Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 116 - 24. juni 2003 Nr. 116 - 24. juni 2003 21 – Summi eru ímóti broytingum í skúlanum, tí tey ræðast tað nýggja og ókenda. Hesin ótti tykist at vera okkum menniskjum í kjøtið borið, og flest øll um okkara leiðir skilja og kenna hann. Tíbetur eru nøkur, sum tora at bjóða hesum óttanum av. Men: Nógvar kreftir eru ímóti einum broytt- um skúla, tí tær hava varhugan av, at fjøl- broytt virksemi í skúlanum kann gera frælsari menniskju. Tílíkar kreftir eru eirindaleysar í sínum bardaga ímóti roynd- unum at skapa ein fjølbroyttan fólka- skúla, og tær eiga ikki at sleppa at gera sær dælt av almenna ótt- anum fyri tí ókenda, segði Pauli Nielsen, rektari á Føroya Lær- araskúla, tá hann fríggjadagin gav nýggju lærarunum eitt hugsjónarligt lot í seglini. Vit prenta røðuna niðanfyri: Eg fari at byrja við at ynskja tykkum øllum hjar- taliga tillukku. Um eina lítla løtu fáa tit prógvið handað, sum borgar fyri, at tit nú eru lærarar á pappír- inum. Av teimum 24, sum byrj- aðu í 1. flokki, tá ið tit byrj- aðu fyri 4 árum síðani, verða 15 liðug í dag. Har- umframt eru 7 komin aftrat, sum eru flutt inn í flokkin, tey flestu eftir at tey hava tikið ein part av útbúgving- ini aðrastaðni. Hetta, at partur av út- búgvingini er tikin aðra- staðni, gerst alt meira van- ligt, ikki bara her í Føroy- um, men eisini í londunum uttan um okkum. Eisini gerst tað alt meira vanligt, at lesandi hjá okk- um eru gestalesandi í nak- rar mánaðir á eini læraraút- búgving í grannalondun- um, ella eru í starvsvenjing burturi í londum. Soleiðis hevur eisini verið hjá nøk- rum tykkara. Hetta gevur fjølbroytni í útbúgving tykkara. Tá ið tit nú fara út í dag- ligt starv sum lærarar, fara tit skjótt at sanna, at júst fjølbroytni í gerandisdegn- um á skúlunum skapar ta rúmd, sum er fortreyt fyri, at fólkaskúlin verður ein skúli fyri øll. Fjølbroytt undirvísing tekur ta sannroynd til sín, at børn á sama aldri eru sera ymisk, og at nógv orka liggur bundin í tí ymisk- leikanum. Hesa kraft ber til at loysa, um vit duga at bera tað so í bandi í skúlanum, at rúm er fyri tí, sum børnini hava í sær. Tað er ein spurningur um lívssjón læraranna, um hetta rúm verður givið ella ikki. Tí soleiðis sum vit velja at síggja menniskjað, so- leiðis fara vit eisini við tí. Hesi einføldu orð í øllum sínum veldi eru ikki míni egnu. Eg taki tey upp aftur eftir danska heimspekin- gin Peter Kemp úr bókini »Det uerstattelige«. Bóka- heitið sipar til lívið hjá hvørjum einstøkum okkara – títt lív og mítt lív. Tað er okkara egna lív, vit skulu fáa stuðul til, og mót uppá at liva við einum góð- um grundarlag í uppvøkstr- inum, og tá er skúlin ein týðandi táttur. Tað er eingin kunstur at leggja byrðar á børn, sum taka frá teimum hugin at læra. Eitt sindur av trýsti aftrat, so eru eisini viljin, trúgvin og sjálvsálitið fokin hjá mongum. Hetta er ein gomul søga, sum nógv kenna alt ov væl. Eingin regla er uttan undantøk, men taka vit barnið, soleiðis sum tað er, so stendur tann myndin ljós, at børn flest hava hug at læra, at tey vilja nýta tíð og orku at læra tað, tey halda vera vert at læra, at tey læra nógv av hvørjum øðrum, at tey læra á marg- faldan hátt, og at hugurin og evnini at læra nørast, tá ið avbjóðingarnar eru fjøl- broyttar og rímiligar. Men soleiðis kenna nógv børn ikki skúlatíðina, og tað mugu lærarar og vit, sum útbúgva lærarar, taka til eftirtektar. Tað má eisini vera fremst í huganum hjá okkum, sum herfyri vórðu sett í arbeiðs- bólk at gera nýggja lóggávu um virksemið á Lærara- skúlanum í framtíðini. Tað hjálpir einki at argast inn á børnini og ungdómin, tí tey ikki vilja tað, sum vit vilja. Og tað bøtir einki um, at vit nýta allar snildir, at fáa tey at vera, sum vit vilja Fríggjadagin 20. juni fingu 22 lærarar prógv á Føroya Læraraskúla. Tey vóru: Sára Dam, Birita Djurhuus, Sonni Djurhuus, Maria Eldevig, Rúni Gaardbo, Elin Henriksen, Eyðbjørn Jacobsen, Annika Joensen, Ingun Joensen, Rúni Juul, Herborg Mikkelsen, Gunnvá Mohr, Peter Niclasen, Andrea Nielsen, Jóhanna Sofía Petersen, Fríðgerð Rasmussen, Marin Sigvaldsdóttir, Ingi á Smið, Arnóra Thomsen, Vinnie Toftegaard, Margreth Veihe og Elsebeth Vilhelm. Sonni Djurhuus vantar á myndini Pauli Nielsen: Tað er bert í rúmligum fjølbroytni, at fólka- skúlin verður ein góður skúli hjá øllum hava tey at vera. Tað er at manipulera, og manipulati- ón er í síðsta enda at nýta sína makt. Og makt eiga vit ikki at nýta sum pedagogiskt am- boð móti verjuleysum børnum, sama hvussu meinsk tey kunnu tykjast okkum at vera. Tá er tað at misnýta maktina og tað álit, sum børnini nátúrliga hava á einum lærara. Kanska verður tað ein- asta, børnini tá læra, at nýta makt, og í ringasta føri, at misnýta maktina. Men uppgávan er trupul og ein stór avbjóðing fyri tann einstaka læraran og evni hansara at vera smid- ligur í sínum verki. Tað er tí sjálvsagt, at skúlafólk seta sær sjálvum spurningin: Hvussu skulu vit bera okkum at, so fjøld- in av teimum børnum, sum vit áleggja at ganga í skúla bestu barna- og unglinga- tíðina, fær eina skúlagongd, sum tey virða og halda seg fáa nóg mikið gagn av? Næstan einki kemur av sær sjálvum uttan tilvildin, og sjálvt um siðvenja og tilvild eru partur av veru- leikanum, sum ikki ber til at koma uttanum, so eru hesi fyribrigdi, hvørki sam- an ella hvørt fyri seg, nóg haldgóður botnur at byggja framtíðar skúlaskap á. Neyðugt er nógv meira medvitað at seta út í kortið, tá ið vit leggja stavnin eitt sindur longur fram, og at hyggja um allan sjónarring- in at vita, hvat umheimurin hevur at siga okkum. Men royndirnar hjá øðr- um kunnu bara vera vita- minir til menningina heima hjá okkum sjálvum. Tær eru tiltikna súrdeiggið, sum saman við góðum tilfari, men fyrst, og ikki minst, í kønum hondum og undir teimum bestu og rættastu umstøðum, gevur tað góða úrslitið. Tankaleys apan eftir øðr- um ger ein fremmandan í egnum heimi, ger ein til eina keipumynd, sum altíð kemur lakkandi aftaná. Umframt dygga vitan um tað, sum hendir uttan um okkum, og um skipaðar rannsóknir, sum økja um innlitið í egið virksemi, mugu vit eisini gera okkara egnu royndir. Hesar royndir kunnu vera av ymiskum slag, og vit eiga tí eisini at seta ymisk krøv til teirra. Ein sera mennandi táttur er tær royndir og teir tank- ar, sum lærarar gera sær um dagliga arbeiðið í skúlan- um. Á fremmandamáli verður hetta virksemi nevnt innovatión. Tílík innovatión eyð- kennir undirvísingararbeið- ið hjá tí leitandi læraranum og heldur honum frá bara at ganga gamlar gøtur. Hann vil eisini royna aðrar gongdar leiðir, sjálvt um tær stundum kunnu vera so torgingnar, at hann kann enda í veitini ella enntá, tá ið harðast leikar á, missir fótafesti eina løtu. Dugurin í læraranum sæst aftur í tí, at hann torir at stíga næsta sporið, tí hann veit, at ger hann ikki tað, kann hann enda við at standa á einum beini tað sum eftir er av starvstíðini, og tað kann eingin vera nøgdur við. Men hetta innovatiónsar- beiði kann eisini vera øðr- vísi arbeiði út í bláan heim. Innovatiónin krevur tí støð- uga eftirmeting, skal hon ikki bara hava týdning í løt- uni, og skal hon økja nakað munandi um medvit lærar- anna og næminganna. Vit mugu vita, hvat ið vit gera! Og í hesi støðugu eftir- meting kemur eisini í ljós, hvar ið ráðiligt er at seta í verk meira skipað royndar- og menningarstarvsemi ella rannsóknir. Afturvendandi niðurstøð- an í flest øllum frágreiðing- um er, at børn eru so ymisk, tí hvør hevur sín sjónarring og sín lærustíl, og at besta borganin fyri, at øll fáa nóg mikið burturúr, er fjølbroytt innihald, margbroyttir virk- ishættir, stimbrandi um- hvørvi og líkindi til so ofta sum til ber í friði og náðum at sleppa at royna at fáa greiðu á tí, sum er á skránni í løtuni. Og soleiðis er skúli í okkara tí, tá ið hann verður hildin at liva upp til tey høgu mál, sum sett verða í almennu endamálunum fyri skúlan. Men soleiðis er ikki alla- staðni, og mesta forðingin er vanahugsan, ein hugsan, sum kanska hevur verið rímilig í síni tíð, men als ikki hóskar til tey krøv, sum nútíðin setur. Mesta forð- ingin er sostatt inni í høvd- inum á okkum og ikki teir karmar ella annað, sum vit mangan hava vant okkum at halda. Ið hvussu er koma vit ongan veg við at leggja alla ábyrgdina frá okkum og leggja skuldina á onnur. Nógvir av møguleikunum og nógvir av bágunum hava verið almenn vitan so leingi, at tað kann kennast sum júkan upp í saman av tí, sum flest øll so sjálvsagt vita, at endurtaka teir her. Tey flestu hava í útbúgv- ingartíðini fingið at vita um ymisk undirvísingarsjónar- mið og um ymiskar undir- vísingar- og arbeiðshættir í skúlanum. Í dagliga arbeiðinum í skúlanum læra lærarar skjótt, hvar teir renna seg ímóti. Og vit mugu sanna, at vanar eru sterkari enn vit- an. Men hava vit tikið til okkum sannroyndina, at hvørt barnið hevur sín tørv, so mugu vit eisini taka av- leiðingarnar av tí og skipa skúlan so væl sum gjørligt eftir hesum. Eitt nú er sundurbýtti skúladagurin ein bági fyri tí fjølbroytta virksemi, sum ger skúlan til skúla fyri øll, og allar royn- dir tykjast at bera á tann bógvin, at bara vit leggja tveir tímar saman í somu lærugrein, fáa vit nógv rúmari ræsur fyri fjøl- broytta arbeiðinum í skúl- anum, og tann broytingin er so lítil, at einans viljin forð- ar fyri henni. Tað skal hel- dur ikki altíð nógv til at skapa eitt nógv flógvari umhvørvi á skúlunum enn tað lit- og lívleysa um- hvørvi, ið vit vanliga bjóða børnunum, og sum lærar- arnir bjóðar sær sjálvum at arbeiða í. Heldur ikki er tað nøkur ógjørlig uppgáva, at lærarar vita so mikið av hvør øðrum, at teir kunnu samskipa undirvísingina bæði hvat ið innihaldi viðvíkur og arbeiðslag, og ikki fyrr enn hetta fjøl- broytni er veruleiki í geran- disdegnum í skúlanum, ber til at siga, at vit síggja til hin einstaka næmingin, samstundis sum vit hjálpa honum at kenna møguleik- arnar í felagsskapinum og rættindi og skyldur í sam- felagi við onnur. Vit hava seinastu árini fingið hópin av tilfari, bein- leiðis ætlað til skúlabrúks, og tað eiga tey, ið hava staðið á odda í tí arbeið- inum, stóra tøkk fyri. Tað er væl, at so er. Men vandi er í hvørji vælferð! Hugsa vit um skúlans arbeiði, soleiðis sum eg havi røtt um tað, so er skjótt, at bókin, ella tilfarið, kemur at standa ímillum næmingin og tann skúla, sum er bestur fyri børnini. Tað verður bókin, sum kemur at stýra undirvísing- ini, og ikki innihaldið, og tá síggja vit ikki til hitt ein- staka barnið, og ta kraft, sum er í tí, men fara at leita eftir snildum at fáa tað at gera soleiðis, sum vit vilja hava tað at gera. Nógv vaksin billa sær inn, at tá læra børnini tað, sum tey eiga at læra. Men tað er ikki rætt, og alt ov nógv læra, at skúli og undirvísing er ikki fyri tey. Tey fáa stikni til skúlan, og tað er vandamikið. Trúgv og áræði at læra alt lívið mugu vit ikki taka frá fólki. Tá hevur skúlin gjørt meira skaða enn gagn. Tí skulu teir lærarar eiga stóra tøkk, sum ganga undan og smátt um smátt laga skúladagin til teir møguleikar, sum nútíðin gevur. Eg havi her roynt at geva tykkum eitt hugsjónarligt lot í seglini, nú tit fara av Læraraskúlanum. Eg vóni inniliga, at tit verða millum teir lærarar, sum bera nakað av tí inn í fólkaskúlan, sum eg havi hildið vera umráðandi at minna tykkum á, nú tit fara av Læraraskúlanum. Til eru lógir og kunn- gerðir um skúlan, sum mangan fáa skyldina fyri, at lítið gerst, men tá verða tær ikki lisnar í tí anda, sum tær eru gjørdar. Eg hugsi, at tað heldur er henda lógin, sum spælir okkum puss, soleiðis sum hon hevur lyndi til at gera tað í smáum samfeløgum. Summi eru ímóti broyt- ingum í skúlanum, tí tey ræðast tað nýggja og ókenda. Hesin ótti tykist at vera okkum menniskjum í kjøtið borið, og flest øll um okkara leiðir skilja og kenna hann. Tíbetur eru nøkur, sum tora at bjóða hesum óttanum av. Men: Nógvar kreftir eru ímóti einum broyttum skúla, tí tær hava varhugan av, at fjølbroytt virksemi í skúl- anum kann gera frælsari menniskju. Tílíkar kreftir eru eir- indaleysar í sínum bardaga ímóti royndunum at skapa ein fjølbroyttan fólkaskúla, og tær eiga ikki at sleppa at gera sær dælt av almenna óttanum fyri tí ókenda. Hetta er Jantelógin: 1. Tú mást ikki halda teg vera nakað 2. Tú mást ikki halda teg vera okkara líka. 3. Tú mást ikki halda teg vera klókari enn vit 4. Tú mást ikki billa tær inn, at tú ert betri enn vit 5. Tú skalt ikki halda teg vita meira enn vit 6. Tú skalt ikki halda teg vera mætari enn vit 7. Tú skalt ikki halda teg duga til nakað 8. Tú skalt ikki flenna at okkum 9. Tú skalt ikki halda, at nakar leggur í teg 10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað Saman kunnu vit gera okkara til at venda henni við. Viðvenda Jantelógin: 1. Tú skalt vita, at vit rokna við tær. 2. Tú skalt vita, at vit vita, at okkurt virðismikið og gott er í tær, sum vit hava brúk fyri. 3. Gloym ikki, at í minsta lagi 4-5 fólk eru tætt bundin at tær. 4. Tú skalt vita, at tú hevur menniskjaligar dygdir, sum vit fegnast um. 5. Tú skalt vita, at vit onnur eisini vita, hvat tað er at kenna seg uttan týdning, virðisleysan, einsamallan og miseydnaðan. 6. Tú skalt vita, at vit hava nakað í felag. 7. Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg. 8. Tú skalt sanna, at egna lív títt og menningin av samfelagnum, eru treytað av, at tín partur ikki liggur eftir. 9. Vit - tú og eg - kunnu loysa nógvar trupulleikar saman. »Innovatión eyðkennir undirvísingararbeið- ið hjá tí leitandi læraranum og heldur hon- um frá bara at ganga gamlar gøtur. Hann vil eisini royna aðrar gongdar leiðir, sjálvt um tær stundum kunnu vera so torgingnar, at hann kann enda í veitini ella enntá, tá ið harðast leikar á, missir fótafesti eina løtu.« »Tað er tí sjálvsagt, at skúlafólk seta sær sjálvum spurningin: Hvussu skulu vit bera okkum at, so fjøldin av teimum børnum, sum vit áleggja at ganga í skúla bestu barna- og unglingatíðina, fær eina skúlagongd, sum tey virða og halda seg fáa nóg mikið gagn av?« C M Y K 21 20