Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. apríl 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

kn ii Síða 16 Nr. 64 — 6. APRÍL 1994 | Torill Thorstad Hauger Thorill Thorstad Haug- er er borin í heim í Oslo 1943. Hon hevur lært á listhandverkaskúlanum í Oslo, men hevur eisini lisið fornfrødi og fólka- minni við lærda háskúl- an í Oslo. Frá 1970 til 75 starvaðist hon á forn- minnissavni og skipaði tá fyri fleiri framsýning- um um víkingatíðina. Fyrsta barnabókin hjá henni kom út í 1976. Hetta var bók um barna- ár hennara í Oslo. Rætti- liga kend gjørdist Torill Thorstad Hauger tó ikki fyrr enn í 1978, tå ið hon gav út fyrstu barnabók- ina í eini rød um vík- ingatíðina. Hetta var bókin Víkingar rændu tey (fg. útg. 1988). Í somu rgð eru seinni komnar Tey flýggja frá víkingum (fø. útg. 1990), Sjúrður orms- bani (fg. útg. 1991) og | Ravnsgenia (fø. útg. | 1993). Torill Thorstad Haug- er hevur vunnið sær al- tjóða viðurkenning fyri sínar bamabøkur, harav fleiri snúgva seg um hendingar, sum fara Am er A DC -Heisotan Láarvegur.14 - Tórshavær- Tlf. 15828 - fram í eini farnari, sØgu- ligari tíð. Serliga bøkur- nar um vikingatidina eru gitnar, og hesar bøkur hava seinni verid fyri- myndin hjá gðrum høv- undum, sum skriva søguligar skaldsøgur og barnabøkur. Bøkur hennara eru tyddar til ikki færri enn 14 ymisk mål. Umframt tær fýra bøk- urnar um víkingatíðina er eisini bókin Eitt skip kom á Bjørgvin í 1349 útkomin á føroyskum (fø. útg. 1988). Fyri hesa bókina, sum er um, tá ið svartideyði kom til No- regis, fekk Torill Thor- stad Hauger bókmenta- ligu heidurslønina hjá norska mentamålaråd- num. Norska Skúla- bókavarðafelagið = læt henni virdisløn í 1988, og tvær ferðir hevur hon verið í uppskoti til hina altjóða viðurkendu H. C. Andersen heidursløn- ina. Í 1992 var Torill Thorstad Hauger á ødr- um sinni í uppskoti til heidursløn Nordur- lendsku Skúlabóka- varða. Seinasta stóra bóka- verkið hjá Torill Thor- stad Hauger eru tær fýra bøkurnar um norðmenn, sum í hópatali fluttu til Amerika í seinnu helvt av 19. gld. Tað er Bóka- deild Føroya Lærarafe- lags, sum gevur bøkur- nar hjå Torill Thorstad Hauger út á føroyskum. Eitt skip kom á Bjør gvin er tó útgivin á forlagnum Dropin Fax 15893 “ ARBEIÐSHANDSKAR til oft endamál — bæði á sjógvi og landi Sethús í Norðragotu Vegna flyting selja vit ella leiga vit út húsini í Nordragøtu. Vídd 114 m*, bygd í 1984. Áhugað biðjast skriva til: Sosial- urin, box 76, 110 Tórshavn, undir Bill. mrk. 1032 á Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bøkur um vikingatid Ravnsgenta — ein barnabók, sum eisini vaksin kunnu lesa Søgan og søguligar hend- ingar hava altíð hugtikid barnabókarithgvundar, og barnabýkumar, sum taka upp og viðgera søgulig evni, eru nógv. Ein teirra, sum eina best hevur dugað at brúkt søg- una í sínum barnabókum, og harvið eisini latið søguna í skaldsligan búnað, er kendi norski høvundurin Torill Thorstad Hauger. Í hennara bókum verða ym- isk søgulig tíðarskeið vid- gjørd soleidis, at lesarin ikki bara fær gott innlit í hendingar og hugsunarhátt í farnari tíð, men eisini lærir at skilja boðskapin, sum søgan hevur til okkara í dag. Torill Thorstad Hauger hevur í fýra barnabókum vidgjørt eitt týðandi skeið í norðurlendskari søgu, nevniliga — vikingatidina. Bøkurnar, sum allar eru út- komnar á føroyskum, eru Víkingar rændu tey (1988), Tey flýggja frá víkingum (1990), Sjúrður ormsbani (1991), og seinasta bókin í raðnum, Ravnsgenta, sum júst er útkomin. REIMUR OG TIR Tær báðar fyrru bøkurnar, Víkingar rændu tey og Tey flýggja frá víkingum, hava trælabørnini Reim og Tir sum hevuðspersónar. Reimur og Tir eru irsk børn, sum eru rænd av norskum vikingum og burturflutt til Noregs at vera trælir á stór- um jalssetri hjá Hákuni jalli. Hetta er í 10. øld. Reimur og Tir uppliva, hvussu trælirnir verða við- farnir. Trælirnir verða ikki virdir sum menniskju, og eru tíðirnar ringar, verða børn hjá trælum sett út til úlvarnar. Har er ongin bøn. Í Noregi liggja jallarnir í hørdum stríði sínámillum. Serliga er tað ættin hjá Hák- uni jalli, sum liggur í stríði við ættina hjá Ottari Illloga jalli. Í tí ruðuleikanum, sum stendst av hesum stríði. eydnast tað seinni nøkrum trælum hjá Hákuni jalli flýggja á skipi til Millum teirra, sum flýggja, eru Reimur og Tir. Men í Íslandi eru viður- skiftini ikki stórt gørvísi enn í Noregi. Í Íslandi ráða høvdingarnir, og eisini her er kapping, gvundsjúka og stríð millum ættirnar. Eitt trælslív verður lítið virt, og tað fáa Reimur og Tir at sanna. Reimur kemur rætti- liga illa fyri, tá ið hann av óráttum verður lagður undir at hava dripið íslendskan høvdingason. Men neyðin fær ein enda, og eftir eina hendingaríka tíð í Íslandi eydnast tað børnunum at sleppa aftur til Írlands við einum handilsmanni. SJÚRÐUR NÝSKIPANARMAÐUR Í teimum báðum seinnu bókunum, Sjúrður orms- bani og Ravnsgenta, snýr søgan seg meira um tey bæði, jalssonin Sjúrð orms- bana og Ravnsgentu, hálv- systir hansara. Sjúrður er yngsti sonur mæta norska Håkun jall. Hann bregður tó úr ætt og hevur ikki sama harða lyndið, sum pápin og báðir eldru brødur hansara. Lagnan vil tó, at tað verður Sjúrður sum verður jallur, og hann fær stóran garð at umsita, tá ið pápin og báðir eldru brødurnir fella í vík- ingi. Sjúrður, ið er frælslyntur, ætlar at lata trælir sínar leysar og lata teimum festi at hava egið jarðarbrúk á. Heldur ikki hevur hann stórvegis alsk til víkinga- lívið, men umhugsar at ger- ast handilsmaður. Víking- urin Sjúrður verður á henda hátt nýskipanarmaður. Í seinastu bókini í raðnum um víkingatíðina hevur Torill Thorstad Hauger valt at siga søguna um Ravns- gentu, ið er barn, sum Hák- un jallur hevur fingið við myrkari kvinnu, hann hevði heim aftur við sær av vík- ingaferð. Ravnsgenta hevur hildið til á garðinum hjá Hákuni jalli í eini tíggju år, men tá ið jallurin fellur í víkingi, rekur jalskona gent- unaav garði. Jalskona hevur ongantíð viljað vitað av Ravnsgentu, sum er komin sum fremmandur fuglur inn í hjúnalagið hjá Hákuni og henni. Ravnsgenta heldur til í smáttu uppi millum fjalla, men av og á kemur hon oman til jalssetrið at lekja menn, sum koma illa særdir aftur av víkingaferðum. Ravnsgenta hevur tó alla tíðina, hóast hon livir for- fjónað, gott samband við vinir sínar, millum onnur trælimar Kumbu og Hå- varð. Hon er eisini væl lýdd, tí hon dugir at lekja sjúkur og veit meira enn tey flestu. Bæði Sjúrður, hálvbeiggi hennara, og seinni eisini jalssonurin Tórur Illogason, sum Ravnsgenta hjálpir burtur úr sjúku, gerast vinir --hennara. Gjøgnum Sjúrð og Tórð, sum eru argastu figgindar, men sum velja at semjast, upplivir Ravnsgenta allar tær broytingar, sum henda vid bædi monnum og sam- felagi, tå id vikingaøldin er um at vera av. Trælasamfe- TiD 8 100 lagið verður avloyst av bóndasamfelagnum, og bókin um Ravnsgentu lýsir væl, hvussu trupult tað kann vera, kanska serliga hjá teimum ráðandi, at „venja seg til nýggjar siðir, nýggjar tíðir og nýggjan hugsanar- hátt. Hjá Ravnsgentu sjálv- ari merkja broytingarnar, at eitt baldrut tíðarskeið í lívi hennara er av, og hon fær at endamgguleika at liva sum fræls menniskja í samfelag- TaðerBókadeildFeroya num á jøvnum feti við onn- Lærarafelags, sum gevur ur. Ravnsgentu, fjórðu bókina í Símun av Skarði hevur raðnum um víkingatíðina, tytt hesar fýra bókumar hjá út. Ravnsgenta er 289 síður, Torill Thorstad Hauger til hon er prentað og innbundin eitt gott og lætt føroyskt á Pf. Einars Prent, og prent- mál. Bæði børn, ung og gerðina hevur E. O. Prent vaksin fáa nógv at vita um havtum hendi. farna tíð, lesa tey hesar fýra = Ravnsgentakostar148kr. bøkurnar, og hartil eru tær í bókabúðunum. spennandi sum skaldskap- ur. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 21. april 1994 kl. 09.00 tvangsauktion, (AS 608/93) over matr. nr. 106 c, Nordragøta, bygning på lejet grund, beliggende Nordragøta. Auktionen er begæret af advokat Petur Even Djurhuus, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 11260 (j. nr. 350/92) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en erhvervsbygning. Det bebyggede areal udgør 1850 mi 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 28.03.94 Mette Søgaard-Nielsen dfm. Hjálpartólamiðstoðin hevur frá 1. apríl broyttar telefontíðir. Mánadag, týsdag, hósdag og fríggja- dag: frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og frá kl. 13.00 til kl. 15.00. Mikudag frá kl. 13.00 til kl. 15.00. Hjálpartólamiðsteðin - Tlf. 18300 EEN eee KE