týsdagur 24. juni 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 24. juni 2003
29
29
28
Nr. 116 - 24. juni 2003
C
M
Y
K
28
Brøndby snávaði í Silkeborg
Eftir at tað hevur
haltað hjá teimum
síðstu umførini,
eydnaðist tað hjá
Farum, sum er nýggj-
asta felagið í super-
liguni, at vinna
bronsukrónurnar
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað vil so vera. Hýrurin í
umklæðingarhølunum var
ymiskur kring Danmark
seinnapartin sunnudagin.
Sjálvandi var hann bestur í
Parkini, har teir í FCK
fegnaðust um glæsiliga av-
rikið ímóti AGF og gull-
krónurnar. Í AGF umklæð-
ingarrúminum kundu teir
væl liva við at hava lagt
rygg til 4–1 tap. Málið hjá
teimum hevur alt kapping-
arárið verið at varðveita
plássið í bestu deildini. Tað
málið rukku teir í síðstu
viku.
Miðverjin Zivkovic stút-
aði í 19. minutti FCK fram-
um eftir hornasparksinn-
legg, og tað var eisini eftir
hornasparksinnlegg, at Todi
Jónsson í 43. minutti stút-
aði til 2–0. Í 53. minutti
økti Hjalte Bo Nørregaard,
sum mikukvøldið í Brønd-
by skoraði fyri fyrstu ferð
fyri FCK, til 3–0, og Thom-
as Røll økti umvegis stólp-
an til 4–0 úr ellivu metrum,
tá ið tíggju minuttir vóru
eftir. Í síðstu løtu pyntaði
AGF eitt sindur um.
Brøndby tóktist undan
dystarbyrjan í Silkeborg at
hava ásannað, at tað var á
heimavølli mikukvøldið í
síðstu viku, at teir mistu
møguleikan at vinna DM.
Fyrru trý korterini tóktust
teir ikki vera komnir fyri
seg eftir 1–0 vónbrotið
ímóti FCK. Longu niður-
flutta heimaliðið legði seg á
odda 2–0. Eftir steðgin var
fyrstu løtuna væl meiri bit í
Brøndby. Mattias Jonsson,
sum mikukvøldið var stóri
misnýtarin, tá ið Brøndby
hevði møguleikan at leggja
seg framum 1–0 og harvið
so at siga tryggja sær DM,
skoraði tíðliga í 2. hálvleiki
tvey mál.
Men Silkeborg vildi tað
øðrvísi enn tap í síðstu
royndini í bestu deildini á
hesum sinni. Teir løgdu seg
framum aftur, og eftir at
Brøndby eina ferð afturat
hevði javnað, hevði Silke-
borg orku til í síðstu løtu at
skora sigursmálið. Í Brønd-
by verjuni, har tað heldur
ikki hesa ferð var pláss fyri
Jón Róa Jacobsen, tóktust
teir ikki heilt væl nøgdir
við málverjan. So kanska
Karim Zasa kortini fer at
fáa møguleikan, tá ið hann
nú flytir úr OB og til
Brøndby.
Vónbrotini
Í Esbjerg og í Ikast/Herning
var fótbóltshýrurin vánalig-
ur sunnudagin. Bæði Es-
bjerg og FCM hava leingi
verið evni til bronsuplássið,
og bæði liðini snávaðu, tá
ið bronsan skuldi takast inn
um stokkin.
Esbjerg hevði vitjan av
AaB, sum leingi hevur ver-
ið í niðurflytingarvanda.
AaB tryggjaði sær í síðstu
viku í hvussu so er eitt ár
afturat í bestu deildini.
Síðani tá hevur venjarin
sagt upp. Tá ið AaB segði
venjaranum
farvæl
í
Esbjerg, gjørdu teir tað
orduliga, tí AaB vann 1–0,
og harvið misti Esbjerg
møguleikan at vinna heið-
ursmerkir.
FCM hevði vitjan av AB,
sum leingi hevur verið í
tungum sjógvi. Talan var
um fínt undirhald, tí úrslitið
var 3–3. Tað kundi heima-
liðið, sum steðgaði upp fyri
teimum vikum síðani, ikki
brúka til so nógv.
Í Køge hava teir langt
síðani sagt farvæl við
superliguna. Og tað eydn-
aðist ikki at fáa nakað burt-
urúr kanska síðstu royndini
nakrantíð hjá Køge í bestu
donsku fótbóltsdeildini. Í
síðstu viku gjørdi felagið
av at samráðast við upp-
flutta Herfølge um saman-
legging. Men tað er eitt
sindur óvist, hvussu tað
verður við hesum, tí nú
tykist Herfølge ikki at vera
so ógvuliga áhugað. OB,
sum endaði á fjórða pláss-
inum, vann 2–1 í Køge.
Teir glaðu
Burtursæð frá í umklæð-
ingarrúminum hjá FCK í
Parkini, so mundi hýrurin
vera bestur í umklæðingar-
rúminum hjá heimaliðnum
í Farum.
Eftir at nýggja felagið í
bestu deildini leingi hevði
verið við til at mynda topp-
in, tóktist tað fyri einum
mánað síðani at vera steðg-
að upp. Men so hevði Far-
um hepnið, sum skal til.
Kappingarneytarnir
til
bronsuplássið snávaðu ferð
eftir ferð, og tá ið mest um
galt, vann Farum. Fyri
fyrstu ferð í fleiri vikur
høvdu teir sunnudaign alt
fólkið tókt, tá ið Viborg
vitjaði. Farum vann 1–0, og
harvið vóru tað teir, sum
fingu bronsukrónurnar. Tá
ið hetta var fyrsta árið hjá
Farum í bestu deildini, so
sigur tað seg sjálvt, at hetta
eisini vóru fyrstu bronsku-
merkini, sum teir nakrantíð
hava vunnið í superliguni.
Næstu
tvær
vikurnar
verður so at siga eingin fót-
bóltur í Danmark. Bestu
fótbóltsspælararnir fara at
hvíla seg. Men so verður
farið undir fyrireikingarnar
til nýggja kappingarárið.
Sjøtul verður settur á tað
sunnudagin 27. juli.
Molde javnaði og misti í yvirtíðini
Við einum dramat-
iskum endaspurti
móti Molde fekk
Aalesund sín fyrsta
sigur nakran tíð í
bestu norsku deildini
NOREG
Jákup Mørk
Jákup Mikkelsen sat sum
vant á beinkinum og hugdi
at, tá Molde um vikuskiftið
enn einaferð staðfesti, at
tað er langt upp til formin
frá í fjør, tá liðið bert var
minuttir frá møguleikanum
fyri Champions League
fótbólti.
Um
vikuskiftið
tók
Molde ímóti Aalesund, sum
fyri fyrstu ferð er í bestu
deildini, og undan hesum
framvegis átti fyrsta sigurin
til góðar.
Tað gera teir ikki longur,
tí eftir 90 dramatiskar min-
uttir fekk Aalesund øll stig-
ini við sær úr Molde.
Bert eitt korter inn í
dystin legð Aalesund seg á
odda við einum skjotum
kontra, eftir at Molde ann-
ars hevði havt mesta trýst-
ið, og minuttin eftir var
skelkurin fullkomin hjá
Molde, tá enn eitt Aale-
sund-álop endaði í mál-
inum.
Molde royndi tó at stríða
seg aftur í dystin. Einar
tíggju minuttum høvdu teir
minkað um munin, og so
var at trýsta. Tað sá tó
leingi út til at gerast úrslita-
leyst, tí Aalesund megnaði
fram til 93. minutt at standa
ímóti trýstinum. Tá stútaði
Daniel Berg Hestad bóltin
inn, og lættin hjá áskoðar-
um var stórur, nú eitt stig
kortini skuldi fáast úr dyst-
inum, og Molde harvið
slapp undan fullkomnu
eyðmýkingini.
Men Aalesund vildi tað
øðrvísi. Teir góvu bóltin
upp, fóru í álop og gjørdu
ikki mætari enn at senda
bóltin í netið, beint áðrenn
dómarin bríkslaði fyri sein-
astu ferð.
Við hesum er Molde nú
dottið niður á 11. pláss í
bestu norsku deildini, og tó
at teir hava ein dyst til góð-
ar, so er einki at siga til, at
vónríku áskoðararnir av
álvara eru farnir at krevja
av leiðsluni, at okkurt verð-
ur gjørt.
ÍA
lætti
sær á
Felagið
hjá
Julian
Johnsson vann sunnu-
dagin 3-1 á útivølli móti
Vali, og eru nú á fjórða
plássinum í íslendsku
landsbankadeildini.
VAálur var annars
liðið, sum byrjaði best,
tá teir tíðliga í dystinum
løgdu seg á odda, men
við tveimum málum frá
Gúðjon Sveinsson og
einum frá Jóhann Hreið-
arsson hevði ÍA koppað
øllum undan steðginum.
Seinnu trý korterini var
ikki so nógv lív í, sum
tað hevur verið undan
steðginum, og uttan at
gera alt ov nógv burtur-
úr kundu Julian og teir
koyra
sigurin
heim.
Føroyski
landsliðs-
maðurin var á vøllinum
í samfullar 90 minuttir.
-jm
Tað er einki forgjørt í tí, at
teir í Molde hanga nakað við
høvdinum í løtuni.
Sunnudagin vóru teir fyri
eyðmýkjandi tapi, tá
Aalesund vann sín fyrsta
nakran tíð í bestu deildini
Óli og teir fluttu niður
Alti Gregersen rýmir
úr Randers, og tað
verður betri pláss fyri
Christian Høgna í
Vejle álopinum, eftir
at Ulrik Balling er
fluttur til Århus
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað hevur leingi sæð svart
út, og sunnudagin gjørdist
tað til keðiligan veruleika.
Felagið hjá liðformannin-
um á føroyska fótbólts-
landsliðnum,
Hvidovre,
gjørdist ov stutt í kapping-
ini fyri at sleppa undan nið-
urflyting. Teir taptu sunnu-
dagin 1–0 í Fredericia, og
harvið endaðu teir triði aft-
ast og fluttu niður. Frederi-
cia vann bronsumerkini.
Herfølge og Frem, sum
langt síðani hava tryggjað
sær uppflyting, vunnu bæði
í vikuskiftinum.
Óli Johannesen, sum áð-
ur hevur roynt at flyta niður
við TB, hevur ikki enn tikið
støðu til, hvar hann fer at
spæla eftir summarfrítíð-
ina. Men tað er lítil ivi um,
at pláss í triði bestu donsku
deildini neyvan er nóg góð
dystarvenjing hjá Óla, sum
framvegis tykist áhugaður í
at verja landsliðsplássið og
harvið at økja um mettalið í
landsdystum.
Sunnudagin varð eisini
greitt, at tað verður eitt av
stórfeløgunum í Odense,
sum saman við Hvidovre
og HIK úr Keypmannahavn
skal flyta niður úr 1. deild.
Talan er um B1909. Teir
taptu 3–1 í Haderslev og
tóku tískil ikki av møgu-
leikanum fyri bjarging,
sum stóð teimum í boði, tá
ið kappingarneytarnir í Od-
ense, B1913, taptu 3–0 á
heimavølli ímóti Randers
Freja.
Randers Freja endaði á
fjórða plássinum, og Vejle,
sum fann eitt sindur av
melodinum aftur nú fram
ímóti kappingarenda, vann
3–1 á Eysturbrúgv í Keyp-
mannahavn ímóti Skjold.
Harvið endaði Vejle á fimta
plássinum.
Fleiri skiftingar
Nú kappingarárið er av, er
tað greitt, at talan verður
um fleiri broytingar og
skiftingar hjá føroysku
spælarunum í næstbestu
donsku deildini.
20 ára gamli Atli Greger-
sen, sum seinastu árini hev-
ur stríðst fyri plássi í mið-
verjuni hjá Randers Freja,
er loystur frá sáttmálanum.
Tað hevur hann sjálvur
ynskt, og Lars Olsen, venj-
arin, og felagið hava einki
havt ímóti tí. Venjarin hev-
ur sagt unga føroyska spæl-
aranum, at tveir spælarar
standa frammanfyri hann í
bíðirøðini at sleppa framat í
miðverjuni. Tí heldur Atli,
sum hevur spælt seytjan
ferðir á besta Randers liðn-
um, at tað er best fyri hann
og fótbólts frarmtíðina hjá
honum, at hann fer at royna
seg onkra aðra staðni. Hvar
tað verður er ikki greitt
enn.
Hóast Christian Høgni
Jacobsen sunnudagin var
við NSÍ á Mølini á Eiði, so
er hann framvegis sáttmála-
bundin í Vejle. Har hevur
venjarin ikki havt boð eftir
honum tær síðstu nógvu
ferðirnar, men nú er kanska
møguleiki fyri, at tað fer at
lýsna eitt sindur.
Ulrik Balling, sum í fjør
var eitt skifti í NSÍ, hevur
verið sannur brandur í Vejle
álopinum í vár. Tað hevur
verið ein av orsøkunum til,
at Christian Høgni ikki
hevur spælt so nógv.
Ulrik Balling hevur ikki
havt yrkissáttmála. Teir í
Vejle siga seg hava arbeitt
við hond og fót fyri at
skaffa álopsspælaranum ar-
beiði, men tað hevur ikki
eydnast, og nú flytir Ulrik
Balling til Århus. Har skal
hann spæla við FC Århus.
Balling hevur áður spælt
við Århus Fremad, sum er
sama felag, ið nú eitur FC
Århus.
Tá ið Henrik Branden-
burg tók við sum Vejle
venjari, setti hann Christian
Høgna Jacobsen av høgra
vongverjanum. Hann metti
Christian Høgna at vera
álopsspælara og ikki vong-
verja, men Christian Høgni
fekk fáar møguleikar frá
nýggja venjaranum. Nú
hevur Vejle aftur skift
venjara. Nýggjur venjari er
Steen
Thychosen,
sum
higartil hevur verið ítrótt-
arstjóri. Hann var í síni tíð
vandamikil álopsspælari í
Vejle, sum eisini royndi seg
uttanfyri landoddarnar. Nú
fæst at síggja, um hann
ætlar at hava Christian
Høgna Jacobsen á liðnum.
Í Vejle hava teir ásannað,
at teir neyvan einsamallir
fara at megna at sleppa
framat aftur í superliguni.
Tí leita teir eftir einum ella
fleiri feløgum at samstarva
við. Men enn er einki ítøki-
ligt komið burturúr ætl-
anunum.
Óli Johannesen og Hvidovre vórðu á seinasta leikdegi noyddir
at ásanna, at tilveran hjá felagnum nú skal vera í triðbestu
donsku deildini
Danska superligan
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 FCK
33
17 - 10 - 6
51
32
19
61
2 Brøndby (M) 33
15 - 11 - 7
61
35
26
56
3 Farum
33
16 - 3 - 14 49
58
-9
51
4 OB (S)
33
12 - 12 - 9
55
50
5
48
5 Esbjerg
33
12 - 11 - 10 65
57
8
47
6 AaB
33
14 - 4 - 15 42
45
-3
46
7 FCM
33
11 - 11 - 11 49
45
4
44
8 Viborg
33
11 - 10 - 12 58
55
3
43
9 AB
33
10 - 12 - 11 44
48
-4
42
10 AGF
33
10 - 10 - 13 49
59 -10
40
11 Silkeborg
33
9 - 9 - 15 52
54
-2
36
12 Køge
33
8 - 3 - 22 45
82 -37
27
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói
Jacobsen (Brøndby)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 Herfølge
30
22 - 3 - 5
74
38
36
69
2 Frem
30
18 - 4 - 8
64
43
21
58
3 Fredericia
30
14 - 9 - 7
50
29
21
51
4 Randers F.
30
15 - 6 - 9
65
49
16
51
5 Vejle
30
15 - 4 - 11 65
58
7
49
6 HFK Sønderj. 30
13 - 8 - 9
64
54
10
47
7 Skjold
30
14 - 4 - 12 50
38
12
46
8 Ølstykke
30
11 - 8 - 11 65
61
4
41
9 FC Aarhus
30
12 - 4 - 14 53
56
-3
40
10 Brønshøj
30
11 - 6 - 13 48
53
-5
39
11 AC Horsens 30
9 - 9 - 12 45
49
-4
36
12 B 93
30
10 - 6 - 14 44
52
-8
36
13 B 1913
30
8 - 6 - 16 37
60 -23
30
14 Hvidovre
30
7 - 8 - 15 34
57 -23
29
15 B 1909
30
7 - 7 - 16 52
75 -23
28
16 HIK
30
5 - 6 - 19 37
75 -38
21
Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers Freja), Johan
Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen (Hvidovre)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 Rosenborg
11
9 - 2 - 0
30
7
23
29
2 Stabæk
11
5 - 4 - 2
19
13
6
19
3 Viking
11
4 - 6 - 1
19
12
7
18
4 Sogndal
11
5 - 3 - 3
20
15
5
18
5 Odd Grenland 11
5 - 2 - 4
17
21
-4
17
6 Bodø/Glimt
10
4 - 4 - 2
14
11
3
16
7 Lyn
11
4 - 3 - 4
16
19
-3
15
8 Bryne
10
4 - 0 - 6
20
17
3
12
9 Vålerenga
10
3 - 3 - 4
14
13
1
12
10 Lillestrøm
11
2 - 6 - 3
10
16
-6
12
11 Molde
10
3 - 2 - 5
13
17
-4
11
12 Aalesund
11
1 - 5 - 5
15
21
-6
8
13 Brann
10
1 - 4 - 5
10
22 -12
7
14 Tromsø
11
1 - 3 - 7
15
28 -13
6
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v - j - t mál
mál
+/- stig
1 Fylkir
6
4 - 0 - 2
11
5
6
12
2 FH
6
3 - 2 - 1
10
6
4
11
3 KR
6
3 - 1 - 2
7
8
-1
10
4 ÍA
6
2 - 3 - 1
8
5
3
9
5 ÍBV
6
3 - 0 - 3
12
10
2
9
6 Þróttur
6
3 - 0 - 3
9
9
0
9
7 KA
5
2 - 2 - 1
8
6
2
8
8 Valur
6
2 - 0 - 4
8
12
-4
6
9 Grindavík
6
2 - 0 - 4
7
11
-4
6
10 Fram
5
0 - 2 - 3
4
12
-8
2
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA)