Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fráflytingin takast Í stórri álvara UM páskini vóru fleiri áhugaverðar føroyskar sendingar í føroyska sjón- varpinum. Vit kundu m.a. í eini væl tilrættalagdari sending fylgja lívinum og lívsverkinum hjá Victor Danielsen, sála, sum hevði fylt 100 ár í hesum døgum, hevði hann livað. Fyri mong mundi hetta kennast sum ein sera lívsjáttandi sending. Síðani var sending úr Norðurlandahúsinum og Café Natúr við fleiri av Føroya frægastu tónleikarum, og fyri mong tónleikaáhugað varð henda sendingin ikki minni lívsjáttandi. Hon vísti okkum føroyskar tónleikarar tá teir eru bestir. Songkvinnan Rúna setti sín serstaka dám á sendingina við síni vøkru og sjáldsomu songrødd. Samrødan við sonkvinnuna vísti eisini eitt ærligt og opið menniskjað, sum - hóast døpru tíðirnar - hevði mangt lívsjáttandi at bera fram og her ikki minst vónina um, at tað skal bera til onkursvegna. Vónandi fara vit at hoyra og síggja meira til hasi fólkini í komandi tíðum. Vit kunnu ikki vera tey fyriuttan. SUM ein mótsetningur til hesar send- ingar stóð sendirgðin um fráflytingina. Føroyingar, sum hava mist arbeiði í Føroyum, vita sær einki annað enn at taka avleiðingina av kreppuni og flyta av landinum. Mong teirra enda í Dan- mark, har tey fáa rættiliga nógva hjálp. Men hóast hetta so kennist tað svárt hjá hesum mongu fólkum at skula verða tvingad til at rýma heimaifrå við øll- um. Hjá flestu av fólkunum ænir tó enn vónin um einaferð at koma heimaftur til sítt egna land. SENDIRØDIN um fråflytingina var óhugnalig. Tí hon so væl lýsti, hvussu føroyingar kenna tað at skula verða noyddir at flyta av landinum. Eingin ivi er um, at nógvir føroyingar, ið flyta til Danmarkar, stødast og finna sær eydn- una. Onkur kundi kanska ynskt, at sendingin vísti fleiri dómi um hetta. Men ætlanin við sendingini mundi helst vera at geva teimum føroyingum, sum eru eftir í Føroyum, eina kenslu av, hvat tað vil siga hjá næstringum, grannum, bygdafólki og egnum oyggjafólki at skula flyta frá húsi og heimi og frá móðurlandi sínum. Hvussu tað kenst at skula flyta burtur frå føroyska umhvørvinum inn í eitt heilt nýtt umhvørvi í stórbýi í fremmandum landi. HIGARTIL hevur hetta at flyta til Dan- markar av mongum verið mett sum ein uppliving. Tey flestu, sum eru farin niður at lesa, hava kent hetta sum eina spennandi avbjóðing og sum eina nátúr- liga menning. Nú er hetta bráddliga broytt. Tey, sum fara niður at lesa, vita als ikki, um brúk er fyri teimum um nøkur ár, tá lesturin er liðugur. Aftrat hesum kemur so tann nýggi parturin av føroyingum, sum kennir seg tvingaðan at flyta og til at skula liva av donskum arbeiðsloysisstuðuli og sosialhjálp. SJÓNVARPIÐ eigur tøkk fyri hasar sendingarnar, og vónandi geva tær okk- ara politikarum nakað av hugsa um. Eftir okkara tykki eiga politikarar í Føroyum at geva slíkari sendirød stóran ans og royna at fylgja henni upp við at spyrja seg sjálvar: hvat kunnu vit gera fyri at venda hesi skeivu gongd? Tí hvussu nógv gott tú enn kanst finna við at flyta til Danmarkar og hvussu nógv gott tú enn kanst siga um danska samfelagið við teimum mongu sosialu ágóðunum tú har fær, so kann tað ong- antíð vera rætt, at so stórt tal av føroy- ingum skal verða tvingað til at flyta av landinum. Tað kann ongantíð viga upp ímóti tí at búgva í tínum egna landi - og lata børn tíni vaksa upp í Føroyum. TAÐ er sum vit ikki síggja skógina fyri berum trøum plagar at verða tikið til, tá ein trupulleiki er vorðin so mikið ger- andisligur, at vit ikki duga at síggja hann. So er við fráflytingini. Hóast hon er við at gerast ein so altumfevnandi trupulleiki hjá so mongum av okkara fólki - og samfelagshóttan - so tykjast flest onnur ikki at leggja stórvegis merki til hana. SPURNINGURIN, sum vit eiga at seta okkum, er, um ikki fólkafráflytingin úr Føroyum er við at gerast ein álvarslig hóttan móti sjálvum tilverugrundar- lagnum hjá hesi tjóð! Vit kunnu ikki vera okkara náttúrutilfeingi fyriuttan verður so mangan tikið til. Men vit kunnu so sanniliga heldur ikki verða okkara menniskjatilfeingi fyriuttan. Og bara tað at so mong fólk flyta av land- inum við børnum og gllum ognum sínum vísir, hvussu skeiv gongdin er. TAÐ eru tó tey, sum siga, at tað er ikki pláss fyri meiri enn so og so nógvum fólkum á hesum klettum, og tí halda fráflytingina vera eina heilt nátúrliga avleiðing av kreppuni. Hesi siga helst eisini, at tað er gott, at vit hava “móður" Danmark at fara til, tí har hava vit tað gott. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin av, at mong okkara kunnu flyta til Danmarkar og har fáa neyðuga hjálp til lívsins uppihald. Men veruleikin er tó tann, at góðtaka vit uttan víðari, at tað ikki longur er brúk fyri og enn minni pláss fyri einum stórum parti av okkara fólki, tá kunnu vit tað sama øll somul geva skarvin yvir. Og tað er nettup tað, sum vit ikki mugu. Serstakliga átti hetta at verið ein hin týdningarmesta uppgávan hjá okkara politikarum, hetta at gjørt sær og sínum veljarum fullkomiliga greitt, at tað kann ikki góðtakast, at fólk streymar av landinum. Og at alt vil verða gjørt fyri at steðga og venda hesi gongd. Tí loyvi vit hetta ótarnað at halda fram, tá fer hon at virka sum ein boomerang móti teimum, sum framvegis eru í landinum og ikki minst móti komandi ættarliðum, ið skulu byggja hetta land víðari. IKKI fyrr enn tú hevur ásannað trup- ulleikan og hvussu stórur hann er ber til at gera sær tankar um, hvat kann gerast fyri at venda gongdini. Og tað er hetta vit velja okkara politikarar til, nevniliga at finna brúkiligar loysnir, sum gagna øllum samfelagið og eisini framtíðar samfelagnum. Spurningurin er um ikki vit eru komin hartil, at bæði landsstýri og løgting eiga at gera sær greitt, hvussu álvarslig hóttan móti hesi tjóðini tann vaksandi og áhaldandi fólkaflyt- ingin er fyri hetta land. Vit mugu halda uppat at fyrigykla hvørjum ødrum, at stødan er ikki so åvarslig kortini og visa til, at tað áður hava verið ringar tíðir her á landi og tá bar til hjá monnum at fara í onnur lond at arbeiða og so koma heimaftur. Tað er júst her vit finna munin millum fyrr og nú. Nú er ikki nokk bara at senda arbeidsføra fólkið av landinum. Hesi hava í mongum fórum einki arbeiði at fara til, og tá samfelagið ikki hevur ráð til at breydføra tey, sum sita eftir, tá sigur tað seg sjålvt, at einasti útvegur er at fara við allari familjuni. Og hetta fær katastrofalar fylgjur fyri hetta land. TAÐ er valár. Hetta órógvar. Tað ger tað í hvussu er torførari at fáa framt átrokandi loysnir. Tí mugu nógvar týðandi avgerðir bíða. Men spurn- ingurin er, hvussu leingi vit hava ráð til at bíða. Landsstýrið eigur at taka fólka- flytingina sum eina stóra hóttan og tí viðgera hana við størsta álvara saman við spurninginum um Arbeiðsloysis- skipanina, uttanlandaskulda og ødrum málum. Kann sendirgðin í sjónvarpinum vera við til at loysa upp fyri nøkrum av hesum málum, so prógvar hon, hvussu týðandi samfelagsfunktión fjølmiðlarnir hava í hesum tíðum. Nú hevur tað verið klikt so nógv niður á fjølmidlarnar allar fyri bara at bera fram daprar søgur, at onkur vik meina, at sendirødin um frá- flytingina er enn ein roynd frá fjøl- miðlanna síðu at mála svart oman á svart. Hesum kunnu vit ikki taka undir vid. Uppgávan hjá fjølmidlunum eigur eftir okkara tykki nettup at vera at lýsa støðuna hjá tí vanliga fólkinum og her er fráflytingin og avleiðingarnar av henni ein heilt nátúrligur partur. Nú má tað so vera uppgávan hjá politikarunum at velja og vraka millum hesar mo,ngu upplýsingar eftir besta førimuni og út frá hesum gera sínar egnu metingar, sum so aftur skulu vera grundarlagið undir teimum avgerðum, sum takast skulu í næstu framtíð fyri nettup at stegða fráflytingini. UPPGÁVAN hjá fjølmidlunum er so sanniliga eisini at vísa, hvat annars bylgist í fólki og í gerandisdegnum her heima - og ikki bara at seta kikaran á tað negativa. At vísa, at tað framvegis eru mong, sum enn ikki hava givið skarvin yvir og mist hava alla vón. Nettup tað var sendingin úr Norður- landahúsinum við Rúnu og gørum frá- líkum tónleikarum at gott dómi um. So her rakti sjónvarpið í plett, tá teir um påskini visti fleiri síður av føroyska samfelagnum í dag: tydningin tað and- liga hevur fyri føroyingin, tann livs- játtandi tónleikin og so ta óhugnaligu fráflytingina. Rós til sjónvarpið og tey fólk, sum vóru við í umrøddu send- ingum. SOSIALURIN T ; ; minnilutanum, ávikavist um- inum viðvíkjandi skuldini og i Lesara brøv boðið fyri Uuanflokkalistan harvið fáa ávirkan, meðan : og umboðið fyri Sjålvstyris- alternativid er at lands- flokkin, sum skiltu álvaran og myndugleikarnir í staðin EN atkvøddu fyri málinum saman yvirtaka málið og kommun- K = , z = við okkum ødrum, við somu urnar onga ávirkan hava. ommunuskuldin og Býráðið verum sim At bygdedd Timeld. sum bo hevði sett. bygdaráðini skuldu taka stóðu Eykabýráðsfundurin mána- umu, eins og fyri opna fundin málið tikið av skránni til opna av at báðar kommunumar Tilmælið al sambandi að dagin 28. mars gjørdist drúgv- seinni sama kveld. fundin hóskveldið. fingu munandi ávirkan ástýrið | Nógv hevur verið skrivað og rimiligatrygd fyri ikki at fara åt ur, so drúgvur, at tå fundar- Fundurin fyri afturlamum fyri kommunala láni og veð- tosað um kommunalu skuld. at samráðast til onga nyttu. Tá bókin varð undirskrivað, var hurðum vardi í 2 tímar, og Samtyktirnar haldsgrunnin. ina, sum er vorðin eitt stórtog teir eru lidnir og væntandi farið gott og væl um midnátt. = semja var um, at teir býráðs- Mánadagin 28. mars var so Fundurin hjá Tórshavnar tungt landsbúskaparligt mál, komaheima dam Hesin eykafundur var fram- = limir, sum vildu hava betri úð — fundur fyrst fyri afturlamum — byråd gekk ikki so skjótt, sum so óneyðugt skuldi verið at tilboði, skulu bý- og bygdaráð- hald av býráðsfundinum hós- | atumhugsamálið,skulduhava hurðum saman við Argja longu nevnt, og hin eini sam- tíkið alt uppaftur; men sláast kveldið 28. mars, tá málið um tann møguleikan, og ti var kommumu. Seinni hevði Argja gongulimurin vildi ikki taka skal fast einaferð kommunuskuldina „stóð á stødutakanin útsett til mána- bygdaráð fund, har einmælt undir við tilmælinum, men pars dd skránni bæði til fundin fyri aft- kveldið, tá bæði Argja og varð samtykt at taka undir við = valdi at atkvøda saman við fyri tein føroysku kommun- urlamum hurðum, sum var fe- Térshavnar kommunur skuldu tilmælinum frá føroyske Fólkaflokkinum. Tíbetur vóru unum, sum hava valt at sam- lagsfundur við Argja komm- takaendaligastóðu. Sostatt var kommunubólkinum. tweytað tveir ábyrgdarpolitikarar í starva um eina loysn á mál- ini taka endaliga stóðu. Táskal eisini stóða takast til reglugerð fyri kommunala láni- og veð- haldsgrunnin, eins og fyri kreppulánsgrunnin — og lúkas: Framhald á síðu 16