Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 65 — 7. APRIL 1994 Síða3 Innflutningurin nógv minkadur Føroyski innflutingurin var í 1993 nógu minni enn und- anfarin ár. Frá 1992 til 1993 minkaði innflutningurin við 589.000 krónum — tað svarar til ein slakan triding Landskassans uttanlandsskuld var við á Tað er ein vøkstur í mun til 1992 við góðum 2,4 milliardum rslok 1993 uppi á góðum 5 4 milliardum krónum. Á Mynd: Kalmar Uttanlands- skuldin vaks við 2,4 milli- ardum í fjør Hvor føroyingur skyldar nú góðar 120.000 krónur, um uttanlandsskuld landskassans verður býtt við fólkatal- inum. Hetta er næstan tvífalding av skuldini í 1992 Landskassin skyldar nú so nógvan pening sum ongan- tíð áður. Hetta visa hagtølini, ið eru komin út við ársins fyrstu útgávu av Hagtíðind- um, ið júst eru komin. Sambært hesum tølum var uttanlandsskuld lands- kassans í 1993 komin upp á góðar 5,4 milliardir krónur, ið er meira enn ein tvífald- ing av skuldini, sum í 1992 var slakar triggjar milliardir krónur. Landskassin eigur púra einki Verður ogn landskassans sett upp móti hesum tólum, vigar hon ikki serliga nógv, tí ognin var í 1993 bert fimm (5) milliónir krónur. Ogn hevur landskassin at kalla ikki átt síðani 1988, tå hon varð uppgjørd til 120 milliónir. Árið fyri var hon uppi á 299 milliónum, men eisini árini frammanundan lá hon niðri á tveimum (2) milliónum krónum. Bert tey síðstu fimm árini er uttanlandsskuld lands- kassans vaksin sera nógv — úr 939 milliónum krónum í 1989 upp í 5.413 milliónir í 1993, ið higartil er metár, tá talan er um ta almennu utt- anlandsskuldina. Tey síðstu níggju árini var nettouttanlandsskuldin lægst í 1987, tá hon var niðri á 158 milliónum krónum. Hetta var tað árið, tá lands- kassin átti 299 milliónir krónur, men samstundis skyldaði 457 milliónir. Peningastovnarnir stórri ogn í 1993 Peningastovnarnir áttu í 1993 havt 2.907 milliónir krónur uttanlands, meðan teir skyldaðu 465 milliónir. Tað gevur eina nettoogn upp á 2.442 milliónir. Uppi í hesi ogn eru ikki seðlar og mynt, og heldur ikki eru teir fyri landsstýrið rediskont- eraðu nationalbanka-veksl- amir. Nettoognin hjå føroysku peningastovnunum uttan- lands er sostatt tann størsta nakrantíð, men hesi tel skulu vælsaktans lesast við allarstørsta fyrivarni, tá hugsað verður um, at teir báðir stóru bankarnir — Sjó- vinnubankin og Føroya Banki — hava fingid sera góða hjálp frå ti almenna, hvat teirra skuld viðvíkur. Hagtíðindi gera í sam- bandi við øll hesi tølini vart við, at ogn og skuld føroy- inga uttanlands í 1992 og 1993 savnaðist á færri hondum, við tað at lands- kassans skuld vaks mun- andi, meðan nettoognin hjá peningastovnunum sam- stundis eisini vaks. Veðhaldini hjá føroysk- um peningastovnum uttan- lands eru minkad i 1993 i mun til 1992 við 611 milli- ónum krónum niður í 718 milliónir, og eru hesi tøl nú komin niður á tað stødid, tey høvdu í 1985, tá veð- haldini vóru 717 milliónir. Hesi tøl vóru størst í 1989, tá veðhaldini uttanlands hjá peningastovnunum vóru uppi á 1.813 milliónum. Verða veðhaldini hjá pen- ingastovnunum, ið mink- aðu við 611 millióum í 1993, sett upp ímóti lands- kassaskuldini upp á 2.418 milliónir, verður skuldar- vøksturin tilsamans 1.807 milliónir krónur, meðan ognarvøksturin hjá pen- ingastovnunum er 1.929 milliónir krónur. hj. At fólk hava minni av pen- ingi nú, enn tey hava havt fyrr, sæst sera væl á inn- flutningstølunum, nyggj- asta útgávan av Hagtidind- um borðreiðir vid. Sambært Hagtíðindum er føroyski innflutningurin frå 1992 til 1993 minkadur vid einum tridingi — 29%. Frå at hava verið 2.009 milliónir krónur í 1992, er hann farin aftur við 589 milliónum til 1.420 milliónir í 1993. Samanlagt er innflutn- ingurin bert vaksin á einum einasta øki, og tað er inn- flutnignrin av ídnaðarfiski, ið varð fyri 18 milliónir í 1993, meðan hann árið fyri var fyri 15 milliónir. Har er samstundis vert at leggja til merkis, at innflutningurin í 1993 var tann størsti síðani 1989. Tá varð idnadarfiskur innfluttur fyri 27 milliónir, meðan hann í fjør lá á 18 milliónum. Á øllum ødrum økjum er minni innflutt í 1993, og á summum økjum er talan um rættiliga stóra minking. Innflutningurin av bilum minkaði í 1993 við heilum 75% í mun til 1992, og eis- Arbeiðsloysið og kanska døpur framtíðarútit fyri Føroyar hava ført við sær, at fólktalið nú er vorðið tað lægsta síðstu mongu Tá føroyingar vóru best mannaðir, vóru vit í 1989 tilsamans 47.838 fólk í Føroyum, men síðani er fólkatalið fallið, og ser- liga í fjør var fallið rætti- liga drastiskt. Tá 1993 byrjaði, búðu 46.821 fólk í Føroyum, men við árslok var talið komið niður á 45.369, ið ein skal aftur um 1985 fyri at finna. ini var minkingin stór, tá talan er um innflytning til byggivirki og maskinur - åvikavist er minkingin har 44% og 50%, so hetta eru tól, ið merkjast. Eisini innflutningurin av feskum fiski og frystum fiski er minkaður — ávika- vist við 60% og 69%. Innflutningurin av skipum burturi Verdur hugt at tølunum fyri innflutning av skipum, er minkingin total — ikki eitt einasta skip kom i 1993, og har er ein 100% minking. Ikki er neydugt at fara long- ur aftur enn til 1988 fyri at finna trivalig innflutnings- tól á hesum øki. Tá vóru skip innflutt fyri 565 milli- ónir krónur. Hagtíðindi gera vart við, at nýggja skrásetingarskip- anin við meirvirðisgjald- inum varð sett í gildi 1. febr- uar 1992, og at uppgjørdi innflutningurin fyri 1992 tí ikki er samanberiligur vid undanfarnu år. Sagt verður, at eitt nú bendir mangt á, at viðnýggju skrásetingini eru innflutningstølini — hægri Alsamt færri føroyingar Sambært hagtølunum hevur fólkatalið ikki verið so lágt tey síðstu tíggju árini, sum tað er nú. Tilsamans búgva 45.101 fólk í Føroyum nú. Tá vit vóru flest, vóru vit 47.838 — tað var afturi í 1989 Og fyrsta partin av hes- um árinum eru uppaftur fleiri flutt úr Føroyum, tå talan er um nettotøl. Úr Føroyum eru f januar og februar í ár flutt 487 fólk, meðan bert 159 eru flutt hendanvegin, so samlaða fólkatalið í byrjanini av mars mánaði í ár var heilt niðri á 45.101. Deyðir eru 112 føroyingar, meðan bert 52 eru føddir. Sambært Hagtíðindum vóru tað fleiri, ið fluttu til Føroya í árunum 1986 til 1988, enn tet ið fluttu úr Føroyum. Síðani hava tøl- ini gingid skeiva vegin, og enn tey høvdu verið eftir teirri skipan, ið var galdandi frammanundan. Størsti innflutningurin er framvegis úr Danmark, men eisini her er ein mink- ing at síggja. Tó at innflutn- ingurin úr Danmark var stórri í 1993 enn í 1992 — 36,9% ímóti 35,6% — er hann minkaður lutfalsliga síðani í hvussu er áðrenn miðjuna av 80-unum. Veður farið sjey ár aftur í tíðina, sæst at alsamt stórri partur av innflutninginum er úr Bretlandi, hóast hann enn er rættiliga lítil. Síðani 1985 eru innflutningstølini hagani tvífaldað, meðan eitt nú innflutningurin úr Nor- egi, ið fyri ein stóran part í 80-unum var skip, er mink- aður úr 26,8% í 1985 niður í 19,2% í 1993. Tey londini, vit innflyta mest úr, eru í dag Danmark, Noregi, Bretland, Týsk- land, Svøriki, USA, Japan og Ísland. Men innflutning- urin úr øðrum londum er vaksin nógv síðani 1985, tá hann var 10,6%. Nú er hann komin upp á 18,2%. hj. í fjør var munurin tann størsti higartil, tá 1.003 fluttu til Føroya, meðan heili 2.805 fluttu úr Føroy- um. Í tíðarskeiðinum frá mars 1993 til februar 1994 eru 1016 fólk flutt til Før- oya, meðan 2.961 eru flutt úr Føroyum. Sambært hagtølunum er munurin alsamt vaksandi fyri hvort ár, ið gongur, og síðstu árini hevur einki verið, ið á nakran hátt hev- ur bent á eina vend í hesi gongd—heldurer tað beint tvørturim6ti. hj.