týsdagur 24. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 24. juni 2003
23
Havnin átti hetta vikuskiftið
Eftir floppið í Gunda-
dali ímóti B36 er
troystin hjá fótbólts-
hugaðu klaksvíking-
unum í hesi vikuni, at
teir eiga Toda Jónsson
6. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Fyrsti triðingurin av fót-
bóltslandskappingini 2003
er lagdur afturum. Í fínastu
líkindunum
vórðu
fýra
dystir spældir, og tað gekk,
sum tað hevur gjørt í flestu
av hinum umførunum. Úti-
sigrarnir vóru fleiri enn
heimasigrarnir,
og
ein
dystur endaði við javnleiki.
GÍ og Skála høvdu avgjørt
sítt stríð fyri einum mánað
síðani. Men longu í annað-
kvøld verður GÍ í dystartali
aftur frammanfyri hini. Tá
skulu teir spæla á heima-
vølli ímóti EB/Streymi.
Talan er um framskundað-
an dyst í sjeynda umfari, tí
GÍ leygardagin fer at spæla
í Intertoto Cup.
GÍ verður mest kroyst,
men eisini øll hini fara at
hava hópin at síggja til
næstu tvær vikurnar. Umfar
í landskappingini verður á
skránni í vikuskiftinum,
mikukvøldið í næstu viku,
aftur í vikuskiftinum og í
miðviku, og so verður end-
in undan summarsteðgin-
um í vikuskiftinum.
Tí kann tað vera, at
okkurt um tríggjar vikur fer
at venda niður, sum nú
vendir upp. Men í løtuni er
tað nógv, sum talar fyri, at
tað fyri fyrstu ferð verður
sama meistaralið tvey ár á
rað. HBarnir tykjast avgjørt
ikki at vera mettir. Sunnu-
dagin vóru teir í Vági, har
heimaliðið er í trongstøðu
og leingi vísti, at teir eru
fullgreiðir yvir sína støðu
og ætlaðu at gera nakað við
tað. Men teir megnaðu ikki
at boyggja HB, sum fyri
fyrstu ferð síðani 1991 fekk
fult á Vágs eiði. Sigursmál-
ið fingu teir í evstu løtu.
Tað plagar at vera typiskt
fyri oddalið, at tey fáa mál í
síðstu minuttunum, og tað
plagar ikki at vera tilvildin,
sum ger tað av. At venjing-
arstøðan er góð og kanska
betri, enn hon er hjá mót-
støðumonnunum, plagar at
koma til sjóndar síðstu
løtuna.
Úrslitini hjá kappingar-
neytunum hjá HB í toppin-
um lagaðu seg væl fyri
eldra havnarfelagið, og so
fingu teir eyka hjálp á
Toftum. Sunnudagin skal
HB spæla á Svangaskarði,
og longu sunnudagin glapp
botnurin úr B68 verjuni, tá
ið Hans Fróði Hansen varð
rikin av vøllinum. Harvið
er greitt, at hann verður
ikki við ímóti HB.
B36 funnið stevið
Klaksvíkingar hava skavað
ikki so lítið at stigum sam-
an, men avrikini hava ikki
verið so sannførandi, at tey
hava givið ábendingar um,
at tað skuldi roknast við KÍ
sum røttum oddaliði. Ser-
liga á heimavølli hevur tað
gingið striltið hjá KÍ.
Undan
vikuskiftinum
høvdu teir vunnið tríggjar
ferðir á útivølli. Men góðu
gongdini á útivølli syrgdi
B36 so rudduliga fyri at
steðga í Gundadali.
KÍ varð avsmurt 7–1.
Fyrst og fremst má stað-
festast, at B36 tykist vera
sloppið burtur úr nagga-
tódnini, sum teir vóru í
fyrstu umførini. Í Miðvági
vóru teir sannførandi, og
teir vístu aftur sunnudagin,
at tað skal roknast við
teimum. Ikki minst eftir at
Jens Kristian Hansen er
komin fyri seg, er spælið
farið at hanga betri saman,
og tað hevur eisini lyft aðr-
ar lyklaspælarar – eitt nú
Jákup á Borg – til tað, sum
teir áður hava víst. Í løtuni
er stóri spurningurin, hvat
ella um B36 fer at megna at
gera nakað við HB.
Í Klaksvík er skilið ikki
gott. Í trimum royndum
hava teir tilsaman tapt 18–3
ímóti B36!! So livandi gal-
ið hevur tað neyvan nakran-
tíð í einum kappingarári
hilnast hjá KÍ ímóti einum
og sama liði. Tað er undr-
unarvert og boðar ikki frá
góðum, at KÍ enn eina ferð
leyp so beint í felluna, sum
teir fyri einum stórum mán-
að síðani tvassaðu í á
heimavølli ímóti B36 – tað
var í seinnu hálvfinaluni í
steypakappingini.
Viðhvørt skal fingurin
stingast í jørðina og bestikk
takast av støðuni. Í steypa-
kappingini var tað líka
mikið, um tapið í seinnu
hálvfinaluni var 3–0 ella
7–1. Soleiðis er tað ikki í
landskappingardysti. Har
telur málmunurin, og har
hevur tað nógv at siga fyri
sinniligu støðuna og harvið
fyritreytirnar fyri avrikun-
um næstu vikurnar, tá ið
fleiri umfør eru á skránni,
at tað gongst so frægt, sum
tað ber til. Aftaná avhølv-
ingina í Gundadali er
spurningurin, hví KÍ flutti
tryggasta verjumannin í
álopið, tá ið støðan var 2–0.
Hvussu taktiska medvitið
er, mugu teir gera upp við
seg sjálvar. Men sunnu-
dagurin var á ongan hátt
sannførandi fyri KÍ.
Sum klaksvíkingurin helt
fyri sunnukvøldið. Lagið er
so vánaligt eftir havnar-
ferðina, at vit mugu gleðast
um danska meistaraskapin.
Vit hava átt lut í danska
meistaraskapinum í 2000,
2001 og nú aftur í 2003.
Tað mugu vit fegnast um,
meðan vit vóna, at tað fer at
lýsna hjá KÍ. Soleiðis segði
hann, og úrslitið í Gunda-
dali ger tað ikki torført at
fylgja honum.
Kostar nógv
Hjá VB er kostnaðurin og
sviðin stórur. Teir gjørdu
seg út, teir vístu góðan hug-
burð, og teir spældu seg til
nógvar møguleikar, men
teir fingu einki burturúr
ímóti
HB.
Samstundis
stóðu liðini, sum teir kapp-
ast við, seg væl. EB/-
Streyumur fekk eitt stig, og
FS Vágar fekk trý stig. Nú
er longri hjá VB upp til
áttanda plássið, enn tað
hevur verið í fleiri vikur.
Skála hevði frí og er
framvegis stigaleyst og aft-
ast. NSÍ hevði møguleikan
at sleppa einsamalt fram á
næstfremsta plássið, men
teir mistu sigurin í síðstu
sekundunum. At sigurin,
sum er so tætt við, verður
broyttur til javnleik, kostar
nógv. Tað kann væl fara at
vísa seg seinni í heyst, at
júst tey bæði stigini, sum
NSÍ misti á Eiði, fara at
verða nógv saknaði.
Nú skulu føroysku fel-
øgini spæla í Europa Cup.
KÍ og NSÍ skulu til Noregs,
har tað neyvan er væntandi,
at tað fer at ganga so nógv
øðrvísi, enn tað plagar.
Oddaliðið, HB, skal til
Letlands. Um nakar skal
standa seg væl í Europa
Cup, so skal tað – út frá av-
rikunum higartil í lands-
kappingini – vera odda-
liðið.
GÍ var leygardagin á
útivølli í Intertoto Cup. Tað
fekk, sum tað plagar at gera
í altjóða avbjóðingunum.
GÍ megnaði eina løtu út í 2.
hálvleik bara at vera aft-
anfyri 2–1, men so fekk
mótstøðuliðið tvey mál
afturat, og tað hevur við
sær, at talan bara verður um
avgreiðsluspurning, tá ið
teir leygardagin fara at
spæla í Føroyum. Í hvussu
so er, tá ið talan er um, hvat
av liðunum skal spæla í
næsta umfarinum.
- Fyrst og fremst má staðfestast, at B36 tykist vera sloppið burtur úr nagga0tódnini, sum teir vóru í fyrstu umførini. Í løtuni er stóri spurningurin, hvat ella um
B36 fer at megna at gera nakað við HB
Mynd: Álvur Haraldsen
23
Nr. 116 • týsdagur • 24. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi bjargaði endaspurtinum
Svenski FCK venjarin
ásannaði, eftir at liðið
hjá honum hevði
vunnið DM, at tað
hevði havt alstóran
týdning fyri úrtøkuna
í síðstu umførunum,
at Todi Jónsson var
komin fyri seg eftir
skaða
ÚITISETI MEISTARI
Jóannes Hansen
At tað hevur gingið nógv
upp og niður hjá Toda
Jónsson og FCK í vár hevur
verið at sæð á úrslitunum
og harvið støðutalvuni tað
meta av várinum. Tá ið tað
eftir vetrarsteðgin varð far-
ið undir seinna partin av
donsku
landskappingini,
var FCK so langt framman-
fyri øll hini. Men munurin
minkaði, og tá ið teir miku-
kvøldið í síðstu viku fóru út
í Brøndby, vóru teir í FCK
eitt stig aftanfyri teir gulu
og bláu. FCK vann 1–0, og
harvið høvdu teir sunnu-
dagin sjálvir møguleikan at
gera av, um teir skuldu
vinna DM.
Tá ið FCK hevði vunnið
4–1 á AGF, og venjarin,
Hans Backe, leit afturum
bak fyri at taka saman um
kappingarárið,
ásannaði
hann, at tað ikki altíð hevði
sæð so bjart út í vár. Og
hann fjaldi ikki yvir, hvør
orsøkin var til, at tað nú
uppundir endan aftur hevði
gingið betri, eftir at tað
leingi hevði sæð illa út:
– Vit fingu stórt gagn av,
at landskappingin helt frí í
tvær vikur orsaka av tveim-
um EM undankappingar-
dystum.
Todi
Jónsson,
Thomas Røll og Martin Al-
brechtsen vóru skaddir, og
vit saknaðu teir nógv. At vit
í tvær vikur í frið og náðum
kundu venja, uttan at spæl-
ararnir noyddust at spæla
strævnar landskappingar-
dystir, kom sera væl við hjá
okkum. Hesir lyklaspælar-
arnir komu fyri seg, og tað
var rættuliga avgerandi
fyri, hvussu gongdin var í
síðstu umførunum, segði
FCK venjarin.
Harvið kann staðfestast,
at venjarin og hinir í FCK
leiðsluni hava bitið høvdið
av sínum egnu ætlanum og
reiðiliga tað. 13. januar
fekk Todi at vita frá FCK
leiðsluni, at teir ikki ætlaðu
at hava hann á liðnum í vár.
Men tá ið munurin aftur til
Brøndby var tódnaður til
tvey stig, var Todi grivin
fram aftur. Hetta var 21.
apríl, og 22. juni, tá ið FCK
hevði vunnið DM fimm
stig frammanfyri Brøndby,
boygdi FCK venjarin seg so
nógv, at hann gav Toda ikki
so lítlan part av heiðrinum
fyri góðu gongdina hesar
seinastu vikurnar.
Nóg gott álop
Tá ið gullkrónurnar vóru
komnar um hálsin, og stóra
steypið hevði ferðast mill-
um kátu spælararnar, vildi
pressan hava Hans Backe
og
nevndarformannin,
Flemming Østergaard, sum
altíð dugur at koma sær í
miðdepulin, at siga, um
FCK hevur ætlanir um at
keypa nýggjar spælarar,
áðrenn teir um fjúrtan dag-
ar fara undir fyrireikingar-
nar til nýggja kappingar-
árið.
FCK leiðslan sigur seg
ikki hava ítøkiligar ætlanir
um at keypa nýtt:
– Men tú skalt ongantíð
siga ongantíð. Um okkurt
felag bjóðar okkum 150
milliónir fyri onkran av
spælarunum hjá okkum, so
kunnu vit ikki gera annað
enn taka av. Og tað fer so
aftur at hava við sær, at tað
verður neyðugt at finna ein
avloysara. Men vit halda, at
spælararnir, sum nú eru við
til at manna liðið hjá okk-
um, eru væl fyri at umboða
okkum í Europa Cup, sigur
Flemming Østergaard.
Og Hans Backe hevur
hetta at leggja afturat, tá ið
tað snýr seg um álopið:
– Í vár hevur tað verið ein
trupulleiki, at vit ikki hava
megnað at skora upp á nóg
nógvar av øllum málmøgu-
leikunum, sum vit hava
spælt okkum til. Men vit
hava fýra góðar álopsspæl-
arar. Teir eru Todi Jónsson,
Zuma, Peter Møller og
Jörgen Pettersson, og vit
ætla okkum at endurvinna
DM og standa okkum í
Europa Cup við teimum í
fremstu røð.
FCK-venjarin helt, at landsliðssteðgurin kom væl við hjá FCK. Eitt nú tí hetta gav Toda frið at koma veruliga fyri seg, soleiðis at hann kundi verða ein av lyklaleikarunum, tá meistaraheitið skuldi
fáast til høldar
Leygardagin var triðja
FM-stevnan á árinum
hildin, tá kollfirðingar
skipaðu fyri sundalags-
stevnuni. Í blaðnum í
morgin hava vit drúgva
frásagnir frá øllum róðr-
unum á stevnuni.
Kappróður
C
M
Y
K
22