týsdagur 24. juni 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 24. juni 2003
31
31
30
Nr. 116 - 24. juni 2003
C
M
Y
K
30
Jón Rói verður
framvegis
blá/gulur
Danska Ekstra Blaðið
skrivar, at partarnir
eru samdir um
leingja samstarvið
ÚTISETI
Jákup Mørk
Hóst Jón Rói Jacobsen ikki
hevur fingið ta nógvu
spælitíðini hjá nú fyrrver-
andi donsku meistarunum í
Brøndby, so bendir nógv á,
at
leiguavtalan
millum
Brøndby og HB verður
longd. Upprunaliga gekk
avtalan fram til summar-
steðgin, men hóast trupul-
leikar við at koma á liðið,
og hóast Brøndby nú
styrkir enn meira um
verjupartin, so bendir alt á,
at samstarvið verður longt.
Sjálvur hevur Jón Rói
sagt, at hann undir øllum
umstøðum ætlar sær at
halda fram við yrkisfót-
bóltinum í Danmark, og
sambært danska Ekstra-
Blaðnum, so verður hetta
altso framvegis í Brøndby.
Sunnudagin skrivar blaðið,
at Brøndby og Jón Rói eru
komin ásamt um at leingja
sáttmálan, og at tað bert
restar at fáa undirskriftirnar
á pappír, áðrenn hetta verð-
ur staðfest.
Jón Rói er í løtuni heima
í Føroyum, og ætlandi
verður so nýggj avtala
skrivað, tá hann kemur
aftur til Brøndby.
Tað tykist longu
greitt, at besta mans-
deildin í hondbólti
bert fer at fevna um
seks lið í vetur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast runavíkingar nú hava
roynt í nøkur ár, so hevur
tað ikki eydnast teimuma at
etablera Tjaldur sum eitt
lið, sum av sjálvfylgju eitur
at teljast millum tey betru í
landinum.
Fyrstu árini var talan tó
um sera tung tøk, men fyri
einum ári síðani tóktist tað
loksins, sum var felagið
komið á rætta kós. Fleiri
góð úrslit í endaspælinum
togaðu liðið upp á fimta
plássið, og seinasta vetur
skuldi so enn eitt tak takast,
men hetta bleiv ongan tíð
veruliga til nakað. Í enda-
spælinum gjørdist talan
soleiðis bert um eittans
stig, og stór spurnartekin
vórðu sett við, hvørt liðið
yvir høvur átti at tikið lut í
bestu deildini, tá leikararnir
sjálvir tóktust leggja so-
mikið lítið í venjingina, at
formurin snøgt sagt ikki
var nóg góður til at fylgja
við liðunum í 60 minuttir.
Hetta var langt ífrá fyrsta
ferðin, at hesin spurningur-
in varð settur. Undanfarin
hevur hetta eisini fleiri
ferðir verið uppi og vent, tá
tað serliga fyrst í kapping-
arárinum hevur verið trup-
ult at fáa liðið mannað, og
enn verri at fáa menn at
møta til venjingar. Var tað
ikki fyri reglurna um út-
lendskar leikarar, har trígg-
ir slíkir kunnu vera í hvørj-
um felag, hevði Tjaldur
ivaleyst takkað fyri seg fyri
fleiri árum síðani, men við
Dejan Lacok, Dragisa Sto-
jovic og Zoran Sarcevic
hevur felagið tó havt leikar-
ar, sum hava hildið liðnum
burtur úr avgjørda aldudal-
inum.
Útlendingarnir burtur
Hetta tykist tó vera søga
nú. Dejan Lacok skal
komandi árið verja málið
hjá VÍF. Dragisa Stojovic
skal eftir øllum at døma
spæla
við
Neistanum
komandi árið, og Zoran
Sarcevic heldur sjálvur, at
hann nú er farin upp um
aldursmarkið
hvat
fyrstudeildarhondbólti við-
víkur.
Eftir aðalfundin í fjør, var
nevndin hjá Tjaldrinum
skift út, soleiðis at hvørki
Rúni Joensen ella Ragnar
Olsen longur eru at finna
her. Júst teir báðir hava
annars verið millum høv-
uðskreftirnar at hava besta
mansliðið koyrandi, og
uttan teir og uttan útlendsk-
ar leikarar hevur nýggja
nevndin tikið avleiðingar-
nar av hesum. Í telduposti
til
Hondbóltssambandið
hevur felagið boðað frá, at
teir taka mansliðið úr
landskappingini.
Og alt bendir á, at hetta
fer at viðføra, at kappingin
í vetur bert fer at fevna um
seks lið. Úr aðru deild er
einki felag, sum kann flyta
upp, og sum støðan nú sær
út, so eru tað bert seks
hondbóltsfeløg, sum eru
aktiv í fremstu mansrøðun-
um. Og av hesum eru tey
fýra innan víðkaðu bøgarð-
arnar í Havn, meðan StÍF
og VÍF so koma afturat í
hesi kapping.
Møgulig umskipan
Spurningurin er tí kanska,
hvørt HSF bert ætlar at
gjøgnumføra kappingina
sum vant, ella um talan
verður um broyttan kapp-
ingarleist. Her kundi eitt
hugskot kanska verið at
víðka kappingina, soleiðis
liðini leiktu fimm ferðir
móti
hvørjum
øðrum.
Sjálvandi nakað sum við-
førir, at býti av heima- og
útidystum
verður
eitt
sindur skeivt, men hetta er
tó ein leistur, sum er
royndur aðrastaðni, og sum
als ikki nýtist at ver nakað
bakkast fyri liðini.
Enn hevur Hodbóltssam-
bandið tó ikki tikið støðu til
hendan spurningin, og í
øllum førum er tað helst
nakað, sum krevur ein
eykaaðalfund, tí ein um-
leggin av kappingini –
hvussu hon so enn verður –
kann bert fremjast við góð-
kenning av aðalfundinum.
Jón Rói Jacobsen heldur fram í Brøndby, og so er bara at vóna,
at hann í heyst kann flyta seg nærri besta liðnum
Tjaldur tekur liðið úr
kappingini
Fyri hálvum øðrum ári síðani tóktist Tjaldur loksins at hava lyft seg úr botninum í manshondbólti, men í vetur var støðan aftur
tann vanliga, og nú tekur felagið liðið úr komandi hondbóltskappingini
EB/Streymur–NSÍ 1-1 (0-0):
Yvirtíðin í parti við heimaliðnum
NSÍ tóktist dúva upp
á tepru leiðsluna, og
tað vórðu teir sekt-
aðir fyri í tíðini, sum
dómarin hevði lagt
afturat
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tá ið Jens Petur Brattalíð,
sum einki tóktist hava
ímóti, at spælararnir fingu
loyvi at brúka kropsligu
styrkina, hevði bríkslað fyri
síðstu ferð á Mølini sunnu-
dagin, vístu spælararnir
væl, hvussu teir kendu tað.
NSÍ menninir vóru vón-
brotnir um, at teir í síðstu
løtu høvdu mist sigurin og
harvið tvey stig, og teir á
heimaliðnum
fegnaðust
um, at tað hevði eydnast
teimum at vinna eitt stig í
evstu løtu.
Útjavnandi málið fekk
EB/Streymur í tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat.
Marek Vierzbicki legði úr
vinstra horni fríspark inn-
fyri. Sorin Anghel stútaði
ímóti málinum, men Jens
Martin Knudsen vísti sín
góða klassa og hálvbjarg-
aði. Bólturin fór eitt sindur
út í høgra álopsborð hjá
EB/Streymi, og tað eydnað-
ist Ronnie Samuelsen úr
rættuliga spískum á ein ella
annan hátt at bukta bóltin
inn um strikuna, og harvið
hevði heimaliðið fingið eitt
stig.
At tað fór at vera heima-
liðið heldur enn útiliðið,
sum fór at fáa mál fram
ímóti dystarenda, var ikki
heilt óvæntað. Sum annað
umfarið leið, tóktist tað
sum um, at NSÍ hevði hug
at toga eitt sindur í brems-
una. Teir vóru frammanfyri
1–0, og tað tóktist sum um,
at teir hugsaðu meiri um at
verja leiðsluna, heldur enn
at arbeiða fyri at økja hana.
Eisini við tí í huga at besta
verja er álop.
NSÍ tætt við
Fyrstu løtuna tóktist NSÍ
ætla sær at avgera. Teir
høvdu størri tyngd í álops-
partinum, og teir vóru fleiri
ferðir næstan framvið, og
heimaliðið kendi seg trýst
til at geva fleiri hornaspørk
til mótstøðumenninar. Bólt-
arnir komu væl innfyri, og
NSÍ menninir – eitt nú Óli
Hansen, Helgi L. Petersen
og Messias – royndu fleiri
ferðir við stútarum, sum
kortini ikki vóru heilt
vandamiklir.
Helgi L. Petersen hevði
onkra vandamikla skot-
roynd, sum fór dygst fram-
við málinum hjá Gunnari á
Steig, men tað kom einki
mál í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin legði NSÍ
seg beinanvegin á odda.
Uppspælið til málið var,
sum tað so ofta áður hevur
verið, í høgru. Gert Lang-
gaard og Brynjolvur Niel-
sen samanspældu, og Ian
Højgaard legði í brotsteigin
til Helga L. Petersen, sum
staddur eitt sindur til høgru
sendi í handaru síðuna av
málinum.
NSÍ tóktist eftir málið at
leggja seg eftir at økja um
leiðsluna, og teir vóru
onkra ferðina í góðum støð-
um. Men tað eydnaðist ikki
at fáa bóltin inn um Gunnar
á Steig, og so dovnaði
álopsspælið hjá NSÍ.
EB/Streymur
hevði
Marna Djurhuus mitt á
miðvøllinum saman við
Ronnie Samuelsen, og hesa
ferð gjørdu teir eina nýggja
roynd at tippa miðverju-
holið, sum hevur verið,
síðani Pacek gjørdist sjúkur
(hann er heima í Póllandi
nú, og teir rokna við, at
hann verður við aftur eftir
summarsteðgin). Hesa ferð
fekk ungi Gert Hansen fyri
fyrstu ferð møguleikan í
miðverjuni, og hann stóð
seg væl. Saman við Egili og
hinum syrgdi hann fyri, at
NSÍ ikki fekk fleiri enn eitt
mál, og í evstu løtu megn-
aðu framrættaðu menninir
at skjóta málið, sum bar eitt
stig við sær til EB/Streym.
Dysturin í tølum
EB/Streymur–NSÍ
1–1
(0–0)
0–1: Helgi L. Petersen 48.
1–1: Ronnie Samuelsen 90.
Dómari:
Jens
Petur
Brattalíð
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Egil á Bø, Gert Hansen,
Eyðfinn Joensen (Bárður
Olsen) – Marek Vierzbicki,
Marni Djurhuus (Jákup
Martin Joensen), Ronnie
Samuelsen,
Magni
á
Lakjuni – Sorin Anghel,
Hans
Pauli
Samuelsen
(Teitur Joensen)
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Perreira,
Sjúrur Jacobsen – Gert
Langgaard (Jústines R.
Hansen, 69.), Ian Højgaard,
Kári Hansen, Andy Olsen
(Áki L. Hansen) Jónstein
Petersen – Sonni L. Pet-
ersen (Rúni Rasmussen,
80.), Helgi L. Petersen
Í mun til dystin móti HB
seinasta vikuskiftið, so góvu
teir úr samansetta liðnum
ongan tíð skarvin yvir
sunnudagin, og í yvirtíðini
fingu teir eisini løn fyri
stríðið, tá Ronnie Samuelsen
kundi tryggja teimum annað
stigið
Máltindurin,
1. deild menn
Andrew av Fløtum
HB
5
Heðin á Lakjuni
B36
4
Karsten From
HB
4
Birgir Jørgensen
VB
4
John Petersen
B36
3
Krzystof Popczynski
GÍ
3
Hjalgrím Elttør
KÍ
3
Jens Kristian Hansen
B36
2
Súni Fríði Johannesen
B68
2
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
2
Magni á Lakjuni
EB/S
2
Elfinn Ørvarodd
FSV
2
Eyðfinn Fjalsbak
FSV
2
Bartal Eliasen
GÍ
2
Símun Samuelsen
GÍ
2
Súni Olsen
GÍ
2
Rógvi Jacobsen
HB
2
Rókur F. Jespersen
HB
2
Rúni Nolsøe
HB
2
Atli Danielsen
KÍ
2
Helgi L. Petersen
NSÍ
2
Jústinus R. Hansen
NSÍ
2
Sonni L. Petersen
NSÍ
2
Vinnarin av
Champions League
undankappingardysti
num millum FBK
Kaunas og HB skal
møta ongum mætari
enn skotska Celtic
EUROPA-CUP
Jákup Mørk
HB kann hitta Celtic. Tað
var føroyska yvirskriftin, tá
lutakastið um komandi
europeisku steypakapping-
arnar hevði veirð fríggja-
dagin.
Í fyrsta undankappingar-
umfarinum hittir HB FCK
Kaunas úr Litava, og vinn-
arin av hesum dystinum fær
æruna av at spæla ímóti
Celtic. Ein dystur, sum
vissuliga man vera ein
sannur fíggjarligur gloypi-
biti hjá føroyskum feløg-
um, umframt peningaupp-
hæddina, sum annað av lið-
unum fær, bara tey spæla
seg til næsta umfarið.
Spurningurin er so bara,
hvussu tað fer at hilnast hjá
HB. Í Litava er fótbólturin
ikki fremsta ítróttargreinin
í Litava, men tó so verða
litavar styrkismettir nakað
omanfyri føroyingar. Nak-
að sum eisini kom til sjónd-
ar á landsliðnum, har Før-
oyar máttu lúta 2-0 í
Kaunas fyri góðum hálvum
ári síðani.
Hini bæði føroysku um-
boðini, KÍ og NSÍ, skulu
bæði til Noregs. KÍ skal her
royna seg móti skjótt fyrr-
verandi
felagnum
hjá
Jákupi Mikkelsen, Molde,
meðan NSÍ skal til Lynd.
Í hesum sambandi er vert
at nevna, at tað var um
reppið, at KÍ endaði saman
við Manchester City. Tað er
nevnliga soleiðis, at undan
lutakastinum verða liðini
bólkað, og her vóru KÍ og
Manchester City í sama
potti, men lagnan vildi so
ikki, at tað skuldu verða
Fowler, Anelka, Seaman og
Keegan, sum koma á vitjan
hjá klaksvíkingum.
GÍ tapi
Annars leikti GÍ sín fyrra
dyst í inter-Toto kappingini
leygardagin. Hesin dysturin
var ímóti moldaviska Da-
cia, og endaði dysturin við
4-1 sigri til vertirnar. Tað
stóð annars leingi 2-1 á
máltalvuni, men seinastu
løtuna sløkti heimaliðið
alla vón hjá gøtumonnum
við at skjóta tvey mál
afturat. Málið hjá GÍ skeyt
Krzystof Popczynski.
HB kann hitta Celtic
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt mál-
dystir v - j
-
t
mál málmunurstig
1 HB
6
4 - 2
-
0
18
7
11
14
2 GÍ
6
3 - 2
-
1
10
6
4
11
3 KÍ
6
3 - 2
-
1
7
9
-2
11
4 B36
6
3 - 1
-
2
13
6
7
10
5 NSÍ
6
2 - 4
-
0
11
5
6
10
6 B68
6
2 - 3
-
1
5
4
1
9
7 FS V
6
2 - 1
-
3
8
12
-4
7
8 EB/Streymur6
1 - 3
-
2
7
11
-4
6
9 VB
6
0 - 2
-
4
6
15
-9
2
10 Skála
6
0 - 0
-
6
1
11 -10
0