Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Suður- oyggin fær mest Suðuroyggin er fram- vegis tann oyggj, sum mestur fiskur kemur uppá land, men Eystur- oyggin er beint í hølu- num á henni. Tveir teir fyrstu mánaðarnar ár komu 27 prosent av øllum matfiski upp í Suðuroy. Í Eystur- oynni komu 23 prosent av veiðuna uppá land. Í Norðoyggjum vórðu avreidd 15 prosent av veiðuni. Hettaer saman prosenttal sum varð selt á privatu uppboðs- søluni á Toftum. Suð- urstreymur er dragn- aður heilt afturúr, tá tað snýr seg um at taka móti fiski, bert try pro- sent komu uppá land í Havn. Men Fiska- virking í Havn arbeiðir serliga við úrdráttum úr frystum fiski. Í Vágum komu bert seks prosent uppá land og Sand- oyggin er dottin heilt burtur ímillum. je Toskur og hýsa Veidutølini hjá føroy- ingunum fyri tveir teir fyrstu mánaðarnar í år síggja eitt sindur huga- ligari út enn undanfarin ár. Tað hugaliga er, at nú síggjast tølini á toski og hýsu aftur. Men ups- in er framvegis álitið hjá føroyingum. 19 prosent av veiðuni í januar og februar í ár var toskur, átta prosent hýsa og 49 prosent upsi. Tað hevur verið munandi meira at fingið av toski og hýsu í ár og so er eisini talan um bestu fiskitíð, torr- in. Kongafiskur og blá- longa mynda 11 pro- sent av veiðuni í hesum tíðarskeiði. Brosma og longa fýra prosent. . Svartkalvi og onnur fiskasløg standa fyri átta prosentum av veið- uni tveir teir fyrstu mánaðarnar í ár, skrivar Hagtíðindi. je Nr. 65 — 7. APRIL 1994 Tíðindablaðið Mynd: Jan Miller Havørnin avloysir Viðoynna Miðvingar hava keyp Viðoynna. Hon verður søkt og Havørnin, nú Miðvingur, fær fiskiloyvi frá henni Stolta skipið hjá klaksvík- ingum Viðoyggin var um vikuskiftið sleipað út av vånni. Vágatrolarin Føstu- varði sleipaði skipið vestur í Vágar. Nýggjar tíðir eru innan fiskivinnuna í Før- oyum og Viðoyggin fellur fyri nýggja tíðarandanum. Viðoy er bygd í 1936 í Svendborg og hevur mang- an brattan farið á føroysk- um hondum. Tað var um- borð á Viðoynni at Richard í Klaksvík gjørdi manns- verk. Viðoyggin hevur verið trolari og hon hevur fiska vid snøri. Hon hevur flutt øl kring oyggjarnar og nú seinast hevur hon roynt við snellu burturav. Tummas á Løgmannsbø og aðrir úr Miðvági hava keypt Viðoynna fyri at fáa fiskiloyvi. Viðoyggin hev- ur loyvi at royna í Íslandi og hon kann eisini veiða undir Føroyum, við teimum treyt- um sum verða settir útróð- rabátum yvir 20 tons. Hon kann fiska av eini felags kvotu. Miðvingar hava keypt gamla línubátin, nótabátin og partrolaran Havørnina. Havørnin fær nú fiskiloyvi frá Viðoynni, sum ikki fer aftur til fiskiskap. — At taka Viðoynna úr flotanum og seta Havørnina innaftur er júst eitt dómi um hvussu nýggja lógin um vinnuligan fiskiskap riggar. Her er talan um, at ein skiftir eitt aktiv út við eitt betri aktiv, uttan at økja um veiðutrýstið. Havørinin, sum snelluskip við sama snellutalið sum Viðoyggin, hevur ikki stórri veiðuorku, sigur Kaj Mortensen, full- trúi á Fiskivinnustovuni í Tinganesi. jústinus Kreppan kann lesast í landaða matfiskinum: Fallin við 42.301 tonsum í fyra ár Í 1990 vórðu 107.479 tons avreidd í Føroyum. Í fjór komu 65.178 tons uppá land, sigur Hagstovan Hvussu vit snúgva okkum, so sleppa vit ikki uttanum, at kreppan føroyska sam- felagið er í er eisini ein råvørukreppa, hetta sýna tølini frá Hagstovuni svart uppáhvítt. Føroyingar løgdu góð 42.000 tons meira uppå land í 1990 enn vit gjørdu í fjór. Minni er fiskað av øllum fiskasløgum, men upsin eigur br6durpartin.I 1990 veiddu føroyingar 57.000 tons av upsa. Í fjør veiddu vit 30.000 tons. Her er talan um helvtar mun. Toskaveiðan minkaði ei- síni nógv í hesum fýra ára skeiði. Í 1990 veiddu vit knappliga 14.000 tons av toski. Í fjør veiddu við 5442 tons. Men við toskinum eru glottar í dag. Bert í januar og februar í ár eru veidd 2500 tons av toski. Hýsuveiðan er eisini minkað nógv og hetta er orsgkin til svára svullin hjá okkara línuútróðrarbátum. I 1990 veiddu føroyingar knappliga 11.000 tons av hýsu. Í fjør veiddu vit 3683 tons av hýsu. Her er eisini talan um glottar í ár. Bara í januar og februar eru veidd góð 1000 tons av hýsu. Tað eru serliga partrolararnir sum hava fingið hýsu. Framtíðin hjá teimum djúpvatnstrolarum, sum kláraðu seg í 1990, skuldi ikki verið heilt av leið, nú fýra ár seinni. Nøgdin av kongafiski og blálongu er ikki minkað seinastu fýra Hålv milliard minni Hyggja vit eftir útflut- ningstølunum í krónum og oyrum so sæst greitt at minkaða råvørunøgdin svarar aftur f minni peningi. I 1991 útfluttu við fyri 2,6 milliårdir krénur. Tå eru skip ikki tikin vid. Utflutn- ingurin hjá føroyingum í fjør, uttan skip, var tvær milliardir krónur. jústinus Tele- fonin slitin Ólag var á telefonini kring landið í gjár. Stór økir høvdu einki sam- band. Av telefonverk- inum verður sagt, at okkurt var galið við radiosambandinum og hetta merkti at Klaks- vík og allar Norðoyggj- ar lógu uttan telefon- samband. Somuleiðis var telefonin Gvirkin í Eysturoynni og Norð streymi. je Húkurin tapir fyri troli Hyggja vit eftir hver reiðskapur er raskastur at fiska undir Føroyum seinastu fýra árini, so sæst, at húkurin víkir fyri trolinum og serliga partrolinum. Í 1990 veiddu par- trolararnir 41.651 tons undir Føroyum. Hetta árið veiddu línubátar- nir 26..575 tons ella meir enn helvtina av nøgdini hjá partrolar- unum. Men tey næstu árini gongst ikki so væl hjá línubátunum. = Hetta kemst serliga av at toska og hýsuveiðan svíkti heilt. Upsi kemur ikki á línu. Í fjør veiddu par- trolararnir 30.294 tons ella góð 10.000 tons minni enn fyri fýra árum síðan. Men hjá línubátunum er veiðan minkað næstan við tveimum triðingum. Teir eru komnir heilt niður á góð 9000 tons. Sama gongd er hjá snellubátunum, hóast fallið ikki er so stórt. í 1990 fingu snellubát- arnir 8700 tons. Í fjør var veiðan fallin niður 5268 tons. Veiðan hjá lemma- trolarunum er eisini fallin nógv, tá sæð verður burtur frá veið- uni eftir kongafiski og blálongu. Í 1990 veid- du lemmatrolararnir 30.124 tons, í fjør 19,- 273 tons. Ein frágreið- ing er eisini at fleiri lemmatrolarar eru farnir úr flotanum. Gar- nabátarnir fingu 1000 tons av svartkalva í fjør. je