vorðin hættisliga lítil, siga granskarar ÚTLENDSK FISKI- VINNA Vilmund Jacobsen Í eini grein í kenda tíðarrit- inum, "Nature", siga høv- undarnir, fiskivinnufrøð- ingurin, Ransom A. Meyer og Boris Worms, sum starvast við Dalhousie Uni- versitetið í Halifax í Kan- ada, at heili níti prosent av stovnunum av stórum rov- fiskum í heimshøvunum kunnu vera oyddir. Orsøkin er ídnaðar- veiðan. Granskararnir halda, at teirra kanning er slóðbrót- andi, tí hetta er fyrstu ferð, at víst verður á, hvussu stovnar í ymiskum øko- skipanum hava havt somu dramatisku niðurgongd. Granskararnir hava eitt nú kannað ymisk tunfiska- og svørfiskasløg á opnum havi, og teir hava eisini kannað tosk, flatfisk og skøtu á innaru leiðunum. Sum skilst, hava Meyer og Worms ikki kannað tosk ella onnur fiskasløg í út- nyrðingspartinum av At- lantarhavinum, men hava hinvegin kannað kollapsið av toskinum á bankunum útfyri Norðurameriku. Í kanningini hava teir roknað út støðuna hjá fiskastovnunum, áðrenn ídnaðarveiðan byrjaði. Teir hava eisini brúkt veiðihagtøl hjá japanskum pelagiskum línubátum, sum hava flutt fiskiskapin eftir eitt nú tunfiski og svørfiski runt á heimshøvunum, tí hesir stovnar eru minkaðir so nógv. Niðurstøðan hjá Meyer og Worms er, at veiðan eftir nevndu rovfiskastovnum minkaði nógv longu árini frá 1960-1970, til hon í dag er vorðin hættisliga lítil. Tað er ikki av tilvild, at japansk tunfiskaskip leita eftir tunfiski um øll heimshøv - og eisini her um okkara leiðir - Eg vænti, tað verður greitt um eina viku ella so, um og nær fiskavirkini leggja stilt, sigur Agnar Jensen, sum starvast í Vinnuhúsinum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Seinastu 2-3 árini hevur Vinnuhúsið skrásett, nær tey ymisku fiskavirkini, sum plaga at leggja stilt 1-3 vikur um summarið, fara í summarfrí í ár. Agnar Jensen, sum starv- ast í Vinnuhúsinum, sigur, at drúgva verkfallið, sum var á privata arbeiðsmarkn- aðinum, hevur seinkað hesi ætlan, soleiðis at hon enn ikki fyriliggur. - Undir vanligum um- støðum skuldi frítíðin longu verið greið, men tá ið vit tosaðu við leiðslurnar á virkjunum undir verkfallin- um, vistu tey einki at siga um, hvussu verður í summ- ar. Agnar vísir á, at tað er ikki Vinnuhúsið, sum legg- ur frítíðina hjá flakavirkis- vinnuni, men hetta er eitt arbeiði, sum Vinnuhúsið ger fyri limirnar í Ráfiska- keyparafelagnum. Hann sigur, at tað eru virkisleiðslurnar sjálvar sum avgera, um og nær farið verður í summarfrí. - Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu virkini velja at gera. Nøkur koyra uttan steðg og onnur lata aftur í 1-3 vikur um hásummarið. Agnar vísir á, at virkini hugsa um fiskiskap, fiska- sløg, marknaðarútlit, og leiðslurnar tosa eisini við arbeiðsfólkið um hetta. - Harumframt eru tað virkir, ið vilja hava eitt skotbráð um summarið til ymiskar umvælingar, sum liggja á láni. Viðhvørt er útlendsk ekspertisa her heima, sum veitir tænastur til virkini, eitt nú frystarí- ini, og tá er neyðugt, at ein ætlan fyriligur, hvussu farið verður út á virkini kring landið. Agnar sigur, at ein onnur orsøk til, at ein slík heildar- ætlan verður løgd, er til tess, at skipini skulu vita, hvørji virkir eru opin, og hvørji ikki eru. - Tað hevur eisini ljóðað, at onkur skipabólkur er um at verða liðugur við sínar fiskidagar, men hetta veit eg ikki fyri vist, sigur Agn- ar Jensen. Ætlanin yvir summarfrí seinkað av verkfallinum Um eina viku ella so verður greitt, um og nær fiskavirkini kring landið fara í summar- frí. - Undir verkfallinum visti eingin at siga, hvussu verður, sigur Agnar Jensen, sum starvast í Vinnuhúsinum Norsk skúlabørn hava fingið tráður at fiska við, men hetta hóvar ikki norsku djóraverndini, sum heldur, at hetta er djórapínsla NOREG Vilmund Jacobsen Djóraverndini í Noregi dámar lítið eina ætlan, sum norsk skúlabørn eru vorðin partur av. Ætlanin kallast, "Skolestangsprojektet 2003". Býttar eru út nógvar túsund tráður til skúlanæm- ingar kring landið, soleiðis at hesir kunnu sleppa at royna seg. Tað eru Stat- skog, Norges Jeger-og Fiskerforbund (NJFF) og Sølvkrogen AS, sum standa aftanfyri skúlaprojektið við tráðunum. Men djóraverndin heldur, at fiskurin fær ilt, tá ið hann verður krøktur, og tey halda eisini, at maðkarnir fáa eina heldur ódámliga viðferð, tá ið húkurin verð- ur krøktur upp ígjøgnum allan kroppin á teimum. Í ár verða 40.000 tráður lætnar barnaskúlunum; í fjør var talið 30.000. Bæði skúlar, foreldur og næmingar eru positivir fyri hesi ætlan. - Børnini hava fyri neyð- ini at møta tí partinum av náttúruni, sum tey við tíðini meira og meira eru vorðin drigin burtur frá, sigur Steinar Paulsen, ið starvast sum frítíðarkonsul- entur í NJFF. Pínsla Í brævi til Statskog ber djóraverndin fram sína ónøgd við projektið og vísir til granskingar í kenslulívinum hjá fiski. Her verður sagt, at "… Dyrebeskyttelsen Norge mener, at fisk er i stand til å føle smerte. Dette støttes også av nye forsknings- resultater…" Djóraverndin heldur, at møguligur ivi um hesi viðurskifti eigur at koma fiskinum til góðar. - Tað er týdningarmikið, at børn kunnu uppliva náttúruna, men hetta kann gerast uttan at pína fiskin. Siri Relling hjá norsku djóraverndini heldur, at børnini heldur kundu fing- ið kikarar og myndatól í staðin fyri tráður. Henni dámar heldur ikki, at børnini skulu krøkja maðkar uppá húkin. - Vit kunnu ikki útiloka, at maðkur kennir pínu. Eg trúgvi heldur ikki, at børn halda tað vera serliga stutt- ligt at krøkja ein maðk uppá húkin. Og hon heldur fram: - Kanska heldur onkur, at vit eru hysterisk, men hetta snýr seg um virðing fyri okkara "medskapninger", sum Siri Relling tekur til. Børn eiga ikki at fiska við tráðu Klassikarin í føroyskari list Afturlítandi fram- sýning og hátíðar- dagur í Listaskálan- um FRAMSÝNING Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Einki kundi vera meira rætt enn hendan framsýningin. Orðini eigur Gunnar Hoydal, sum er formaður fyri stýrið fyri Listaskálan, um framsýningin við Jan- usi Kamban. Tíggju ár eru liðin síðani Listaskálin lat nýggja útbygningin upp al- ment. Og hvat kundi rigga betur enn at lata ein hin mætasta listamannin í Før- oyum í dag, Janus Kamban sýna fram. Ikki bara tí, at hann er úrmælingur sum listamaður, men eisini tí hann er undangongumaður í føroyskari list og fyrrver- andi stjóri í Listaskálanum. Sami Gunnar Hoydal helt eisini fyri, at Janus Kamb- an, sum í september verður hálvfems ár, telist millum teir yngstu hálvfems ára gomlu. Og lagið var eisini gott á Janusi leygardagin, tá framsýningin við nógvum av hansara verkum sum listamaður lat upp. Hóast hann ikki hoyrir so væl, so spurdi hann bara, um tað var okkurt, hann ikki fekk við. Og lyndinum bilar einki, og hann smæddist heldur ikki við at arga Gunnar Hoydal eitt sindur. Hann hevur verið sálin og kraftin í føroyskari list. Hann er klassikarin í før- oyskari list, segði Gunnar Hoydal. Framsýningin sýnir fram eitt part av tí, Janus Kamb- an hevur gjørt síni nógvu ár sum listamaður. Hann er kendur sum bæði mynda- høggari og grafikari, og framsýningin sýnir eisini báðar síðurnar av honum. Janus Kamban varð út- búgvin á listaakademiinum í Keypmannahavn í 1932- 35 og 1938-40. Hann hevur verið aktivur sum listamað- ur í nógv ár, og eru hansara verk at síggja víða hvar í Føroyum. Hann var fyri- støðumaður í Listaskálan- um 1970-1978, og hann verður mettur sum mið- depilin í føroyskari mynd- andi list eftir seinna heims- bardaga. Tey, ið hava hug, kunnu síggja verkini hjá Janusi í Listaskálanum. Janus Kamban verður í september hálvfems ár. Leygardagin var hann í Listaskálanum, har framsýning við hansara verkum lat upp C M Y K 19 18