mikudagur 6. apríl 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2
SS
Tíðindablaðið GSK
Feroyingar — brúkið
Hvi hava føroyingar ikki
garvaríir og garvarar, de-
signarar og seymifólk,
sølufélk og reklamumak-
arar innan framleiðslu av
fiskaskinnum, síðani
fiskivinnan so leingi
hevur verið okkara eitt
og alt?
Ti fiskaskinn kunnu
garvast og vaksa tå
munandi bæði í stødd og
tjúgd, ja, ein trýr tað er
lygn og má síggja tað
fyri at trúgva tí. Tey ger-
ast meinlík ormskinni og
krokudillu — bara slætt-
ari.
Hugsið bara um prísin
á taskum og skóm úr
teimum báðum skinn-
sløgunum. Fiskurin kann
verða nakað bíligari og
kann sostatt kappast.
Ein kundi harumframt
hugsað sær betrekk til
møblar, ið var seymað
sum patchwork og so
framvegis. Til ber jú at
eksperimentera við yms-
um fiskasløgum fyri at
finna útav, hvussu kvali-
teturin verður.
Eitt annað uppskot er
bókaumsleg (permur).
Dýrt, men til ymiskt ser-
liga dýrabært í bóka-
heiminum ... Føroya
søga, kvæðini t.d.
Eg fekk kunnleika til
henda møguleika í 1976,
frá abba mínum í Klaks-
Av tí at eg arbeiddi um
summarið á Kósavirkin-
um, bað eg mær skinn
haðani. Gaman í, segði
Óli Wolles, bara tú saltar
tey sjálv. Eg saltaði eini
40 skinn av steinbíti.
Fleiri ferðir mátti saltast
um, so rot ikki skuldi
koma í; so tók eg tey við
mær til Keypmannahavn-
ar, har eg tá gekk í stu-
dentaskúla, og fór til ein
garvara í eini barakk
aftan fyri hóvuðsposthús-
ið í miðbýnum.
Væl bar til! Sera væl!
Prísurin var 25,- kr.
skinnið = fyri 40 skinn
1.000,- kr. Sostatt keypti
mamma mín helvtina frá
mær, og eg stóð eftir við
20 skinnum fyri 500 kr.
Tað er jú ikki bíligt,
men fer onkur undir hetta
av álvara við vilja og
góðum hugskotum og
hegni, so er hetta ein
spennandi møguleiki.
Og hví má alt vera bí-
ligt? Tað velst um at
finna rætta marknaðin.
Fiskasløg, ið eg havi
hoyrt egna seg væl, eru
1: Liri (gráur við svørtum
blettum)
2: Steinbítur (grástríput-
ur)
3: Skøta
Sum sagt eigur at verda
roynt við ødrum sløgum
Í ein av bårbussunum. Tað var hált, tá óhappið hendi (Mynd: Jens Kr. Vang)
eisini.
Garvaraskúlar eiga at
finnast fram í í Danmark
og landsstýrið átti at
bjóðað áhugaðum stuðul
til høli, masinur og
marknadarføring.
Peningur skuldi verið
tøkur gjøgnum lógina um
»erhvervsfremme«, sum,
sambært einum stubba í
Sosialinum, varð sett í
gildi í Føroyum 1992
sum ein stuðul til vinnu-
lívið.
Við hesum skal hvør
sum helst kunna søkja
pening til »royndarpro-
jekt, menning og góðsk-
ing, til um hvørvismenn-
andi arbeidsmåtar, til
gransking, útflutnings-
fremjandi projekt 0.a.
(Randi, Sosialurin).
Einstakir persónar, ein-
stakar bygdir, einstøk
fiskavirki, Føroya Fiska-
virking, Føroya Lands-
styri — tad måtti kunnad
borid til.
Eg sendi Ola Wolles
eitt av mínum garvaðu
steinbítaskinnum. Hann
rammaði tað inn og
hongdi tað á veggin inni
á kontórinum á Kósini.
Hetta var í 1976 ella -77,
og er tað ikki niðurdottið,
so hongur tað har enn.
Blíðar heilsanir
Lív í Bainstovu
Kristinehamn, Svøriki
24. mars 1994
RENDI INN Í BUSSIN. Try korter til átta gjåramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum. Ein bilur rendi inn
Nr. 64 — 6. APRÍL 1994 Síða 17
FULLTRUI
til skrivstovuna hjá
Kærunevndini
í almannamálum
Starvið sum fulltrúi hjá Kærunevndini í
almannamálum verður við hesum lýst
leyst til setan skjótast gjørligt.
Kærunevndin í almannamálum er
endaligi fyrisitingarligi kærumyndug-
leiki viðvíkjandi kærumálum sambært
forsorgarlógini, barnaforsorgarlógini,
avlamispensiónslógini, fólkapensi-
ónslógini, dagpeningalógini, legtings-
lógini um uppískoytisveiting til einkjur,
løgtingslågini um samsýning fyri at
ansa eldri og óhjálpnum heima og løg-
tingslågini um bjålvingarstudul til pen-
sionistar.
Kærunevndin í almannamálum hevur
eina sjálvstoðuga skrivstovu, og við-
komandi, ið settur verður, skal fyrireika
tey mál, sum skulu viðgerast í kæru-
nevndini. Herumframt skal viðkomandi
vera fastur skrivari hjá kærunevndini.
Umsekjarar skulu hava lokið løg-
froðisligt embætisprógv ella samsvar-
andi útbúgving.
Starvið er fulltidarstarv, og verður lent
sambært sáttmála millum Feroya
Landsstyri og Buskapar- og løgfrød-
ingafelagid.
Nærri upplysingar um starvid kunnu
fåast vid at venda sær til deildarstjóran
á almanna- og heilsudeildini á Lands-
skrivstovuni, Johnny Winther Holbech,
tlf. 11080.
Umsóknarfreistin er sett til 18. april
1994.
Umsóknir við neyðugum prógvum
skulu sendast til:
Føroya Landsstyri,
Almanna- og hellsudelldin,
Postrum 64,
110 Tórshavn.
Føroya Landsstýri, 29.03.1994