týsdagur 24. juni 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 116 - 24. juni 2003
Nr. 116 - 24. juni 2003
33
Ársins keyp
Ford Mondeo 2000 TDI, árg. 2002.
Kostnaður: Einans 185.000 kr.
Tlf. 222326
Pedagogur
Fyri pedagog í farloyvi verður søkt eftir pedagogi
til ein stovn við 30 børnum í aldrinum 3-7 ár.
Starvið er 25/30 tímar um vikuna á einari stovu
við 15 børnum. Starvið verður at seta 01. sep-
tember 2003 til 31. august 2004.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag
og
Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er lønt á lønarstigi
10-15.
Nærri upplýsingar um starvið og stovnin fáast við
at venda sær til leiðaran.
Umsókn saman við avritum av prógvi og
viðmælum verður at senda stovninum í seinasta
lagi mánadagin 07. juli 2003.
Um eingin pedagogur søkir starvið, verður
hjálparfólk sett í starv 30 tímar um vikuna.
Barnagarðurin Vípan
Vípuvegur 3
100 Tórshavn
Tlf. 31 75 35
Verkfrøðingur/
Byggifrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi/byggifrøðing til
spennandi starv innan byggi- og anleggsarbeiði.
Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða sum
plássleiðari.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og CV skal
sendast til
P/F J & K Petersen
Á Hjalla
Postboks 3179
FO-110 Tórshavn
í seinasta lagi 26.06.2003
Tlf. 315060
e-mail: JKP@JKP.FO
Tekniski Skúlin
í Tórshavn søkir
lærarar
Av tí, at ov fáar umsóknir vóru til
størvini, verður lýst av nýggjum
Lærari til el-deildina
Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar undir-
vísing á el-deildini.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikari,
hava prógv sum el-installatørur og minst 2 ára
starvsroyndir innan yrkið. Neyðugt er at umsøkj-
arin hevur kunnleika til nýggjastu el-útgerð.
Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði, og
nýtslu av EDV, ein fyrimunur.
Á el-deildini starvast 5 lærarar í føstum starvi og 1 verk-
staðarhjálpari. Næmingarnir læra til elektrikara og
ganga í skúla í 55 vikur tilsamans. Eisini verða SIT-
næmingar undirvístir á deildini.
Lærari til timburdeildina
Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar undir-
vísing á timbur- og snikkaradeildunum.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsa-
smiður, og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið.
Umsøkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun.
Timbur-og snikkaradeildinar eru í sama bygningi.
Lærarnir skifta ímillum báðar deildirnar.
Á deildunum starvast 8 lærarar í føstum starvi og 1
verkstaðarhjálpari. Næmingarnir læra til húsasmið ella
bygningssnikkara og ganga í skúla ávikavist 45 og 50
vikur tilsamans. Á deildini verða eisini SIT næmingar
undirvístir.
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har
tann, sum verður settur í fast starv, má vera til
reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg
pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleika-
gevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða
settur í fast starv.
Løn:
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Landstýri og FTL.
Størvini skulu setast 11. august 2003.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving,
viðmælum og starvstíð skal vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi 26. juni 2003.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlan, tlf. 31 19 57
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75 • P.o.b. 239 • FO - 110 Tórshavn
Tlf: 31 19 57 • Fax: 31 66 21 • E-mail: tst@ tst.fo
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
fyri Gjáar bygd
Útskiftingarfundurin, sum er lýstur at verða í
bygdarhúsinum mikudagin 25. juni kl. 10, er
útsettur til mikudagin 16. juli kl. 10.
Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum
Dalur og Fløtur.
Nevndarlimir eru Jørleif Kúrberg, Tórshavn og
Heri Samuelsen, Miðvágur.
N. v.
Bjarni Hansen
útsk.form.
Pedagogar
til Bústovnin á Rúnarvegi
og Sambýli á Líknargøtu
Innan Almannaráðið og stovnar undir tí, við fyribils
tænastu á Bústovninum og Sambýlunum í Runavík,
eru tvey pedagogstørv leys at søkja til setan 1.sept.
2003 ella eftir nærri avtalu.
Størvini vera sett sum tænastumannastørv, eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Peda-
gogfelag, lønt stigini 24-31 eftir lønartalvu pr.
01.03.03.
Annað starvið ið søkt verður eftir,fær til uppgávu at
arbeiða í Sambýlinum á Líknagøtu 1,hjá 3 monnum
við diagnosuni autismu. Hetta arbeiðið krevur at
viðkomandi umsøkjari er kropsliga og sálarliga væl
fyri, er førur fyri at kunna gera kropsligt arbeiði
saman við monnunum, ganga túrar, svimja, gera
fimleik o.a.
Hitt fólkið fær til uppgávu at arbeiða við teimum 6
menningartarnaðu íbúgvunum á Bústovninum á
Rúnarvegi 6.Hesi krevja hjálp og vegleiðing í øllum
tí, sum tey hava tørv á.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir
og annaðhvørt vikuskiftið.Starvsøkið er allur stovn-
urin, og tann setti kann rokna við at fáa aðrar upp-
gávur aðrastðani í skipanini, um tørvur gerst á tí.
Nærri fæst at vita um størvini frá Oddfríðu Høj-
gaard, leiðara á tlf. 226121.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera stovninum í hendi innan 11. juli 2003.
Bústovnurin á Rúnarvegi 6
att: Leiðarin
FO-620 Runavík
-tað loysir seg
ALMANNASTOVAN
Sosialráðgevi
Søkt verður eftir sosialráðgeva til økisdeildini í Suðuroy at arbeiða fulla tíð frá 1.
august at rokna ella skjótast tilber eftir henda dag.
Um deildina.
Á økisdeildini á Tvøroyri arbeiða 4 fólk.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki hjá deildini er at:
• ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við
almannaspurningar
• seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuna
• í serligum førum vísa til landsumfatandi eindirnar hjá Almannastovuni
Økið hjá deildini er Suðuroy.
Tær sosialu fyriskipanirnar, ið økisdeildin serliga tekur sær av eru
• ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, sum landsumfatandi eindirnar
hjá Almannastovuni ikki hava ábyrgdina av
• persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini
• samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima
• tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðarpensjónir
Útbúgvingarkrøv og royndir
• sosialráðgevaraútbúgving
• royndir innan almenna fyrisiting
• góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði
• góður málburður í føroyskum, bæði munnliga og skrivliga
Lønar- og setanarviðurskifti
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálastýrið og
Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til John Mortensen,
deildarleiðara á tlf. 371620.
Umsóknir við avriti av prógvum o.ø.skulu vera Almannastovuni,postsmoga 196,
110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 1. juli 2003.
í Dr. Jakobsensgøtu
søkir eftir ungfólki
Ert tú eldri enn 17 ár og hevur hug at vinna tær
pening aftaná skúla tíð? – so er hetta kanska nakað
fyri teg?
Keypssamtøkan í miðbýnum, sum selur flest allar
húsarhaldsvørur, hevur ofta brúk fyri røskum
ungum fólkum 2 ella 3 seinnapartar um vikuna og
leygardagar – umleið 8-12 tímar um vikuna
tilsamans.
Tað sum tú kemur at taka tær av er m.a.
• at sita við kassan,
• fylla vørur á hillarnar,
• vanlig rudding um dagin og tá handilin letur
aftur,
• annars til alt fyrifallandi.
Ert tú áhugað/ur kannst tú ringja á tlf. 31 13 20 ella
21 75 93 ella uppaftur betur um tú støkkur inn á
gólvið hjá okkum og fært eitt prát við leiðaran Bo
Møller.
Størvini verða sett frá 18. aug. 2003.
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøta 6
Boks 349 · 110 Tórshavn
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
handilslærlingi
at byrja 1. september 2003
Krøv/útbúgving:
FHS: 3 ára lærutíð
HH: 2 ára lærutíð
Student/HF: 2 ár og 18 vikur
Vit bjóða tveimum røskum fólkum – drongi ella
gentu – við dirvi og áræði, eina útbúgving undir
skipaðum viðurskiftum í einum handli,har lív er í.
Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, frí annan hvønn
leygardag.
Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í
Danmark.
Okkara krøv:
Fyrikomandi, kundavinarligur, røkin, góð sam-
starvsevnir.
Løn:
Sbr. S&K sáttmálanum.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við próvtøkuskjali skal
sendast í seinasta lagi 5. juli 2003, merkt.
Lærlingur.
Aðrir upplýsingar fáast við at ringja tlf. 311320 /
217593, Bo Møller.
KEYPSSAMTØKAN
í Dr. Jakobsensgøtu
Boks 349
FO-110 Tórshavn
Útibarnagarðurin í Miðvági
Miðvágs kommuna søkir við hesum eftir
Pedagogum og
hjálparfólki
til Útibarnagarðin í Miðvági, at byrja 15. august
2003.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Elsu Margit Davidsen, tlf. 223429 ella 333738.
Umsóknir verða, saman við upplýsingum um út-
búgving, royndir og møguligum viðmælum, at
senda til
Miðvágs Kommunu
370 Miðvágur
í seinasta lagi 8. juli 2003.
Kommunan skilar sær rætt,um ikki nøktandi um-
sóknir eru, at lýsa starvið av nýggjum.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. 2933, Agip
Faroe Branch (Filial av Agip
Denmark B. V., Holland.
Viðtøkur broyttar:
05.05.2003.
Nýtt navn: ENI Faroe
Branch (Filial av ENI
Denmark, B. V. )
Skráseting Føroya tann 20.
juni 2003
Kristin Balle
_______________________
C
M
Y
K
33
32