týsdagur 24. juni 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 24. juni 2003
27
27
26
Nr. 116 - 24. juni 2003
B36-KÍ 7-1 (2-0):
Knústir klaksvíkingar
Triðju ferð í trimum
dystum móti B36 datt
KÍ í kontrafelluna hjá
B36, sum soleiðis enn
einaferð kundi dusa
sær í møguleikum og
vinna stórsigur
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Klaksvíkingar høvdu eina
manssterka áskoðarafjøld
aftan fyri seg, tá teir vitjaðu
í Gundadali í dag. Ný-
stovnaða áskoðarafelagið í
Klaksvík hevði sjálvandi
skipað fyri ferð til Havnar,
og serliga útisetafelagið við
KÍ’arum í Havn hevði
sjálvsagt eisini gjørt sítt til,
at dysturin skuldi hava góð-
ar karmar. Niðara hæddin í
HB-húsinum var samstund-
is fingin til láns, soleiðis at
upphitingin skuldi eisini
verið í lagi.
Rómurin í gamla skýlin-
um, har klaksvíkingarnir
savnaðust, var eisini góður,
tá blást varð ígongd, men
tað var tó skjótt, at hvíta
húsið yvirav fekk nakað at
fegnast um.
90 sekund
Tað gingu nevnliga ikki
meira enn góð 90 sekund,
áðrenn ein av klaksvíking-
unum hjá B36, Allan Mørk-
øre, hevði bankað bóltin
upp í málhornið, og frá
teirri løtu var nógv, sum
bendi á, at hetta kundi fara
at minna um steypakapp-
ingina, har B36 í tveimum
umførum vant burturúr KÍ.
Tí hóast tað framvegis
vóru 88 minuttir eftir at
spæla, tá KÍ nú gav bóltin
uppaftur, so tóktist liðið
fullkomuliga at fara í pan-
ikk. Heldur enn at sláa kalt
vatn í blóðið, varð alt fyri
eitt roynt at flyta nógv fólk
niðan á vøllin, fyri á tann
hátt at skapa eitt trýst á B36
málið. Hetta seinna eydn-
aðist ongantíð, men flyt-
ingin av fólkinum hevði
hinvegin við sær, at B36
fekk ríviligt av bæði plássi
og tíð at spæla kontrabólt.
Avleiðingin av fólkaflyt-
ingini var nevnliga, at flata
fýrara-ketan hjá KÍ støðugt
lág uppi á miðjum vølli,
móti einum álopi sum tí hjá
B36 er hetta ikki nakað,
sum tú bara gert uttan víð-
ari. Við John Petersen sum
meistara at halda bóltunum,
sum vórðu sendir fram, og
so Heðin á Lakjuni og
Jákup á Borg at renna eftir
stikningunum, tóktist tað
bert vera ein spurningur um
tíð, hepni og einamest nær-
lagni, áðrenn B36 økti, men
onkursvegna hendi hetta
bert eina ferð fyri steðgin.
Einamest tí havnarmenninir
vóru so altráðir eftir kontra-
møguleikunum,
at
teir
óteljandi ferðir voru ov
skjótir inn um fløtu verjuna
við eftirfylgjandi rang-
støðudómum sum fylgju.
Stóra skrædlið
Við
tveimum
málum
framman fyri hevði B36 í
øllum førum stóran fyri-
mun, tá farið varð út til
seinna hálvleik, men tó at
nógv mundu halda, at her
var alt avgjørt, so so eru
tvey mál ikki meira enn so,
at tey kunnu vinnast inn-
aftur.Úrslitið talar fyri seg,
at tað var so langt ífrá, at
hetta hendi, og frágreiðingin
til skrædlið, sum nú kom, er
sum so sera einføld.
Tað vísti seg nevnliga, at
KÍ at kalla als einki hevði
lært av lemjandi ósigrunum
fyri júst B36 í steypa-
kappingini, og heldur ikki
høvdu teir lært nakað av
fyrstu trimum korterunum
sunnudagin.
Við
báðum
beinum
fremst lupu teir tvørtur-
ímóti beina leið í felluna,
sum B36 nú setti triðju ferð
á rað. Og sum um hetta ikki
var nóg mikið, so hjálptu
teir eisini væl til sjálvir, tá
teir stutt inn í seinna hálv-
leik fluttu Ova Nysted úr
verjuni og niðan í álopið.
Hendan taktiska broyting
var samstundis ein deyðs-
sýnd, tí tilhoyrandi útskift-
ingarnar vórðu framdar, tá
B36 hevði hornaspark, og
áðrenn KÍ-verjan hevði
skipaði seg aftur, stútaði
ein púra leysur Jens Kristi-
an Hansen B36 upp á 3-0,
og so gekk skjótt. At gestir-
nir eisini gjørdust mót-
falnir, soleiðis at rásarúmið
hjá B36 bara øktist í takt
við at málini skolaðu inn,
bøtti sjálvsagt ikki um støð-
una, og sum tíðin leið var
alt bara ein spurningur um,
hvussu nógv mál B36
skuldi fáa, og kanska eisini
um Rúni Elttør sum triði
klaksvikingurin á havnar-
liðnum eisini skuldi sleppa
upp í part í málskjótingini.
Klaksvíkingar
sjálvir
høvdu valla ein einasta
veruliga málmøguleika í
dystinum. Vandi var tó á
ferð nakra ferðir, tá bóltar
vórðu sendir innfyri úr
høgru, ella tá talan var um
deyðbóltsstøður, men B36-
málverjin hevði ikki fyri
neyðini at gera eina einastu
bjarging í dystinum, og tó
at KÍ at enda fekk »pyntað«
um úrslitið, so mundi eyð-
mýkingin
ikki
kennast
minni av teirri orsøk.
Hjá B36 mundi trivaligi
sigurin – tó at bakgrundin
var bílig – koma sera væl
við. Liðið hevur komandi
vikuskifti dyst móti NSÍ,
áðrenn grannarnir úr HB
bíða, og tað verða hesir
dystir, sum gera av, hvørt
B36 skal fara í summarfrí
sum partur av oddinum ella
ikki.
Hjá KÍ má støðan skjótt
vera tann, at liðið tekur við
læru av gjørdum mistøkum.
Komandi vikuskifti taka
teir ímóti vágamonnum,
sum hava víst gott hegni til
kontraspæl, og finna klaks-
víkingar ikki okkurt mót-
vapn mótvegis hesum, kann
tað gerast meira enn trupult
at fáa nakað stig til høldar í
tí dystinum.
Dysturin í tølum
B36-KÍ 7-1 (2-0)
1-0: Allan Mørkøre
2-0: John Petersen
3-0: Jens Kristian Hansen
4-0: Heðin á Lakjuni
5-0: Jákup á Borg
6-0: Jens Kristian Hansen
7-0: Sonni Johansen
7-1: Ove Nysted
Dómari: Oddmar Andrea-
sen. Lat fyri mesta leikarar-
nar fáa frið at nýta kropin,
og tó at okkurt kundi verið
floytað øðrvísi, kom hann
sum heild væl frá dyst-
inum.
B36: René Tórgarð - Allan
Mørkøre, Pól Thorsteins-
son, Rúni Elttør, Kenneth
Jacobsen – Niels Joensen,
Klæmint Matras, Jákup á
Borg, Jens Kristian Hansen
– John Petersen, Heðin á
Lakjuni
KÍ:
Karsten Joensen –
Harley Bertholdsen, Ove
Nysted, Sámal Eyðfinn á
Akursmørk, Símun Joensen
– Atli Danielsen, Allan Jo-
ensen, Fríðin Ziskason, Le-
on Bjartalíð, Hjalgrím Elt-
tør – Eyðunn Klakstein
Úrslitið sigur at B36 var flúgvandi sunnudagin, men dysturin
bendi eins nógv – ella kanska meira á – at tað fyrst og fremst
var eitt søkkandi KÍ-lið, sum fullkomuliga gav skarvin yvir
Mynd: Álvur Haraldsen
Málini
1-0: Allan Mørkøre, 2 min
B36 horna verður tikið stutt út til Jákup á Borg, sum
leggur longur aftur til Allan. Hann dregur einaferð,
áðrenn hann langar bóltin upp í handara málhorn uttan
nakran sum helst møguleika hjá Karsten Joensen.
2-0: John Petersen, 28 min
Klæmint Matras sendir Jákup á Borg avstað í høgra
borði. Hesin leggur bóltin inn til ein fullkomuliga
leysan John Petersen, sum leggur bóltin á undirsíðuna
av tvørtrænum og inn.
3-0: Jens Kristian Hansen, 54 min
Heðin av Lakjuni sendir horna inn úr høgru. KÍ hevur
júst framt tvær útskiftingar, og liðið hevur enn ikki
skipað seg, soleiðis at Jens Kristian púra leysur kann
stúta bóltin í málið.
4-0: Heðin á Lakjuni, 72 min
Eftir skjótt spælt B36 kontra fær Jákup á Borg lagt flatt
inn fyri úr høgru. Bólturin rullar fram við trimum leik-
arum og endar hjá Heðini, sum knallar til fyrstu ferð og
í handara síðunet.
5-0: Jákup á Borg, 73 min
Rúni Elttør sparkar úr verjuni. John Petersen leingir og
so er Jákup leysur og kann av brotsteigarmarkinum
senda bóltin flatt í málið.
6-0: Jens Kristian Hansen, 76 min
Ein sera sjónligur Allan Mørkøre leggur innfyri úr
høgru. Heðin á Lakjuni leggur bóltin niður og útfrá, har
Jens Kristian Hansen við vinstra beininum sparkar flatt
niður móti handara stólpa.
7-0: Sonni Johansen, 86 min
Allan Mørkøre spælir eitt-tvey við Jákup á Borg í
høgra borði. Sleppur inn um KÍ verjuna og sendir flatt
inn, har júst innskifti Sonni Johansen kann sparka inn
við nærmasta stólpa.
7-1: Ove Nysted, 90 min
Tíðin er um at vera runnin, tá Alti Danielsen sendir
hornaspark innfyri. Har er Ove Nysted hægstur og stút-
ar inn. B36 klárar akkurát at geva bólti upp, áðrenn
dómarin bríkslar fyri seinastu ferð.
C
M
Y
K
26
B68–FS Vágar 0-1 (0-0):
Ætlaðu sær eitt og fingu trý
Vágamenn eru meiri
enn væl nøgdir eftir
ferðina á
Svangaskarði, har B68
í 2. hálvleiki var
ringast við seg sjálvt
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Á Toftum slikka teir sárini.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
taptu teir sunnudagin stig
ímóti FS Vágum. Og teir
taptu ikki bara eitt, men
gestirnir fóru avstað við
øllum trimum stigunum.
At vágamenn vóru ovur
fegnir var einki at siga til.
– Vit fóru á Svangaskarð
við tí í kvittanum, at vit
skuldu halda tørn um mál-
leysa javnleikin. Úrslitini
higartil í ár hava sagt okk-
um, at B68 hevur havt trup-
ult við at fáa mál. Tá ið tað
harafturat
tíðliga
í
2.
hálvleiki eydnaðist okkum
at leggja okkum á odda,
snúði tað seg uppaftur
meiri um at halda tørn.
B68arnir trýstu og trýstu,
og tað bar við sær, at tað
gjørdist tunnligt í verjuni
hjá teimum. Serliga eftir at
Hans Fróði Hansen var út-
vístur, var onkra ferðina um
reppið, at vit komu ígjøgn-
um í snarálopum.
Tað er ein sera vøl nøgd-
ur Albert Ellefsen í Mið-
vági, sum vit hava í tele-
fonini. Hann hevur aftur og
aftur sagt, at FS Vágar hev-
ur fólk til at vera við í
kappingini aðra staðni enn
at stríðast fyri at sleppa
undan niðurflytingini, og
tað heldur hann, at úrslitið
sunnudagin bar boð um.
– Men tað kundi havt
gingið heilt øðrvísi hjá
okkum. Fyrstu 25 minuttir-
nar vóru vit so at siga ikki
frammanfyri miðstrikuna.
Teir høvdu bóltin mest sum
alla tíðina, og teir spældu
væl. Teir høvdu málmøgu-
leikar, eitt nú tá ið Øssur
Hansen sendi fríspark í
stólpan, og tá ið Fróði
Benjaminsen sendi dygst
framvið, eftir at hann í eitt
tvey samanspæli var komin
ígjøgnum, men teir høvdu
trupulleikar, og vit trúðu
upp á møguleikan, sigur
Albert Ellefsen.
At tað kundi bera til hjá
FS Vágum
fingu
teir
ábending um fyrstu ferð, tá
ið teir fóru í álop. Clayton
Soares varð spældur púra
leysur, men hann var
óheppin at glíða, tá ið hann
skuldi gera seinasta vørrin
og seta bóltin framvið B68
málverjanum. Tvær aðrar
ferðir síðstu løtuna av fyrra
umfarinum vóru ábending-
ar um, at tað kanska kundi
gerast
vandamikið
hjá
teimum reyðu, tí teir bláu
og hvítu vóru tætt við.
Í vágahøvdini
Góðar tveir minuttir eftir
steðgin fekk B68 mønu-
stingin. Jens Erik Rasmus-
sen spældi Clayton leysan,
hann sneiddi framvið B68
málverjanum,
sum
var
komin meiri ella minni í
millumstøðu, dragingin var
fram ímóti baklinjuni í
høgru, men brasiliumaður-
in megnaði at senda innfyri
málið,
har
miðvallarin
Elfinn
Ørvarodd
var
frammanfyri B68 verju-
spælararnar og stýrdi bólt-
inum í málið, sum í síðsta
enda bar trý stig við sær.
B68 var skelkað. Teir
royndu at leggja trýst á,
men leingi var ikki nógv bit
í. Hugflogið minkaði, og
síðstu løtuna vóru tað fyri
tað mesta langar skrásend-
ingar í brotsteigin. Har var
Jákup Joensen, FSV mál-
verjin, góður í luftkrígnum,
og luftstríðið var eisini mat-
ur fyri Jóhannis Joensen,
Albert Ari Thomassen og
Vlad Osipov, sum ikki
høvdu stórvegis trupul-
leikar ímóti framrættaðu
heimamonnunum.
Hans Fróði Hansen átti
kanska at havt verið gylta
álopsvápnið, tá ið javnleik-
urin skuldi bjargast til B68,
men tá var hann ikki á vøll-
inum. Ivaleyst mundi tað
vera frustratión, tá ið royndi
verjumaðurin tjúgu minuttir
undan dystarenda vísti linju-
verjanum fingurin, tí dóm-
urin gekk heimaliðnum
ímóti. Reglurnar siga, at
sovornum skulu ansingar-
menninir ikki finna seg í, og
tí varð ostaskorpan tikin úr
lummanum. Tað kostaði
dýrt síðstu minuttirnar. Og
kostnaðurin verður ikki
minni, tá ið B68 sunnudagin
fer at fáa vitjan av HB.
Dysturin í tølum
B68–FS Vágar 0–1 (0–0)
0–1: Elfinn Ørvarodd 48.
B68: Albert Sævarson –
Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen – Bogi Petersen, Jann
Ingi
Petersen
(Kristian
Poulsen, 87.), Fróði Benja-
minsen, Øssur Hansen,
John Heri Dam (Jóhan
Dávur Højgaard, 89.) –
Súni Fríði Johannesen,
Kristian Anton Andreasen
(Jóhan Petur Poulsen, 57.)
Reytt kort: Hans Fróði
Hansen 71.
FS Vágar: Jákup Joensen –
Sjúrður Ellefsen, Jóhannis
Joensen, Vlad Osipovs, Al-
bert Ari Thomassen – El-
finn Ørvarodd, Rói Árting
(Birgir Joensen, 86.), Jens
Erik Rasmussen, Ruslan
Screlea, Silva de Braga
(Jógvan H. Samuelsen, 5.)
– Clayton Soares
Gult kort:
Jógvan H.
Samuelsen 67., Jákup Joen-
sen 90.
Dómari: Dagfinn Olsen
Jákup á Borg og Hjal-
grím Elttør standa
ovastir á ynskislist-
anum hjá íslendska
Grindavík
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at Julian Johnsson fyri
stuttum skifti til íslendska
ÍA, tykjast íslendingar av
nýggjum hava fingið eyg-
uni upp fyri føroyskum fót-
bóltsleikarum. Nakað sum
annars ikki hevur verið
aktuelt seinastu tvey árini.
Ikki minst tí fíggjarligu
royndirnar av hesum ævin-
týrum hava verið sera mis-
javnar, og at tað langt ífrá
er altíð, at leikararnir hava
fingið tað, sum teimum
hevur verið lovað.
Íslendsku bløðini skriva í
dag, at Grindavík heldur
enn gjarna vil hava hendur
á antin Jákup á Borg ella
Hjalgrím
Elttør
til
at
avloysa Lee Sharpe, sum
nú er givin í felagnum. Jú,
talan er um sama Lee
Sharpe, sum fyrst í níti-ár-
unum taldist við í gylta
ættarliðnum
hjá
Man-
chester United, og sum eitt
skifti stóð somikið fastur á
vinstra veingi, at Alex
Ferguson hevði ikki annað
val enn at flyta Ryan Giggs
yvir á hitt borðið, fyri at
rúm skuldi vera fyri báð-
um.
Síðani gekk tó niður eftir
hjá Sharpe. Njótandi lívs-
stílur hansara sampakkaði
ikki serliga væl við strongu
krøvnini, sum Sir Alex
setir. Niðurtúrurin byrjaði
við eini sølu til Leeds,
víðari til italska Sampdoria,
aftur til enska Bradford, og
áðrenn hann fór til Grinda-
víkar leikt hann eitt skifti í
fjórðbestu ensku deildini.
Nú hevur ein skaðasteðg-
ur so noytt hann at gevast í
Grindavík, og tí er tað, at
teir nú royna at fáa hendur á
antin Jákupi ella Hjalgrím.
Sonevnda transfer-vind-
eyga opnar aftur 15. juli, og
sambært Morgunblaðnum
ætla grindavíkingar at hava
styrkin upp á pláss.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa viðmerking frá nøkrum
av leikarunum, men sam-
bært formanninum í B36,
Kristian á Neystabø, er ikki
so nógv nýtt í hesum
áhuga.
- Vit fáa javnan fyri-
spurningar upp á fleiri av
landsliðsleikarum okkara,
og har er Jákup sjálvandi
eitt evni, eins og Hjalgrím
ivaleyst er tað hjá KÍ.
- Hvussu verður og ikki
við hesum, er eitt sindur ilt
at siga, men vit fara sjálv-
andi ikki at forða leikarum,
sum hava møguleika at
royna seg uttanlands. Hin-
vegin ivist eg eitt sindur í,
um Grindavík akkurát er
rætta staðið hjá ungum
leikarum at menna seg, og
undir øllum umstøðum
verður hetta so ikki aktuelt
fyrr enn í summar, tá trans-
fer-vindeygað letur upp-
aftur, sigur Kristian á
Neystabø.
Føroyingar skulu avloysa Sharpe
Vágamenn lúrdu alla tíðina
eftir kontra-møguleikunum,
og tó at B68 til tíðir trýsti
nógv, so hepnaðist
spæliætlanin hjá gestunum
til fulnar