Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 24. juni 2003 25 VB-HB 2-3 (1-2): Andrew fekk stigini til HB Toppskjútin frá í fjør skeyt hat-trick, tá loksins vann lands- kappngardyst á Eiðin- um, men havnar- menninir mundur eisini prísa sær lukkuliga fyri Bárð Johannesen, sum aft- ur stóð ein branddyst FÓTBÓLTUR Jákup Møark HB hevði ikki vunnið í Vági síðani 1991. Somikið døpur vóru hagtølini hjá føroyameistarunum tá teir leygarkvøldið løgdu leiðina til Vágs. Eisini hóast HB nú hevði Rúna Nolsøe við eftir skaða, og hóast VB enn ikki hevði vunnið landskapp- ingardyst í ár. Tí tað hevur onkun tíð áður verið støð- an, uttan at hetta tó hevur hjálpt HB har suðuri. VB-trýst og HB-mál Men alt var øðrvísi hesa- ferð. Kanska var tað ikki so øgiliga nógv spælið, sum var øðrvísi. Bæði liðini royndu í hvør sínum lagi at trýsta, men tað var ikki tað heilt stóra, sum varð skapt av møguleikum fyrstu løt- una. Kanska var tað VB, sum hevði yvirvágina, men kortini vóru tað gestirnir, sum løgdu seg framum, tá knappir 10 minuttir vóru leiktir. Rógvi Jacobsen longdi innkast úr høgru, og tó at Andrew stóð við rygg- inum til málið, so fekk hann bæði tíð og pláss at snara sær á, áðrenn bólturin varð høgdur upp í málið, og so var frøði á gestunum. Frøðin gjørdist ikki minni, tá sami Andrew av Fløtum um miðjan hálv- leikin økti til 2-0. Hesa ferð kom uppleggið úr vinstru, har Tór-Ingar Akselsen slapp sær avstað. Hann sendi eitt hart og gott inn- legg móti málinum, og har var Andrew av Fløtum aftur á staðnum, og við einum góðum stútara kundi hann økja um leiðsluna. Millum hesi bæði málini hevði Bárður Johannesen nýtt høvið at sýna, at hann veruliga er um at finna stórformin. Seinasta viku- skifti var hann av álvara við til at punktera EB/Streym, tá hann tók sær av einum brotssparki, og hetta kynstrið endurtók hann sunnudagin. Hesa ferð var skjúttin Birgir Jørgensen, men tað órógvaði ikki HB- málverjan, sum í stórum stíli fekk beint tann vandan av vegnum, og sama skili var løtu seinni, tá vágbingar royndu seg við góðum langskoti. Stríðið gav bonus VB hevði tó við hesum sent HB nakrar ávaringar, og fyri mong mundi tað bara tykjast sum ein spurningur um tíð, áðrenn vágbingar javnaðu leiðsluna hjá gest- unum, og 10 minuttir fyri hálvleik fingu teir løn fyri stríðið. Birgir Jørgensen varð sendur avstað í høgra álopsborði. Bólturin varð sendir inn í HB brotsteigin. Úr vinstru kom Palli Aug- ustinussen stormandi, og við einum góðum skoti sendi hann bóltin inn við nærmasta stólpa. Málið gav av álvara VB trúnna uppá, at tað kundi bera til at basa HB, og í seinna hálvleiki løgdu teir hart fyri. Roytn varð at trýsta HB aftur eftir hæli, og longu eftir góðum fimm minuttum stóð á jøvnum. Birgir og Palli býttu nú um leiklut. Palli slapp sær avstað í vinstra borði, og tá hann sendi innfyri, stóð Birgir við handara stólpa og stútaði bóltin inn. Ivaleyst vóru tað nú vág- bingarnir, sum høvdu sál- arliga fyrimunin, men hóast hetta, so varð ferðin nú sett nakað niður. Kanska eisini tí VB hevði nýtt nógva orku til at koma innaftur í dystin, og tískil ikki vildu satsa alt ov nógv í royndunum at toga øll stigini til sín. HB hinvegin tóktist heldur ikki at vilja flyta alt ov nógv fólk niðan eftir vøllinum, og meira enn í fyrra hálv- leiki gjørdist talan nú um eitt talv, har báðir partar ansaðu eftir ikki at selja seg og nógv. Hetta merkti tó á ongan hátt, at nakar av poørtunum tók sær av løttum. Intensit- eturin í nærdystunum á miðvøllinum var framhald- andi stórur, men so hvørt sum minuttirnir gingu, líkt- ist tað alt meira einum javnleiki. Einum javnleiki, sum altso ikki fekk vent hagtølunum hjá HB í nakran serliga mun, og sum hinvegin heldur ikki gav heimaliðnum tey trý stigini, sum teir so harðliga høvdu brúk fyri. Men Andrew vildi tað øðrvísi. Bert tríggir minuttir vóru eftir at leika, tá hann aftur var rætti maðurin á rætta staðnum. Aftur hesa ferð kom uppleggið frá Tór- Ingar, sum streyk avstað í vinstru. Innleggið fann veg- in fram til innskifta Rók F. Jespersen. Bjarni Johansen hálvbjargaði fyrstu roynd- ini, men bólturin støkk út- aftur til Andrew, sum kundi leggja bóltin í tóma málið, og so var sigurin hjá HB veruleiki. Týdningurin Og kanska meira enn nakað annað, so var sigurin sam- stundis ein ábending til hini níggju liðini um, at HB so avgjørt ikki hevur ætlanir um at geva meistaraheitið frá sær við góðum. Nú triðingurin av lands- kappingini er farin aftur um bak, hevur HB trý stig nið- ur til næstu kappingar- neytarnar, og tá skal havast í huga, at henda leiðsla er skapt undir øllum øðrum enn góðum fortreytum. Við trimum av meira ella minni føstu leikarunum á langtíð- ar-skaðalistanum hevur Frank Skytte verið noyddur at umskipað liðið í mun til ætlaðu ideal-uppstillingina, men hóast hetta, so eru stigini framhaldandi komin inn á kontina, og nú neyð- uga hepnið eisini tykist fylgja liðnum, kann væl verða, at HB fer at vísa seg sum sera tungur biti hjá hinum liðunum. Hjá VB er eitt sindur øðrvísi statt. Ónda ringrás- in hjá liðnum tykist nú veruliga hava fingið fasta- tøkur, og seinastu dystirnir hava víst seg sum slíkir, sum eru typiskir fyri lið í tunga endanum. Har er tað ofta ómetaliga tungt at venda gongdini, og nú øll hini liðini tykjast taka stig, gerst mótburðurin alsamt tyngri at vinna á. Tað er eisini væl hugsandi, at komandi dysturin verður ein sannur lagnudystur hjá VB. Tá kemur Skála á vitj- an á Eiðinum, og hetta kann lættliga gerast dysturin, sum antin sendir VB upp frá botninum, ella sum so ruddiliga staðfestur, at árið í ár á ongan hátt skal verða teirra. Dysturin í tølum VB-HB 2-3 (1-2) 0-1: Andrew av Fløtum, 9 0-2: Andrew av Fløtum, 25 1-2: Pali Augustinussen, 34 2-2: Birgir Jørgensen, 51 2-3: Andrew av Fløtum, 87 Dómari : Suni Johansen VB: Bjarni Johansen – Dejan Nicolic, Eyðun Jac- obsen, Michael í Lágabø – Mortan í Hørg, Slobodan Madzar, Dan Djurhuus, Milan Kulic, Palli August- inussen – Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Eli Thor- steinsson, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Rúni Nolsøe, Martin Christen- sen, Rógvi Jacobsen, Tór- Ingar Akselsen – Karsten From, Andrew av Fløtum Hóast trý mál, so tóktist Andrew av Fløtum lítillátin eftir sigurin á VB FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tað var ein fegin Andrew av Fløtum, sum vit fingu orðið á umborð á Smyrli eftir sigurin hjá HB í Vági sunnudagin. Gleðin var kanska sjálv- søgd, nú ársins leikari frá í fjør hevði skotið hat-trick, men fram um hetta, so tóktist tað vera sigurin hjá liðnum, sum Andrew frøddist um. - Hatta var ein ótrúliga týdningarmikil sigur. Vit hava jú ikki vunnið í Vági í 13 ár, so tað sigur seg sjálvt, at gleðin er stór, helt hann fyri. Sjálvur hevur Andrew kanska ikki heilt funnið formin frá árinum í fjør, har hann eisini var toppskjútti, men málini sunnudagin lyftu hann ovast á máltind- unum, nú triðingurin av kappingini er farin. Spurd- ur, um hetta kanska var tekin um, at hann nú er um at finna stórspælið aftur, tóktist álopsmaðurin tó ikki so ivaleysur, sum man skuldi trúð. - Eg veit ikki um tú kanst siga, at eg fekk gongd á. Eg var tríggjar ferðir á rætta staðnum, men fyrst og fremst vóru hatta nøkur ótrúliga týdningarmikil mál. Sigurin hevði alt at siga fyri okkum, og tað er fyrst og fremst, sum hevur týdning fyri mítt viðkom- andi, segði ein fegin trý- mála skjútti altso eftir dystin. Hóast VB fyri tað nógva var spælstýrandi, so vóru tað gestirnir úr Havn, sum fyri fyrstu ferð í 13 ár fóru úr Vági við øllum Mynd: Áki Bertholdsen Sigurin hevði alt at siga Hóast trý mál, so vildi Andrew av Fløtum helst tosa um sigurin, heldur um egna avrikið sunnudagin 25 24 Nr. 116 - 24. juni 2003 Gullið smakkaði betri hesa ferð Fyri Toda Jónsson, sum eftir ellivu ára steðg aftur skal royna seg ímóti Skonto Riga í Europa Cup, hevur tað stóran týdning, at hann hesa ferð var við til at spæla gullið í DM skápið hjá FCK ÚTISETI MEISTARI Jóannes Hansen Todi Jónsson var í brenni- deplinum, tá ið FCK sunnudagin so sera sann- førandi vann danska fót- bótsmeistaraskapin fyri triðju ferð. Fyrsta ferðin var í 1993. Tá var Todi eitt full- komuliga óskrivað blað í donskum fótbólti. Onnur ferðin var í 2001. Tá var Todi partur av FCK liðnum, men sum so mangan áður so var hann skaddur, tá ið avgerandi dystirnir vórðu spældir. Sunnudagin vann FCK DM, og Todi eigur sín stóra part av fyrsta plássinum. Hann var á liðnum fyrstu fimm korterini, og hann var sera væl upplagdur og ágangandi. Tríggjar min- uttir undan steðginum drønstútaði hann horna- sparksinnlegg úr høgru upp í málhornið. FCK kom harvið framum 2–0, og júst hetta málið tóktist gera av við allar AGF vónirnar um at fáa nakað burturúr vitj- anini í Parkini. – Tað hevði stóran týdn- ing fyri okkara avrik, og tað hevði alstóran týdning fyri mítt avrik, at eg aftur fekk høvi at gera mál. Ikki minst eftir at tað næstseinasta vikuskifti ikki gekst so væl við málskjótingini í Es- bjerg, sigur Todi Jónsson. Kendist tað øðrvísi at vinna DM hesa ferð, enn tað gjørdi fyri tveimum ár- um síðani? – Ta ferðina hugdi eg at, meðan liðfelagarnir vunnu DM. Nú var eg millum teir fyrstu ellivu, og tað er sjálvandi heilt øðrvísi. Hýr- urin á teimum 37.582 áskoðarunum var framúr. Vit savnaðu okkum fult og heilt um okkara uppgávu. Aftaná skiltu vit, at Silke- borg syrgdi fyri, at Brøndby ongan møguleika hevði. Tað mundi vera við til at lyfta lagið í Parkini so langt upp beinanvegin, sigur Todi Jónsson. Aftur ímóti Skonto Riga Sunnudagin stóð Todi Jóns- son fyri triðju ferð við gullkrónunum um hálsin. Onnur ferðin var fyri tveimum árum síðani, og fyrsta ferðin var í 1991. Tá vóru Todi og liðfelagarnir eisini ógvuliga fegnir. Lið- felagarnir ta ferðina vóru teir í barndómsfelagnum í Klaksvík, sum í 1991 vann fyrsta meistaraskapin í nítj- an ár. Umstøðurnar ta ferðina vóru væl øðrvísi hjá 19 ára gamla Toda og øllum hin- um, enn tær vóru í Parkini sunnudagin. FM heitið kom til høldar ein ódnar sunnu- dag í Gøtu. Veðrið var so ivasamt, at tað var ikki víst, at KÍ og viðhaldsfólkini skuldu sleppa aftur til Klaksvíkar, men tað eydn- aðist. Árið eftir, í 1992, var KÍ sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð við í Europa Cup fyri meistaralið. Mótstøðu- liðið í fyrsta umfarinum var Skonto Riga úr Letlandi. Tað var fjáltur á óroyndu føroysku spælarunum, sum taptu báðar dystirnar. Á Svangaskarði var úrslitið 3–1 til gestirnar. Todi Jóns- son minnist tann dystin millum annað fyri rimmar langskotið, sum hann úr vinstru sendi upp undir handaru samankomingina. Um fjúrtan dagar fer FCK undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Størsta avbjóðingin verður at sleppa upp í part í eur- opeisku meistarakapping- ini. Fyrsta forðingin, sum skal fáast av vegnum, um FCK skal sleppa upp í part í bólkaspælinum, er júst Skonto Riga. Í Europa Cup lutakastin- um fríggjadagin varð greitt, at í fyrsta innleiðandi um- farinum skal Skonto Riga spæla ímóti maltesiska meistaraliðnum. Eingin ivi er um, at letlendska meist- araliðið er greiður favoritt- ur í tí uppgerðini. Um møguleikarnar í Eur- opa Cup ímóti Skonto Riga sigur Hans Backe, FCK venjarin, soleiðis: – Teir hava eitt gott lið. Men skulu vit hugsa um bólkaspælið, so mugu vit vinna á sovornum liðum. Í triðja og síðsta innleiðandi umfarinum fara vit at spæla ímóti onkrum størri europeiskum felagið. Tað verður stóra royndin. Men skulu vit fáa høvið at royna okkum har, so mugu vit vinna á FC Skonto Riga. Fyri tveimum árum síð- ani var mótstøðuliðið hjá FCK í triðja innleiðandi umfarinum Lazio úr Italia. Todi Jónsson var skaddur, og tað eydnaðist ikki FCK at spæla seg í bólkaum- farið. – Nú hvíla vit eitt sindur og fegnast um meistara- skapin. Men um fjúrtan dagar verður tað aftur álv- ari. Tá fara vit undir fyri- reikingarnar til nýggja kappingarárið. Fyrsta um- farið í landskappingini verður tveir dagar fyri ólav- søku, sigur Todi Jónsson, sum kemur ein lítlan svipp til Føroya, nú tað er steðgur í donsku fótbóltskapping- ini. Allir føroyingar ynskja Toda Jónsson tillukku við danska meistaraskapinum. Hann eigur sín stóra lut í DM. Málið hjá honum sunnudagin var tað 11. í hesum kappingarárinum. Harvið er hann toppskjútti hjá FCK, og hann telist millum aðrar sum sætti besti málskjútti í superlig- uni í hesum kappingarárin- um. Um úrtøkan verður roknað fyri hvønn minutt á vøllinum, er tað neyvan nakar annar, sum hevur verið so óførur at gera mál, sum Todi Jónsson hevur verið tað. Todi Jónsson staðfesti sína støðu í FCK sunnudagin. Hann skoraði sítt 11. mál hetta kappingarárið og er sostatt enn einaferð toppskjútti hjá felagnum. Eisini hóast hann hevur fingið væl minni av spælitíð enn vant í ár Mynd: Scanpix/Nordfoto C M Y K 24